fríggjadagur 4. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2008
21
Ein nýggjur fiskidaga
marknaður skal hava sum
endamál at umsita og
umseta tilfeingi føroyinga.
Undan seinasta løgtings
vali boðaði Javnaðarflokk
urin frá, at fiskidagar og
fiskirættindi eiga at verða
umsitin og umsett í einari
skipan, sum øll vinnufús
hava atgongd til, sum
tryggjar, at ein ávísur til
feingiságóði kemur øllum
føroyingum til góða, og
sum tryggjar, at kostnað
urin av at fara undir vinnu
gerst ódýrari.
Hetta er framvegis eitt
høvuðssjónarmið
Javnaðarfloksins, og sum
eg fari at virka fyri, verði
eg vald í Løgtingið.
Við at stovnseta ein Fiski
dagamarknað, kunnu vit
tryggja opinleika og dyna
mikk í vinnuni, umframt at
vit kunnu útvega samfelag
num eitt størri búskaparligt
avkast. Tryggja, at náttúru
skapta ríkidømið verður
umsitið sum ogn Føroya
Fólks, samstundis sum
handilsligar og vinnuligar
treytir verða galdandi. Á
henda hátt ber eisini til at
fyribyrgja, at peningalig
spekulatión kemur í fiski
rættindini.
Finnast má sjálvsagt
fram til eina hóskandi
umskiftisfarleið, soleiðis at
fólk, ið hava handlað í góð
ari trúgv og út frá galdandi
lóggávu, ikki verða verri
stillað.
Í Sosialinum í dag ber til
at lesa, at tað var um repp
ið, at Javnaðarflokkurin
tók undir við einum lógar
uppskoti, sum hevði givið
nøkrum ávísum borgarum
óuppsigiligan rætt til alt
fiskiríkidømið undir Føroy
um. Tíbetur eydnaðist tað
Javnaðarflokkinum at
steðga hesari lógarbroyting
á málstrikuni.
Men tað hevur í farna
valskeiði ikki eydnast at
fáa semju millum sam
gonguflokkarnar um eina
skipan, ið tryggjar, at
fiskiríkidømið verður um
sitið sum ogn Føroya fólks.
Onkur skal fíggja
millumrokningina
At eisini tey, sum starvast í
vinnuni, eru farin at kenna
sviðan av órættvísu skip
anini, kom fram, tá ið
Skipara og Navigatør
felagið herfyri alment
boðaði frá, at manninga
feløgini ikki longur kunnu
liva við, at fiskirættindi og
fiskidagar verða keypt og
seld fyri so ovurhonds
stórar upphæddir. Onkur
skal fíggja hesa millum
rokning.
Tað verða manningarnar,
sum í seinasta enda koma
at rinda fyri, at rættindi til
at fiska verða so himmal
rópandi dýr. Í løtuni er
flotin verkfalsraktur allur
sum hann er. Ein av
orsøkunum er, at reiðaríini
vilja hava manningarnar at
rinda ein part av øktu
rakstrarútreiðslunum, í
hesum føri fyri oljuút
reiðslur. Men hvat verður
tað næsta – og er tað
kanska í veruleikanum
orsakað av dýru fiski
rættindunum, at oljan
virkar sum steinur oman á
byrðu?
Vinnupolitiskt er
avgerandi at fáa loyst hetta
mál.
Herfyri vísti ein kanning,
at níggju av hvørjum 10
sjúklingum á føroysku
sjúkrahúsunum eru nøgdir
við sjúkrahúsverkið. Talan
var um 89 prosent av 540
spurdum sjúklingum, sum
høvdu verið innlagdir, og
tað er eitt hægri prosenttal
av nøgdum sjúklingum enn
til dømis í Danmark.
Men samstundis siga
hesi tøl eisini, at ein av
hvørjum 10 sjúklingum er
ikki nøgdur, ella 11 pro
sent. Og tað er sjálvandi
ikki so gott, tí umráðandi
er jú, at fólk við ørindum í
sjúkrahúsverkinum kenna
seg væl har og fáa alla ta
hjálp, teimum tørvar.
