Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 3 - 4. januar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Vilja broyting Úrslitið av undanvalinum í Iowa er sera áhugavert og tykist vera komið púra óvart á amerikanskar eygleiðarar. Fyri valdagin stóðu Mitt Rommney og Hillary Clinton til at vinna hjá ávikavist republikkanarum og demokratum. Úrslitið gjørdist, at Mike Huckabee og Barrack Obama vunnu og tað so dyggiliga. Um hetta úrslit verður til eitt rák, so merkir hetta eina stórbroyting í amerikonskum politikki, uttan mun til, hvør av hesum annars møguliga vinnur eitt forsetaval. Huckabee umboðar tað sonevnda kristna høgra, og valsigur hansara hevur skelkað tær annars sterku høgrakreftir, sum í dag ráða fyri borgum í republikanska flokkinum. Sigurin hjá Huckabee er ein sigur til tað alrauttasta høgra í amerikanskum politikki, og áhugavert er, hvussu hann fer at standa seg í New Hampshire týsdagin. Obama vann stórt – hann fekk 38 prosent av atkvøðunum, meðan John Edwards og Hillary Clinton fingu ávikavist 30 og 29 prosent. Fyri Hillary Clinton er ósigurin ein smeitur. Hon hevur verið á odda í øllum veljarakanningum, so hon og stuðlar hennara mettu sigurin at vera heima. Hillary Clinton kann ugga seg við, at rættiliga konservativi búnaðarstaturin Iowa ongantíð hevur kosið kvinnu til Senatið, og tí átti ósigurin ikki at undra nakran. Hinvegin hevur Iowa aldri valt ein afroamerikana til Senatið og tí er sigur Obamas ein verulig stórhending í amerikonskum politikki. Hvat merkir so hetta undanvalið og hvønn týdning hevur tað í styttri og longri høpi? Valúrslitið er fyrst og fremst eitt tekin um, at veljararnir í Iowa ynskja broytingar í mun til rikna politikkin, og hetta er galdandi fyri báðar flokkar. Næsta týsdag fæst at vita, um henda myndin er galdandi fyri New Hampshire – er hon tað, so er mestsum givið, at hon er galdandi fyri alt USA. Verður úrslitið í Iowa galdandi fyri alt USA, soleiðis, at næsti forseti verður antin Huckabee ella Obama, fáa vit sambært viðmerkjarar hjá teimum stóru sjónvarpsrásunum eitt heilt nýtt USA. Hetta verður antin eitt USA, sum verður uppaftur meira konservativt og høgravent enn í dag ella eitt USA, sum innanríkispolitiskt verður meira miðsøkjandi, men sum á uttanríkispolitiska økinum fer at hava ein heilt annan profil enn í dag. Enn er ov tíðliga at spáa um endaliga úrslitið, men longu komandi týsdag verður myndin munandi meira klár. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Av tí at hvørki útvarpið hjá Kringvarpinum ella Dimmalætting evnaðu at endurgeva heitið á nevndar­ álitinum hjá málstevnu­ nevndini rætt, fari eg vina­ liga at biðja um innivist fyri hesi stuttu frágreiðing: Tað man ikki vera óvænt­ að, at málnevndarálit fáa heiti, ið spæla við orð. Álitið hjá svensku mál­ nevndini eitur ”Mål i mun”, 2002, og ”Sprog på spil” nevndi danska mál­ nevndin sítt álit, sum kom í 2003. Málstevnunevndin við­ gjørdi nøkur uppskot til heiti og gjørdi av at nevna álitið ”Málmørk”. Her verður stutt greitt frá heitinum, og tá er tað vituliga seinni liður, sum hevur áhuga: Sambært ”Føroyskari orðabók” eru tvey orð, sum í eintali ella fleirtali skriv­ ast mørk: hvørkikynsorðið eitt mark – fleiri mørk og kvennkynsorðið ein mørk – fleiri markir Fyrra orðið mark – mørk (hv) hevur fimm týdningar: 1 kennimerki 2 skil ímillum øki 3 tað at galda ella hava gildi 4 endamál, markmið 5 avmarking Viðvíkjandi 1. týdningi er at siga, at hvør einstakur við máli sínum sigur okk­ urt um seg sjálvan, um hvaðan hann er (málføri), úr hvørjari samfelagsstætt (sosiolekt), um viðkomandi er ungur