Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Løgtingsvalið 19. januar 2008 15 Hetta er eitt tilboð, sum øll norðanlond geva miðnáms­ skúlanæmingum og tí er tað ein sjálvfylgja at føroy­ skir miðnámsnæmingar eisini fáa ókeypis skúla­ bøkur frá komandi skúlaárið. Talan er ikki um ein stóran kostnað ­ tí mett verður at samlaðu útreiðslurnar hjá lands­ kassanum fara at liggja ímillum tvær­ til hálvu triðu millión krónur tað fyrsta árið. Tey fylgjandi árini fer kostnaðurin vantandi at lækka ­ tí nógvar av bókunum kunnu brúkast í feiri ár, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldir at skúli og undirvísing eigur at fáa ein hægri raðfesting frá politiskari síðu Ókeypis skúlabøkur til allar miðnámsnæmingar valevni, Fólkafloksins Jákup Mikkelsen Val Onkur hevur funnið uppá at siga, at nú skulu tey bleytu virðini raðfestast í staðin fyri tey hørðu, og so rópar alt í kór: “Ja, púra satt, tey bleytu virðini, tey bleytu virðini ..!!” Men tey fylgja ikki so frægt við í politikki, ella vilja tey ikki vita, at helst eingin samgonga nakrantíð hevur raðfest skúlaverk og almanna­ og heilsuverk so frammarlaga sum henda. Eg skal bara stutt vísa á skúlaøkið, sum eg m.a.havi umsitið! Fólkaskúlin er frá 2003 til 2008 hækkaður við nærum 50 mió. kr., og helst ongantíð áður eru so nógvar lógarbroytingar gjørdar fyri at bøta um skúlan. Tað sernámsfrøði­ liga økið hevur fingið einar 10 mió. aftrat, m.a. verða sernámsfrøðiligar tænastueindir settar á stovn kring landið. Miðnáms­ skúlarnir hava fingið 40 mió. aftrat – og á hesum økinum er eitt stórt endurskoðanararbeiði farið í gongd. Játtanin til Læraraskúlan er hækkað, og eitt stórt lógaruppskot um saman­ legging av Læraraskúla­ num, Sjúkrarøktarfrøðiskúl anum og Fróðskapars­ etrinum lá í tinginum, nú val varð útskrivað. Á lestrarstuðulsøkinum hava vit fingið m.a. eina barsilsskipan, og forsyrgj­ arar, sum ganga í skúla, fáa nú 600 kr. eyka um mánaðin í stuðuli fyri hvørt barnið. Alt hetta – og eg kundi nevnt so mangt annað – hevur við raksturin á fíggjarlógini at gera. Fíggjarlógin fer næsta ár upp um 4 mia. kr., og umleið ¾ av henni ella 3 mia. kr. fara til tey sokall­ aðu bleytu virðini, skúla­, almanna­ og heilsuverk. Hetta eru 75% av fíggjarlógini. Men tá ið tað so kemur til íløgurnar: tunlarnar (ella holini, sum tað so niðrandi verður sagt), skúlabygging, sjúkrahúsbygging o.s.fr., ja, so fara hvørt ár einar 200­300 mió til tað, t.v.s. ímillum 5% og 7% av fíggjarlógini!! Hetta er veruleikin! Og tí er tað so nógv fyri, at hoyra hesi populistisku úttalilsini. Alt verður vent á høvdið. Vit hava m.a. hesi seinastu 3 árini samtykt at byggja miðnámsskúlar fyri 270 mió. kr. Annars eri eg stoltur av, at eg havi sitið á løgtingi og í landsstýri, meðan m.a. undirsjóvartunlarnir til Vágoynna og til Klaksvíkar eru komnir – og ikki minni, at suðuroyingar nú hava fingið tunnil millum Øravík og Hov. Vit eiga at halda fram við at bora tunlar – tí vit síggja, hvussu teir binda oyggjarnar saman – og so hava teir so ómetaliga stóran týdning fyri “tey bleytu virðini” eisini. Gott nýggjár! Bleyt og hørð virði og populisma landsstýrismaður og valevni Fólkafloksins Jógvan á lakJuni Val Tað skal vera so freistandi at búgva í Føroyum, at man ikki kann siga nei til at flyta til Føroyar. Mítt aðalmál er, at í 2020 hava vit 75.000 íbúgvar í Føroyum Tað er neyðugt, at vit taka vantandi fólkavøksturin í Føroyum í djúpasta álvara. Um vit ikki fáa fólkatalið upp, hava vit onki grund­ arlag fyri búskaparvøkstri og harvið menning av okkara samfelag, og tað er ein vanlagna. Umframt at tað eru 22.000 føroyingar búsítandi í Danmark, sum ikki flyta heim aftur, so sær tað heldur ikki út til, at føroyingar føða fleiri børn enn áður. Ì Tórshavnar kommunu hevur talið av føðslum ligið um 300 um árið, meðan hetta talið í fjør fór niður á 256 føðslar, hetta eru ikki góð útlit. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men ein sannroynd er, at tað er dýrt at búgva í Havn, og tað kann halda familjum aftur at fáa sær barn nummar 2 ella 3. Tí avgjørdu vit á seinasta býráðsfundi fyri jól at hækka systkina­ avslátturin úr 25% upp í 75%. Hetta skuldi hjálpt hartraktu barnafamiljuni og møguliga givið øðrum familjum fíggjarligt rása­ rúm til at fáa sær eitt barn aftrat. Tað skal vera freistandi at flyta aftur til Føroyar Fyri at fáa føroyingar uttanlands og onnur at flyta heim til Føroyar mugu vit gera tað freistandi og spennandi at búgva í Føroyum. Fólk í dag seta krøv og velja tískil neyvan at flyta til Føroyar av reinari nostalgi. Tað eru 89 læknar, 54 løgfrøðingar og 83 útbúnir føroyingar innan vinnulív og leiðslu í Danmark. Hetta er ser­ frøði, vit hava tørv á í Føroyum, og hava vit ikki ráð til at lata standa til. Her eiga vit at skapa karmar fyri einum spennandi vinnulívi og arbeiðsum­ hvørvi, har tað fíggarliga lønar seg at flyta heim. Tann størsti bólkurin av føroyingum, ið eru búsit­ andi í Danmark, eru fólk, ið starvast innan tað almenna; 334 sjúkrarøktar­ frøðingar, 371 námsfrøð­ ingar, 227 lærarar og 685 heilsuhjálparar. Tað skulu ikki nógvar kanningar til at rokna út, hví hesin bólk­ urin er so stórur. Lønin í nevndu bólkum er hægri í Danmark enn í Føroyum, umframt at livikostnaðurin í Danmark er lægri. Hetta kunnu vera orsøkir til, at hesir føroyingar ikki halda, at tað lønar seg at flyta heim aftur. Umframt at tað fíggjar­ liga skal løna seg at búgva í Føroyum, mugu vit føra ein góðan starvsfólka­ politik, har trívnaður og førleikamenning eru lyklaorð. Hartil skulu vit styrkja um mentanarlívið, býarlívið og frítíðarlívið, sum eisini er neyðugt fyri tann sosiala trivnaðin. Velur man at arbeiða uttanlands, men búgva í Føroyum, so skal man hava møguleika fyri at draga meginpartin av ferða­ útreiðslunum frá í skatti, um man er skattskyldug/ur í Føroyum. Vit mugu seta ferð á vínnulívið, vitanina og vælferðina, soleiðis at vit kunna økja um fólka­ talið í Føroyum og harvið skapa gróðrarlíkindi fyri búskaparvøkstri og samfelagsmenning. Fólkavøkstur gevur búskaparvøkstur Valevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net annika Olsen Val Um nakar ivast, so eri eg, sum valevni Fólkaflokk­ sins, fult og heilt fyri sjálvbjargni. Eg haldi, at so nógvar yvirtøkur sum gjørligt skulu fremjast í komandi løgtingsskeiði, og eg haldi at ein kom­ andi nýggj samgonga eigur at seta sær greið mál fyri yvirtøkum. Vit kunnu sjálvi velja hvørja ferð vit yvirtaka. Yvirtøkulógin er eitt grundleggjandi amboð at gera tær yvirtøkur, sum løgtingið er samt um. Vit eiga at vísa í verki, at her býr eitt fólk í hevur vilja og áræði at ganga á odda og at klára seg sjálvt Eg eri fyri sjálvbjargni valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! ROdMunduR nielsen Val Við hesum verður lýst, at Jantelógin er tikin av. Í hennara stað er nýggj lóg sett í gildi at galda fyri allar Føroyar. Frá 1. januar 2008 er loyvt at: ­ Trúgva, at tú ert nakað ­ Trúgva, at tú hevur fullan rætt at nýta tíni evni ­ Trúgva, at land títt hevur nógvar møguleikar ­ Trúgva, at vit saman megna tað, vit vilja ­ Trúgva, at okkara fólk er skapandi og evnaríkt ­ Trúgva, at okkara vinna kann gerast fult kappingarfør ­ Vita, at tú hevur fullan rætt til at siga tína hugsan ­ Vita, at allar skilagóðar avgerðir byggja á vitan ­ Vita, at hvør einstakur av okkum hevur nakað at geva samfelagnum Tað er vissuliga loyvt at trúgva uppá eina bjarta framtíð, um vit í felag taka ábyrgd. Nýggjárslóg við serstøkum gildi fyri Føroyar Tjóðveldi BJøRt saMuelsen Val Nr. 3 - 4. januar 2008 viðmerkingar