fríggjadagur 4. januar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2008
17
Løgtingsvalið 19. januar 2008
15
Fortreytin fyri einum
sterkum vinnulívi er eitt
trygt, vælútbygt vælferðar
samfelag, ið gevur einstaka
menniskjanum møguleika
at útbúgva og menna seg
og harvið tryggja samfelag
num eina stabila, væl
útbúna og virkisfúsa
arbeiðsmegi.
Javnaðarflokkurin
stuðlar einum sterkum
vinnulívi á burðardyggum
grundstøði, sum er grundar
lagið undir einum góðum
vælferðarsamfelag. Vinnu
lívið eigur at kenna sína
ábyrgd fyri tí fólki, ið
virkar í vinnuni, fyri sam
felagnum, náttúrutilfeingi
num og umhvørvinum.
Fortreytin fyri einum væl
virkandi samfelag er javn
støða millum kynini á
arbeiðsmarknaðinum og í
familjuni. Tí skal ein
nýmótans familjupolitikkur
tryggja, at familjan hevur
møguleika at sameina
arbeiðslív og familjulív.
Tað skal vera sjálvsagdur
rættur, at bæði foreldur
hava møguleika at tryggja
teirra børnum eina góða
byrjan í lívinum.
www.john.fo
Sum so ofta í Føroyum, so
byrja vit at kjakast eftir, at
vit hava tikið avgerðina.
Soleiðis er eisini við Vága
Floghavn. Eftir at parta
felagið Vága Floghavn
varð stovnað, fór kjakið í
gongd um, hvar ein fram
tíðar flogvøllur skal liggja.
Stór ósemja er millum tey
sum føra seg fram, og ikki
skal nógv hugflog til at
skilja, at her kemur neyvan
nakað at henda í bræði.
Tað er heilt víst, at um
vit nú steðga á fyri at
kanna og viðgera, hvar ein
komandi møguliga
alternativur flogvøllur skal
liggja, so hendir einki
fyrstu fleiri árini. Kjakið
um alternativan flogvøll
hevur koyrt í minst 2025
ár, og skulu vit nú steðga á,
so ganga óivað minst 20 ár
afturat, har einki hendir; og
tað hava vit ikki ráð til at
bíða eftir!!!
Tað er altíð skilagott at
kanna eftir og viðgera,
hvussu vit optimera okkara
samferðsluviðurskifti bæði
innlendis og við útheimin,
men hetta má ikki forða
okkum í at gera tað, sum
beint nú liggur klárt at fáa
avgreitt og har vit nú hava
møguleikan at smekka til.
Við ætlaðu útbyggingini
fáa vit eina góða loysn,
sum verður við til at skapa
øktar møguleikar fyri
samfelag okkara, og best
av øllum vit fáa loysnina
skjótt.
Eftir at flogvøllurin varð
yvirtikin, er heimild fingin
fyri at niðurkapitalisera
íleggingargrunnin við 360
mió. kr. Pengarnir eru
oyramerktir til útbygging
av Vága Floghavn – og
einki annað.
Sostatt vóru allar fyri
treytir fyri at fara í gongd
upp á pláss. Tað er tí
harmiligt, at Sambands
flokkurin, við at forkoma
samgonguni, legði arbeiðið
við Vága Floghavn í skelja
sor og tað er enn meira
harmiligt, at Tjóveldið nú
av øllum alvi arbeiðir ímóti
útbygging av Vága Flog
havn.
Tí er greiði boðskapurin:
Latið okkum útbyggja
Vága Floghavn beinan
vegin, – tí um vit ikki gera
tað nú, so verða vit noydd
til at liva við núverandi
flogvallarviðurskiftum
nógv ár framyvir.
Fólkaflokkurin
Kitty May
EllEfsEn
Val
Sterkur og
ábyrgdarfullur
arbeiðsmarknaður
Eftir miklan dramatikk í
tinginum dastið av degnum
og kvøldinum við, skrivaði
løgmaður val út hóskvøldið
6. desember til at vera 19.
januar. Siðvenja er, at
landsstýrið virkar sum
starvsstjórn, eftir at slík
ultimativ boð eru komin.
