Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Nr. 3 - 4. januar 2008 15 Tað er við stórum áhuga, at undirritaði hevur fylgt við orðaskiftinum, ið hevur verið viðv. Sandoyar­ tunnlinum síðstu tíðina. Summi fyri og onnur ímóti. Fyri okkum, ið hava eitt ella annað tilknýti til oynna, er at fegnast um, at hann loksins varð samtyktur av Tinginum. Sjálvandi vita vit, at her verður tosað um nógvan pening, ið skal nýtast til verkætlanina, men sum heild kemur hesin tunnil at gerast eitt sera stórt aktiv fyri Føroyar – ikki minst fyri sunnarapartin av landinum. Tað má væl vera endamálið at knýta so nógv av landinum saman sum gjørligt ­ við einum vegasambandi – har tað er gjørligt og forsvarligt. At Sandoyggin nú stendur fyri tørni er púra rætt og síðani eigur at verða hugt longur suður. Í longdini koma hesar báðar stóru verk­ ætlanirnar at verða til stóra gleði fyri land og fólk. Ikki minst fyri trivnaðin á hesum oyggjum. Um 15 ár so skal ein nýggjur Teisti byggjast – og uttan iva verður hann dubult so stórur sum hesin er – og kemur sostatt eisini at kosta tað tilsvarandi. Hyggja vit longur suður, so skal eisini ein nýggjur Smyril gerast fyri nógvar hundraðtals miljónir – og uttan iva eisini væl størri enn tann Smyril, ið vit kenna ídag. Eitt sum hevur undrað meg sera nógv, er tá eg hugsi um brúnna um streymin – hvussu tað kundi bera til, at tað skuldu ganga yvir 1000 ár áðrenn vit funnu útav at gera eina brúgv millum Streymoynna og Eysturoynna. Teinurin er sera stuttur. Vit vita, at rómverjar bygdu nógvar brýr fyri 2000 árum síðani. Nógv hevur verið tosað aftur og framm viðv. Visjón 2015 – og eiga vit sjálvandi at leggja ætlanir fyri landsins framtíð. Men leggja vit ætlanir, so mugu vit eisini leggja ætlanir, ið fevna øllum landinum. Spell er bert, at politik­ arar, so seint finna út av at seta pening av til framtíðar verkætlanir – eisini tær heilt stóru og dýru. Skulu vit framhald­ andi útbyggja hetta land á skipaðan hátt, so mugu vit raðfesta og seta pening av í grunnar til hesi endamál. Sandoyartunnilin og Visjón 2015 Okkara skattaskipan hevur til fyri 4 árum síðani verið sosialt innrættað. Tær hægstu inntøkurnar hava verið hart skattaðar til fyrimuns fyri tær lægstu inntøkurnar. Hetta hevur uppihildið eini ávísari javnvág millum fólk, og hevur hildið gjónni millum hálønt og láglønt í skák. Men so komu "skattar­ eformatorarnir" á vøllin og tóku grundarlagið undan hesi sunnu skipan. Úrslitið er, at tey við vanligari arbeiðsmannainntøku standa spyrjandi og hava trupult við at fáa gerandis­ dagin at ganga upp, meðan tey við hægri inntøkunum hava enn meiri eftir til egna nýtslu. Hví er alt so dýrt? Dagliga fílast fólk á, at alt er vorðið so dýrt. Svarið er ikki bara, at kornprísirnir á heimsmarknaðinum eru farnir upp. Svarið er eisini at finna á heimavølli. Veru­ leikin er, at umleggingin av skattastiganum saman við størri inngjaldi í arbeiðsma rknaðareftirlønargrunnin er við til at trýsta prísirnar upp. Og tá prísirnir fara upp, fer mvg­avgjaldið eisini upp. Verandi lands­ stýrismaður í fíggjarmálum hevur kallað mvg­avgjaldið fyri "degressivan" skatt. Degressivur skattur snýr seg um, at øll skulu gjalda sama krónutal í skatti, uttan mun til inntøku. Mvg'ið av einum breyði er tað sama fyri øll, uttan mun til inntøku. So tá prísirnir á neyðsynjar­ vørum sum breyði og smøri fara upp, so bløða tey lágløntu mest. Og júst tað er hent. Tá samgongan áleggur handilsmanninum at gjalda meiri inn í sam­ haldsfasta og barnsburðar­ grunnin, má hann hækka prísirnar fyri at hava tað sama eftir. Og tá prísurin hækkar, fer mvg'ið sama veg. Sostatt hevur førdi politikkurin havt ta bein­ leiðis avleiðing, at verka­ fólkið nú skal gjalda meiri í mvg til landskassan enn áður. Og hetta sæst aftur í landskassaroknskapinum. Fyri fyrstu ferð er lands­ kassainntøkan av mvg hægri enn av skatti. Mynd­ in er koppað. Nú verður landshúsarhaldið í størri mun fíggjað við mvg enn við skatti. Og hetta rakar verkafólkið í ólukkumát. TÍ ER ALT SO DÝRT. Skal mvg'ið lækka Fyri 4 árum síðani kostaði eitt rugbreyð 15 krónur. Av hesum fekk landskassin 3 krónur í mvg­avgjaldi. Í dag kostar eitt breyð 28 kr. Av hesum fær landskass­ in kr. 5,60. Sostatt hevur landið eina eykainntøku av prísvøkstrinum. Hvør bløðir harðast av