Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2008 19 tíðindi Børnini hjá Hjørdis siga, at tá fólk ikki kundu plasera tey út frá ættini, so bar altíð til at siga, at mamman var Hjørdis í Útvarpinum. Tá vistu øll beinanvegin, hvørji tey vóru og komu altíð við eini viðmerking um, hvussu dugnalig og væl umtókt hon var millum manna sum útvarpsfólk. Sera nærløgd var Hjørdis, sum setti høg krøv til alt, sum hon gjørdi. Hon var føroyingur við stóra F. Hjartamál hennara vóru fyrst og fremst føroyska málið, mentan og søga, sum hon brendi fyri og dagliga hevði onkra viðmerking til. Hon tók sær ógvuliga nær, at føroyingar so lættliga taka útlendsk orð og vend­ ingar til sín fram um góðan føroyskan málburð. Hjørdis var gløgg og evnarík. Hon hugsaði nógv og dugdi væl at undirbyggja tað, sum hon segði. Hóast fólk ikki altíð vóru av somu fatan sum hon, var tað mangan, at tey máttu ásanna, at hon hevði mál í síni søk. Hjørdis var góð við heim­ bygdina. Seinastu 30 árini nýtti hon nógva orku til at skriva niður frásagnir eftir gomlum fólki um Nólsoyar søgu. Eisini umvældi hon mangt gamalt og stóð fyri umvælingini av gomlu Búðastovuni, ið hon búði í sum smágenta í Nólsoy. Ein slóðbrótandi kvinna var Hjørdis og fyri sína tíð. Hon gekk egnar leiðir og var ein fyrimynd hjá mongum. T.d. vísti hon tíðliga í tíðini kvinnum í okkara samfelag, at tað bar til at fáa sær eina útbúgving og eina karrieru umframt mann og børn. Hon var ein stríðskvinna fyri framburði á mongum økjum og var fyri javnrættindum og einum sjálvbjargnum Føroyum. mg ” Útvarp Føroya fór undir sendingar í seinna helmingi av fimmtiárunum. Tað var stórhending í Føroyum. Eg ivist í, um føroyingar høvdu hugsað so langt, at vit nakrantíð fóru at fáa føroyskt útvarp. Serstakliga tríggjar røddir hoyrdust tá dag og dagliga. Røddin á Axel Torgarð, røddin á Niels Juel Arge og røddin á Hjørdis Thomsen (seinni Jensen). Vit, sum eru farin at eldast, minnast øll hesar tríggjar røddirnar, og vit gjørdust góð við tær, tær gjørdust so íheimligar. Serstakliga minnast vit vøkru og greiðu røddina á Hjørdis. Hon var í roynd og veru ein undangongukona, tí tað var als ikki vanligt tá, at konufólkarøddir hoyrdust. Knappliga gavst hon, og hjá mongum var stórur saknur í henni. Vit munnu vera mong, ið hava hugsað, hvussu tað bar til, at hon ongantíð kom afturíaftur í útvarpinum, tí hon hevði stak góðar gávur sum upplesari Annfinnur í Skála” Hjørdis er farin, røddin er tagnað. Fyri fimmti árum síðan hoyrdist klára kvinnurøddin um alt Føroya land, tá Útvarp Føroya fór at senda. Tveyeini vóru tey á Bryggjubakka Aksel Tórgarð og Hjørdis Thomsen ta fyrstu tíðina. Hjørdis var málsliga væl fyri útbúgvin í enskum, týskum og fronskum, men móðurmálið stóð hennara hjarta næst. Hjørdis var fullvís í, at málið var hennara arbeiðsamboð, og tað skuldi røkjast væl. Hon ivaðist ikki í, at føroyska útvarpið mátti bera tíðindini á góðum føroyskum máli, og nólsoyarmálið fjaldi hon ikki. Hjørdis fylgdi væl við, hvussu miðlarnir arbeiddu í dag, og tað píndi hana, tá miðlafólk ikki fóru nóg væl um málið. Helena og Hanus A. Samuelsen ” Marius Rein um Hjørdis: Hjørdis hevði eina klára og týðuliga útvarpsrødd. Hetta sigur Marius Rein, sum byrjaði at arbeiða í útvarpinum í 1960. Hjørdis var tá farin úr starvinum í útvarpinum, men eg minnist væl tíðina tá ið Útvarp Føroya byrjaði sínar sendingar, tí tá lurtaðu øll. Tað vóru bert tvey fólk í føstum starvi tá útvarpið byrjaði, stjórin Axel Tórgarð, og so Hjørdis sum hjálparfólk, so tá tú lurtaði, so vóru tað annað hvørt Axel ella Hjørdis sum lósu tíðindini. Tey løgdu sær eina við at nýta gott føroyskt mál, m.a. at telja við tíggjaranum fyrst, og mær er sagt, at Hjørdis var ógvuliga kedd, tá ið útvarpsnevndin samtykti at sleppa hesum teljihátti. Av sendingum, sum Hjørdis gjørdi, minnist Marius serliga eina um fornminni í Kirkjubø, har Hjørdis hevði samrøða við Páll bónda. Hjørdis Massdóttir, útvarpskvinna, og Axel Tórgarð, útvarpsstjóri, í útvarpsstovuni Mynd: Flemming Samuelsen