Tvs., at løgmaður og lands
stýrismenn ikki avgreiða
onnur mál enn tey, sum eru
lívsneyðug, fyri at sam
felagið kann rekast hagartil
onnur heimastýrisstjórn er
skipað. Tað skuldi tó ikki
ganga long tíð, so var
landsstýrismaðurin í
almanna og heilsumálum
á øllum breddum, eftir ein
tíðindafund, har hann helt
hov saman við fjølmiðlu
num, og greiddi vítt og
breitt frá eini nøgdsemis
kanning, sum vísti, at føroy
ingar vóru heilt væl nøgdir
við sítt heilsuverk. Hans
Pauli Strøm royndi sjálv
sagt at transformera hesa
gleðina yvir á seg sjálvan
og Javnaðarflokkin. Tað
eydnaðist haðartil onnur
fóru undir at nærlesa kann
ingina, og sum nú meira
ella minni staðfesta, at
landsstýrismaðurin hevur
manipulerað í almenna
rúminum við kanningini.
Sjálvandi, fyri at flokkur
hansara skal fáa politiskan
vinning burturúr, ein góðan
mánaða fyri løgtingsvalið.
Stutt eftir hetta ynskir
løgmaður at hitta løgting
sins uttanlandsnevnd.
Trýstur av amerikanskum
myndugleikum og ditto
hervaldi, ígjøgnum donsku
sentralmaktina sjálvandi,
ynskir hann at fáa nevnd
ina, at blástempla ameri
kanskan flutning til og frá
m.a. Iraq í føroyskum loft
rúmi. Einasti sum mót
mælti var Hergeir Nielsen.
Ímeðan John Johannessen
og aðrir apologetar hjá
amerikanskum og donsk
um valdi í Føroyum stuðl
aðu hesi aktini. Hini aðru
síðani valið varð útskrivað.
Ímeðan tær báðar undan
farnu aktirnar vóru polit
iskar, fyri ikki at siga parta
politiskar, so snúði triðja
aktin seg um nakað so
basalt sum føroyska málið.
Móðurmálið. Almennan
málpolitikk. Uppskotið
smíðað samsvarandi einum
løgtingsuppskoti, sum í
síni tíð var samtykt sam
felt. Oddviti málstevnu
nevndarinnar, hin í
mentanarstarvi durkdrivni
Árni Dahl, var komin allan
tann langa vegin úr Hattar
vík, fyri at handa Jógvani á
Lakjuni álitið, sum var til
evnað samsvarandi arbeiðs
setningi Mentamálaráðsins,
og hartil hevði nevndin
verið so sjáldsama virkin,
at hon sum ein av teimum
fáu, varð liðug við sítt
avrik á tí evsta marki,
landsstýrismaðurin hevði
sett teimum. Lýst varð til
tíðindafund í Mentamála
ráðnum týsdagin 18.
desember kl. 14. Vit, limir
í mentanarnevnd løgting
sins, fingu serliga skrivliga
innbjóðing til tíðindafund
in. Stutt fyri døgverða
komu tó kontraordrar í
SMSboðum yvir fartele
fonina, um at fundurin og
haldið vóru avlýst. Kom
mandoordrar vóru komnir
uttast av Tinganesi, løgmað
ur hevði intervenerað, og
hevur helst hildið álitið
verið somikið kontrover
sielt, at ongin mátti fáa
nakað at vita um hetta.
Móðurmálið var nú vorðið
meira hættisligt fyri eina
starvsheimastýrisstjórn enn
tað, at sita úti í Almanna
og Heilsumálaráðnum og
reka partapolitikk, javnað
arpolitikk, við sjúkrahús
kanning frá serfrøðingum
sum grundarlagi, og at
renna ørindir fyri stórveld
ið vestanfyri og donsku
hjálandaveldismyndugleik
arnar í hernaðar og krígs
málum.
Kanska vildi løgmaður
bara seta eitt stik niður,
áðrenn allir hansara teknar
fóru at glíða í koblingini.
Nú skuldi konsekvensur
aftur vera galdandi sam
bært siðvenju hjá eini
starvsstjórn. Helst hevur
Árni, nú hann var í metro
polinum allíkavæl, handað
Jógvani álitið í onkrum
skýmaskoti, úti undir
væðingini í Mentamálaráð
num, tí seinri sama dagin
var rapportin til skjals á
heimasíðu ráðsins. Nú
mundi fara at vera friður,
hugsaðu tey flestu. Men
pílar í skot um ikki løgmað
ur aftur skifti kós dagin
eftir. Demokratia skuldi
halda tíðindafund, har eitt
álit skuldi handast Bjarna
Djurholm, landsstýris
manni í vinnumálum.
