fríggjadagur 4. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 3 - 4. januar 2008
at bera tað merkið, sum
eyðkennir verkið, ið varðveitir
Føroyar mítt land
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Kri
st
ia
nn
a
M
ic
h
e
l
s
e
n
Navn: Kristianna Michelsen
Aldur: 57 ár.
Bústaður: Argir
Starv: Sjúkrarøktarfrøðingur
Familja: Gift við Ebba Michelsen av
Tvøroyri, vit eiga 6 vaksin børn
Valevni hjá Miðflokkinum
Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík. Aftan á lokna skúla
gongd starvaðist eg nakrar mánaðir í fiski og handli og
á sumri í 1968 fór eg á Klaksvíkar sjúkrahús í starv sum
gongsgenta. Í 1969 fór eg til Havnar at læra til sjúkrasyst
ir. Varð liðug at læra í 1973 og starvaðist síðan fyrstu
árini fast, síðani meðan børnini vóru smá, leyst á nærum
øllum deildum á LS.
Frá 1990 havi eg starvast á røktarheiminum Lágargarður
í Havn.
Heilsu og almannamál liggja mínum hjarta nærmast.
Bæði at brúkarin, men eisini røktarstarvsfólk fáa góðar
og virðiligar umstøður at virka undir. At røktartyngd og
fíggjarjáttan fylgjast at. At tað verður hugsa um vaksandi
troti á arbeiðsmegi á røktarøkinum, sum í londunum
rundan um okkum er vorðið ein stórur trupuleiki. At
sjúkrarøktarfrøðiskúlin fær møguleika at taka lesandi
inn tvær ferðir um árið. At lønin hjá røktarstarvsfólki
verður hækka, heldur enn at vit keypa okkum kostnað
armikla vikarhjálp uttan í frá, sum er vorðið vanligt
rundan um okkum og sum eisini í ein mun longu verður
gjørt brúk av her á landi.
Eg stuðli og stilli upp fyri Miðflokkinum, fyrst og fremst
tí hann klárt sigur frá, at hann byggir á kristnu lívsáskoð
anina og hevur ein greiðan etiskan málsetning.
At Miðflokkurin hevur eina sunna stevnuskrá, serstakliga
innan vinnulívið, har flokkurin ásannar hvussu alneyðugt
tað er at vinnan hevur góðar karmar at virka undir og at
nýggjar vinnur til útflutnings vinna frama, so at arbeiðið
kann verða til allar hendur, tann sociali tørvurin nøktast
og at vit kunna hava ein sjávberandi búskap her á lan
di.
Øllum Føroya fólki verður ynskt gott nýggjár og Guðs
ríku signing í komandi árið.
Miðflokkurin hevur lagt fram
sína valskrá til valið.
Hon finst á heimasíðuni
www.midflokkurin.fo
Val av limum til UMBOÐSRÁÐIÐ fyri
OGNARFELAG TRYGGINGARTAKARANNA
• Í februar mánaði ár 2008 skulu 11 limir veljast til Umboðsráðið fyri
Ognarfelag Tryggingartakaranna. Valið er galdandi í fýra ár.
Limir, ið ynskja at verða uppstillaðir til val sum umboðsfólk, skulu boða
frá hesum skrivliga til høvuðsskrivstovuna innan 1. februar 2008.
Fráboðanin skal vera undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eru
limir í felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni, og
tað kann bert vera eitt valevni á hvørjum lista.
Núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk í felagnum og teirra
hjúnarfelagar ella sambúgvar kunnu ikki veljast sum umboðsfólk.
Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv í ella arbeiða
fyri virki, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.
• Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F eru limir í
felagnum.
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt felag við avmarkaðari ábyrgd,
hvørs endamál millum annað er, beinleiðis ella gjøgnum annað felag, at
eiga partapening í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F og øðrum feløgum og
annað íløguvirksemi.
Limirnir velja umboðsfólk at umboða atkvøðurætt limanna á aðalfundi.
Í Umboðsráðnum eru 23 fólk vald av og millum limirnar í felagnum. Val er
annaðhvørt ár (líka árstal) og er galdandi í fýra ár, soleiðis at ávikavíst
11 og 12 av limunum fara frá á hvørjum vali.
Viðtøkurnar fyri felagið lýsa nærri, hvussu val fer fram og virki felagsins
annars. Viðtøkurnar eru at fáa á høvuðsskrivstovuni ella á heimasíðuni
www.trygging.fo.
Tórshavn, 3. januar 2008
Ognarfelag Tryggingartakaranna
Stjórnin
Kongabrúgvin · Postboks 329 · FO-110 Tórshavn
Tel 345600 · Fax 345601 · tf@trygging.fo · www.trygging.fo
www.sansir.fo
Húsasøla frá Spanien
www.suninvestmentsl.com
Linda Ros · Tel 0034 646 930 757
veitst tú ikki tað?