hesum? Sjálvandi tey við lægstu lønunum. Hetta er tíverri støðan á marknaðinum sum heild. Trot á arbeiðs­ megi, økt almenn gjøld og annað eru orsøkir til, at flest allar vørur eru vorðnar dýrari. Lands­ kassin fær av hesum eykainntøkur, sum ikki hava verið ætlaðar. Tíðin er helst komin til at lækka mvg­avgjaldið á øllum vørum ella á útvaldum vørum. Hesum vil Miðflokkurin virka fyri í komandi valskeiði. Samgongan okrar láglønt Nú landstingið í Grønlandi hevur avgjørt at grønlend­ ingar skulu siga sína hugs­ an um ríkisrættarligu støð­ una hjá teimum, fari eg at mæla til at føroyingar fara at arbeiða miðvíst við tí sama. Vit verða noydd at ásanna, at vit eru ikki leys av ríkisfelagskapinum fyrr enn vit hava loyst okkum fíggjarliga, og skulu vit verðuliga, uttan at tann fíggjarliga støðan ávirkar, á val um ríkisrættarligu støðu Føroya, so mugu vit fyrst loysa tað bandið, sum bindir okkum og ríkisfelagskapin. Hettar kann gerast við eini búskapasemju sum helst allir flokkar á tingið kundu tikið undur við. Fólkaflokkurin mælir til eina búskaparsemju sum sigur at fyri hvørja krónu vit gera okkum meira fíggjarliga óheft av ríkis­ felagskapinum, ja so nýta vit eina krónu uppá størri vælferð í landinum. Hesa semju og tað at vit arbeiða fyri at blíva óheft av ríkisfelagskapinum, vil eg á tingið arbeiða fyri. Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Gott val Í Føroyum skulu føroyingar ráða 19. januar skulu 171 val­ evni upp á skafottið, 33 koma heilskapað niðurav aftur. Persónliga hevur undirritaði einki ímóti um tey, sum tóku undir við Føroyum, sum eitt val­ dømi, hoyra súsið frá guillotinini. Nógv hevur verið tosað um Føroyar sum eitt val­ dømi. Gongdin gjørd­ ist,sum fleiri høvdu roknað við, ongar greiðar viðtøkur um , hvussu fram skal farast. Tvørturímóti bendir nógv á, at fleiri nú hava fingið kaldar føtur. Ein av mongu broyting­ unum eru stillararnir. Fyri nógvar hevur hetta verið ein heiður, at verið stillari fyri sín flokk. Í fleiri førum hevur hetta gingið í arv, og ikki sørt av hátíðardámi var, tá formenninir fyri valfeløgini fóru runt og bóðu um undirskriftina. Álitið avspeglaðist sjálvandi, at viðkomandi persónar føldu tað sum sína skyldu at stuðla sínum flokki, ella valevni, og her sveik álitið ikki. Hetta er søga í dag. Teir 10­15 stillararnir úr hvørj­ um valdømi eru nú blivnir 10­15 um alt landið. Tí er mín spurningur: Hava tit fingið nýggjárs­ heilsan frá teimum, sum tóku undir við Føroyum, sum eitt valdømi? um ikki, so skal eg geva tykkum hana fyri trúgva tænastu ímóti flokkinum. Hava stillararnir fingið nýggjársheilsan? Lógin um almanna­ pensjónir verður broytt so at fólka­ og fyritíðar­ pensionistar kunnu fáa meiri burturúr lønarvinnu. hetta verður gjørt við at hækka upphæddina, sum loyvt er at forvinna skatta­ frítt oman á pensiónina. Eisini verður mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku minkað munandi. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða. Altjóða sáttmáli um rættindi hjá fólki við breki verður settur í gildi fyri Føroyar. Virkast skal miðvíst við proaktivum tiltøkum til at skapa betri arbeiðs­ og inntøkumøgu­ leikar fyri fólk við skerdum førleika. Eyka barnastuðul skal veitast støkum uppihald­ arum, so hesir ikki rýma av landinum. Fólkið í landinum er virðismesta tilfeingi okk­ ara, og tí er sera umráð­ andi, at øll hava góðar møguleikar at fáa góða útbúgving. Meginreglan má vera, at játtanir til útbúgving fylgja næming­ inum og ikki skúlanum. Útbúgvingin í fólka­ skúlanum skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan. Hvør skúli skal hava meiri frælsi til at leggja virksemið til rættis innan egnan fíggjarkarm, sum inntøka frá næminga­ tilgongd gevur møguleika fyri. Játtanin skal tí fylgja barninum. Virkast skal fyri, at øll kunnu fara í forskúla. Miðnáms­ og framhalds­ útbúgvingar skulu lagast til føroyska vinnu­ og tænastu­ tørvin – og verða góðkend­ ar uttanlands. Læraraút­ búgvingin verður umskipa til lesnað á lærdum háskúla. Hesum vil fólkaflokkurin eisini arbeiða fyri. Brúk fyri øllum Valevni Miðfloksins/ listi H Fríðtór Debes Val Sambandsflokkurin eivin Jacobsen Val Valevni Fólkaflokksins Hans norðFoss Val løgtingsmaður fyri Miðflokkin bill Justinussen Val Fólkaflokkurin ólavur Hansen Val viðmerkingar