fríggjadagur 4. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 3 - 4. januar 2008
nøvn
Maru Seafood missir milliónir
Verkfallið hjá fiskimonnum kostar Maru Seafood fleiri milliónir krónur um
vikuna, sigur stjórin. – Vit hava 8 skip og trý virki við umleið 350 fólkum,
sum liggja still, sigur stjórin í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen, við Norð
lýsið. Hann leggur afturat, at árið í fjør royndist stak illa av millum annað
vánaligum fiskiskapi og tekniskum trupulleikum hjá skipunum. – Tá vit so
eisini taka við, at besta tíðin á árinum hjá skipum og virkjum er seinasti
ársfjórðingur og fyrsti ársfjórðingur, so rakar verkfallið sera meint, sigur
Jóhan Páll Joensen. Stjórin í Maru Seafood sigur, at støðan er hættislig, tí
felagið missir milliónir av krónum hvørja viku, so leingi verkfallið stendur
við.
Gamlar bøkur stolnar
Løgreglan í Reykjavík leitar eftir nøkrum
gomlum og virðismiklum bókum, sum eru
horvnar tað tað seinasta árið. Tær fyrstu hvurvu á
heysti í 2006 og tær seinastu um heystið í fjør.
Talan er um SnorraEddu og Vøluspá frá 17. øld,
Kongasøgurnar Snorra Sturlusonar frá 1633 og
ymsar útgávur av Njáls søgu frá 19. øld.
Umframt bøkurnar eru nøkur gomul kort av
Íslandi og nakrar virðismiklar útlendskar bøkur
horvnar úr sama savni.
- Vit hava biðið um
hjálp til at gera eina
innanhýsis kanning
av Olshanu-málinum,
og henda kanning
verður væntandi
liðug móti sumri,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
Kanning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit hava ikki orku til at
gera hesa kanning sjálvi, og
tí hava vit leitað okkum
løgfrøðisliga hjálp í Føroy
um og serkøna hjálp í
Noregi, sigur landsstýris
maðurin.
Tað eru teir báðir, Halgir
Winther Poulsen, advokatur
og norðmaðurin, Jørn Har
ald Andersen, sum er verk
frøðingur og serkønur innan
tilbúgving, sum skulu gera
kanningina av Olshanu
málinum.
Tað er Bjørn Kalsø, sum
hevur sett teir báðar at gera
hesa kanning.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at Jørn Harald síðan ár
2000 hevur starvast hjá
Norconsult AS.
Tríggir spurningar
Arbeiðssetningurin
hjá
Halgiri W. Poulsen og Jørn
Harald Andersen er í fyrsta
lagi at fáa greiði á trimum
spurningum:
Var tað rætt at toga
»Olshanu« av Flesjunum,
áðrenn oljan var tikin úr
skipinum
við
teimum
upplýsingum,
tilfari
og
vitan, sum var tøk? Var nóg
nógv gjørt fyri at útvega
upplýsingar, tilfar og vitan
at byggja avgerðina á?
Um svarið er nei, hvør
var so høvuðsorsøkin til at
ikki varð farið rætt fram?
3) Mett eigur at verða
um, hvørt galdandi bjarg
ingarskipan, ábyrgdarbýti,
mannagongdir og samskifti
treingja til ábøtur, eins og
tilmæli eigur at verða givið
um møguligar ábøtur fyri at
minka um vandan fyri, at
tílíkt endurtekur seg.
Savna tilfar
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður, sigur, at teir báðir
so smátt eru farnir í gongd
við at savna tilfar.
Vit hava eisini samband
við Fjarskiftiseftirlitið um,
hvussu langt vit sleppa eftir
tilfari, og hvussu hetta skal
brúkast í arbeiðnum at
kanna Olshanumálið.
Bjørn Kalsø væntar ikki,
at Halgir W. Poulsen og
Jørn Harald Andersen verða
lidnir við sítt arbeiði fyrr
enn fram móti sumri.
