fríggjadagur 4. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 3 - 4. januar 2008
Nú eru fýra mánaðir síðan
omma okkara slóknaði
eftir eitt langt lív.
Omma okkara vaks upp
á Válinum. Foreldur henn
ara vóru Hanna og Kristian
Olsen. Omma vaks upp í
stórum
systkinaflokki.
Hon var triðelst av 11
systkjum.
Omma giftist við abba
okkara Vilhelm
Olsen,
eisini ættaður av Válinum.
Tey fingu 6 børn og tóku 2
onnur
til
sín.
Omma
gjørdist einkja í 1985, tá
abbi brádliga doyði.
Omma
fekk
nógvar
eftirkomarar, uppaldi 8
børn, sum viðførdi nógv
ommu og langommubørn.
Omma var so heppin at
liva so høgan aldur við
góðari heilsu og síggja
bæði ommu og lang
ommubørn vaksa upp.
Omma var eitt ógvuliga
róligt og toli menniskja.
Alt, ið omma tókst við, var
handfarið róliga og stillis
liga, men nógv kom burt
urúr.
Omma
var
ógvuliga
lítillátin, gjørdi lítið burtur
úr sær sjálvari.
Orðatakið sigur: »Har
tað er hjartarúm er eisini
húsarúm«. Tað kunnu vit
sanniliga siga um heimið
hjá ommu. Hóast húsini
eru smá, hava vit altíð øll
somul rúmast har, uttan at
geva okkum far um, at tað
í roynd og veru er so lítið
pláss.
Vit minnast øll væl, tá
vit sum børn, komu út á
Vál at ferðast. Ofta vóru
vit fleiri, ið komu í senn,
og tað kundi verða rættiliga
lívligt, men við sínum
róliga lyndi setti hon okk
um upp á pláss, hóast hon
ongantíð skeldaði. Sigast
kann, at omma var ein
rættiliga góður pedagogur.
Hesi seinastu árini hevði
omma fastan bústað hjá
dóttrini
Dinnu
og
versoninum
Jóhan
í
Kvívík. Har treivst omma
væl og kendi tað sum sítt
annað heim. Nú omma var
viknað, vóru Dinna og
Jóhan henni ein góð hjálp.
Hetta eru vit øll sera takk
som fyri.
Omma flutti á sambýlið
í Vestmanna í januar 2007.
Har hevði hon tað gott og
kendi fólkini, ið vóru um
hana, umframt at Dinna, ið
arbeiðir har, var um hana
næstan dagliga.
Ikki vardi tað okkum, tá
omma bleiv sjúk í summar,
at hennara lívsskeið var at
enda komið, tí hóast
omma var ússalig av og á,
hevur hon altíð vunnið á
sjúkuni. Men nú vildi
Harrin hava ommu heim í
ævigu bústaðirnar.
Nú á jólum kendist eitt
rómrúm, nú omma ikki er
ímillum okkum meira.
Tað var undarligt ikki at
fara inn til Dinnu og Jóhan
á jólum at heilsa uppá
ommu og bera henni jóla
pakkan, ið hon var so gleð
fyri, og sum hon gleddi
seg sum eitt smábarn at
pakka upp.
Saknurin eftir ommu er
stórur, men minnini eru
rík.
Ærað veri minnið um
okkara
elskaðu
Vál
ommu.
Bjørg, Vilhelm, Bina,
Marjun
og Jórun
Minningarorð um ommu okkara
Magdalenu Olsen (Vál-omma)
fødd 29.09.16 · deyð 17.08.07
Dagurin
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia,
sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann
í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla
eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av
somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal.
6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin
til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu
at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í forn
kirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur
Epifania Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld
semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6.
januar trettandi dagur jóla.
7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá
danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av
systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í
danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið
er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri.
Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur
er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur,
brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt
navn: hin (hug)djarvi.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
Sonja Magreta Olsen
ættað úr Skúvoy, búsitandi í Miðvági
andaðist á Landsjúkrahúsinum mikumorgunin
72 ára gomul.
Bønarhald verður í Landsjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið kl. 18
Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Miðvágskirkju.
Familjunnar vegna
Hans Jacob
Marianna, Christian og Jónfinn
v/familjum
Tey sum vilja minnast Sonju kunnu lata Diabetisfelag Føroya
eina gávu. Konta í peningastovninum
Kunngjørt verður at
Alex Lundgaard Benzon
á Sandi
vanliga nevndur Alex í Toppigarðinum
andaðist leygardagin 29. des. 2007, 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
leygardagin 5. jan. kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Gudrun
Jacquelina og Kamilla
Tey, sum vilja minnast Alex, kunnu lata eina gávu til Hjartafelagið.
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
okkum samkenslu og hjálpsemi,
tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Tollakur Petersen
Bøur
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Ingu Dahl, prest, fyri troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu køkur og á ymiskan
hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum.
Tøkk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til starvsfelagar á Ellisheiminum.
Tøkk øll tit, sum mintust hann við kransum,
blómum, peningagávu, og tøkk tit, ið hava
vitja og ringt.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru í
kapellinum, í kirkjuni og sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Solveig, Thora, Róin, Eva, Búi
v/familjum
Lesið Sosialin - so eru tit við