fríggjadagur 4. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
- Tað er fiskiflotin
og fiskavirkini,
sum standa fyri
meginpartinum av
okkara útflutningi,
og tí er greitt,
at samfelagið
missir nógv, tá
ið flotin liggur,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Verkfall
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Landsstýrið fer ikki at
blanda seg upp í sáttmála-
trætuna, sum er millum
fiskimenn og reiðarar um
nýggjan sáttmála. Vit fylgja
við gongdini og fegnast
um, at partarnir nú eru
farnir at tosa saman aftur.
Tað sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Hann er fullgreiður yvir,
at bæði reiðarar, fiskimenn,
fiskavirkir, fiskafólk og
samfelagið
alt
missir
nógvan pening, nú flotin
liggur og hevur ligið síðan
19. desember.
Eingi tøl
- Hvussu stórur missurin er,
sum tíðin gongur, veldst
sjálvsagt um, hvussu fiski-
skapur, veður og fiskaprísir
høvdu vignast. Tí er torført
at seta neyv tøl á, men vit
vita, at var alt, sum vanligt,
høvdu fleiri skip havt loyst
longu 3. jóladag, og tá
høvdu fólk á fleiri fiska-
virkjum longu verið farin
til arbeiðis fyrsta gerandis-
dag í árinum.
Hinvegin er eisini greitt,
vísir landsstýrismaðurin á,
at ein stórur partur av
ísfiskaflotanum
kortini
hevði havt ligið um jóla-og
nýggjárshalguna.
Og tó.
- Vit sóu um hesa tíðina í
fjør, at tey skip, sum fóru
fyrst útaftur eftir jól, bæði
fiskaðu væl og seldu fyri
miljónir,
leggur
hann
aftrat.
Tað merkist
Hóast trupult er at seta tøl
á, hvønn týdning tað hevur,
at flotin nú hevur ligið í 17
dagar, ásannar Bjørn Kalsø,
at tað merkist, tá ið eingin
fiskur kemur upp á land,
skipini liggja við bryggju,
og gólvini á fiskavirkjunum
eru turr.
- Eitt er, hvat mist verður
í beinleiðis inntøkum. Ann-
að er, hvat tað merkir upp á
longri sikt, at fiskavirkir og
útflytarar annars kanska
ikki megna at halda gjørdar
sáttmálar og avtalur um
levering, sigur landsstýris-
maðurin.
Blandar seg ikki
Landsstýrismaðurin tekur
ikki støðu til sáttmálastríðið
og leggur dent á, at hetta er
ein spurningur, sum part-
arnir mugu loysa við fram-
haldandi samráðingum.
Hann fegnast um, at
samband aftur er millum
partarnar og vónar, at vit
fara at síggja eina loysn
innan alt ov nógvar dagar.
- At síggja til hevur langt
verið millum feløgini, og
samráðingarnar
stóðu
í
botni. Tí fingu vit verkfall.
Nú er so líkt til, at glið er
við at koma á aftur, og tað
fegnist eg sum landsstýris-
maður um, sigur Bjørn
Kalsø.
Samfelagið
missir tá ið
flotin liggur
- Vit fara ikki at blanda
okkum í sáttmálastríðið, og
eg taki ikki støðu til trætuna,
sigur landsstýrismaðurin, sum
fegnast um, at partarnir eru
farnir at tosa saman aftur
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað merkist, tá ið eingin fiskur kemur upp á land, skipini liggja við bryggju, og gólvini á fiskavirkjunum eru turr, ásannar
landsstýrismaðurin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í gjár fóru einir 4-5
bátar úr Klaksvík og
ein úr Hvannasundi
til útróðrar við línu.
Hesir bátar eru ikki
raktir av verkfalli
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útróðrarbáturin Gudrun í
Klaksvík, sum var við línu
hósnáttina, fekk sløk 5.000
pund av toski og hýsu, sum
teir seldu á uppboðssølu
hósmorgunin. Teir seldu
veiðina fyri miðalprísin
24,60 krónur fyri kilo.
Besti prísur fyri toskin
var 30 krónur fyri kilo, og
fyri bestu hýsuna fingu teir
23,80 krónur fyri kilo.
Gudrun hevði soleiðis
eina góða sølu, nú fiski-
skipaflotin annars liggur.
Feitur og góður
Virkini, ið keyptu veiðina
hjá Gudrun, vóru Valhalla,
Fiskavirkið í Gøtu og Rain-
bow Seafood.
Umleið helmingurin var
hýsa og hin helmingurin
toskur.
Úr Klaksvík verður sagt,
at fiskurin var bæði feitur
og góður.
Hósdagin fóru einir 4-5
bátar úr Klaksvík og ein úr
Hvannasundi til útróðrar
við línu.
Spennandi
verður
at
síggja, hvussu fiskiskapurin
fer at vignast, og hvussu
sølan hjá bátunum verður í
dag.
Hesir bátar eru ikki raktir
av verkfallinum hjá Føroya
Fiskimannafelag.
Gudrun 30 krónur kilo fyri besta toskin
Útróðrarbáturin Gudrun seldi
hósmorgunin fyri miðalprísin
24,60 krónur fyri kilo
Mynd: Skipalistin
Mótmæltu hvalaveiði
Tað hevur elvt til øði nógvastaðni, at Japan hevur sent
fleiri hvalabátar suður í Íshavið at veiða stórhval. Í gjár
skipaðu djóraverndarfelagsskapir fyri einum
mótmælistiltaki uttan fyri japonsku sendistovuna í
Melbourne í Avstralia. Mótmælisfólkini løgdu eina
kvinnu oman á eitt japanskt flagg. Kvinnan var
reyðmálað sum tekin um blóðugu hvalaveiðina. Tann
nýggja avstralska stjórnin hevur hvassliga funnist at
japonsku hvalaveiðini.
Umvælast í Litava
Í síðsta mánað sigldi íslendska farmaskipið Axel á land
við bygdina Höfn í Hornafirði. Síðani skipið fekst
avaftur, hevur tað ligið á Akureyri, har skaðin er
umvældur fyribils. Tann veruliga umvælingin skal gerast
á einari skipasmiðju í Litava, og Axel er nú á veg hagar.
Tað kostar millum 10 og 20 mió. danskar krónur at
umvæla skaðan, og arbeiðið verður ætlandi liðugt í næsta
mánað. Farmurin fekk eisini skaða, tá skipið fór á land.