Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2008 35 Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskapar­ flokkur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu gjalda har sum vit valda. Fólkaflokkurin vil virka fyri eini breiðari politiskari semju um, at Føroyar verða fíggjarliga sjálvbjargnar í seinasta lagi 2015. Okkara ungdómur skal eftir lokna útbúgving uttan­ lands hava hug at koma aftur til Føroya. Her skulu vera eins góð tilboð sum í okkara grannalondum á arbeiðsmarknaðinum og á almennum tænastum. Fólkaflokkurin virkar fyri einum sjálvberandi búðskapi, har vinnur av ymsum slagi geva avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørv­ ið verða raðfest ovarlaga. Íverksetarar skulu føla seg heima. Bæði í fólka­ og miðnámsskúlum skal íverksetan og búðskapur verða ein lærugrein. Íverksetarahús kring landið skulu stuðlast, men virka í tøttum samstarvi við vinnulívið fyri at fáa góða ráðgeving. Hesi hús skulu hjálpa íverksetarum at koma skjótt ígongd og virka sum snarskiva mótvegis almennum mynduleikum. Nýtslan av kunningar­ og samskiftistøkni í tí almenna, í skúlaverkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta tað føroyska samfelagið frá ídnaðarsam­ felag til innovasjónssam­ felag. Hettar vil viðføra, at øll tann føroyska vinnan kann gera seg galdandi á altjóða palli. Í Føroyum skulu føroyingar ráða Fólkaflokkurin Ólavur Hansen Val Rúsdrekkasølan boðar frá, at sølan í Føroyum var munandi økt seinasta árið, bæði í nøgd og krónum. Eg upplivdi, sum aðal­ skrivari hjá Bláa Krossi, eitt politiskt ynski um eina meira frísinnaða skipan, tá ið talan er um sølu av rúsdrekka. Kann nevna millum annað skeinking á festivalum, sølu av rúsdrekka umborð á Smyrli og uttan­ dura sølu av rúsdrekka. Tað er sjálvandi ilt at siga, hvat orsøkin er til hesa øking. WHO er ein felagsskapur, sum granskar nógv innan hetta økið, og teir hava staðfest, at atkomuligheit er ein týðandi faktorur fyri nøgdina av rúsdrekka sum verður drukkin. WHO staðfestir somu­ leiðis, at ein greiður samanhangur er millum litur pr. íbúgva og hvussu nógvar samfelagsligar skaðar standast av rúsdrekka. Rúsdrekka relateraðir trupulleikar kosta danska statinum 6 til 10 mia. árliga. Í Danmark eru 3000 deyðsfall árliga har rús­ drekka er ein partur av orsøkini – beinleiðis ella óbeinleiðis. Helvtin av teimum í Danmark, sum misnýtslan rakar, eru undir 30 ár. Kelda: www. sundhedsstyrelsen.dk Tað er ilt at meta um, hvussu støðan verður um 10 ár, um henda frísinnaða kósin heldur fram. Persónliga vil eg arbeiða fyri, at hetta ikki hendir, um eg kann gera mína ávirkan galdandi, har hesi viðurskifti verða lóggivin. Sølan av rúsdrekka munandi økt Miðflokkurin Jaspur langgaard Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 15 Hvørt ár verða milliónir játtaðar á fíggjarlógini til at menna KT­skipanir innan tað almenna, men spurningurin er, um landið fær fullan ágóða fyri hesa íløgu? Vit hava dygdar­ góðar KT­fyritøkur og KT­ fólk í Føroyum, men menn­ ingin av almennum KT­ skipanum verður ikki samskipað. Tað er skilagott at arbeiða við KT trygd, men tað í sær sjálvum er als ikki nokk. Á sama hátt sum ein kommuna hevur tørv á einari býarætlan, hevur tað almenna eisini tørv á einum KT­arkitekturi (Enterprise Architecture ella EA), sum almennar KT­skipanir skulu passa inn í og taka útgangsstøði í. USA gjørdi sín fyrsta KT­arkitektur í 1996. Uttan ein yvirskipaðan arktitekt­ ur halda vit áfram við at arbeiða hvør í sínum lagi ístaðin fyri at hugsa um heildina. Service Oriented Architecture (SOA), sum er ein grein innan KT­ arkitektur, sum tey fremstu KT­lond hava arbeitt eftir í nærum eitt ára tíggju, er næstan eitt ókent hugtak í Føroyum. Rammuverk skal tryggja, at almennar KT-skipanir kunnu tosa saman Um vit halda áfram við at seta stórar KT­verkætlanir í gongd, uttan yvirhøvur at fáa eitt kjak í lag um "rammuverk og opnar standardar", so halda vit áfram við at oysa skattaborgarans pening út í bláan heim. Úrslitið verður isoleraðar oyggjar av upp­ lýsingum, sum tað er tor­ ført og dýrt at fáa atgongd til tvørturum ta almennu fyrisitingina. Tað er mein­ ingsleyst at tosa um ein borgaraportal, har borgarin skal kunna avgreiða síni viðurskifti online á einum staði, tá íð grundarlagið ikki er í lagi. Vit mugu fáa eina talgilduga undirskrift Vit hoyra ferð eftir ferð, at Føroyar skulu vera millum tey fremstu londini í 2015, og at millum annað KT skal vera eitt av beinunum, sum vit skulu standa á. Vit eru ikki partar