fríggjadagur 4. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
Nettotilflytingin av
føroyskum konufólki til
Danmarkar er nógv
størri enn av mannfólki.
Árinini av hesum síggjast
í Føroyum í dag, har
fólkatalið er merkt av
ójavnvág millum kynini.
(Kelda: Hagstova Føroya)
FAKTA
Sambært hagtølunum, sum Norðuratlantsbólkurin hevur
fingið til vega frá Danmark Statistik, búgva í alt 22.549
føroyingar, býttir yvir 3 ættarlið, í Danmark.
Í 1. ættarliðunum er býtið millum kynini ógvuliga ójavnt,
av 7.737 fólkum er ein meiriluti á 1.799 konufólk. Øll trý
ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og
7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn.
FAKTA
13
Meðan vinnan rópar
eftir ófaklærdari
arbeiðsmegi, er
veruligi trupulleikin,
at ongi størv eru til
tey vælútbúnu at
koma heim aftur
til. Hetta er bestemt
ikki gott, um vit
vilja vera partur av
globaliseringini, sigur
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur
fólkatrot
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Skeiklað fólkasamanseting
og avoldaður vinnubygnað
urin eru millum størstu
avbjóðingarnar her á landi.
Meðan fólkatalið hevur ver
ið ræðandi støðugt seinastu
mongu árini og 2000 kvinn
ur í bestu árum eru í undir
skoti í Føroyum, áttu allar
ávaringarklokkur at ringt –
bæði politiskt og hjá vinn
uni sjálvari.
Hetta
heldur
Jógvan
Mørkøre, samfelagsfrøðing
ur, sum er púra samdur við
Jákup á Dul Jacobsen, før
oyskum vinnulívsmanni í
Íslandi, sum við Rás2 segði,
at tað er ein ovurhondsstórur
trupulleiki fyri Føroyar, at
fólkatalið stendur í stað, og
at so stórur ójavni er millum
kynini
í
burðardyggum
aldri.
Jógvan Mørkøre heldur,
at nú so nógv verður talað
um útboð og eftirspurning
av arbeiðsmegi, eiga vit
fremst av øllum at gera okk
um greitt, hvat tað er fyri
eitt samfelag vit vilja hava.
Í hansara hugaheimi er ikki
nógvur ivi: Vit eiga at
byggja upp eitt vitanarsam
felag, sum skal virka í ein
um globaliseraðum heimi.
Men hetta samsvarar ikki
serliga væl við, at tað júst
eru tey vælútbúnu, sum ikki
koma heim aftur eftir lokn
an lestur.
Skeivt fokus
Jógvan Mørkøre sigur, at av
tí at fiskivinnan hevur so ilt
við at fáa fólk í ófaklærdu
størvini, so verður bert foku
serað uppá at fáa meira
ófaklærda arbeiðsmegi til
landið.
Í staðin áttu vinnan og
tað almenna at fokusera
upp á eina víðfevnda um
skipan av vinnustrukturi
num, so hon lagar seg til
høgu útbúgvingarnar, sum
føroyingar nema sær burtur
í heimi, sigur Jógvan Mørk
øre. Hann heldur lítið per
spektiv vera í at útbyggja
ein nýggjan undirklassa við
ófaklærdum.
Við ófaklærdari arbeiðs
megi fært tú onki vitanar
samfelag, og tað er sum
um, at vinnan bara fokuserar
uppá at fáa ófaklærda ar
beiðsmegi at átaka sær hesi
bráfeingis størvini í fiski
vinnuni, alt meðan tað ikki
eru tey, sum leiða tjóðina
inn í vitanarsamfelagið.
Samfelagsfrøðingurin
heldur tað vera løgið, at vit
heldur innflyta slíka arbeiðs
megi, í staðin fyri at útflyta
arbeiðsplássini,
eins
og
gjørt verður í øðrum fiski
vinnutjóðum kring heimin.
