Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2008 27 tíðindi andi tilboð, at eg kundi simpelthen ikki siga nei til tað, sigur Theodor við ein­ um brosi. Hóast hann bert verður í hesum starvinum fram til 1. apríl, fær hann úr at gera. Umframt tær vanligu guds­ tænasturnar, nærkast tann næsta stóra kristna høgtíðin. Páskadagur er longu hin 23. mars. ­ Jú, her verður nóg mikið at gera fram móti páskum, tí eg komi at hava bæði føstugudstænastur og fleiri gudstænastur á páskum. ­ Men at tað verður nógv at gera beinanvegin, er í fín­ asta lagi, leggur hann aftrat. Hoyvík og Vestre Fængsel Sum sóknarprestur fer Theodor at hava nógv ym­ isk kirkjulig viðurskifti at røkja, millum annað at føra kirkjubøkurnar, umframt tær føstu tænasturnar í kirkj­ uni. Ein onnur av teimum stóru uppgávunum hjá presti er at fyrireika og halda prædikur sínar. Hvat hetta inniber, veit Theodor longu nakað um. Hann hevur nevniliga roynt at prædika á tveimum rættiliga ymiskum støðum: Nýggju kirkjuni í Hoyvík á jólum og í Vestre Fængsel í Keypmannahavn stutt frammanundan. Á jólum er høvuðsboð­ skapurin at Gud gjørdist menniskja, tá Jesus varð føddur til jarðar. Hetta er ein gleðiligur boðskapur og er tí helst lættari at bera fram. Men tað var ein annar tekstur og ein munandi øðr­ vísi boðskapur og ein heilt onnur “kirkja” at skula præ­ dika í fyri fangunum í Vestre Fængsel. ­ Teksturin til henda dagin úr Matteus kapittul 25 var um heimsins dóm. Her verður eisini nevnt um tað at sita í fangahúsi og at fólk koma at finna teg, ella tey als ikki komu hagar. ­ So tú skilir, at skula fyrireika meg til hesa serligu prædikuna var ein serstøk avbjóðing, sigur Theodor. Boðskapurin fer ikki av móta - Tað er altíð ein avbjóðing hjá okkum at tosa út frá einum teksti, sum fólk kenna út og inn. Kunsturin er at finna okkurt nýtt element og síðani draga tað fram, sigur nýggi presturin í Kvívík Prestur Snorri Brend Til sunnu- og halgidagarnar í kirkjuárinum eru fastir tekstir at prædika út frá. Summir tekstir eru rættiliga stuttir, meðan aðrir eru longri og hava ymisk evni ella point at tosa út frá. Sjálvur dámar nýggja prestinum best at tosa út frá tí, sum teksturin sjálvur leggur upp til og síðani draga gerandisdagin hjá fólki og nútíðina inn í prædikuna. - Hinvegin so er tað ein veruleiki, at boðskapurin í Nýggja Testamenti er altíð aktuellur. Hesin boðskapurin fer ongatíð av móta!, sigur Theodor. Hann er fult greiður um, at hann sum prestur altíð eigur at leggja seg eftir at tosa bæði týðiliga og greitt, soleiðis at kirkjufólkið skilir hvat tað er hann ynskir at siga. - Ja, skilja tey ikki mítt mál og mín boðskap, so er tað mítt problem – ikki teirra. Uppgávan verður tí at formidla boðskapin soleiðis, at hann kann skiljast av menniskjum í dag, slær hann fast. Umframt at hava lisið gudfrøði hevur Theodor millum annað starvast sum blaðmaður á Sosialinum. Hann veit tí nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa sín boðskap fram. - Tann stóri kunsturin hjá okkum sum bera Orðið fram er ikki at undirmeta, men heldur ikki at yvirmeta tey ið lýða á. - Tá er nevniliga vandi fyri, at koma fólk í kirkju og hoyra nakað sum tey ikki fata, so koma tey kanska slett ikki aftur ella fara aðrar staðir! ” ” ” Tann stóri kunsturin hjá okkum sum bera Orðið fram er ikki at undirmeta, men heldur ikki at yvirmeta tey ið lýða á. (Theodor E. D. Olsen, avloysaraprestur í Kvívík) Tað er ein veruleiki, at boðskapurin í Nýggja Testamenti er altíð aktuellur. Hesin boðskapurin fer ongatíð av móta (Theodor E. D. Olsen, avloysaraprestur í Kvívík) eg kann samstarva við øll í kirkjuni – eisini við uppafturgift og kvinnuligar prestar (Theodor E. D. Olsen, avloysaraprestur í Kvívík) - Eg kann ikki peika á nakran ávísan tekst sum mær dámar best. Uppgáva okkara er at formidla boðskapin, soleiðis at fólk skilja hann, sigur Theodor, sum her er avmyndaður í Kvívíkar kirkju Ein góð áminning sum er fest á veggin frammanfyri speglið, áðrenn hvørja gudstænastu – prestur er eisini eitt Guds barn