av ES og fáa tískil ikki ágóðan av teimum tiltøkum, sum verða sett í verk har, eitt nú i2010 eGovernment Action Plan. Nú vit standa uttan fyri ES, mugu vit duga uppaftur betur at seta okkum nýggj mál og at seta nýggj tiltøk í verk. Vit hava onga talgilduga undirskrift í Føroyum, og tað er stórt spell. Fyrst tá ið vit hava fingið tað, kunnu vit av álvara byrja at menna ta almennu fyrisitingina. Fyrst tá kann tað almenna stilla viðkomandi krøv til KT­ veitarar um at menna loysnir, sum eru so framkomnar, at tær kunnu útflytast til líknandi samfeløg sum Føroyar. Jú longri vit skulu bíða eftir einari talgildugari undirskrift, jú fleiri ein­ kultstandandi loysnir koma vit at síggja. Um stutta tíð skal hvør einstakur borgari halda skil á 20 ymiskum loyniorðum fyri at gera brúk av online tænastum hjá tí almenna. I dag hava vit ov fáar online sjálvavgreiðslu­ tænastur, sjálvt um tøknin gevur okkum møguleika til eina ørgrinnu av online tænastum. Vit mugu samskipa almennar KT-skipanir Valevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net annika Olsen Val Fólkaskúlin skal leggjast út á kommunurnar, soleiðis at dagstovnar og skúlin eru undir somu politisku leiðslu og virka sum ein eind. Á henda hátt verða skyldur og ábyrgd á einum og sama stað. Tað er avgerandi, at pedagogar og lærarar samstarva fyrstu skúlaárini. Foreldur at børnum við serligum tørvi, íð ganga á dagstovni og skúla skulu hava eitt stað ella toymi at venda sær til, har tey kunnu fáa sosial­, náms­ frøðisliga, menningarliga­, kropsliga­ og sálarfrøðiliga ráðgeving. Barn sum hevur stuðul í dagstovni, orsaka av serligur tørvi, skal hava møguleika at halda áfram í skúla við sama stuðli. Setast skal serráðgevi til orðblindheit (dysleksi), lesi­ og skriviveikar næm­ ingar. Tað er ein veikleiki fyri okkara samfelag at lítið og einki verður gjørt fyri hesar næmingar. Verður dysleksi staðfest og tað verður sett inn tey fyrstu árini, er møguleiki at lofta næminginum. Í grannalondunum verður nógv orka løgd í at hjálpa hesum næmingum. Øll børn og ung í Føroy­ um skulu hava ein vaksnan at fara til. Heilsufrøðingur og sálar­ frøðingur við servitan, skal verða knýttur at fólkaskúlanum. Skúlin má skapast soleið­ is, at rúm er fyri einstaka barninum, so fólkaskúla­ lógin kann verða fylgd, hetta er ikki gjørligt sum umstøðurnar eru í dag. Flestu skúlabygningarnir í Føroyum í dag eru full­ komiliga ótíðarhóskandi. Floksstovurnar eru gjørdar til einvegis samskifti. Skúlin eigur at eggja næminginum til at leita upp vitanina og her er tað, at okkum tørvar námsfrøði­ liga tænastudepilin. Samstarv skal verða millum skúlarnar, soleiðis at møguleiki er hjá øllum næmingum í framhalds­ deildini at velja ímillum breytir. Eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum skal raðfestast umframt endurnýggjan av bygning­ um har møguleiki er at keypa mat. Peningur frá tí almenna skal fylgja við øktu ábyrgd­ ini hjá kommununum, og hædd skal takast fyri, at økið skal útbyggjast í framtíðini. Fólkaskúlin skal út til kommunurnar at umsita Sambandsflokkurin rÓsa samuelsen Val Hvønn einasta dag standa vit brúkarar verjuleysir við handilsskivuna uttan at geva okkum far um, at kundin hevur ongantíð rætt. Vit hava ongan annan møguleika enn at líta á, at alt gongur, sum vit ætla. Men við hvørt gongur alt at hundinum til. Eitt skýmligt vetrarkvøld undir Valaknúkum stendur spildurnýggi bilur okkara uppsteðgaður mitt á veg­ num, fartelefonin verður á triðja sinni send til Finn­ lands til umvælingar, ella vøkru ljósketurnar at prýða húsini vildu ikki tendra. Dømini kunnu vera mong. Er skaðin hendur, er okkara einasta vón, at handilsfólkið er hampafólk og gevur okkum okkara sjálvsagda rætt. Eru tey hinvegin óhampafólk, ið biðja okkum sleppa okkum á dyr, er einki annað at gera enn at stevna. Men tað er so sanniliga ikki bara sum at siga tað. Her skal sakkøn hjálp til, og hon kostar. Høvdu vit havt eitt stað, har vit kundu kært okkara neyð. Onkran, sum hevði havt myndugleika at vunnið okkum okkara rætt. Loysnin eitur ein Kæru­ nevnd. Ein kærunevnd, ið kann avgreiða ósemjur millum brúkara og handils­ rekandi bæði skjótt og bindandi. Einans á henda hátt tryggja vit javnvág millum partarnar. Sum formaður í Brúkara­ samtakinum havi eg virkað fyri, at slík nevnd verður sett á stovn. Fái eg undirtøku frá tykkum veljarum á kom­ andi Løgtingsvalinum, er hetta eitt av málunum, ið eg fari at virka fyri á tingi. Brúkarar á berum www.tjodveldi.fo/petur petur í gOng Val viðmerkingar