Olshanu-kanning liðug í summar
- Var tað rætt at toga »Olshanu« av
Flesjunum, áðrenn oljan var tikin úr skipinum
við teimum upplýsingum, tilfari og vitan, sum
var tøk? Tað er ein av spurningunum, sum
føroyski advokaturin og norski serfrøðingurin
innan tilbúgving skulu kanna
Myn: Jens Kr. Vang
OrKusparing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
3,2 metrar í tvørmát.
So stór er skipsskrúvan,
sum skrúvuverksmiðjan í
Danmark, Hundested Pro
peller, skjótt fer at lata
størsta pelagiska skipinum
í Danmark.
Sambært
stjóranum
á
verksmiðjuni,
Mogens
Christensen, veksur eftir
spurningurin eftir stórum
skrúvum, nú oljan er vorðin
so dýr. Jú, størri skrúvurnar
eru, jú størri verður drív
megin.
Skipaeigarar eru eisini
farnir at spyrja eftir skrúv
um við trimum bløðum,
sum vóru nógv brúktar í
sjeytiárunum,
sigur
Mogens, sum júst hevur
fingið eina bílegging upp á
eina skrúvu við trimum
bløðum til ein nýggjan
danskan útróðrarbát.
Stjórin sigur við danska
Dagbladet, at orkan verður
størri við eini skrúvu, sum
hevur trý bløð enn eini, sum
hevur fýra bløð.
Krøv eru sett til skipa
smiðjur, sum byggja skip,
at tær skulu lata skipini
hava stórt skrúvupláss, so
pláss er fyri heilt stórum
skrúvum.
Sambært stjóranum eru
hetta heilt nýggj krøv.
At stórar skrúvur geva
meira tóvmegi enn smáar,
hava vit altíð vitað. Í hesum
er eitt nýtt. Tað nýggja er, at
skipasmiðjurnar nú byggja
skip og bátar soleiðis, at
pláss verður gjørt til stórar
skrúvur,
sigur
Mogens
Christensen, stjóri.
FisKivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað sigur fiskiskiparin í
Hundested
í
Danmark,
Steen Jørgensen, sum eisini
er
fakfelagsmaður
hjá
donskum fiskimonnum.
Neyðugt er við onkrum
smáum tillagingum her og
har í fiskiveiðiskipanini.
Annars gongur tað ógvuliga
væl, og friður er við at
leggja seg yvir donsku fiski
vinnuna aftur.
Steen sigur, at hann
eftirhondini hevur vant seg
við nýggju fiskiveiðiregl
urnar, sum komu í gildi fyri
skjótt einum ári síðan. Tað
hava hansara bátsfelagar
eisini.
Men nú eru tað oljuprís
irnir, sum órógva og
hótta.
Prísirnir á diesel eru tví
faldaðir seinastu 34 árini.
Soleiðis eru útreiðslurnar
fyri hvørt kilo av fiski, vit
veiða, eisini nógv øktar.
Hetta er helst størsti trupul
leikin hjá fiskivinnuni í
løtuni, sigur Steen Jørgen
sen.
Hann heldur, at onkrir
møguleikar eru, sum kunnu
minka um oljunýtsluna og
nevnir, at framleiðarar nú
eru farnir at gera størri
skúvur til skip og bátar.
Stórar skrúvur hava
størri tóvmegi og brúka
minni olju. Eg vænti, at vit
kundu minkað um okkara
oljunýtslu úr 30 litrum um
tíman niður í 20 litrar um
tíman
við
eini
størri
skrúvu.
Men hetta er ikki nóg
mikið, leggur hann aftrat.
Fiskivinnuni á sjónum
tørvar stuðul til orku, um
hon skal yvirliva. Vit hava
verið ímóti stuðli, tí hesin
gongur ímóti okkara stolt
leika og fríheit sum fiski
menn. Men nú síggja vit, at
stuðul er neyðugur, um vit í
longdini skulu megna at
yvirliva, sigur danski fiski
skiparin við danska Dag
bladet.
Neyðugt við oljustuðli
Spar olju við
stórari skrúvu