fríggjadagur 4. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
Býtið millum kvinnur og menn í ymsu aldursbólkunum
(Kelda: Hagstova Føroya)
Fólkatalið stendur í stað
(Kelda: Hagstova Føroya)
Íslendingar
satsaðu
- Vit noyða kvinnurnar av landinum og hava einki at
bjóða teimum, so tær kunnu koma heimaftur. At nýta
milliónir at kanna, hvussu sandoyingar kunnu koma
skjótari til SMS er einki problem, men at lata nakrar
krónur at kanna, hvussu vit kunnu skapa spennandi
arbeiðspláss fyri øll, er meira trupult, sigur Kári á
Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini.
Í samrøðu í seinasta Pedagogblaði, greiðir hann frá,
hvussu íslendingar megnaðu at loysa trupulleikan við
kvinnufráflytingini.
fólkatrot
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
” ..Tað økið, sum vit best
kunnu samanbera okkum
við, er Norðurlandið í
Íslandi. Akureyri hevur
sama fólkatal sum Havnin,
og Norðurlandið á leið
sama fólkatal sum er í
Føroyum. Hetta er gamalt
fiskivinnuøki, sum við
víkjandi fólkasamanseting
hevði tann trupulleika, at
meðan fiskivinnan var eitt
gott arbeiðspláss fyri menn,
so var lítið og einki fyri
kvinnurnar, sum ikki sóu
sær annan møguleika enn
at flyta burtur. Annaðhvørt
til Reykjavíkar ella av
landinum. Tey vildu venda gongdini og skipaðu ein
lærdan háskúla, sum í fyrsta lagi var ein saman
renning av læraraskúlanum og sjúkrasystraskúlanum,
og sum nú fevnir um so mangt annað. Nú verður
undirvíst í løgfrøði, miðlafrøði og mongum øðrum. Við
øðrum orðum ein skúli við mongum ymiskum tilboðum.
Umframt at skúlin bjóðar staðbundna undirvísing,
hevur hann eisini eitt stórt úrval av fjarundirvísing við
lærda háskúlanum sum miðdepil. Fólk kunnu sita
víðahvar í Íslandi og nema sær kunnleika og koma á
skúlan av og á. Eisini kunnu lærarar frá skúlanum fara
út í tey ymisku økini at undirvísa. Hetta hevur givið
norðurlendingum ein heilt nýggjan møguleika, nú
eisini kvinnurnar støðast í økinum og hava bæði
arbeiði og útbúgvingarmøguleikar, heldur enn at
flyta.”
Kári á Rógvi í Pedagogblaðnum 4/2007
--
”Lat okkum endiliga binda landið saman og gera
tunlar og annað gott, men tað hjálpir einki uppá tann
álvarsliga og grundleggjandi trupulleikan, at vit missa
ein stóran part av okkara besta fólki. Lat okkum heldur
byrja við at økja um okkara búskap, sum Akureyri
hevur gjørt. Skapið fleiri hægri útbúgvingar og harvið
størri vitanarmøguleikar, so vit fáa fólk at trívast og
búleikast í landinum, eitt betri kynsbýti, so fáa vit
eisini ráð til tunlar. Tað má vera rætta raðfylgjan.”
Kári á Rógvi í Pedagogblaðnum 4/2007
Heilaflýggjan
drenar landið, og
tí er gransking og
útbúgving einasta
loysnin á ovurstóra
fólkatrotinum í
Føroyum. - Eitt
rættiligt universitet
er einasti vegurin,
vilja vit fylkjast við
umheiminum inn
í framtíðina, sigur
Marita Rasmussen,
nýsettur stjóri í
Vinnuhúsinum
fólkatrot
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Í mun til meginlandið eru
Føroyar útjaðari, og vit
hava ikki ráð til at útflyta
klóku høvdini. Tí mugu og
skulu vit raðfesta gransking
og útbúgving allarfremst.
Hetta er greiða niðurstøðan
hjá
Maritu
Rasmussen,
stjóra í Vinnuhúsinum, í
samrøðu við Sosialin.
Prátið kemur í lag, sum
avleiðing av ikki sørt ræð-
andi útlitunum fyri Føroya
framtíð, sum fólk við viti
og skili eru komin við sein-
astu dagarnar: At fólkatalið
stendur í stað og at 2000
kvinnur mangla í, er ein
vanlagna fyri landið. Mill-
um teirra, sum hava úttalað
seg, eru Jákup á Dul Jacob-
sen, vinnulívsmaður, Kári á
Rógvi, formaður í Javn-
støðunevndini, og Jógvan
Mørkøre, samfelagsfrøðing-
ur, her í blaðnum í dag.
Føroyar eru útjaðari
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sigur við
Sosialin, at trupulleikin við
fólkatroti er ein klassiskur
útjaðaratrupulleiki. Í hesum
sambandi er vert at leggja
sær í geyma, at í mun til
meginlandið eru Føroyar
ein útjaðari í sjálvum sær.
- So tá ið vit tosa um út-
jaðarapolitikk her á landi,
eiga vit ikki at gloyma, at
allar Føroyar eigur at hand-
farast sum ein útjaðari,
minnir hon á, og vísir til, at
vit serliga eiga at hyggja at,
hvat onnur lond í somu
støðu hava gjørt, eitt nú í
Norðurnorra og í útjaðaran-
um í ES.
Atgongd til
arbeiðsmegi
Nýsetti stjórin í Vinnuhúsi-
num, sum hevur tikið við
eftir Jan Mortensen, greiðir
frá, at tá ið búskaparvøkstur
er, er týðandi at vit hava at-
Universitet
Kári á Rógvi