Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 3 - 4. januar 2008 tíðindi - Tað er sera hugaligt at verða vígdur og innsettur sunnudagin júst her í Kvívík, sigur 31 ára gamli Theodor E. D. Olsen. Eftir at hava lisið til prest tey seinastu árini, er dagurin nú komin at lata seg í nýggju arbeiðsklæði síni: Prestakjólan og kragan Prestainnsetan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: Tann 104 ára gamla kirkjan í Kvívík verður sunnudagin karmur um hesa heilt serligu hátíðarløt­ una. Við hesa gudstænastuna verður nevniliga tann 31 ára gamli Theodor fyrst prestvígdur og síðani inn­ settur sum sóknarprestur í Norðstreymoyar presta­ gjaldi. Hetta verður ein stór løta fyri tann nýggja prestin, sum nú sleppur til verka. Men løtan gerst ikki minni av tí, at ætt hansara er úr Kvívík. ­ Abbi mín hevði telefon­ støðina í bygdini, og pápi mín var eisini ættaður hið­ ani. Og sjálvur havi eg mangan verið her sum smá­ drongur. ­ Jú, hetta verður heilt vist ein serstakur dagur fyri meg, sigur Theodor stillis­ liga. Mikudagin var hann á vitjan í prestagarðinum í Kvívík, har hann millum annað varð settur inn í tey meiri administrativu viður­ skiftini í starvinum. Í gjár var hann til samtalu við Jógvan Fríðriksson biskup, og sunnudagin verður tann stóri dagurin. Theodor er settur sum av­ loysari fyri sóknarprestin Marjun Bæk, sum fer í far­ loyvi hesa tíðina. Theodor flytur samstundis inn í prestagarðin á Kirkjuteigi at búgva. Hugtikin av gudstænastuni At Theodor nú verður vígd­ ur og síðani innsettur sum prestur undir somu gudstæn­ astu, er ein gamal dreymur sum umsíðir gerst veru­ leiki. Hann hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn, men áðrenn hann kom so langt, hevði hann sum barn gingið í skúla í Sankta Frans skúla í Havn. Her fekk hann eitt gott innlit í, hvussu tann katólski heimurin er skipaður og somuleiðis hvussu fólka­ kirkjan er skipað. Hann hevur tó ikki, sum kanska onkur annar, spælt prestur tá hann var barn. ­ Men eg havi altíð verið hugtikin av gudstænastuni, slær hann fast. Hetta var eisini ein týð­ andi orsøk til at hann fór at lesa gudfrøði við ynskinum um einaferð at gerast prest­ ur í fólkakirkjuni. Nú er dagurin so upprunn­ in, og sunnudagin verður hátíðargudstænasta í bygd­ ini haðani ætt hansara stav­ ar. Hetta er samstundis fyrstu ferð at ein prestur verður vígdur og innsettur í Kvívíkar kirkju. Samstarva við øll Tað var upprunaliga fráfarni biskupurin, Hans J. Joensen sum spurdi seg fyri hjá Theodori, um hann var hug­ aður at loysa Marjun av eitt skifti. Í samráði við kirkjuráðini í økinum og nýggja biskup­ in, Jógvan Fríðriksson varð avgjørt at seta hann sum av­ loysara í Kvívík teir næstu tríggjar mánaðirnar, meðan Marjun fer í farloyvi. Hesa stuttu tíðina skal Theodor røkja allar tær skyldurnar sum ein sóknar­ prestur eigur at røkja í øki­ num, og skal haraftrat ar­ beiða saman við hinum prestunum í Norðurstreym­ oy – Ingu Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Christensen í Hvalvík. Theodor er opin av lyndi, og fer ikki at hava trupult við at samstarva við prestar og onnur fólk innan kirkj­ una. ­ Nei, eg kann samstarva við øll í kirkjuni – eisini við uppafturgift og kvinnuligar prestar, slær hann fast. Strævin byrjan Nú hann verður vígdur og innsettur er hann greiður um, at tríggir mánaðir ikki er long tíð at virka sum av­ loysaraprestur í eini sókn. ­ Eg fari í øllum førum at gera mítt besta, soleiðis at alt verður í sama standi sum nú, ið eg fari í hetta starv­ ið. ­ Hetta var eitt so spenn­ Gudstænastan hevur altíð hugtikið meg Nógv er at seta seg inn í hjá nýggja prestinum. Her fær hann innføring í arbeiðið av Marjuni Bæk, sum hann skal loysa av teir næstu tríggjar mánaðirnar