Útbúgva til útlandið
Jógvan Mørkøre vísir á, at
har er ein stórur bólkur av
vælútbúnum útisetum, sum
ikki koma heim aftur, tí her
snøgt sagt ikki er arbeiði til
teirra. Tí heldur hann tíðina
vera búna til, at vit endur
skoða allan vinnupolitikkin,
og at lítið høpi er í at tosa
um gransking og menning
og at fyrireika okkum til
vitanarsamfelagið, um vit
ikki taka hesa avbjóðing í
størri álvara.
Hann vísir á, at talan er
um ein rættiliga kompleksan
trupulleika, og at neyðugt
er, at onkur veruliga fer inn
við pengum og orku, vilja
vit hava eitt veruligt vitanar
og granskingarumhvørvi í
Føroyum.
Í mun til altjóða gransk
ingarumhvørvi er føroysk
vinna alt ov smøl at bera
einari veruligari gransking.
Tí útbúgva vit í løtuni fólk
út úr landinum. Samstundis
fylgir bygnaðurin á arbeiðs
marknaðinum og í vinnuni
als ikki við í veruleikanum,
tí fólk koma ikki heim aftur
at arbeiða á flakavirkjum,
sigur Jógvan Mørkøre.
Opinleiki báðar vegir
Hann tekur soleiðis til, at
tað er lítið perspektiv í at
útflyta børnini og at innflyta
fremmanda
arbeiðsmegi,
sum enn ikki sleppur at bú
seta seg í landinum og
kanska á tann hátt kann
vera við til at byggja land.
Hóast vit sjálvandi
skulu vera opin fyri tí
fremmanda, tolsemi og alt
hatta har, so er tað sam
stundis í ósamsvar við veru
leikan her á landi. Tí við
opinleikanum liggur eisini
ein hugburður um, at vit
skulu eggja ungdóminum
at nema sær útbúgving,
sigur Jógvan Mørkøre.
Og tað eru hesi, sum
skulu lyfta okkum inn í
beinhørðu vitanargrundaðu
kappingina í globalu fram
tíðini,
staðfestir
Jógvan
Mørkøre.
Kvinnurnar mangla
Í mun til spurningin um
stóra undirskotið á kvinn
um, sigur hann, at hetta bert
undirstrikar trupulleikan, tí
tað eru kvinnurnar, sum
standa fyri reproduktiónini,
og traditionelt átaka sær tær
alt fleiri røktaruppgávurnar
í modernaða samfelagnum.
Støðuga fólkatalið og
konufólkatrotið er ein upp
gáva, sum eigur at verða
loyst av tí privata og tí al
menna í felag. Tí hvussu
fáa vit talið av kvinnum í
burðardygga aldrinum upp,
og hvussu fáa vit tey vælút
búnu fólkini heim aftur
eftir loknan lestur?
Talva yvir talið á kvinnum og monnum í
vinnuførum aldri (Kelda: Hagstova Føroya)
Soleiðis eru føroysku
útisetarnir í Danmark
útbúnir
(Kelda: Norðuratlantsbólkurin)
Útbúgva fólkið
av landinum
gongd til arbeiðsmegi. Men
vit eru í tí óhepnu støðu, at
onki arbeiðsloysi er, sam
stundis sum fólkatalið er
støðugt. Hetta rakar bæði
vinnuna og almenna sektor
in, har ilt er at finna skikk
aða arbeiðsmegi bæði fak
lærda og ófaklærda.
Trupulleikin er kanska,
at landið er ikki nóg attrak
tivt hjá fólki at flyta heim
aftur til. Og eftir øllum at
døma er hetta serliga gald
andi fyri kvinnurnar, sigur
Marita Rasmussen.
Universitet sum
skjótast
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur skrivað tvey álit um
gransking og útbúgvging.
Har er ongin ivi um, at hetta
er mest týðandi satsingin
fyri framtíðina. Bæði um
landið skal standa seg í
altjóða kappingini, og fyri
at venda óhepnu gongdini
viðvíkjandi
fólkatalinum
og kynsbýtinum.
