mikudagur 30. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 30. mai 2001
Nr. 101 - 30. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Tyrlupallurin á Stóru
Dímun skal víðkast í
summar. Arbeiðið er
boðið út, og fer helst
at taka meira enn ein
mánaða at gera, metir
Dímunarbóndin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Tyrlupallurin á Stóru Dím-
un skal víðkast sambært
teimum
krøvum,
sum
loftferðslumyndugleikarnir
seta. Arbeiðið er boðið út,
og lisitatión verður 15. juni.
Óla Jákup úr Dímun,
bóndi í Stóru Dímun, sigur,
at arbeiðið, sum nú skal
gerast, er at gera trygdarøki
rundan um sjálvan betong-
pallin, sum tyrlan lendir á.
Hann sigur, at hetta er
stórarbeiði, sum helst fer at
taka meira enn ein mánaða
at gera. Tað er rættiliga
nógv, sum skal gravast
burtur, og tað er hart tilfar,
sigur hann. Tí metir hann,
at ein stór maskina skal til
fyri at fáa grivið omanav.
Maskinan má fáast út á
Dímun við tyrlu, sigur Óla
Jákup úr Dímun. Verður tað
við teimum tyrlunum, sum
í løtuni eru i landinum, má
hon uttan iva takast sundur,
metir hann.
Dímunarbóndin sigur, at
hann fer ikki sjálvur at
bjóða upp á arbeiðið, hóast
hann gott kundi hugsað sær
tað.
Í fyrsta lagi hevur hann
onga maskinu, sum er nóg
stór til tann útgrevsturin,
sum krevst.
Í øðrum lagi, sigur hann,
metir hann arbeiðið at vera
ov seint boðið út. Tað
skuldi helst ikki verið
byrjað seinni enn í apríl,
um hann skuldi gjørt nakað
við tað. Tí sum er, er ov
nógv annað av dagliga ar-
beiðinum í oynni, tað kem-
ur at falla saman við.
Annars varð nýggjur viti
settur upp í Dímun í fjør, og
tá stroypti Óla Jákup funda-
mentið.
– Men tað var nógv
minni arbeiði enn hetta,
sigur hann. Tað var bara at
stoypa eitt lítið sindur upp í
gamla fundamentið, og so
kom tyrlan út við vitanum
og setti hann niðurá.
Byggideildin hjá Lands-
verkfrøðinginum sigur í
útbjóðingarlýsingini
í
samband við víðkanina av
tyrlupallinum, at arbeiðið í
stórum umfatar útgrevstur,
sum mettur verður til eina
2.400 rúmmetrar. Síðan
skal fyllast upp aftur og
planerast okkurt um 800
rúmmetrar. Skráar skulu
gerast rundan um, sum
mettir verða til knappar
1.400 fermetrar, umframt at
dren og kloakk, upp á
umleið hálvtannaðhundrað
metrar,
skulu
leggjast.
Eisini skulu nøkur smærri
fundament stoypast, eins og
økið skal stikast av.
Fólkafundur
Stóra Dímun er útferðar-
stað, sum verður dúgliga
vitjað. Kunningarstovan á
Sandi skipar til dømis fyri
útferðum til Dímunar, eins
og Norðlýsið í fleiri ár
hevur gjørt túrar út hagar.
Tann 17. juni verður
skipað
fyri
útferð
og
fólkafundi í Stóru Dímun.
Tað er Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag,
sum
skipar fyri, sigur Óla Jákup
úr Dímun.
Hann sigur, at enn hevur
hann ikki fingið nakra
nágreiniliga
skrá,
men
hevur tó skilt, at ætlanin er
at fáa bæði Norðlýsið og
Jóhonnu at sigla fólk út.
Ætlanin er at fáa nógv fólk
við, sigur hann.
Tiltakið verður skipað
sum ein útferð, har ein
fólkafundur
so
verður
hildin. Onkur fer ivaleyst at
halda røðu, eins og sungið
verður, væntar Dímunar-
bóndin. Og uttan iva fer
eisini onkur at taka seg
niðan á oynna, um veðrið er
til tess.
Og júst veðrið er alt-
avgerandi. Viðrar
ikki,
verður rímiligt heldur eing-
in túrur.
Um fuglin í oynni í ár,
sigur Óla Jákup úr Dímun,
at enn hevur ikki tað stóra
verið at sæð.
Lundin er lagstur, og
einki óvanligt er í, at ikki er
so nógv at síggja til hann
hesa tíðina. Men hann
metir ikki, at tað er tað
sama í ár, sum var hesa
tíðina í fjør kortini.
Lomvigin er á leið tann
sami, sum undanfarin ár,
sigur hann. Hann dugir
hvørki at síggja øking ella
minking. Og ritan er farin
at reiðrast.
So alt gongur sína van-
ligu gongd, sum árstíðin nú
er til, sigur Óla Jákup úr
Dímun, bóndi í Stóru
Dímun.
Stórarbeiði á Dímun
Hotel Atlantis í
Reykjavík liggur
stutt frá Laugardali.
Hotellið hevur 18
kømur, umframt at
níggju íbúðir eisini
hoyra til
Tann 1. juni læt Hotel
Atlantis upp á Grensas-
vegi 14 í Reykjavík.
Hotellið liggur eitt sindur
uttan fyri sjálvan mið-
býin, stutt frá Laugardali,
har góðir møguleikar eru
til eitt nú at svimja, eins
og djóragarður er í sama
øki.
Til hotellið hoyra 9
íbúðir, sum liggja ymsa-
staðni í býnum, eins og
18 kømur eru á sjálvum
hotellinum. Ætlanir eru
longu nú um at byggja út,
soleiðis at kapasiteturin
verður øktur við umleið
50%,
verður
sagt
í
tíðindaskrivi frá hotell-
inum.
Gestunum á hotellinum
stendur í boði at leiga sær
bil, sum er bílaigari enn
onnur billeiga í Reykja-
vík, verður sagt. Og
møguleikarnir fyri útferð-
um eru góðir á Suður-
nesjum og í økinum
rundan um Reykjavík
yvirhøvur.
Tað er hálvur føroying-
ur, mamman er ættað úr
Vági, sum eigur hotellið,
verður sagt í tíðindaskrivi
frá nýggja Hotel Atlantis
í Reykjavík.
ej
Nýtt hotell í Reykjavík
Fyrsta skúlastýrið við
Stranda Skúla, sum
skipað er eftir nýggju
lógini, varð valt
mánadagin
SKÚLASTýRISVAL
Til
skúlaráðsvalið
við
Stranda Skúla høvdu 174
fólk valrætt, og 107 vóru á
vali. Hesi skuldu velja trý
foreldraumboð í skúlaráð-
ið.
Sum foreldraumboð til
Stranda skúla vórðu vald:
Súni Kristiansen, Skáli,
Carolina Johansen, Strend-
ur og Kathrina G. Joensen,
Strendur.
Nýggja lógin sigur, at í
størru skúlunum skulu trý
foreldraumboð, eitt starvs-
fólkaumboð
og
tvey
kommunal umboð veljast.
Stranda Skúli hevur valt
Súsonnu
Nilssen
sum
starvsfólkaumboð,
og
Sjóvar Kommuna hevur
valt Artur Johansen og
Eivind Jacobsen at umboða
kommununa.
Nývalda
skúlastýrið
tekur við tann 1. august
2001.
ej
Skúlatýrisval á Strondum
Lomvigastovnurin tykist óbroyttur, sigur Dímunarbóndin
Mynd: Edvard Joensen
Tyrlupallurin á Stóru Dímun
skal víðkast í summar eftir
kravi frá loftferðslu-
myndugleikunum
Mynd: Edvard Joensen
Fyri stuttum setti
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður við
undirvísingarmálum,
eitt fólkaskúlaráð,
sum skal geva honum
ráð í øllum málum
um fólkaskúlan
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fólkaskúlaráðið er valt í
mars mánaði í 2001 í eitt
trý ára skeið og hevur sjey
limir. Manningin í ráðnum
er Sámal í Skorini, for-
maður, Jógvan Krosslá,
Jákup av Skarði, Elsa
Birgitta Pálsdóttir Petersen,
Jóhanna Maria Johannesen,
Kristianna á Lofti og Hanus
Joensen.
Landsstýrismaðurin
hevur gjørt greitt, at hann
ikki fer at leggja ráðnum
lag og avgera, hvat tað skal
leggja dent á í sínum
arbeiði.
Fólkaskúlaráðið
verður
av
landsstýris-
manninum spurt um ymisk
viðurskifti, sum tað síðani
skal lýsa gjølla.