ella gamal, kvinna ella maður, útbúgvin ella ikki, o.s.fr. 2., 3. og 5. týdningur sipa til hetta at seta mørk, og tað gera vit í málsligum viðurskiftum: t.d. viðvíkj­ andi rættskriving, millum skriftmál og talumál, mill­ um føroyskt og onnur mál. Endiliga kann mørk eisini vísa til 4. týdning: endamál. Seinna orðið mørk – markir (kv) hevur ein týdning: skógur. Og í hann kunnu vit leggja so mangt: tað grør um gangandi fót, trøini myndandi orð, setningar ella orðavendingar o.s.fr. Við nýggjárskvøðu! Nøkur orð um heitið MÁLMØRK ÁRNI DAHL Blaðstjórin á vinnuvitan er óførur, tá tað kemur til aktuellu samferðslumálini. Í leiðaranum »Nýggjur flogvøllur fyritreyt fyri altjóðagerð« 20. des. legg­ ur hann út tað, sum Vinnu­ vitan raðfestir fremst, tá ræður um altjóðagerðina. Hann sigur m.a. soleiðis: Vit eru av teirri fatan, at um vit ikki skulu gerast eftirbátar í mun til sam­ feløgini kring okkum, eiga vit at menna samfelagið, alt tað vit kunna, vit eiga bæði at gera ein Sandoyar­ tunnil, eins og vit eiga at finna eina varandi loysn at binda suðuroynna saman við restini av Føroyum. Tá tað er sagt, so halda vit, at tann verkætlan, sum veru­ liga fer at avgera, um vit fara at standa okkum í kappingini við útheimin, og veruliga gerast ein partur av altjóðagerðingini, er ein altjóða flogvøllur, »har øll flogfør kunnu lenda í øllum veðri«! Og júst í dag lesi eg hendan leiðaran ­ tollaks­ messudag ­ ein av fleiri døgum, har allir flogvallir í øllum amerikonsku mið­ statunum eru stongdir vegna vánaligt veður! Verður hann boðsendur til USA? Løgið at ikki USA boðsendir hesum manni­ num at koma til Chicago, Huston ella aðrar býir at ráðleggja teimum! Vit vita í hvussu so er, at í miðjum USA er ikki talan um smá­ oyggjar, men heldur víðar og villar víddir. Her skal tú ikki út á Nólsoynna sum einasta staðið, um tú skalt hava ein krossvøll. Vit vita eisini, at er veðurlagið vánaligt hjá teimum, so er tað hvaðna verri her hjá okkum. So! Um Óli á Deild Olsen kann byggja ein flogvøll í Føroyum til øll flogfør at lenda í øllum veðri, so er eingin orsøk, hjá amerikanarum í hundraðtúsundtali at liggja veðurfastir og ikki sleppa heim til jóla, meðan Atlantsflog einans hevur smáseinkingar í stovm­ veðrinum í Vágum. Ella hví ráðgevur hann ikki um nýggjan London­ flogvøll av hasum nýggja slagnum. Vit hoyra jú fleiri ferðir árliga um stongdar flogvallir har niðri eins og við aðrar evropeiskar stórbýir! Kundu teir hildið skarpan! Mangur veit um Ólav kong at siga, men fáur hevur hann sæð! Høvdu hesir fremstu talsmenn vinnurnar duga at hildið seg til evni teir hava skil fyri ­ og tey eru als ikki fá ­ so kanska tann semjan, sum er gjørd millum fjøldina av før­ oysku politikkarunum, verður framt innan rímuligan tíðarkarm. Bæði vit, sum starvast innan føroyska ferðavinnu, alt hitt føroyska vinnulívið og allir føroyingar hava brúk fyri beinanvegin at fáa maximerað regulari­ tetin í Vágum við nýggjari og tøkari innflúgvingar­ tøkni, so ferðandi oftari koma fram til tíðina. Vit hava eisini brúk fyri einum nýggjum terminali, og at breytin verður longd ætlaðu 450 metrarnar, so vit fáa tað maximala burtur úr teimum miðalstóru flogførunum, Atlantsflog ætlar at útvega sær. Vit hava enn ikki brúk fyri einum flogvølli fyri tvær milliardir til jumbo­ jettarar, sum taka so nógv ferðandi, at sambandið úteftir einans verður annanhvønn dag og einans yvir Keypmannahavn! Partur av avlopspeningi­ num millum 360 mió til Vágar og 2 mia til Nóls­ oyarprojektið, Skorðhædd ella Glyvursnes er vælbrúktur til Sandoyar­ tunnilin! Vinnuvitan og flogvallarmálið Sv. AAgE ELLEFSEN