fríggjadagur 4. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
Tey málini, sum eru
tengd at yvirskipaða
málinum um at
skipa Føroyar sum
sjálvstøðuga tjóð,
eyðkenna sum vera
man valskránna
hjá Tjóðveldi, sum
í morgun varð
løgd fram. Men
spurningurin um,
hvussu Høgni
Hoydal og kompaní
skulu bróta ABC-
blokkin og aftur
koma í samgongu, er
framvegis víðopin
LøgtingsvaLið
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Grundlóg Føroya skal til
almenna viðgerð og til
fólkaatkvøðu í 2008/2009.
Búskapargrunnur skal set
ast á stovn beinanvegin.
Heildarveitingin skal minka
burtur við 80 milliónum
krónum um árið, til hon er
burtur. Uttanríkismál, verju
mál, útlendingamál, loft
ferðslumál og persóns og
familjurættarmál skulu yvir
takast í fyrru helvt av val
skeiðinum, og løgregla,
rættarskipan, gjaldoyramál,
peningamál og fíggingar
virksemi skulu yvirtakast í
seinnu
helvt.
Føroysk
lestrarstuðulsskipan
skal
setast í verk. Og samráðingar
við donsku stjórnina og
avtala um fólkaatkvøðu
skal fremjast áðrenn 2012.
Hetta vóru høvuðspunkt
ini í valskránni, sum Tjóð
veldi í morgun legði fram í
Sjónleikarhúsinum í Havn.
Tey fimm
hjartamálini
Valskráin hjá Tjóðveldi er í
tveimum pørtum. Fyrsti
parturin ber heitið “Full
fíggjað uppskot at skipa
Føroyar frælsar”, og næsti
parturin eitur “Menningar
ætlan fyri tær frælsu Før
oyar”.
Meðan
omanfyri
nevndu mál er bulurin í
fyrsta partinum um vegin
fram til einar sjálvstøðugar
Føroyar, so eru tey fimm
hjartamálini, sum flokkurin
lanseraði í heyst, í miðdepli
num í menningarætlanini
fyri einum sjálvstøðugum
landi.
Tey fimm hjartamálini
snúgva seg í høvuðsheitum
um økt altjóða samstarv og
atgongd til altjóða samfe
lagið, at styrkja føroyskan
samleika og mentan, at taka
fulla ábyrgd av føroyska
búskapinum, at liva upp til
hægstu altjóða umhvørvis
krøv og at tryggja “veruligt
frælsi” – hvat tað so enn
er...
Samgongumøguleikar
Nokk um tað. Tí í grundini
er ikki so nógv nýtt at skriva
heim um frá sjálvum tí
politiska innihaldinum hjá
teimum ymisku flokkunum,
sum í hesum døgum leggja
sínar valskráir fram undan
løgtingsvalinum tann 19.
januar. Tað áhugaverda er
heldur, hvussu Høgni Hoy
dal og Tjóðveldi ætla at
sleppa inn aftur í hitan. Og
hesin spurningurin er fram
vegis víðopin eftir tíðinda
fundin í morgun.
Hetta er ikki ein valskrá,
sum fríggjar til hinar flokk
arnar, men ein valskrá, sum
endurspeglar okkara poli
tikk. Vit hava nakrar greiðar
visjónir um, hvussu teir
yvirskipaðu spurningarnir
aftur kunnu koma á dags
skrá eftir fýra ár í ABCtóm
gongd, segði Høgni Hoy
dal.
Viðvíkjandi
samstarvs
møguleikum
eftir
valið
fingu vit áhoyrarar sama
“politikarasvarið” um, at
hesin spurningurin er tengd
ur at, hvørji mál Tjóðveldi
kann fáa ígjøgnum og við
hvørjum flokkum, sum for
maðurin Høgni Hoydal tók
til. Fyri Tjóðveldi skal eitt
gott valúrslit tryggja einum
góðum útgangsstøði fyri
samráðingum
við
hinar
flokkarnar, og formaðurin
er bjartskygdur viðvíkjandi
møguleikanum um at sleppa
inn aftur í hitan í føroyskum
politikki.
Um vit hyggja at okkara
hjartamálum, so kunnu vit
samstarva við allar flokk
arnar um fleiri av teimum
mest avgerandi málunum.
Sjálvandi vænta vit ikki at
fáa alt okkara ígjøgnum,
men vit mugu vita, hvar vit
kunnu fáa hvat ígjøgnum.
Eg síggi fleiri samstarvs
møguleikar fyri mær, men
eg peiki ikki á nakran ávís
an flokk frammanundan
valinum, sigur Høgni Hoy
dal.
Ein sjónvarpsjournalistur
spurdi, í hvønn mun sam
gongusamstarv við Fólka
flokkin er gjørligt.
Stóra ósemjan millum
Tjóðveldi og Fólkaflokkin
er á skatta, vinnulívs og
búskaparpolitikkinum, har
vit jú hava verið ímóti
skattalættanum og serskip
anum til partar av vinnu
lívinum, segði Høgni Hoy
dal.
Formaður Sambandsflok
sins Kaj Leo Johannesen
hevur í hesum valskeiðinum
havt útsagnir um at skipa
fólkaatkvøðu um bæði full
veldisspurningin og um
ESlimaskap, og hetta metir
Høgni Hoydal vera eitt gott
útgangsstøði
fyri
sam
starvi.
Tað er púra misskilt, at
33 tandur og seks flokkar
skulu sita í tinginum og
togast um hesar spurningar
nar. Sjálvandi skulu teir út
til fólkið, og ein semja um
fólkaatkvøðu á hesum øki
er jú altíð eitt gott útgangs
støði, segði Høgni Hoydal.
Hvat kostar
heimastýrið?
Samanumtikið fer Tjóðveldi
á val við ynskinum um aftur
at fáa tey málini á dags
skránna, sum eru tengd at
yviskipaða
málinum
at
skipa Føroyar sum sjálv
støðuga tjóð. Mál sum at
fáa føroyska grundlóg, at
minka um og avtaka blokk
in, at fremja yvirtøkur – eis
ini tær, sum hoyra ríkis
eindini til – og at fáa í lag
samráðingar við donsku
stjórnina, at fáa í lag fólka
atkvøðu um føroyska sjálv
støðu.
Vit ynskja at venda próv
byrðuna á høvdið og spyrja,
hvat tað kostar at verða ver
andi eitt heimastýri. Hvat
tað kostar ikki at hava fulla
atgongd til altjóða sam
felagið. Hvat tað kostar ikki
at kunna loysa teir stóru
spurningarnar, so leingi vit
ikki hava fult ræði og
ábyrgd á egnum landi, segði
Høgni Hoydal.
Fyrsta klippið tikið
Nýggja skipanin við klippikoyrikortið er farin at virka, og í gjár var
fyrsta klippið tikið frá bilførara. Ein bilførari yvirhálaði ein annan
bil við rundkoyringina á Hvítanesvegnum, har tað annars ikki er
loyvi at yvirhála. Hetta skrivar Dimmalætting. Sambært blaðnum
fær bilførarin – sum áður – eina bót, umframt eitt klipp í
koyrikortið. Klippið verður skrásett í kriminalregisterskipanini hjá
løgregluni í trý ár, har tað so eisini ber til at síggja, hvussu nógv
klipp bilførararnir hava fingið.
Vánaligi Khader
Politiken skrivar á netinum í morgun, at ein blanding av
vánaligum veljarakanningum og innanhýsis stríði nú hevur
við sær, at formaðurin Naser Khader ikki situr eins tryggur í
sessinum longur. Berlingske Research hevur spurt formenn
og nevndarlimir í lokalfeløgunum hjá Ny Alliance, og
sambært kanningin, sum 66 av næstan 300 hava svarað,
valdar ein keðiligir stemningur í flokkinum. Fjórði hvør av
teimum, sum svaraðu, siga seg ivast í formansevnunum hjá
Naser Khader. Anders Samuelsen, sum var við at stovna Ny
Alliance, staðfestir tó fyri Berlingske Tidende, at tað ikki
kemur upp á tal at fáa annan formann enn Naser Khader.
15
- Vit ynskja at venda próvbyrðuna á høvdið og spyrja, hvat tað kostar at verða verandi eitt heimastýri. Hvat tað kostar ikki at hava fulla atgongd til altjóða
samfelagið. Hvat tað kostar ikki at kunna loysa teir stóru spurningarnar, so leingi vit ikki hava fult ræði og ábyrgd á egnum landi, segði Høgni Hoydal, tá Tjóðveldi
í morgun legði fram sína valskrá fyri løgtingsvalið
Mynd: Jens Kristian Vang
Fullveldið aftur á kósina