fríggjadagur 4. januar 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 3 - 4. januar 2008
Stutt Sagt
Ongan tørv
á USA
Ovasti andaligi leiðarin í
Iran, Ayatollah Khaminei,
segði í gjár, at Iran hevur
ongan tørv á sambandi
við USA ella amerikonsku
leiðsluni í løtuni. Tvørtur
ímóti endurgav iranska
sjónvarpið andaliga leiðar
an fyri at hava sagt, at eitt
av aðalmálunum hjá mynd
ugleikunum í Teheran er
at slíta alt samband við
USA. Hann ásannaði tó,
at Iran kann fáa gagn av
sambandi við USA eina
ferð seinni, og at Iran eis
ini ætlar sær at gagnnýta
tann møguleikan, tá hann
kemur. Men sum er er
tílíkt samband til skaða
fyri tað iranska samfelag
ið, og tí hevur tað ongan
áhuga, segði Ayatollah
Khaminei
sambært
almenna sjónvarpinum.
Millión lendi í
Keflavík
Altsamt
fleiri
flogfør
brúka altóða flogvøllin í
Keflavík í Íslandi, og aftur
í fjør setti ferðafólkatalið
nýtt met. Uppgerðin fyri
2007 vísir, at 946.000
ferðafólk vóru við flogfør
unum, sum settu seg í
Keflavík í fjør. Í 2006 var
ferðafólkatalið 898.000,
so vøksturin í fjør var
níggju prosent, skrivar
Morgunblaðið.
Týskarar
farnir til ar-
beiðis
Í Týsklandi eins og í flestu
øðrum londum í Vestur
evropa hevur arbeiðsloysið
verið minkandi tey sein
astu árini. Hagtølini um
ársskiftið vístu, at á nýggj
árinum høvdu 3,4 millión
ir týskarar einki arbeiði.
Tað svarar til, at arbeiðs
loysið er 8,1 prosent. Tað
ljóðar kanska av nógvum
samanborið við okkara
viðurskifti, men næstsein
asta ársskiftið vóru meiri
enn fýra milliónir týskarar
arbeiðsleysir, og tá var
prosentið
9,6,
skrivar
Ritzau.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Tey atfinningarsomu søgdu, at hesin dagurin fór ongantíð
at koma, men tit hava gjørt tað. Takk Iowa
(Barrack Obama)
útlond
Fyrrverandi danski
uttanríkisráðharrin
Uffe Ellemann-
Jensen krevur nú,
at sannleikin um
pengaránið hjá
Blekingebólkinum í
1983 verður endavent
Í 1983 rændu brotsmenn
fleiri milliónir krónur úr
einum pengaflutningsbili í
Keypmannahavn. Stutt eftir
ránið steðgaði løgreglan í
París tveimum palestinum,
sum høvdu tilknýti til pal
estinska
yvirgangsfelags
skapin PFLP. Tað vísti seg,
at menninir høvdu seks
milliónir krónur við sær, og
alt bendir á, at pengarnir
stavaðu frá ráninum í Keyp
mannahavn.
Danska løgreglan fekk
boð um handtøkurnar í
París og bað løgmálaráðið í
Keypmannahavn um hjálp
til at fáa teir báðar palest
insku menninar og pengar
nar útflýggjaðar úr Frak
landi. Men hóast fleiri áheit
anir gjørdi løgmálaráðið
einki við málið, og endin
varð,
at
palestinararnir
vórðu latnir leysir, og peng
arnir komu heldur ikki aftur
til Danmarkar.
Uffe
EllemannJensen,
sum var uttanríkisráðharri
um hetta mundið, krevur
nú, at tað verður kannað,
um tað var ein politisk
avgerð at steðga málinum.
Eg var uttanríkisráðharri
og limur í trygdarnevndini
hjá stjórnini, men eg minn
ist ikki, at vit nakrantíð
vórðu kunnaðir um málið,
sjálvt um tað hevði samband
við landsins trygd, sigur
EllemannJensen
við
Berlingske Tidende.
Hann sigur, at hann fer at
tosa við núverandi uttanrík
isráðharran, Per Stig Møll
er, um málið fyrsta dagin.
Gamalt mál skal
kannast
Uffe Ellemann-Jensen vil hava at vita, hví løgmálaráðið ikki
hjálpti løgregluni at fáa fatur á tveimum monnum, sum vórðu
tiknir við rændum donskum pengum uppi á sær
Ein nýggj løgreglu-
frágreiðing
um Madeleine
McCann kemur
til ta niðurstøðu,
at gentan doyði av
einum óhappi, og
at foreldrini beindu
líkið burtur
Heima í Onglandi høvdu
Gerry og Kate McCann vón
að, at tann nýggja løg
reglufrágreiðingin fór at
reinsa tey fyri allan illgruna,
skriva bretsku bløðini Daily
Mail og The Sun. Men beint
tvørturímóti staðfestir frá
greiðingin, at tað vóru tey,
sum kostaðu henni lívið.
Tað hendi av einum ella øðr
um óhappi, og aftaná beindu
tey líkið av gentuni burtur.
Frágreiðingina, sum bløðini
sipa til, hevur portugisiska
løgreglan skrivað, og hon
varð latin ákæruvaldinum í
gjár, skrivar portugisiska
blaðið Correio da Manha, ið
sum tann fyrsti fjølmiðilin
nevndi ta nýggju frágreið
ingina í gjár.
Sakførarin hjá McCann
hjúnunum, Edward Smet
hurst, sigur við Daily Mail,
at honum kunnugt hevur
portugisiska løgreglan als
ikki skrivað nakra nýggja
frágreiðing. Hann dylur
ikki fyri, at er talan um eina
nýggja frágreiðing við tí
innihaldi, sum bløðini siga,
er tað eitt stórt vónbrot fyri
Garry og Kate McCann.
Bretsku bløðini skriva, at
Gerry og Kate McCann
høvdu vónað, at portugisiski
sansóknarleiðarin
Paulo
Rebelo hevði slept tankan
um um, at tað vóru foreldr
ini, sum á ein ella annan
hátt tóku lívið av Madeleine.
Men sambært bløðunum
hevur hann framvegis hesa
hugsanina.
Talsmaðurin hjá McCann
hjúnunum, Clarence Mit
chell, sigur í einari viðmerk
ing til tíðindini í bløðunum,
at foreldrini eru framvegis
sannførd um, at Madeleine
bleiv burturflutt, og at hon
er í Marokko. Foreldrini
hava sett eitt spanskt rann
sóknarlið at leita eftir gent
uni, men higartil uttan
úrslit.
Løgreglan hevur framvegis
illgruna til foreldrini
Kate og Gerry McCann halda uppá, at Madeleine bleiv burturflutt, men tað heldur løgreglan ikki