fríggjadagur 4. januar 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2008
53
útlond
Barrack Obama
og Mike Huckabee
vóru sigursharrarnir
og Hillary Clinton
og Mitt Romney
tapararnir á tí fyrsta
uppstillingarvalinum
Forsetaval
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Obama! Obama! Obama!
Viðhaldsfólkini í valhøli
num í Des Moines vóru í
sjeynda himli, tá tað var
vorðið greitt, at Barrack
Obama hevði vunnið upp
stillingarvalið hjá demo
kratunum í Iowa. Hetja
teirra var eisini fegin.
Takk Iowa! Tey søgdu,
at hesin dagurin fór ongan
tíð at koma. Tey søgdu, at
vit høvdu sett okkum ov
stór mál. Tey søgdu, at hetta
landið er ov spjatt og ør
kymlað til at ganga saman
um eitt felags mál. Men
hesa januarnáttina, sum fær
týdning fyri okkara søgu,
hava tit gjørt tað, sum tey
atfinningarsomu
søgdu
vera ómøguligt, segði Bar
rack Obama, áðrenn rómur
in í salinum doyvdi rødd
hansara. So helt hann fram:
Tit hava gjørt tað, sum
New Hampshire kann gera
um fimm dagar. Tit hava
gjørt tað, sum Amerika
kann gera í tí nýggja árinum
2008, segði hann og varð
stórliga fagnaður.
Greiðir sigrar
Sigurin hjá Barrack Obama
í Iowa var størri, enn mein
ingakanningarnar
høvdu
sagt. Við 37,5 prosentum
av teimum demokratisku at
kvøðunum var hann klárt
framman fyri kappingar
neytarnar Johyn Edwards
og Hillary Clinton, ið fingu
ávikavist 30 og 29,5 pro
sent. Hini demokratisku val
evnini fingu fáar atkvøður,
og Chris Dodd kunngjørdi í
morgun, at hann tekur segt
burtur úr kappingini.
Hjá
republikanarunum
var valsigurin hjá Mike
Huckabee uppaftur greiðari
enn tann hjá Obama. Hann
fekk 34 prosent av teimum
republikonsku atkvøðunum,
meðan
hansara
harðasti
kappingarneyti, Mitt Rom
ney, fekk 25 prosent. Hini
bæði republikonsku val
evnini, John McCain og
Fred
Thompson,
fingu
ávikavist 14 og 13 prosent.
Í kvøld hevur fólkið í
Iowa tikið støðu, og teirra
støða er greið. Tey vilja
hava broyting. Tað byrjar
her, men tað endar ikki her.
Tað heldur fram ígjøgnum
hinar statirnar og endar ikki
fyrr enn í 1600 Pennsylvania
Avenue, segði Mike Hucka
bee í sínar takkarrøðu og
sipaði til adressuna hjá
Hvítu Húsunum í Washing
ton.
Mike Huckabee er bap
tistaprestur og fyrrverandi
guvernørur
í
statinum
Arkansas, og í valstríðnum
hevur hann serliga lagt dent
á sína kristnu trúgv og ta
kristnu siðalæruna.
So New Hampshire
Um fimm dagar verður upp
stillingarval í New Hamp
shire, og spurningurin er,
um Obama og Huckabee
kunnu endurtaka sigurin
har. Eygleiðarar vísa á, at
teir báðir statirnir eru sera
ólíkir, og at tað er eisini
galdandi fyri áhugamálini
hjá fólkinum.
Tann størsta avbjóðingin
hjá Mike Huckabee verður
at fáa atkvøður frá veljarum
uttan fyri tað kristiliga um
hvørvið,
tí
átrúnaðurin
hevur ikki tann sama stóra
leiklutin í New Hampshire
asum í Iowa. Megnar hann
ikki tað, kann tað lættliga
henda, at sigurin hjá republi
kanarunum í New Hamp
shire fer til John McCain
ella Mitt Romney.
Tann størsta avbjóðingin
hjá Barrack Obama í New
Hampshire verður at endur
taka sigurin á Hillary Clin
ton. Tí sjálvt um ósigurin í
Iowa var eitt veruligt bakk
ast fyri hana, tóktist hon til
dystin fús, tá hon takkaði
sínum veljarum í Des Moin
es í nátt, og teir fagnaðu
eisini henni.
Túsund takk! Hendan
eldhugin skulu vit taka við
okkum beinleiðis til New
Hampshire í kvøld. Hetta er
ein stórur dagur hjá demo
kratum. Vit hava sett met í
valluttøku her í Iowa, og
tað boðar frá góðum. Tí í
kvøld senda vit eini greið
boð: Vit vilja hava broyting,
og broytingin er, at vit vilja
hava ein demokratiskan for
seta í Hvítu Húsini í 2009,
segði Hillary Clinton og
ynskti Barrack Obama til
lukku við sigrnum.
Stríðsfús Hillary
Vit hava gjørt greitt, at
Amerika tørvar eina nýggja
byrjan, og eg eri so væl
fyrireikað, sum til ber eftir
hesa ógloymandi tíðina í
Iowa, sum byrjaði fyri lang
ari tíð síðani, segði Hillary
Clinton í takkarrøðuni í
gjárkvøldið.
Eygleiðarar siga, at hjá
Hillary Clinton ræður um at
leggja ósigurin í Iowa aftur
um bak sum skjótast. Tað er
heldur einki at ivast í, at hon
fer undir endaspurtin í New
Hampshire beinanvegin, og
at hon fer at royna at sann
føra veljararnar um, at hon
er tað einasta valevnið, sum
hevur tær neyðugu royndir
nar til at leiða USA frá fyrsta
degi í Hvítu Húsunum.
Hvussu vit skulu vinna í
novembur? Jú, við at til
nevna eitt valevni, sum er
búgvin til allar uppgávurnar,
og sum verður tann besti
forsetin longu frá fyrsta
degi. Ta kappingina eri eg
til reiðar at taka upp, segði
Hillary Clinton, áðrenn hon
fór av pallinum í Des Moin
es.
Bloomberg
stillar ikki upp
Leingi hevur ljóðað, at
borgarstjórin í New York,
Michael Bloomberg, ætl
ar sær at stilla upp til for
setavalið í heyst. Men í
gjár segði hann í einari
sjónvarpssending, at hann
stillar ikki upp hesaferð.
Michael Bloomberg var
upprunaliga limur í demo
kratiska flokkinum. Hann fór seinni upp í republikanska
flokkin og varð valdur til borgarstjóra í New York sum
republikanari. Men síðani valið er hann eisini farin úr
republikanska flokkinum, so nú er hann uttanflokka
maður.
Obama tók fyrsta stikkið
Michael Bloomberg,
borgarstjóri
Barrack Obama: -Tit hava gjørt øllum teimum døpru spádómunum til skammar
Valið í Iowa var ein dyggur smeitur fyri Hillary Clinton, men
hon kann vinna longu í næstu viku
Republikanski baptistapresturin Mike Huckabee fekk nógvar
atkvøður frá tí kristna umhvørvinum í Iowa