fríggjadagur 4. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 3 - 4. januar 2008
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Seinasta dagin í gamla ár-
inum, mánadagin 31. des-
ember 2007, andaðist Hjørd-
is Massdóttir í Havn, 82 ára
gomul. Jarðarferðin var úr
Vesturkirkjuni fríggjadagin
og hagani til Nólsoyar, har
hon ynskti at verða grivin.
Hjørdis var ættað úr
Nólsoy.
Foreldrini
vóru
Maria, f. Jacobsen í Búð,
og Mads Thomsen í Túni,
bæði úr Nólsoy.
Hjørdis gjørdist kend, tá
hon sum fyrsti kvinnuligi
útvarpsvertur legði rødd til
regluligu tíðindasendingar-
nar hjá Útvarpi Føroya,
sum byrjaðu 6. februar í
1957. Hon var eisini fyrsta
fólk, sum var sett í fast
starv í Útvarpi Føroya og
kom skjótt at starvast saman
við Axel Tórgarð presti,
sum gjørdist fyrsti útvarps-
stjórin. Hjørdis dugdi sera
væl at málbera seg í útvarp-
inum, og øll kendu hennara
vøkru og kláru kvinnurødd.
Tað var eftir at løgtingið
samtykti endaliga uppskotið
hjá Edward Mitens, lands-
stýrismanni við mentamál-
um, um at seta á stovn
útvarp í Føroyum tann 27.
januar 1956, at landsstýris-
maðurin boðsendi Hjørdis
Thomsen, sum hon tá varð
nevnd, um at koma í starv
sum tíðindafólk á nýggju
útvarpsstøðini.
Sum ung til Havnar
Hjørdis var málsliga væl
fyri og var útbúgvin í
fremmandum málum við
korrespondentførleika
í
enskum, týskum og fronsk-
um, umframt at hon eisini
var stinn í føroyskum.
Á heysti 1956 var Hjørdis
hjá Danmarks Radio og
kunnaði seg um útvarps-
arbeiði. Hon var sett at gera
tað fyrireikandi arbeiðið,
eisini á tekniska økinum,
áðrenn útvarpið kundi byrja
at senda. Hjørdis arbeiddi í
Útvarpinum frá 1956 til
1959.
Sum bert 12 ára gomul
fór Hjørdis til Havnar at
ganga í skúla. Hon hevði
ikki familju at búgva hjá í
Havn, men mátti leiga seg
inn. Eitt tíðarskeið búði hon
á Vertshúsinum. Samfelagið
var ikki innrættað til bygda-
næmingar. Hóast frástøðan
millum Nólsoynna og Havn-
ina ikki er stór, slapp hon
bert út til Nólsoyar til høg-
tíðirnar og feriur. Onkuntíð
kom pápi hennara við báti
inn til Havnar eftir henni.
Hjørdis tók studentsprógv
í 1945, og er millum tey
fyrstu, sum fingu hetta prógv
í Føroyum og ikki minst tær
allar fyrstu kvinnurnar.
Eftir at Hjørdis varð
útlærd sum korrespondent-
ur, kom hon heim aftur og
arbeiddi eina tíð í Føroya
Banka.
Avbjóðingarnar
vóru
avmarkaðar,
lítið
fremmandamál annað enn
danskt og lønin so vánalig,
at hon valla rakk til húsa-
leigu. Hjørdis fór tí niður aft-
ur til Keypmannahavnar at
arbeiða sum korrespondent-
ur hjá Brøste, til hon seinni
byrjaði í Útvarpinum.
Eftir
starvstíðina
í
Útvarpinum fekk Hjørdis
starv í Landsstýrinum og
var skrivari hjá løgmanni
og varaløgmanni, til hon
gjørdist
heimagangandi,
ímeðan børnini vóru smá.
Tá yngsta barnið var 10
ár, fór Hjørdis á Dómara-
kontórið ar arbeiða sum
skrivari í eini tvey til trý ár,
til hon miðskeiðis í 1970-
unum fekk í boðið at taka
við starvi á Føroyamáls-
deildini á Fróðskaparsetrin-
um. Har treivst hon sera
væl og arbeiddi m.a. við at
finna og føra kartotek yvir
orð og vendingar í føroyska
málinum, sum enn ongantíð
vóru skrásett. Hetta starv
røkti hon í 17 ár, til hon
noyddist at leggja frá sær
vegna aldur, hóast hon sjálv
ynskti at halda fram, til hon
varð 70 ára gomul.
Hjørdis í útvarpinum
Hjørdis giftist við Hera
Jensen, lærara og fyrrver-
andi skúlastjóra á Venjingar-
skúlanum, sum er ættaður
úr Froðba. Tey búsettust á
trøðni hjá Niels Rein, abba
Hera í móðurættini. Venj-
ingarskúlanun bleiv seinni
bygdur á trøðni við síðuna
av.
Børnini vóru fimm í tali:
Mass Ingi, sum doyði í
2006, Jákup Egil, Maria,
Bárður og Katrin, sum øll
búgva í Havn. Ommubørnini
hjá Hjørdis eru 9 í tali.
Hjørdis í Útvarpinum deyð
Føðingar
14. des. fingu Laila í Jógvansstovu og Magni Berg, Aarhus,
tvíburardreingir. Ein vigaði 2400 gr og var 47 cm. Hin
vigaði 2070 gr og 44 cm langur.
27. desember fingu Anna Áarberg og Símun Gutti Joensen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500
gr.
28. desember fingu Susan Djurhuus og Jóhann Wolles,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3900
gr.
28. desember fingu Andrea og John Arnfinn Reynstind,
Sørvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4900
gr.
28. desember fingu Bjørga og Pól Hentze, Tórshavn, ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3800 gr.
29. desember fingu Áki og Erla Mortensen, Tórshavn, ein
son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr.
31. desember fingu Elsebeth og JónKári í Brekkuni,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3650
gr.
31. desember fingu Karin Dahl, Hoyvík og Jóannes Jensen,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700
gr.
31. desember fingu Barbara S. Norðbúð og Don Ey.
Joensen, Skáli, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
4150 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 5. januar 2008 giftas Tanja Anthoniussen og
Arnhold Sigurðsson Simonsen, Fuglafjørður. Vegna sjúku
verður ikki opið hús aftaná vígsluna.
Leygardagin 5. januar kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju
Katrin Holm Joensen og Hans Jákup Hansen. Veitslan
verður í Pálsstovu kl. 19.00 fyri innbodnum.
90 ár
Sunnudagin 6. januar fyllir Anna Danielsen, av Strondum,
búsitandi á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Mánadagin 7. januar 2008 verður Margretha Hansen á
Saltnesi 90 ár. Føðingardagurin verður hildin á Vesturskyn
á Toftum frá kl. 18.00.