Hví 11 prosent ikki eru
nøgd, kunnu sjálvandi
nógvar orsøkir vera til,
men frá politiskari síðu
ræður um at gera alt, ið
gerast kann, so næsta
kanning kemur so nær 100
prosents nøgdsemi, sum
gjørligt. Hetta kann gerast
upp á nógvar mátar.
Ein er við viðgerðar
trygd, so allir sjúklingar
innan tvær til seks vikur
kunnu vera vísir í at fáa ta
hjálp, teir hava fyri neyð
ini. Ein annar máti er at
styrkja um fakliga før
leikan hjá starvsfólkunum
við skeiðs og eftirútbúgvi
ngartilboðum, so tey eru
før fyri at taka við teimum
avbjóðingum, ið koma.
Javnaðarflokkurin vil
virka fyri, at tað er trygt og
gott hjá bæði sjúklingum,
starvsfólkum og øðrum, ið
hava nakað við sjúkrahús
verkið at gera. Eingin leitar
sær hjálp har, sum ikki
hevur brúk fyri tí, so tí
eigur alt at verða gjørt fyri,
at allir sjúklingar hava
orsøk til at vera nøgdir við
ta hjálp, teir fáa har.
Skal hetta eydnast, er
eisini neyðugt við bestu
umstøðum til starvsfólkini,
sum fyri stóran part eru
ovbyrjað, tí ov mikið er at
gera innan sjúkrahúsverk
ið. Her eiga átøk at verða
gjørd, so starvsfólkini
kunnu mennast, umframt
at tænastur verða samskip
aðar, so arbeiðsbyrðan
verður lættari at bera, sam
stundis sum tað eisini vil
lætta um hjá sjúklingunum.
www.hedinmortensen.com
“Tað er væl kent, at virkis
eigarar senda rokningina
fyri egið valstríð víðari til
egði virkið at gjalda.” Hesi
vóru orðini hjá tær Heðin
D.
Við øðrum orðum : Tá
ein virkiseigari manglar
pengar ja, so ferð hann
bara í kassan og tekur sær
tað, sum hann hevur brúk
fyri.
Um Heðin D. Poulsen
ikki heldur, at hetta eru
sera álvarsligar ákærur
ímóti virkiseigarum, sum
ditta sær at stilla upp í
politikki, so gevi eg lítið
fyri løgfrøðisprógvið hjá
Heðini.
Um Annita og Heðin D.
ynsktu gjøgnumskygni, so
haldi eg at tað var tað, tey
skuldu hildið seg til og ikki
brúkt høvi til at ákæra
virkiseigarar fyri óreglu
semið. Tí tað var tað, tey
gjørdu.
Síggi, at Heðin D. í
Dimmu ídag roynir at flyta
fokus – tað skilji eg væl.
Fyri mær er málið rættu
liga prinsipielt. Eg eri tí
rættuliga fortørnaður yvir,
at Annita og Heðin, hjálpt
av útvarpinum, sleppa at
leypa út í orð, at virkis
eigarar sleppa sær undan at
gjalda fyri egið valstríð,
við at senda rokningina
víðari til virkið at gjalda.
Hetta er ólógligt. Talan
er um svik og tí revsivert.
Í Dimmu sigur Heðin D.
Poulsen: “Poul Michelsen
hevur sitið so leingi á tingi,
at hann fyri langt síðan átti
at tikið stig til at ein lóg
var samtykt, sum tryggjaði
opinleika um, hvør fíggjar
privata valstríðið.”
Her ruggar ikki rætt. Eg
veit at ongin annar enn eg
sjálvur gjaldi fyri mítt
valstríð. Eg veit heldur
onki um, at nakað annað
valevni – hvørki virkis
eigarar, privat ella alment
lønt fáa onkran annan at
gjalda fyri seg, og kenni eg
heldur onki til at nakað
virkið gjaldir pening til
ávís valevni.
