fríggjadagur 4. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2008
37
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Nýggja
draktin hjá
Fremad
Herfyri stóð greitt, at Eik
Banki verður nýggjur
høvuðsstuðul hjá Fremad
Amager. Nú er nýggi
búnin so eisini gjørdur,
og á myndini sæst før
oyski
høvuðsmaðurin
handan felagið saman
við umboði fyri donsku
deildina hjá Eik Banka
við nýggja spælibúnan
um. Og hvør veit, um
ikki hesin búnin verður
at síggja í donsku super
liguni innan ikki alt ov
nógv ár...
np
Dennis Wise
avhoyrdur
LEEDS United venjarin,
Dennis Wise er avhoyrdur
av løgregluni eftir at
hann hevði jakstrað ein
ungling gjøgnum gøtur
nar í Leeds, eftir at hesin
skuldi hava blakað stein
ar eftir familjubilinum
hjá Wise. Hendingin fór
fram nýggjársaftan.
41áragamli League
One venjarin koyrdi í
norðaliga partinum av
Leeds, eftir at hann og
familja hansara høvdu
nýtt ein betri bita inni í
býnum, tá brádliga nakrir
unglingar lupu á og stein
aðu bilin.
Wise leyp úr bilinum
umleið kl 13 og byrjaði
at jakstra tannáringin,
men hann megnaði ikki
at halda honum.
Løgreglan í West York
shire segði at ein 41 ára
gamal maður og ein 13
ára gamal unglingi vórðu
avhoyrdir í sambandi við
hendingina.
np
Serbia, ið er styrkis
mett sum nummar
20 á styrkislistanum
hjá European Hand
ball Federation
(EHF) vant burtur
úr Føroyum í Smed
erevo, og nú er so
spurningurin, um vit
megna betur úrslit á
heimavølli
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Føroyska landsliðið visti ikki
nakað serligt um Serbarnar,
áðrenn dystin í Smederevo,
men tað vita okkara nú. Sum
væntað vóru serbar størri og
sterkari enn okkara menn,
hóast talan er um eitt ungt og
í altjóða høpi óroynt lið. Í
morgin koma so serbar á
vitjan í Føroyum, og dysturin
verður spældur í Høllini á
Hálsi. Hetta verður higartil
besta liðið, ið vitjar í Før
oyum.
Lykilin til framstig
Bestu føroysku málskjúttar
nar í dystinum mikukvøldið
vóru Dánjal Tórgarð við 6
málum og Sveinur Justinus
sen við 4 málum. So venj
arin, Dia Midjord man iva
leyst vóna at hesir, umframt
nakrir aðrir eisini, fara at
vísa meira. Nú hava okkara
størri vitan um mótstøðuliðið
og hava nú eisini heima
dystarfyrimun. – Eg eri ikki
í iva um at okkara menn fara
at standast væl betur í
morgin, enn mikukvøldið.
Vit eru betri fyrireikaðir, og
eru vit 100% klárir hesaferð,
fáa vit væl betur úrslit, sigur
landsliðsvenjarin, Dia Mid
jord, á veg heim í gjárkvøld
ið.
Íslendingar døma
Til dystin í Føroyum koma
íslendingar at døma, og
EHF eygleiðarin kemur úr
Bretlandi. Íslendingar hava
nógvar altjóða royndir og
landslið teirra er eisini sera
sterkt. Sama kann ikki sig
ast um Bretland, ið okkara
sorlaðu í Challenge Trophy
kappingini í Luxemburg
herfyri.
Heimsmeistaraheitið
í
(innandura) hondbólti fyri
menn verður fyriskipað av
IHF (International Handball
Federation), og verður hildið
við jøvnum tíðarbilum síðani
1938. I byrjanini vórðu bæði
kappingar
í
innandura
hondbólti og markhondbólti,
men síðan endan av 1960
unum eru tað bert hildin
innandura
meistaraheits
kappingar. Síðan 1993 er
HM hildið annað hvørt ár.
Í tíðini 19761992 vórðu
eisini hildin BHM fyri tey
næstbestu liðini og CHM
fyri tey triðbestu liðini.
Europa hevur
havt munin
Tey europeisku liðini hava
vanliga dominerað HM
hondbólt. Innan fyri tey
seinastu 20 árini eru serliga
tey nordurafrikansku liðini
tó komin væl við godt, men
enn hava ongi lið uttanfyri
Europa vunnið heiðursmerki
í HM. Tær bestu plasering
arnar hava Egiptaland (nr. 4
í 2001) og Tunis (nr. 4 í
2005).
Fram til 2005 hevdi Svø
ríki, sum tann einasta tjóðin
luttikið í øllum endaspølun
um, men tað metið varð
slettað í 2007, í og við at
liðið ikki megnaði at kvalifi
sera seg til HM í Týsklandi
í 2007. Tær mest vinnandi
tjóðirnar við 4 sigrum hvør,
eru Svøríki (1954, 1958,
1990 og 1999) og Rumenia
(1961,
1964,
1970
og
1974).
Danmark var við til at seta
dám á heimstoppin fram til
miðjuna av 1980unum, í og
við at liðið hevðið luttikið í
øllum innandurakappingum
fram til tá, við vánaligasta
úrsliti sum nummar átta.
Síðan tá hevur besta úrslitið
verið trý 9. pláss (í 1993,
1999 og 2003) fram til 2007,
har
liðið
vann
bronsu
heiðursmerki.
Ongin løtt uppgáva
KÍ arbeiðir í hesum
døgum við at fáa tveir
útlendingar afturat,
knýttar afturat For
muladeildarhópinum,
og tá teir eru komnir
byrjar at líkjast einum
sera spennandi hópi
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sambært heimasíðuni hjá
lokalblaðnum í Norðoyggj
um, Norðlýsið, verður tað
arbeitt ítøkiliga fyri at fáa
minst tveir spælarar aftrat
til KÍliðið. Sambært blað
num er talan um útlendskar
leikarar, men einki verður
sagt um, hvørjir hesir eru.
Styrkur er ávegis
KÍ hevur longu tryggjað sær
Jákup Mikkelsen, Bjarna
Jørgensen og Milic Curcic
til komandi kappingarár, so
venjaraparið Eyðun Klak
stein og Trygvi Mortensen
hevur eitt sindur av fólki at
arbeiða við, nú teir standa
við
róðrið
frá
kapp
ingarbyrjan.
KÍ endaðu á einum heldur
skuffandi sætta plássi í und
anfarna kappingarári, og
hava mist vandamikla áleyp
aran Paul Clapson, ið vænt
andi fer at spæla fótbólt aðr
astaðni í norðurlondum, so
tað er av týdningi, at styrkur
kemur inn.
Eyðun Klakstein, venjarin
hjá KÍ ynskir at liðið fer at
standa seg betur í komandi
kappingarári, og ikki verður
blandað uppí botnstríðið,
eins og teir vóru, eitt skyfti
í undanfarna ári. Til tað er
KÍ eitt ov stórt felag, og tað
eigur ikki at koma fyri,
sigur Eyðun.
Vónirnar eru góðar til
komandi kappingarár, og
vit arbeiða hart fram móti
kappingarbyrjan, til tess at
gera hópin kappingarføran
til toppin í føroyskum
fótbólti, sigur karismatiski
og nærlagdi KÍvenjarin.
Tveir útlendingar til KÍ
Sveinur Justinussen, ein
av profilunum í Serbia