fríggjadagur 4. januar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Løgtingsvalið 19. januar 2008
15
Politikkurin hjá lands
stýrinum hevur ongan
samanhang við, hvar á
almannaøkinum tørvurin er
størstur. Heldur er hann
merktur av, hvørjir bólkar
eru best skipaðir og rópa
harðast. Sjálvstýrisflokk
urin fer heldur at gera
ábøtur, har tørvurin er
størstur. Sjálvstýrisflokk
urin leggur serliga dent á
barnafamiljur, stakar
mammur, røktarpláss til
eldri og vardar bústaðir til
sinnisveik.
Røktarpláss
Tørvurin á røktarplássum
er framvegis yvir 100.
Nógv dømi eru um, at fólk
framvegis liggja hjálpar
leys heima í songini, og
bert sleppa upp í løtum, tá
heimahjálpin tekur tey upp
at sita. Avvarðandi eru ofta
í dýrastu neyð og sálarliga
niðurbrotin, tí tey ikki
klára og orka at taka sær
av sínum egnu, tí tey eru
røktarsjúklingar við sjúk
um, sum tey avvarðandi
ikki hava fortreytir fyri at
taka sær av.
Sjálvstýrisflokkurin fer
at leggja dent á, at gera
nakað, har tørvurin er
størstur, nevniliga útvega
fleiri røktarpláss og serliga
í Suðurstreymoy, har
tørvurin er størstur.
Barnafamiljurnar
Norskar kanningar vísa, at
kostnaðurin av einum barni
er 40004500 um mð.
Verður barnafrádrátturin á
700 kr. um mð. frádrigin,
so er nettokostnaðurin av
einum barni um 3500 kr.
Serliga fleirbarnafamiljur
fáa tískil sera torført við at
fáa endarnar at røkka
saman, og sosialir
myndugleikar í Føroyum
síggja nógvar av hesum
familjum sum klientar.
Sjálvstýrisflokkurin mælir
tí til at hækka barnafrá
dráttin. Ein hækking uppá
umleið 300 kr. um mð.,
fyri hvørt barnið er bæði
ráðilig og realistisk at
klára í einum valskeiði.
Harvið fær ein fýrabarna
familja 1200 kr meir at
ráða yvir um mánaðin, te.
1415.000 tús. um árið.
Stakar mammur
Tað er lýst í fleiri kann
ingum, at stakar mammur
hava so trong fíggjarlig
kor, at tað ikki ber til at
liva í Føroyum uttan stuðul
frá familjuni. Nógvar stak
ar mammur flyta tí til Dan
markar. Landstýrið hevur
onki gjørt við henda trupul
leika í farna valskeiði.
Sjálvur havi eg kannað,
hvussu umstøður og skip
anir eru í øðrum londum,
og haldi serliga, at Noreg
er ein fyrimynd í skipanum
fyri familjur og stakar
mammur.
Fyri at tryggja støkum
mammum livilig kor, skulu
trý mál fáast í rættlag.
Í fyrsta lagi er neyðugt,
at pápar gjalda ein størri
part av kostnaðinum av
barninum. Sum nevnt vísa
norskar kanningar, at
matur, klæði og tak yvir
høvdi til eitt barn kostar
40004500 kr um mánaðin.
Eru fleiri børn, so kosta
næstu børnini minni.
Í Noreg verður barna
peningurin roknaður við
støði í kostnaðinum, og
foreldrini gjalda við
jøvnum býti, um inntøka
teirra er umleið tann sama.
Í Føroyum verður
kostnaðurin av einum barni
goldin soleiðis:
Mamman
2550 kr.
Tað almenna
1175 kr.
Pápin
475 kr.
Tilsamans
4200 kr.
Land og kommunur gjalda
barnafrádrátt á 700 kr.
Landskassin endurrindar
harumframt helvtina av
pápagjaldinum á 950, te.
475 kr.
Pápar gjalda 950 kr, men
fáa helvtina endurrindaða
frá landskassanum.
Roknað av nettokostn
aðinum hjá foreldrunum
3025 kr, rindar mamman
2550 kr (86 %) meðan
pápin bert rindar 475 kr
(16 %).
Samanborið við onnur
lond gjalda føroysku stak
mammurnar óforsvarliga
nógv, meðan páparnir
gjalda láturliga lítið.
Verandi skipan heldur
støkum mammum niðri í
fátækradømi, tí býti av
útreiðslunum er so skeivt.
Mamman rindar um 2500
kr. (84 %) og pápin rindar
slakar 500 kr. (16 %).
