Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 101 - 30. mai 2001 Nr. 101 - 30. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Motorpassarar Tekniski skúli í Klaksvík hevur í vetur skipað fyri dugnaskapsroynd í motorpassing. Prógvið gevur rættindi at passa motorar upp til 449 kW. Hesir tóku royndina. Standandi frá vinstru: Eli Poulsen, Gunnar Andreasen, Aðunn J. Konráðsson, Ísak Mikladal, Arnfinnur Hjalmarsson, Ólavur Waag Høgnesen og Karl Sofus Heimistovu Fyrsta liðið av KT- vørum í fólkaskúl- anum er liðugt við útbúgvingina, og lærararnir hava fingið prógv KT-VØRAR Stefan í Skorini Av tí at nýggja fólkaskúla- lógin setir lærarunum nýggj og størri krøv er neyðugt at lærararnir eru førir fyri at útinna tað, sum lógin ásetir. Tí fáa lærarar nú møgu- leikan útbúgva seg sum KT-vørar fyri fólkaskúlan. Teir fyrstu vørarnir hava fingið prógv og kunnu nú fara undir at nýta kunningartøkni meira í undirvísingini. Tað eru ikki smávegis krøv, ið sett verða lærarum í framtíðar skúlanum, og tí er Mentamálastýrið farið undir hesa útbúgvingina, sum skal lyfta telduundir- vísingina og nýtsluna av KT innan skúlagátt uppá eitt hægri støði. Nú farið er undir at út- búgva KT-vørar í fólka- skúlanum er næsta stigið at gera eina KT-lesiætlan fyri grundskúlan. KT-vørar lokið prógv Fyrsta liðið av KT-vørum í fólkaskúlanum hevur fingið prógv. Nú eru teir tilreiðar at taka KT- lærdómin við sær í fólkaskúlan Á føðingardegnum hjá Føroya Heima- virkisfelag sunnu- dagin, varð Nicolina Jensen Beder tilnevnd heiðurslimur fyri handrit og leiklut í filminum Ull & Spuni, sum Føroya Heimavirkisfelag gevur út FØÐINGARDAGUR Turið Kjølbro Eitt klípi í siðsøguliga varðan. Hesi orð tekur Nicolina Jensen Beder sjálv til um filmin um før- oyska siðvenju innan ull og ullarvirking, sum hon hevur verið við til at gjørt. Fyri Føroya Heimavirkis- felag, sum hátíðarhelt 15 ára stovningardagin og út- gávuna av filminum sunnu- dagin, var hetta ein stórur dagur. Mánadagin 28. mai vóru fimtan ár síðani Føroya Heimavirkisfelag varð stovnað. Dagurin varð hildin sunnudagin í Búnað- ardeplinum í Kollafirði við framsýning, heiðring og filmútgávu. Størsta løtan undir hátíðarhaldinum var uttan iva, tá ið Nicolina Jensen Beder varð heiðrað og tilnevnd heiðurslimur. - Nicolina Jensen Beder hevur verið við til at leggja lunnar undir føroyskt heimavirki í breiðastu merking. Við sínum holla kunnleika um føroyska siðvenju innan ullararbeiði og annars sum lærari innan alskyns handarbeiði hevur hon lært frá sær og vakt áhuga hjá fólki at virka dygdarlutir, segði Nigro Hermansen, formaður í Føroya Heimavirkisfelag, undir tilnevningini. Høvuðsendamálið við filminum, sum eisini er ætlaður til skúlabrúks, er at lýsa arbeiðsgongdina í ullararbeiði. Nicolina Jen- sen Beder hevur skrivað handritið og hevur leiklutin í filminum. Farið varð í holt við filmin í 1999, og Árni Conradsson og Zakaris Hammer hava framleitt filmin. Tónleikin hevur Martin Joensen gjørt og Ívar Iversen lesur. Framsýning Føroya Húsarhaldskúli, sum heldur til í Klaksvík, skipaði undir hátíðarhald- inum fyri eini framsýning