Fundurin varð fluttur úr
Vektarbúðini niðan í fyrr
verandi sosialdemokratisku
høvuðsborgina, Miðlahúsið
í Vágsbotni. Eitt av høvuðs
valevnum Javnaðarflok
sins, Eyðgunn Samuelsen,
helt hov saman við fjøl
miðlunum. Bjarni Djur
holm var hjástaddur, og
fekk álitið handað. Báðar
loftrásirnar gjørdu nógv
burturúr tíðindafundinum í
tíðindasendingunum á
miðdegi og áhaldandi fram
eftir degi. Dimma endur
gav løgmann fyri at hava
sagt, at tað var í fínasta
lagi, at Djurholm var á
fundinum, og tók ímóti
áliti frá einum av topp
kandidatum Javnaðarflok
sins til løgtingsvalið 19.
januar.
Samsvarandi hesum er
niðurstøðan, at alt koyrir
bara upp á besta beskubb
og at ongin konsekvensur
er í nøkrum, sum Eides
gaard tekst við í sínum
politiska oddasessi. Út
innandi landsins evsti. Og í
hesum sambandi kundi
verið áhugavert at fingið at
vita, hvør munur er á Mál
stevnunevndini og Demo
kratia, í mun til starv
stjórnarsiðvenjuna um
fullkomið afturhald í tíðini,
eftir at val er útskrivað?
Árni Dahl er mær vitandi
ikki valevni fyri nakran
flokk, tí átti tað at verið
meira legalt og legitimt, at
hann slapp at halda sín
tíðindafund, heldur enn
Eyðgunn Samuelsen, sum
er aktivur politikkari, eitt
av høvuðsvalevnunum og
starvsnevndarlimur í Javn
aðarflokkinum. Skal tó
bera yvir við, at løgmaður
ikki vildi bróta paktina við
Djurholm, hesin er ás
hansara inn í Fólkaflokkin
og harvið valdið, tað snýr
seg jú um, at báðir yvirliva,
og tá kann ein ávís kyn
isma helst góðtakast í
flokkunum teir umboða.
Týskararnir settu í verk
eina lóg um berufsverbot í
1972. Varð ivi sáddur um
loyalitetin hjá einum fólki
mótvegis samveldisstati
num, var viðkomandi forð
aður í starvssetan hjá
almenna myndugleikanum.
Greiður farvegur av hesum
sæst nú aftur í Føroyum.
Eftir at Eidesgaardregime
hevur slitið bonaðu dúrkini
í 4 ár. Spurningarnir eru tí
tvinnir: Heldur løgmaður
apartapolitiskar mál og
mentanarspurningar ongan
týðning hava fyri tjóðina
og fólkið, ella skal atburð
urin hjá Eidesgaard
skiljast sum eitt
berufsverbot andvegis
Árna Dahl og Co., sum
hava gjørt eitt megnar
arbeiði. Hvussu er Árni
komin undir illgruna
semi, eftir at hann varð
settur formaður í fjør, og
hvat er og verður hann ill
tonkur fyri? Ella var trupul
leikin bara hann, at álitið
um almennan málpoltikk
var tilevnað samsvarandi
einum uppskoti frá Tjóð
veldinum? Og at hugmóð
løgmans ikki toldi luktin úr
tí bakarínum, sum formað
urin í tingbólki hansara
plagar at orða seg?
Paradoksali tragikomikk
urin gjørdist nú fullkomin,
táið Jóannes Eidesgaard
pyntaði seg við lántum
fjaðrum frá Málstevnu
nevndini í nýggjársrøðuni
gamlaárskvøld. Helst
trýstur av umrøðuni, sum
álitið hjá Árna og feløgum
hansara nú fær í øllum
grannalondum okkara,
serliga hugskotið um at
lógáseta føroyska málið
sum tjóðarmál í landinum,
og at móðurmálið, sum hitt
einasta, skal nýtast í
almennum málum, eisini
teimum sum framvegis
ikki eru komin undir
føroyskt málsræði. Kanska
var hetta orsøkin, sum fekk
løgmann at bólta rút í júst
hesum málinum. At hann
legði leinkjur á Lakjumann
in. Tað ræður um at forða
rákinum mótvegis gomlum
sosialdemokratiskum
arvasilvuri, sum er danskt
vald í Føroyum og ein
møletin donsk Heima
stýrislóg.
Sum ein málbar seg fyri
4 árum síðani: Her má
vend koma í !
Javnaðarflokkurin
JOHn
JOHannEssEn
Val
Vága Floghavn skal
útbyggjast nú!
Berufsverbotið mótvegis Árna Dahl
Tjóðveldi
tórbJørn
JacObsEn
Val