fríggjadagur 4. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
Ein nýggj heimasíða
og ein nýggjur
slagsangur skal hjálpa
Javnaðarflokkinum
í valstríðnum, sum
skal snúgva seg um
tey bleytu virðini. Tað
boðaði flokkurin frá,
tá valskráin varð løgd
fram í morgun
VALSKRÁ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú av álvara fer at stunda
til løgtingsval, leggja flokk
arnir fram sína valskrá. Í
morgun var tað Javnaðar
flokkurin sum boðaði frá,
hvørji evni hann ætlar at
leggja dent á í valstíðnum.
Í stuttum kann sigast, at
flokkurin fer at leggja
størstan dentin á tey bleytu
virðini.
Skráin er í fýra høvuðs
punktum: Heilsuverk og
fólkaheilsa,
Fólkaskúlin,
Trivnaður og familja og
Burðardygg menning.
Flokkurin hevur í hesum
valskeiðinum
umsitið
almanna og heilsumál, og
hetta er eitt øki, sum stórur
dentur verður lagdur á
eisini í komandi valskeiði.
Eitt nú skal viðgerðartrygd
veitast sjúklingum soleiðis,
at innan seks vikur eftir, at
sjúkan er staðfest, skal
sjúklingurin fáa viðgerð.
Eitt annað øki innan
heilsuverkið, sum flokkurin
fer at leggja dent á, er
menning og endurútbúgving
av heilsustarvsfólkum, eins
og
tænasturnar
skulu
samskipast betur.
Uppafturvenjing av fólki
við mistum førleika og
sjúklingatrygd og arbeiðs
skaðatrygging verða eisini
nevnd undir hesum fyrsta
punktinum.
Eitt ógvuliga áhugavert
og ofta umrøtt mál er
sjúkrakassin. Her fer Javn
aðarflokkurin í valstríðnum
at sláa upp á trummu fyri,
at sjúkrakassagjaldið skal
fíggjast umvegis skattin.
Hetta er ein tanki, sum
javnan hevur verið frammi,
men sum neyvan hevur átt
stórt
pláss
í
nøkrum
valstríði.
At enda fer flokkurin at
arbeiða fyri at fáa avtikið
mvg’ið av frukt og grønmeti
fyri at eggja fólki til at eta
meiri av hesum heilsusunna
kosti í sambandi við fólka
heilsuna.
PISA skal betrast
Sum eitt heilt náttúrligt
punkt í síni valskrá ætlar
Javnaðarflokkurin at leggja
stóran dent á fólkaskúlan.
Og tað er væl einki undarligt
í, serliga tá hugsað verður
um vánaligu úrslitini vit
hava at vísa á í PISA
kanningini.
Sum eitt fyrsta stig ætlar
flokkurin, at fólkaskúlalær
araútbúgvingin skal lyftast
upp frá batchelorstigi til
kandidatútbúgving. Hartil
skulu verandi lærarar hava
støðuga og góða eftir
útbúgving.
Fólkaskúlin er eftir
hondini vorðin ein skúli
fyri meðalnæmingin, har
hædd í minstan mun verður
tikin til teir heilt góðu
næmingarnar og til næm
ingar við serligum tørvi. Tí
ætlar flokkurin, at økistil
boðið til næmingar við ser
ligum tørvi skal útbyggjast,
segði Jóannes Eidesgaard á
tíðindafundinum í morgun.
Síðani kom flokkurin við
nøkrum kollveltandi nýggj
um:
Tvílæraraskipan
í
fyrsta flokki. Hetta merkir,
at tað skulu verða tveir
lærarar at taka sær av
næmingunum í fyrsta flokki
heldur enn bert ein.
Liðiligari loysnir skulu
eisini skapast við tímapulj
unum í skúlunum, so lættari
verður hjá lærarunum at
leggja undirvísingina til
rættis.
Og seinast, men ikki
minst so skal meiri føroyskt
tilfar inn í skúlarnar, tað
veri seg bøkur filmar ella
spøl.
Arbeiðs- og familjulív
Í triðja punkti verður famil
jan umrødd. Hon skal hava
tað betri, bæði fíggjarliga
og trivnaðarliga.