Tí havi eg av góðum
grundum ongantíð sæð
tørvin á nakrari lóggávu
her.
MEN tað kann undra
meg at Heðin D. Poulsen,
sum veit alt um hetta
óreglusemi, ikki reagerar
fyrr enn nú. Við útvarpið
veit Heðin at siga, at hann
umvegis arbeiði sítt í
politikki er komin framá
hetta fyribrigdi.
Heðin hevur sitið í
floksleiðslu Fólkafloksins
og á tingið fyri flokkin, og
hevur haft ríkiligt av tíð og
møguleikum at steðga
hesum “sokallaða” óreglu
semi.
Eg havi alment biðið um,
at Heðin og Annita leggja
fram okkurt, sum kann
undirbyggja skuldseting
arnar. Undirbyggja tað so
mikið, at alt ikki bara
hongur í leysari luft til
skaða fyri tey virkiseigandi
valevnini og til skaða fyri
alt privat virksemi. Eg
haldi, at tað er dýrur prísur,
vit skulu gjalda fyri val
stríði hjá Annitu og Heðin
D. Poulsen.
Tað var áhugavert og
rørandi at lesa samrøðuna,
sum Dorit Hansen hevði
við Dianu í Puntabyrgi í
Sosialinum 10.desember á
altjóða
mannarættindadegnum.
Tað var veruliga hugstoytt
at lesa, at myndugleikarnir
í Føroyum ikka hava sæð
stóra týdningin at broyta
gomlu verjulógina frá
1922, sum inniber eina
menniskjafatan, sum ikki
hóskar til dagsins
samfelag.
Eg veit,at tað tekur tíð at
gera nýggjar lógir, tað
hava vit livað við innan
flest øki, og eru tað enn
nógvar lógir í Føroyum,
sum eru ótíðarhóskandi og
sum ikki passa til okkara
samfelag.
Eitt samfelag sum
Føroyar kann ikki liva við,
at hava eina avoldaða lóg,
har fólk ikki eru nóg væl
vard og har rættartrygdin
kann verða sett í vanda.
Hetta mál mugu
komandi politikarar loysa,
so fólk við menningartarni
kunnu tryggjast rættindi.
Hetta er ein
samfelagsbólkur, sum ikki
rópar hart upp um síni
samfelagsrættindi.
Í okkaru demokratisku
stýrisskipan eiga øll at vera
vard, sæð og hoyrd.
Verði eg ein av komandi
løgtingskvinnum, vil eg
arbeiða fyri hesum máli.
Løgtingsvalið 19. januar 2008
15
Javnaðarflokkurin
Helena Dam á
neystabø
Val
Javnaðarflokkurin
nita
næs
Val
valevni Javnaðarfloksins
Heðin
mortensen
Val
Fólkaflokkurin
Poul
micHelsen
Val
Fiskurin er ogn Føroya Fólks
Eg hoyri teg – Heðin D.
Verjulóg frá 1922
Øll skulu hava orsøk at vera nøgd
Vit í Sambandsflokkinum
vilja áhaldandi arbeiða fyri
at tit ungu hav eina trygga
framtíð við møguleikum,
sum eru á jøvnum føti við
hini Norðurlondini.
Her verður millum annað
hugsa um:
Úbúgingar í Danmark
Útbúgvingar í øðrum
londum
Lestrarstuðul/
íbúðarstuðul til lesandi
Stuðul til ungar
barnafamiliur í
lestrarørindum í DK
Hesin møguleiki er best
tryggjaður í ríkisfelags
skapi við Danmark.
Sambandsflokkurin er
einasti flokkur, sum heldur
fast við hendan felagsskap
og vil menna og áhaldandi
nútímansgera hann.
Vel tryggleikan, vel
Sambandsflokkin.
Tryggan ungdóm
Sambandsflokkurin
eDva
Jacobsen
Val