Vit mugu fáa eitt ordiligt
universitet sum skjótast. Og
so skal peningur setast av
til eitt nú ph.d. gransking,
so vit fáa eitt ordiligt gransk
ingarumhvørvi,
sigur
Marita Rasmussen. Í hesum
sambandi heldur hon tað
vera alneyðugt, at føroying
ar kunnu nema sær í øllum
førum partar av hægri út
búgvingum her á landi.
– Vegurin fram er útbúna
fólkið. Vit rokna við, at tey
fáa sær eina útbúgving,
men í løtuni er vandin, at
tey koma ikki heim aftur
eftir loknan lestur, millum
annað tí tey kunnu ikki
menna seg víðari her heima,
sigur Marita Rasmussen.
Vinnan medábyrgd
Sambært nýsetta stjóranum
í Vinnuhúsinum hevur vinn
an eisini ábyrgd av at bjóða
seg fram í sambandi við
granskingarverkætlanir og
at hava starvsvenjingarpláss
til tey lesandi.
Vinnan eigur eisini at
vera meira aktiv í rekruter
ingini av arbeiðsmegi til
Føroyar. Í løtuni hendir tað,
at størv verða lýst leys, men
at ongin søkir tey, og tí
lækka krøvini eisini. Fyri
tøkurnar skulu tí gera nógv
meira fyri at marknaðarføra
seg og at skapa spennandi
umhvørvi og avbjóðingar
til fólk við útbúgving, greið
ir Marita Rasmussen frá.
Livandi lestrar
umhvørvi
Hon sigur, at eitt livandi
lestrarumhvørvi við næm
ingum og lærarum, bæði úr
Føroyum og útlandinum,
hevur nógv annað gott við
sær fyri landið.
Í býum við lesandi ung
dómi er eisini grundarlag
fyri einum livandi umhvørvi
við nógvum nýggjum ar
beiðsplássum og tilboðum
av ymsum slag, sigur Marita
Rasmussen, sum heldur tað
vera eina politiska avbjóð
ing at skapa fortreytirnar
fyri einum sonnum vitanar
samfelag, har lærdi ung
dómurin trívist og velur at
búseta seg við maka og
børnum.
Og hon vísir á, at tørvur
er á einum kjaki í fólkinum
um hetta. Síðani skulu peng
ar og orka raðfestast polit
iskt. Og vit mugu gera okk
um greitt hvørjar útbúgving
ar og hvørji granskingarstørv
vit vilja hava. Og síðani
eisini eitt gott grundstykki
og høli til virksemið.
Er ikki ein útreiðsla
At verandi karmar um
lestrarumhvørvið í Føroyum
er so vánaligir, heldur hon
lítið um.
Ongin ivi er um, at vit
eiga at hava virðiligar karm
ar. Og hetta er ikki ein
spurningurin um at brúka
meira pengar, men at brúka
teir øðrvísi. Vit hava raðfest
vegakervið, brúgvar og tunl
ar og tað hevur havt avger
andi týdning fyri vinnuna.
Men nú mugu vit raðfesta
granskingina, sigur hon, og
endar við hesum orðum:
Tað átti at verið ein fyri
munur, at ungdómurin nem
ir sær útbúgving. Men beint
nú beri eg ótta fyri, at vit
eru um at enda við brain
drain av ringasta slag, eins
og í Hetlandi, har lítil vón
er eftir.
nú!
Jógvan Mørkøre heldur,
at tíðin er búgvin til at
endurskoða allan vinnu
strukturin. – Vit eiga at
byggja upp eitt vitanarsam
felag, sum skal virka í einum
globaliseraðum heimi, sigur
hann
– Tað átti at verið
ein fyrimunur, at
ungdómurin nemir sær
útbúgving. Men tað
ikki tænir landinum,
kemur lærda fólkið
ikki heim aftur, sigur
Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum