Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 101 - 30. mai 2001 Nr. 101 - 30. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 – Nú líta vit frameftir, tí sáttmálin verður so tann sami, antin vit eru nøgd ella ónøgd, sigur Vilhelm M. Johannesen, for- maður í Føroya Arbeiðsgevarafelag ARBEIÐSFRIÐUR Áki Bertholdsen – Nú hava vit gjørt semju, so nú líta hava vit aftur reint borð. Vilhelm M. Johannesen sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til, antin hann er nøgdur, ella ó- nøgdur. – Úrslitið av sáttmálan- um verður so tað sama, antin, vit eru nøgdir ella ikki. Nú eru samráðing- arnar lidnar og kamelarnir eru svølgdir, so nú líta vit frameftir. Hann sigur, at sjálvandi eru arbeiðsgevarar ikki fegnir um at skula lata aldursviðbót omaná eina so stóra lønarhækking, sum longu lá á borðinum frammanundan. – Men vit máttu ásanna, at hetta skilaleysa og ábyrgdarleysa verkfallið var um at beina fyri alivinnuni í Føroyum, og tað kundu vit ikki standa modell til. Tí valdu vit at góðtaka semjuna og bjarga alivinnuni, sigur Vilhelm M. Johannesen. Hann sigur, at viðbótin fyri starvsaldur svarar til ein lønarvøkstur uppá 900 krónur um árið. Men arbeiðsgevararnir halda, at tað ringasta er, at framyvir fara íleggjarar og virkir at hugsa seg væl um, áðrenn teir seta virksemi á stovn í sáttmálaøki hjá Føroya Arbeiðarafelag , tí neyðuga støðufesti ikki er til staðar. – Hinvegin kann roknast við, at Klaksvíkin og Havn- in verða tikin fram um, tá ið virkisøki skal veljast, tí har eru samráðingarnar merkt- ar av einum positivum anda og skilagóðum samskifti. Sera harmiligt Vilhelm Johannesen sigur, at eitt, sum hann er sera harmur um, er, at alivinnan, varð tikin til gísla í verkfallinum. – Eg eri harmur um, at tann sera álvarsliga ILA sjúkan bleiv brúkt sum eitt amboð í verkfallinum. Tað, hann sipar til, er, at Føroya Arbeiðarafelag blokeraði fyri, at alibrúkið í Funningsfirði kundi við- gerast fyri ILA í verk- fallinum. – Eg veit ikki, hvat bretar høvdu sagt, um fakfeløg í Onglandi vóru farin í verkfall og høvdu blokerað fyri arbeiðnum at basa herviligu munn- og kleyvasóttini, so at hon slapp at breiða seg ótálmað um alt landið. Tað hevði neyvan gingið, men ILA- støðan í Føroyum kann samanberast við tað, sigur Vilhelm Johannesen. Hann viðgongur, at hetta var ein orsøk til, at Føroya Arbeiðsgevarafelagið gjørdi, hvat tað kundi, fyri at finna eina semju. – Júst støðan í Funnn- ingsfirði legði eitt stórt trýst á okkum, tí sleppur ILA at breiða seg, fer tað at fáa landsskaðiligar avleið- ingar og tað kann gerast ein vanlukka fyri samfelagið. Hann leggur tó dent á, at limirnir í Føroya Arbeiðs- gevarafelag, sum vara av alivinnuni, hava ikki lagt trýst á nevndina fyri at fáa eina semju. – Eg haldi, at partarnir vóru komnir hartil, at tíðin nú var búgvin til at fáa semju í lag . Og sum heild mugu vit siga, at semjan kom væl við. Føroya Arbeiðsgevara- felag vónar nú, at politiski myndugleikin sum skjótast skipar viðurskiftini á hes- um øki soleiðis, ongin aftur kann misbrúka eina sjúkrastøðu í alivinnuni í eini ósemju á arbeiðsmark- naðinum og sostatt hótta alt vinnugrundarlagið í framtíðini. – Eg fari ikki at siga, at verkfalsrætturin skal takast frá fólki, men verkfallini eiga at verða vend ímóti teimum røttu, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag SEMJA Áki Bertholdsen – Nú má tíðin vera farin frá hesum primitivu verkføll- unum. Vilhelm Johannesen, at nú vit eru farin í eina nýggja øld, má tíðin eisini vera komin til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja á annan bógv. – Eitt er at fara í verkfall. Men at róta í viðførinum hjá vanligum fólki og at forða fyri, at landsskaðilig fiskasjúka verður niður- bard, tað er at fara ov langt. Hann heldur, at nú má tíðin vera komin til ný- mótans samráðingartaktikk og -teknikk. – Tað krevur álit millum partarnar og ein skilagott samskifti. Og tað krevur at allir partar vísa samfelags- sinni og síggja støðuna í einum størri samfelags- ligum samanhangi. Rakst- rarróp og blokadur eru ikki vegurin fram tí í dagsins samfelag byggja arbeiðs- fólk og arbeiðsgevarar sína vælferð á eina framleiðslu, sum báðir partar í felag varða av og ongin fær nak- að við sær. – Eg fari ikki at siga, at verkfalsrætturin skal takast frá fólki. Men verkfall mugu vendast ímóti teim- um røttu og ikki ímóti øðrum. Sama løn fyri sama arbeiði Arbeiðsgevarar hava hildið fast um, at vit skulu hava somu løn fyri sama arbeiði um alt landið. Fara tit nú eisini at lata limirnar í Havnar Arbeiðsmannafe- lag, og feløgunum í Klaks- vík, fáa somu aldursviðbót, sum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu- felag, fáa? Tað vil hann ikki svara beinleiðis uppá. Men hann sigur: – Tað er framvegis ein meginregla, sum vit halda fast um. Og tað meginregl- una fara vit at gera, hvat vit kunnu, fyri at halda. Hetta er eitt mál, sum verður tikið upp nú og tað kann ikki útihýsast, at aldursviðbótin verður sett í verk allastaðni, tí vit vilja hava, at lønin er tann sama, bæði í bygd og í bý. Rótin til ruðulleikan Vilhelm M. Johannesen heldur annnars, at hetta verkfallið var óneyðugt. – Vit vóru komin so langt, áðrenn tað slitnaði, at tað var óneyðugt. Vit kundu havt rokkið einum úrsliti, uttan at hendanstøðan skuldi komaí. Og tað liggur fast, at í Klaksvík hava fólk í fiskaarbeiði forvunnið upp í 14.000 krónur hesar dagarnar með- an verfallið var. Men hann heldur, at helst eru óskipaðu viðurskiftini millum arbeiðarafeløgini í Føroyum eisini ein rótin til ruðuleikan á arbeiðsmarkn- aðinum. – Fyri arbeiðsgevarar hevði tað verið ein stórur fyrimunir um arbeiðara- feløgini høvdu klárað at semjast um eitt felags samráðingarupplegg næstu ferð. Tí so sleppur Føroya- land kanska undan einum nýggjum, skilaleysum verkfalli orsakað av innan- hýsis klandri millum arbeiðarafeløgini, siga arbeiðsgevararnir. Aftaná Verkfallið: Nú er reint borð Tíðin farin frá primitivum verkføllum –Semjan kom væl við, men eg eri ógvuliga harmur um, at alivinnan varð tikin til gísla í verkfallinum, sigur Vilhelm M. Jonannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Myndina tók Jens Kr. vang undir samráðingunum á Hafnia mánamorgunin – Tað er ikki ómøguligt, at limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag, og í feløgunum í Klaksvík, fara at fáa somu aldursviðbót, sum hini fáa, sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men hann lovar onki. Myndina tók Jens kr. Vang av samráðingunum á Hafnia mánanáttina Framferðin hjá Tór- bjørn Jacobsen verð- ur í løtuni vigað av løgmanni. Anfinn Kallsberg umhugsar enn, hvørjar avleið- ingar tað skal fáa at kalla landsgrann- skoðaran gemenan bókhaldara frá tingsins røðarapalli. Men ósemjuna við vestmenningar vil hann ikki viðgera enn SØMILIGHEIT John Johannessen – Tað er rætt, at Tórbjørn Jacobsen er ein litríkur maður, og at handligar hansara ofta eru ógvusligar. Men áðrenn eg kann blanda meg uppí, mugu vit gera okkum greitt, hvat niður- støðan av slíkum skal vera. Hetta sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, sum í løt- uni situr og umhugsar, um tað skal fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann frá tingsins røðarapalli hevur skírt Landsgrann- skoðan at vera gemenan. Tað var annars um repp- ið, at Tórbjørn Jacobsen misti landsstýrissessin, tá hann alment skírdi løg- mann at vera ein danskan leigusvein, sum hevði fleiri lík í lastini. – Uppsagnarbrævið var skrivað og lá klárt, sigur Anfinn Kallsberg, men vísir síðani á, at lands- stýrismaðurin bað um um- bering, og tí slapp at verða sitandi. Tórbjørn Jacobsen fekk tá at vita frá Tjóðveldis- flokkinum, at traðkaði hann soleiðis við síðuna av eina- ferð afturat, misti hann landsstýrissessin. Nógv rok Kortini hava verið onnur dømi, har landsstýrismað- urin hevur borið seg heldur ógvusliga at. Hann hevur skírt Landsgrannskoðaran at vera ein »gemenan bók- haldara«, skúlaleiðsluna í Vestmanna at vera ódugna- liga og hava politisk motiv, og feskasta dømið er, at hann hevur tveitt annan av varaskúlastjórunum í Vest- manna á dyr, tí hon kom at siga eitt danskt orð. Løgmaður leggur afturat, at tað helst eisini kann arga fólk, at landsstýrismaðurin førir seg fram við beinun- um uppi á borðinum, og at hann hevur eina stóra plakat av Che Guevara hangandi á vegginum. – Men vit mugu gera okkum greitt, hvat niður- støðan av slíkum atburði skal vera. Vit vita, at lands- stýrismenn fyrr hava um- boðað landið fullir, uttan at hetta hevur fingið avleið- ingar. Tí mugu vit brúka tíð uppá at viðgera taksering- ina av revsigini av, áðrenn vit taka eina avgerð og skapa fordømi, sigur løgmaður. Skal vera fólkaligur Løgmaður vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til pástandin um, at Tórbjørn Jacobsen skal hava tveitt annan av varaskúlastjór- unum í Vestmanna út av fundi, tí hon segði eitt danskt orð. – Eg vil hoyra hetta aðrastaðni frá, enn frá einum blaðmanni, áðrenn eg geri viðmerkingar til hetta málið, sigur løgmað- ur. Anfinn Kallsberg ger tó greitt, at ein landsstýris- maður sjálvsagt skal vera fólkaligur, og at hann sjálvur hevur upplivað Tórbjørn. – Men vit mugu eisini síggja málið út frá aktuellu støðuni. Hava fólkini úr Vestmanna sjálv lagt upp til balladu á fundinum, so er málið beinan vegin ørðvísi, enn tit leggja tað út, sigur løgmaður. Føroyingar mugu hava rætt at avgera sína egnu framtíð. Hetta halda níggju norskir felagsskapir, sum fyrradagin handaðu Stórting- inum eina áheitan, um at stuðla føroyska fullveldisynskinum FULLVELDI John Johannessen Danmark hevur dikterað møguleikarnar fyri sjálv- stýri, og vil tí ikki geva føroyingum sjálvum nakað hóskandi val. Hetta halda teir nýggju norsku felagsskapirnir, sum hava handað Einari Steens- næs, formanni í Stór- tingsins uttanlandsnevnd, eina áheitan, um at stuðla føroyingum í sjálvstýris- strembanini. Norsku felagsskapirnir staðfesta, at føroyingar mugu fáa rætt til at avgera sína egnu framtíð. Og tískil heita felagsskapirnir á Stórtingið um at stuðla føroyska fólkinum. – Nú hevur danska Fólkatingið samtykt, at samráðingar ikki skulu vera aftur við føroyingar, so leingi føroyingar vilja út úr ríkisfelagsskapinum. Hetta mugu norskir myndugleik- ar vísa frá sær, segði Astrid Sverresotter Dypvik, leið- ari av Norsk Målungdom, tá áheitanin varð handað. Gera einki Stórtingið fer kortini ikki at blanda seg uppí viður- skiftini millum Føroyar og Danmark. Einar Steensnæs, for- maður fyri Stórtingsins uttanlandsnevnd, gjørdi greitt, at tað sjálvsagt eru føroyingar sjálvir, ið skulu avgera sína egnu framtíð. Men samstundis segði hann, at uttanlandsnevndin ikki ynskir at blanda seg í innanhýsis viðurskifti í Danmark. Hann lovaði at leggja áheitanina fyri nevndina og segði, at hann fylgdi málinum við áhuga. Blaðstjórin Audun Skjervøy, sum er ein av stigtakarunum, var ikki nøgdur við viðmerking- arnar frá Einar Steensnæs. – Eg haldi, at Stórtingið má vera greitt í síni talu. Tað er bæði ein moralsk og søgulig skylda at venda eyguni vestureftir, segði hann. Stigtakararnir til áheit- anina vóru mentanaravísin Dag og Tid og felagsskap- urin Norsk Målungdom. Harafturat stuðlaðu Noregs Ungdomslag, Senterpartiet, Rød Ungdom, Senterung- dommen, Noregs Mållag, Norsk-Færøysk lag, tíðar- ritið Syn og Segn, Bul Oslo og Vestmannalaget áheitan- ini. Tað ber framvegis ikki til at fáa við- merkigar frá Tjóð- veldisflokkinum til atburðin hjá Tór- bjørn Jacobsen móti Vestmanna skúla SØMILIGHEIT John Johannessen Tað hevur ikki borið til at fáa fatur á leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum síðani tíðindini um, at Tórbjørn Jacobsen tveitti annan av vara- skúlastjórunum í Vest- manna út av fundi í Mentamálastýrinum, tí hon kom at siga eitt danskt orð. Sosialurin sendi Høgna Hoydal, for- manni Tjóðveldisflok- sins, avrit av greinini um atburðin hjá lands- stýrismanninum, áðrenn hon fór í blaðið, og avtalaði, at hann skuldi gera viðmerkingar, tá hann hevði lisið hana. Men grein fór gjøg- num teldupostin, hava boðini frá skrivara hans- ara verið, at Høgni Hoy- dal ikki má órógvast. Heldur ikki hevur borið til at fáa fatur á honum umvegis fartelefonina ella teldupostin. Eisini hava vit roynt at fáa viðmerkingar frá Tórbjørn Jacobsen sjálvum, men heldur ikki hann hevur havt stundir at gera viðmerk- ingar til málið. FÓLKASKÚLIN John Johannessen Lærararnir í Vágs skúla stuðla lærarunum í Vest- manna skúla í stríðnum um fleiri tímar. Hetta boðar lærara- ráðsformaðurin í Vági, Sølvi Andreassen, frá í tíðindaskrivi í dag. Lærararáðið í Vági kallar stríðið hjá vest- menningum eitt mót- mæli móti høpisleysu framferð fólkaskúla- deild Mentamálastýri- sins viðvíkjandi tíma- býtinum til skúlarnar. – Tað ber ikki til at oysa uppgávur inn í skúlarnar, uttan játtanir fylgja við, ger lærara- ráðið í Vági greitt. Løgmaður vigar framferðina Tøgn í Tjóðveldis- flokkinum Vágbingar stuðla Vestmanna skúla Norðmenn ynskja føroyskt fullveldi Løgmaður situr í løtuni og vigar, um tað skal fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen at kalla Landsgrannskoðaran gemenan bókhaldara frá tingsins røðarapalli. Men hann vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til atburðin í ørðum viðurskiftum C M Y K 7 6