fríggjadagur 4. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 3 - 4. januar 2008
lýsingar
Vilt tú hava
ávirkan á
el-trygdina?
Eitt starv sum eftirlitsfólk í Vestmannaøki
num er leyst at søkja til setan skjótast til
ber.
Starvið
Tú kemur at samskifta við elinnleggjarar og
hava eftirlit við nýggjum elinnleggingum,
umframt skráseting av hesum í Norðurstreymoy,
Vágum og Suðuroy. Ein partur av arbeiðinum
verur framhaldandi dagføring av 5Amper
mátianleggum kring landið, og at veita tekniska
kundatænastu. Eisini kemur tú at gera
stakroyndir av elmálarum og umsita málara
goymsluna hjá SEV. SEV hevur økisskrivstovur í
Tórshavn, Vestmanna, Skálabotni, Klaksvík og
Vági.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum elinnleggjari,
maskinmeistaraútbúgving við starvsroyndum
innan eløkið ella samsvarandi útbúgving.Vit
vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv
og gerð av elinnleggingum, góð evni at sam
skifta og samstarva og ert fyrikomandi.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
SEV og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir
Vinaliga send umsókn saman við prógvum og
møguligum ummælum til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er týsdagin 15. januar 2008.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Dánjal Jógvan Hansson á telefon nr. 346800.