Uppgávan hjá ráðnum
skal vera at meta um
gongdina í fólkaskúlanum
og menningarmøguleikar
og við støði í hesum at
ráðgeva landsstýrismann-
inum.
Eisini
skal
tað
ummæla tey mál, ið lands-
stýrismaðurin leggur fyri
ráðið.
Harumframt kann ráðið
av egnum fyritakssemi við-
gera og ummæla øll mál,
sum hava týdning fyri
fólkaskúlan. Eisini kann
tað mæla landsstýrismann-
inum til at seta í verk ymsar
menningar- og gransking-
arverkætlanir.
Nýggja fólkaskúlaráðið
er farið til verka og hevur
havt sínar fyrstu fundir.
Fólkaskúlaráðið farið til verka
Nýggja fólkaskúlaráðið, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum um fólkaskúlan. Her
avmyndað frammanfyri undirvísingar- og mentamálastýrinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Skúlastýrisvalið er
farið afturum bak, og
stýrini eru nú
mannaði. Teirra
fremsta uppgáva
verður at virka sum
ein bindiliður millum
skúlan og heimið,
heldur nývaldur
limur
SKÚLASTÝRI
Stefan í Skorin
Sambært nýggju fólka-
skúlalógini skal hvør skúli
hava eitt skúlastýri, mann-
að við foreldrum at næm-
ingum. Valið var 28. mai,
og nú er greitt, hvør skal
manna stýrini.
– Tað er av stórum týdn-
ingi, at samstarvið millum
heimið og skúlan er gott.
Eisini skulu foreldur kenna,
at tey kunnu venda sær til
skúlan, um tey hava okkurt
uppskot um, hvussu viður-
skifti av ymiskum slag
kunnu betrast, sigur Høgni
Mohr, ið varð valdur í
skúlastýrið í Tórshavnar
Kommunuskúla við 19 at-
kvøðum.
Hann leggur afturat, tað
er av alstórum týdningi, at
leiðslan á skúlanum eisini
tekur tað í álvara, sum
foreldrini hava uppá hjarta.
Høgni Mohr sigur, at
skúlastýrið skal vera við til
at økja um áhugan hjá
foreldrunum fyri skúlan-
um. Eisini leggur hann dent
á, at børnini skulu hava
áhuga í hvørjum øðrum,
fyri at alt skal ganga lættari.
– Tað er ómetaliga týdn-
ingarmikið, at foreldrini
hava áhuga í skúlanum og
eru meira við í virk-
seminum kring skúlan hjá
barninum.
Karmarnir skulu
betrast
Høgni hevur eitt ítøkiligt
hjartamál, tá talan er um
skúlan hjá hansara børnum.
Tað er at betra um karm-
arnar.
– Mítt hjartamál er at
betra munandi um teir
fysisku karmarnar á skúl-
anum. Ætlanir hava leingi
verið um at umbyggja og
gera broytingar, men tað
verður útsett nakrar ferðir.
Á tí økinum fara vit at
streingja á, sigur Høgni.
Í sama viðfangi leggur
hann afturat, at hann enn
ikki veit, hvussu hetta
stýrið fer at virka, tá
arbeiðið byrjar av álvara.
Hann
metir
tað
vera
ógvuliga týdningarmikið,
at stýrið finnur sína røttu
legu í virkseminum kring
skúlan, tí tað eru nógvir
partar, ið skulu saman-
sjóðast.
– Eg vóni, at stýrið kann
vera við til at betra um
sambandið millum skúlan
og heimið.
Stýrið skal sostatt vera
ein liður millum skúlan og
heimið, sum bindir saman
Høgni Mohr sigur, at
hann fekk áheitan frá
grannunum um at stilla
upp, tí nógv børn í skúla-
aldri eru í grannalagnum.
Hann játtaði og varð valdur
í stýrið, har hann nú skal
sita komandi trý árini.
– Hetta er ein álvarsom
uppgáva, sum eg gleði meg
at fara undir, sigur Høgni
Mohr.
Hann heldur tað sam-
stundis vera løgið, at 320
fólk meldaðu seg sum velj-
arar, men bara 162 greiddu
atkvøðu.
Skúlastýrið sum bindiliður
Skúlastýrini eru vald, og
fremsta uppgávan hjá
teimum verður at virka sum
bindiliður millum skúlan og
heimið Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4