Persónliga haldi eg, at
einki er meira náttúrligt
enn báðir partar býta
útreiðslurnar javnt. Um
pápin og mamman býta
útreiðslurnar javnt, so
gjalda tey 1500 í part fyri
hvørt barnið. Barnapening
urin, sum pápin skal gjalda
fer tí uppá 1500.
Sostatt hevur staka
mamman 1000 kr. meira
eftir um mánaðin fyri eitt
barn. (Eru fleiri børn er
kostnaðarendurgjaldið
nakað minni fyri næstu
børnini.)
Tað skal viðmerkjast, at
føroyskir politikarar vita,
hvussu torfør støðan er hjá
støkum mammum, men
hvørja ferð eitt uppskot er
um, at pápar skulu gjalda
meira, so koyrir útvarpið
og ymsir tingmenn hets
móti almannaráðharranum.
Bólkurin, ið skal gjalda
hægri barnapening er ein
sterkur bólkur stjórar, polit
ikarar og útvarpsmenn,
blaðmenn, sum ikki tíma at
gjalda meira enn 475 kr.
Aftaná massivt politiskt
trýst eru øll uppskot um
hækking av gjaldi pápans
afturtikin úr tinginum.
Tað lága pápagjaldið og
høga mammugjaldið hevur
drastiskar avleiðingar. Tað,
at mamman rindar 2500 kr.
og pápin 500 kr fyri barnið
um mánaðin, merkir at
eftir 18 ár hevur mamman
goldið 640 tús fyri barnið,
meðan pápin bert hevur
goldið 108 tús. Sostatt
leggur lógin um barnapen
ing milliónabyrðar á
mammurnar, við at sleppa
pápunum undan at gjalda.
Verandi skipan heldur
støku mammunum niðri í
fátækradømi. Í fyrsta lagi
hava tær torførari við at
klára eina útbúgving, so
leingi tær skulu ansa
smáum børnum. Tískil
hava tær ofta lítla inntøku
til tær stóru útreiðslurnar
av at hava eitt ella tvey
børn. Harvið fáa tær ong
antíð ráð at keypa fasta
ogn, og koma ongantíð at
fáa ágóðan av at fáa rentu
stuðul og kapitalvinning
uppá føstu ognina. Staka
mamman verður hildin
niðri í eini fátækrafellu.
Persónliga haldi eg, at
viðferðin, ið stakar mamm
ur fáa frá føroyskum poli
tikarum er út um alt mark
vanvirðislig. Við sínum
politikki dømir landsstýrið
allar stakmammufamiljur
til eitt lív í fátækradømi og
nógv dømi eru um, at hetta
hevur stórar skaðavirkn
ingar tey børnini, sum
vaksa upp í beinleiðis
fátæksligum umstøðum.
Eitt er at tey bert hava eitt
foreldur at vegleiða og
uppala seg, men lands
stýrið tvingar tey eisini at
liva eitt lív í fátækradømi.
Pápagjaldið í Føroyum
er tikið úr tómari luft, tað
hevur einki við kostnaðin
av barninum at gera.
Páparnir gjalda so lítið,
at tað svarar til tað, ið
onnur gjalda fyri eina
fjaradoptión av einum
barni í Afrika. Tað er tanka
vekjandi, at landsstýrið
ikki metir skyldurnar hjá
einum pápa mótvegis barni
sínum hægri enn tær, sum
ein átekur sær við at gerast
fjaradoptantur av einum
barni í Afrika.
Tað einasta sakliga
fyrilitið er at hyggja eftir,
hvat ein barn kostar, og
býta kostnaðin í helvt mill
um mammuna og pápan.
Hetta gevur mammunum
1000 kr. meir um mánaðin
enn tær fáa nú.
Tað er bert ein flokkur,
sum hevur kannað
umstøðurnar hjá støku
mammunum og veruliga
hevur viljan til at gera
umstøðurnar hjá støku
mammunum betri, nevni
liga sjálvstýrisflokkurin.
Bíligari bústaðir
Í øðrum lagi mugu bíligari
bústaðir fáast til vega.
Neyðugt er helst at gera
hetta í tveimum. Føroyska
íbúðarmynstrið, har bert
vera bygd sethús og rað
hús, ið kosta 23 milliónir,
kosta ov nógv. Lánsgjaldið
verður ov høgt fyri bert
eina inntøku í einum húsi,
sum bert hevur eina
inntøku. Tað almenna skal
gjøgnum húsalánsgrunnin
skipa fyri, at nógvar minni
íbúðareindir vera bygdar,
helst sum íbúðir. Bert á
hendan hátt ber til hjá
støkum mammum at fáa
egið tak yvir høvdið, við
rentum og avdrátti, men
eisini við rentstuðli og
virðisvøkstri á íbúðini.
Kortini vera nakrar eftir,
ið hava annaðhvørt lága
inntøku ella fleiri børn, og
sum mugu stuðlast á annan
hátt. Fleiri loysnir hava
longu verið frammi polit
iskt. Sjálvstýrisflokkurin
fer at arbeiða fyri loysnum,
sum veita støkum mamm
um við lágari inntøku og/
ella við fleiri børnum rætt
til serliga bíligar bústaðir.
Hækking av vanliga
barnafrádráttinum
Sjálvstýrisflokkurin fer í
komandi valskeiði at
arbeiða fyri at hækka
vanliga barnafrádráttin um
300 kr. um mð. fyri barnið.
Henda hækking kemur
sjálvandi eisini støku
mammunum til góðar.
Samlaði batin 16.000 pr.
barn um árið.
Verður hækkingin av
barnapeninginum saman
lagdur við hækkingini av
vanliga barnafrádráttinum
er samlaði batin hjá støku
mammuni 1300 kr. pr.
barn. um mð. ella 16.000
pr. barn um árið.
Vardar íbúðir til
sinnisveik
Stórur tørvur hevur leingi
verið á vardum íbúðum til
sinnisveik. Nøkur fólk eru
veik viðhvørt og mugu tí
leggjast inn til viðgerðar.
Men inn ímillum eru lang
tíðarskeið, har tey hava tað
gott, og har tey kunnu búð
í vardum bústaði. Á vard
um bústøðum eru starvs
fólk, sum kunnu fylgja við
hvussu tey hava tað, og
sum kunnu fáa tey innløgd
tá tey hava tað minni gott.
Tað er ein skammblettur
á okkara vælferðarsam
felag, at sinnisveik eru
noydd at vera verandi á
sjúkrahúsi, aftaná tey eru
vorðin rímiliga røsk aftur.
Sjálvstýrisflokkurin og
serliga eg persónliga fara
at arbeiða fyri, at øll, sum
klára at skapa eina rímiliga
tilveru uttan fyri sjúkra
húsumhvørvi, fáa møgu
leika fyri at búgva í
vardum bústaði.
Sum heild hevur sjálv
stýrisflokkurin eina væl
skipaða ætlan fyri hvat
eigur at vera gjørt á
almannaøkinum. Tí er bert
ein flokkur at velja tann 19.
januar: Sjálvstýrisflokkurin.
Sjálvstýrisflokkurin raðfestir almannamál høgt
Sjálvstýrisflokkurin
Kári
Petersen
Val
Ein trupulleiki hjá fleiri
lærararum í dag er, at
tað er ov møtumikið at
basa happingini. Skúlin
eigur at geva
flokslærararinum tíð,
mannagongdir og vitan,
soleiðis at happingin,
sum fyllir alt ov nógv,
minkar ella hvørvur
heilt. Javnaðarflokkurin
vil fremja batar, sum
muna.
Fyri at koma happingini
til lívs, mugu vit styrkja
flokslæraraarbeiðið.
Flokslærarin má hava
stundir til at skúla
næmingarnar, og at skapa
eitt mennandi umhvørvi í
flokkinum. Hann má hava
stundir at práta við hinar
lærararnar, leiðsluna,
serstovnar, foreldur og
saman við teimum finna
loysnir, so happingin kan
lúkast burtur.
Flokslærarin má somu
leiðis kunna seta tíð av til
floksfundir, har happing,
flokslógir, fríkorter, trætur
o.a. er uppi at venda. Hetta
fyri at skapa og halda
trivna í flokkinum.
Flokslæraraarbeiðið er
krevjandi, og tí eigur
flokslærarin minst at hava
ein skemalagdan tíma til
arbeiði sítt. Í fyrsta, øðrum
og triðja flokki, tveir
tímar. ¡ henda hátt hevur
flokslærarin tíð at læra
børnini at ganga í skúla,
og á tann hátt verður tað
ikki happing, men bert
hendinga ósemja at loysa í
flokkinum. Skúlaskipanin
leggur upp til at lærarar
brúka háttin hjá Helle
Højby, sum kallast "Ikke
mere mobning". Hesin
háttur hevur víst seg at
gera mun, um vilji og tíð
er til staðar. Ein
flokslærari má hava uml.
40 tímar um árið til hetta
arbeiðið.
Hesum vil Javnaðar
flokkurin virka fyri.
Javnaðarflokkurin vil
loysa grundleggjandi
trupulleikarnar í
skúlanum.
Flokslæraragerningurin styrkjast so happingin minkar
valevnið hjá
Javnaðarflokkinum
Jónleif
Johannesen
Val
Nr. 3 - 4. januar 2008
viðmerkingar