av lutum, ið eru virkaðir á skúlanum, og leiðarin á skúlanum, Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá virkseminum á skúlanum. Anna Lousia Joensen greiddi frá einum víkinga- marknaði, sum verður í Havn um ólavsøkuleitið. Sjálv hevur hon virkað klæði, ið eru í tráð við tey, sum vórðu brúkt í vík- ingatíð, og hesi sýndi hon fram sunnudagin. Umleið hálvt hundrað gestir úr 12 londum eru bodnir at taka lut. Eisini fólkasløg, ið høvdu samband við víking- arnar fyri 1000 árum síðani vera við á leguni. Har ímillum handverkarar av ymiskum slagi. Endamálið við tiltakinum er at varð- veita gomul handverk og vitan á ein livandi hátt. Heimavirking í Føroyum er gomul siðvenja, men áðrenn Føroya Heimavirk- isfelag varð sett á stovn í 1986 var einki felag av slíkum slag í Føroyum. Lokal feløg vóru og eru kring landið, men grundin til at eitt umfatandi heima- virkisfelag var stovnað var, at koma upp í norður- lendskt samstarv. - Norðurlendska sam- starvið gevur okkum nógv. Vit síggja eitt nú, hvat nýtt hendir á økinum, sigur Nigro Hermansen. Føroya Heimavirkisfelag er felag fyri øll, og for- maðurin í felagnum stúrir ikki fyri, at tíðin fer frá einum felag sum hesum, ið hevur til endamáls at stuðla heimavirkisáhugaðum. - Vit eru um 300 limir og limatalið veksur støðugt. Eisini yngri fólk gerast limir. At varðveita gamlar heimavirkissiðir er umráð- andi og tað gera vit við eitt nú útgávuni av filminum og við tiltøkunum, sum vit skipa fyri. Her sipar hann til smiðj- una í gomlu Hoyvíkini, sum er endurreist. Har er ætlanin at læra fólk upp at smíðja. Somuleiðis eru tiltøkini Hendur & Hugflog og jólasølan í Badmin-ton- høllini afturvendandi tiltøk á hvørjum ári, og bæði tiltøkini eru væl vitjað. Nicolina Beder heiðrað - Tað er neyðugt at seta størri avmark- ingar fyri royking, forboð og at hækka prísin á tubbaki. Stóð tað til mín var ikki loyvt at roykja á nøkrum almennum stovni, sigur Heðin Thomsen, formaður í Fyribyrgingarráðnu m, sum fer at koma við fleiri tilmælum, ið avmarka royking í Føroyum ROYKFRÍ Turið Kjølbro Altjóða roykfríur dagur er í morgin. Upplýst verður støðugt um vandan við royking, og øll, eisini roykjarar vita, at tað er vandamikið at roykja. Kortini vísa nýggj hagtøl, at talið á føroyingum, sum roykja, minkar ikki. Heldur tvørtur ímóti. Fleiri føroy- ingar roykja. Hetta undrar ikki sørt, men formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Heðin Thomsen, hevur ikki nakra einfalda frágreiðing, hví so er. - Upplýsing einsamøll og sjálvboðin tiltøk eru ikki nóg mikið. Fólk roykja jú hóast tey vita, at tað er vandamikið. Umframt upp- lýsing er neyðugt at seta avmarkingar fyri royking og forboð, sigur Heðin Thomsen. Hetta ásannar eisini Heimsheilsustovnurin WHO. Í Kalifornia eitt nú, sum hevur heimsins strang- astu reglar viðvíkjandi royking, ber til at staðfesta, at nýtslan av tubbaki fellur og at títtleikin av lungna- krabbameini somuleiðis er minkandi. Fyribyrgingarráðið ar- beiðir við at gera tilmæli til Almanna- og heilsumála- stýrið um, hvørji tiltøk kunnu verða framd í Føroy- um. Í Danmark eru góðar royndir