Rentustuðulin skal ikki
rørast, og barnsburðarfar
loyvið skal lengjast upp í
eitt ár, harav tríggir mánaðir
skulu markast pápanum.
Stakir uppihaldarar hava
fingið nógva umrøðu í hes
um valskeiði, og nú mælir
Javnaðarflokkurin til, at
hesir skulu fáa barnaískoyti
og dupultan lestrarstuðul.
Tímalønt foreldur skulu
fáa lønarendurgjald fyri
barnsins fyrsta sjúkradag.
Bústaðarpakkin, ið somu
leiðis hevur fingið ógvuliga
nógva umrøðu í valskeið
inum, og sum lá klárur í
tinginum, tá val varð út
skrivað, skal leggjast fram
aftur í víðkaðum líki, ið
eisini umfatar bygging av
leiguíbúðum.
Og á arbeiðsmarknaðinum
skal takast størri hædd fyri
førleikatarnaðum, ið skulu
tryggjast rættindi og virkis
møguleikar.
Og at enda skulu tey
eldru hava betri sømdir.
Hetta skal gerast við at
fleiri starvsfólk skulu fáast
á økinum, og so skal tørv
urin á røktarplássum verða
nøktaður í seinasta lagi um
tvey ár.
Dentur leggjast
á umhvørvið
Seinasta punktið í valskrá
Javnaðarfloksins
nevnist
Burðardygg menning. Og
her verður í stóran mun
hugsað um umhvørvið, tó
at
Kyotosáttmálin
ikki
verður nevndur við navni.
Men dentur skal leggjast
á útbyggingina av varandi
orkukeldum so sum vatn
orku og vindorku. Men
eisini
alternativar
orku
keldur eru so sum sólorka
og alduorka.
Eisini skulu setast størri
krøv til dálking, tað skal
kosta meiri at dálka. Og her
verður serliga hugsað um
oljudálking,
sum
hevur
verið
ein
afturvendandi
trupulleiki. Revsingin fyri
oljudálking skal nevniliga
herðast.
Eitt annað, sum flokkurin
fer at leggja dent á, er at
seta upp ítøkiligt regulsett
fyri bjálving av húsum og
bygningum.
Her
verður
seliga hugsað um upphiting,
ið sum kunnugt hevur CO2
útlát við sær.
Og so skulu Føroyar í
heila tikið vísa altjóða
samhaldsfesti í umhvørvis
málum. Og her man Kyoto
hava ligið frammarliga í
huganum, tó at tað ikki
beinleiðis varð nevnt.
At enda kann nevnast, at
flokkurin nýtti høvi at
presentera tvey nýggj ting á
tíðindafunrinum. Annað er
ein spildurnýggj og í nógvar
mátar interaktiv heimasíða,
og hitt var ein nýgjur slag
ella valsangur. Hetta er ein
sangur,
sum
Niclas
Johannesen hevur gjørt orð
og lag til, og sum Malan
Thomsen og Kim Hansen
framføra.
Javnaðarflokkurin legði í morgun fram valskrá sína til løgtngsvalið, sum verður 19. januar
Mynd: Jens Kristian Vang
Í valstríð við valsangi
Byggja í Bø og Gásadali
Sørvágs kommuna er farin undir at stykkja sjey
grundstykki út í Bø. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri,
sigur við joanisnielsen.fo, at stórur eftirspurningur er eftir
at sleppa at byggja í Bø. Tey nýggju stykkini verða
ætlandi klár í apríl, og borgarstjórin væntar, at bygt
verður á teimum beinanvegin. Eisini í Gásadali verður
bygt. Har eru fólk í ferð við at gera klárt at byggja eini
hús, sum eru tey fjórðu í bygdini innan fyri stutta tíð.
Í tryggum starvi
Norðurlendingar kenna seg sita trygg í sínum størvum. Tað
vísir ein Gallupkanning, sum umfatar 61 lond. Í kanningini
svara 85 prosent av norðmonnunum, 84 prosent av sviunum
og dønunum og 83 prosent av íslendingunum, at tey kenna
seg trygg í verandi starvi. 79 prosent av íslendingunum siga,
at tey høvdu skjótt funnið eitt annað starv, skuldi tað hent, at
tey máttu skifta. Tað sama siga 70 prosent í Danmark og 63
prosent í Noregi.
15