av roykiforboðum í skúlunum, og júst hetta ætlar Fyribyrgingarráðið at hyggja nærri at. - Vit kunnu rokna við, at Fyribyrgingarráðið fer at mæla til roykiforboð á øllum skúlum í Føroyum. Í dag er ikki loyvt at roykja í flogførum til og úr Føroyum, umborð á Strandafaraskipum, í buss- um og á einstøkum almenn- um og privatum stovnum. Á Landssjúkrahúsinum er heldur ikki loyvt at roykja, men har verður kortini roykt í forhøllini. Øll, ið skulu inn og út av størsta sjúkrahúsinum í landinum, eru noydd at ganga ígjøg- num roykfylta hølið. Har snýr tað seg um at gjøg- numføra forboðið, heldur Heðin Thomsen. - Fólk, sum roykja har, vita ikki, at tað ikki er loyvt at roykja í forhøllini. Tí skal upplýsast betri. Fólk taka forboð til eftirtektar og skilja væl, at forboð verða sett fyri royking. Tey eru ógvuliga fá, sum gerast firtin av ikki at sleppa at roykja alment, sigur Heðin Thomsen. Sjálvur heldur formað- urin í Fyribyrgingarráð- num, at størri avmarkingar áttu at verið fyri royking. - Stóð tað til mín var ikki loyvt at roykja á nøkrum almennum stovni. Prís- stýring vita vit eisini hjálpir. Tubbak í Føroyum er eftir mínum tykki ov bíligt. Ein pakki av sigarettum, sum kostar uml. 32-33 krónur, átti at kosta 50 krónur. Eg eri sann- førdur um, at so høvdu fólk aftrað seg við at keypt. - Sambært hagtølum síggja vit, at nógv ung roykja. Skúlin eigur og kundi gjørt nógv. Undir- vísing í heilsuviðurskiftum yvirhøvur átti at verið hægri raðfest, soleiðis at ungfólk læra at ansa eftir síni egnu heilsu. Fyrimynd- in hevur somuleiðis nógv at siga. Fyribyrgingarráðið sendi fyri góðum mánaði síðani Almanna- og heilsumála- stýrinum eitt tilmæli um at hækka aldurin, tá ið loyvt er at keypa sigarettir til 18 ár. Umframt heitir ráðið á stýrið um at síggja til, at tað ikki er loyvt at seta tubbaksvøru til framsýn- ingar í sølubúðum. For- maðurin í Fyribyrgingar- ráðnum veit ikki, um Almanna- og heilsumála- stýrið arbeiðir við tilmælin- um, ella um ætlanir eru um at seta avmarkingarnar í gildi. - Vit hava vónir um, at tilmælini verða tikin í álvara. Altjóða roykfríi dagurin er ein liður í eini heims- umfatandi herferð, sum WHO skipar fyri, ímóti royking. WHO hevur ásett, at 31. mai á hvørjum ári skulu serlig tiltøk verða sett í verk fyri á ein serligan hátt at gera vart við tær menniskjansligu og bú- skaparligu fylgjurnar av tubbaksnýtslu. Í hesum sambandi eggjar Fyribyrg- ingarráðið fólki til at halda heimini og arbeiðsplássini roykfrí ein dag. Tí gongur tað fyrst væl ein dag, hví so ikki fleiri dagar. Upplýsing einsamøll ikki nóg mikið - Tubbak í Føroyum er ov bíligt. Ein pakki av sigarettum átti at kosta 50 krónur. Eg eri sannførdur um, at so høvdu fólk aftrað seg við at keypt, sigur Heðin Thomsen, lækni og formaður í Fyribyrgingarráðnum Nicolina Jensen Beder varð sunnudagin tilnevnd sum heiðurslimur í Føroya Heimavirkisfelag. Her handar Nigro Hermansen, formaður í felagnum, Nicolinu heiðursbrævið Føroya Húsarhaldsskúldi sýndi undir hátíðarhaldinum fram lutir, sum eru virkaðir á skúlanum C M Y K 3 2 Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta