Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 101 - 30. mai 2001 Nr. 101 - 30. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Gólvsølan Hálvt fjórða tons varð selt um gólvsøluna hjá Fiska- marknaðinum mánadagin Syslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 367 Báran snella 215 FD 775 Langanes snella 744 FD1148 Hellisberg snella 385 KG 106 Barið snella 248 KG 243 Gudrun gørn 46 KG 423 Jaspissteinur snella 310 KG 472 Helliklettur snella 63 KG 512 Neshamar lína 195 KG 832 Borgin snella 224 VA 181 Vesturtúgva partrol 975 Vørunavn kilo Hýsa 2 13 Hýsa 3 23 Hýsa 4 3 Havtaska 0 280 Kalvi 2 34 Kalvi 4 2 Kongafiskur 0 484 Longa 0 14 Reyðsprøka 0 8 Steinbítur 152 Toskur 1 19 Toskur 2 109 Toskur 3 745 Toskur 4 967 Toskur 5 180 Tunga 0 21 Upsi 2 38 Upsi 3 199 Upsi 4 114 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Norðmenn veiða ídnaðar- fisk til olju og mjølfram- leiðslu fyri tilsamans 822.754.000 norskar krón- ur. Hesi tølini eru trý ára gomul og hetta er meira enn ein tvífaldan seinastu tíggju árini. Økingin stavar frá, at norðmenn eru farnir at veiða meira av svartkjafti og svartkjafturin er í dag meira enn helvtin av norsku ídnaðarveiðuni. Men myrk skýggj hótta fyri framman, tí ovurveiða eftir svartkjafti hóttir hendan ævintýrkenda vøkstur. Í seinastu viku endurgóvu vit ein fiskifrøðing fyri at siga hvussu neyvt samband tað er millum gróður í sjónum og lívið í sjónum. Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt samanberingar millum gróðurin í sjónum og lomvigatalið í Skúvoy. Allastaðni frá í Føroyum ljóðar frá stórum flokkum av svartfugli. Tað er ikki óvanligt at síggja eini 30 fuglar í einum flokki og nóg mikið er at eta. Fiskur- in er fullur av nebbasild og hesa etir lomvigin eisini. Norðmenn og ES eru sera ósamd um hvussu teir skulu býta svartkjafta- stovnin. ES krevir 58 prosent av svartkjafta- stovninum, men hevur ongantíð veitt meira enn 20 prosent av samlaðu veiðuni í Norðuratlantshavi. Ísland hevur ongantíð fiskað meira enn trý prosent av samlaðu veiðuni, men krevir 20 prosent. Noreg krevir veiðurætt- indi, sum svara til 37 pros- ent av veiðuni. ES heldur, at Noreg ikki eigur at fáa meira enn 12 prosent av samlaðu veiðuni. Føroysku trolararnir Enni- berg og Vesturvón gjørdu skjótt á Flemmish Cap á hesum sinni. Teir høvdu ikki meira enn góð 60 tons inni, tá heildarkvotan var uppfiska. Enniberg er farin í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski og Vestur- vón er heim komin. Teir fara at gera til at fara eystur eftir. Gýtingarstovnurin av svart- kjafti er næstan bara tvey ára gamal fiskur í løtuni. Ongantíð fyrr er skrásett so lítið av eldri fiski og tí verður verri at spáa um framtíðina og hvussu nógv kann takast av stovninum. Yvitlitstrolingar hjá norðmonnum í mars og í apríl sýna, at stovnurin er minkaður. Hetta er eitt úrslit av, at nógv hevur ver- ið veitt av svartkjafti. Av- leiðingarnar av hesum eru, at vit ikki kunnu rokna við jøvnum fiskiskapi eftir svartkjafti í framtíðini. Fiskifrøðingar hava stórar trupulleikar av gera met- ingar av stovninum í fram- tíðini. Norðmenn siga, at fiski- skapurin eftir svartkjafti í framtíðini verður nógv tengdur at hvussu stór til- gongdin er. Hon hevur verið sera góð seinastu árini, men við so stórum veiðutrýsti vil hetta broyt- ast og vit kunnu rokna við munandi minni kvotum. Helvtin av norska ídnaðar- fiskinum er svartkjaftur Nógvur fuglur undir Føroyum Svartkjafturin er ovurfiskaður Svartkalvakvotan uppi á Flemmish Cap Stríðast um svartkjaftin 750 skúlabørn í Klaksvík fóru í gjár til Havnar at vitja umborð á Logos II. Smyril var leigaður at flyta børnini til Havnar og heimaftur ÚTFERÐ Eyðun Klakstein Klaksvík: Fyrrapartin í gjár rýmdu flestu skúla- børnini í Klaksvík úr skúla- stovunum og fóru útferð til Havnar. Endamálið við ferðini var at vitja umborð á Logos II, sum hevur ligið í Havn farnu dagarnar. Um hálvgum ellivu fóru tey umleið 750 skúlabørn- ini úr skúlanum á Ziskatrøð og við Ósánna marsjerandi út í Klaksvíkina, har Smyril legði at stutt fyri klokkan ellivu. Lærarar og skúlabørn skuldu vitja umborð á Logos II í gjár, og seint seinnapartin skuldi Smyril flyta tey mongu børnini heimaftur til Klaksvíkar. Skúlabørnini rýmdu úr Klaksvík Flestu skúlabørnini í Klaksvík fóru í gjár við Smyrli til Havnar SKÚLAMÁL Eirikur Lindenskov 1. august fær Argja skúli nýggjan stjóra. Tá tekur Marjun Holm við starvinum. Marjun Holm, sum er 41 ára gomul, er úr Havn. Hon tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1985, og hevur hon m. a. verið lærari á Føroya Fólkaháskúla frá 1985-87. Seinastu árini hevur hon verið lærari við Tórshavnar kommunuskúla, men hon hevur eisini verið á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole. Umframt tað hevur hon tikið onkrar handilsútbúgvingar, m. a. innan virkisbúskap og leiðslu. Hon hevur eisini tikið skeið innan kunningartøkni og hevur undirvíst á eftirútbúgvingini á læraraskúlanum. Marjun Holm tekur við sum skúlastjóri á Argjum eftir Mortan Dalsgarð, sum hevur sagt seg úr starvi. Hann hevur verið skúlastjóri á Argjum síðani 1979. Marjun nýggjur skúlastjóri á Argjum Marjun Holm, sum er 41 ára gomul, verður nýggjur stjóri í Argja skúla. Hon starvast sum lærari í Tórshavnar kommunuskúla -Í dag er ressandi og gleðiligt at síggja, at føroyska kvæðament- anin aftur hevur vunnið sær sítt rætta heiðurspláss. Dansimentanin er lyft upp aftur á eitt hægri støði. Hon er skipað. Dansifeløgini leggja karmarnar, fyri at brúka samfelags- frøðilig hugtøk. So stendur hvørjum frítt at dansa og kvøða eftir egnum ynski. Nú fer hesin mentaarvur ongan veg. Tit hava tryggjað hann segði Heðin Mortensen, formaður í Menta- málanevnd Tórshavn- ar Býráð, tá hann setti landsdansistevnuna í Havn herfyri. Vit prenta røðu hansara KVÆÐAMENTAN Heðin Mortensen Góðu dansarar, gott menta- fólk! Tórshavn bjóðar tykkum øllum hjartaliga vælkomn- um til býin, her tit koma at seta tykkara dám á býar- myndini hesar dagar, dansi- stevnan varar. Her eru kom- in kvinna og maður úr øll- um ættum í Føroyum, til sjálvi at njóta og at sýna fram fyri øðrum okkara størsta mentunararv, før- oyska dansin. Í 1870 sat mentamaðurin V. U. Hammershaimb á prestagarðinum í Lyderslev í Danmark og undraðist á, hvussu nøkur fá fólk á nøkrum kørgum oyggjum í Atlantshavi kundu hava eitt so ríkt andslív. Skipað skúlagongd hevði eingin verið. Einki høvdu tey fáu, sum dugdu væl at lesa, at lesa á sínum egna móður- máli. Men kortini tóktist andaligi førningurin at vera so nógv størri í Føroyum enn aðrastaðir. Hammershaimb undrað- ist eisini á, hvussu týskarin Carl Johan Graba eftir eina ferð í Føroyum í 1830 há- metti andliga kunnleika føroyinga so nógv, at hann kundi siga, at »hann heldur vildi práta við ein føroying í ein hálvan dag, enn at tosa við ein týskan bónda í ein hálvan tíma!« Heimstaðarkunnleikin var stórur. Kristindóms- kunnleikin tað sama. Og málið yvirlivdi í kvæðun- um og teirri undirvísing, børn sum vaksin fingu heima í roykstovuni. Tann samlaða føroyska mentanin bygdi á ein gjøgnumførdan heimstaðarkunnleika, krist- indóm, kvæði og vísur, søgu og sagnir. So sterk var henda sam- ansjóaða eind gjøgnum tíð- irnar, at danska undirvís- ingarverkið einki formáddi sær. Ein útbúgvingarskipan undir Fríðrikki Fjórða kongi miseydnaðist full- komiliga. Tá vit í 1845 fingu eitt sokallað »provos- oriskt reglemang fyri almúuskúlan í Føroyum«, sum vanlig fólk vórðu tvingað at góðtaka, so vísti úrslitið seg skjótt við, at prestarnir klagaðu um, at konfirmantarnir hvørki dugdu at lesa ella skriva. Og tí varð í 1854 farið aftur til, at foreldrini høvdu ábyrgdina av útbúgvingini. – Tá eg var smádrongur, var ikki vanligt, at børn sluppu í dans. Men eg minnist væl fyrstu ferð, eg slapp í barnadans í Havn. Hetta var eitt framúr gott tiltak í Sjónleikarhúsinum, har børnini lærdu stev, lærdu at kvøða og hoyrdu søgur og sagnir. Frá hesi tíðini minnist eg serliga væl tað megnar arbeiði, teir báðir Jóannes av Skarði og Magnussen Apotekarin saman við øðrum løgdu í at læra okkum børn at virða henda stóra mentanararv. Seinni, tá eg var blivin vaksin, minnist eg serliga mánakvøldini, tá navigatør- arnir settu sín dám á før- oyskan dansin í Sjónleikar- húsinum. Tað var almennur dansur. Hann kundi vera misjavnur. Men stundum lyfti hann seg upp til tað há- tíðarliga og andborna, sum bara vit, sum vóru, eru og verða góð við dansin kunnu uppliva. Hesa kenslu eiga tey, sum ikki enn hava upp- livað hana, enn tilgóða. Hendan innføring, vit ungdómar í Havn fingu í 50- og 60-unum í føroyska dansinum, var ein avbjóð- ing, bæði tað at vera við og fylgja við. Hetta havi eg verið glaður um seinni í lív- inum, tí tað hevur gjørt meg føran fyri at fylgja við í menningini og betur at skilja ta stóru framgongd, sum føroysku kvæða- mentanini hevur verið fyri seinnu árini. – Kvæðini gjørdust meira enn nakað annað grund- vøllurin undir føroyska málinum. Kvæðini høvdu sín fasta form, bæði í orð- um, vendingum og mál- læru. Hammershaimb brúkti tey, tá hann evnaði skrivtmálið til. Gamli Grundtvig metti tey hægri enn íslendsku søguhandrit- ini, tí kvæðini livdu á mannamunni og vóru hvørsmansogn. Tey løgdu lunnar undir bæði sálmaskaldskap og fosturlandsskaldskap. Tann føroyski samleikin, sum kvæðaskaldskapurin átti høvuðsleiklutin í, var or- søkin til, at vit seinnu fingu føroyskt inn um bæði kirkju- og skúlagátt. Føroyski dansurin hevur ikki altíð havt tað lætt. Longu Svabo skrivaði, at dansurin í teimum frægaru brúdleypunum í Havn var við at vera avlagdur til fyri- muns fyri nýmótans dansir, sum tá vóru uppi í tíðini. Hetta var einahandilstíðin, tá nógv skip komu við vør- um, og nógvir útlendingar komu við fremmandum siðum og ljóðførum til landið. Hyggja vit at almennu støðuni til føroyska dansin seinni, t.d. fyri umleið stórthundrað árum síðani, so hevði kvæðamentanin trong kor. Útlendskir siðir floymdu inn yvir okkum, og í langa tíð knarraðu fólk um, at føroyski dansurin var nýttur sum skálkaskjól fyri rúsdrekkamisnýtslu. Henda fatanin – ella mis- fatanin – gjørdi vart við seg í mong ár eftir rúsdrekka- skamtanina og helt mong- um góðum kvøðara, um hann hevði sloppið at roynt seg, frá at leggja sítt til, at dansurin hevði gingið betur í fleiri bygdum. Tí hvat kann vera skeivari enn at geva føroyskum dansi skuldina fyri, at fólk ikki duga sær hógv. Í dag er ressandi og gleð- iligt at síggja, at føroyska kvæðamentanin aftur hevur vunnið sær sítt rætta heið- urspláss. Dansimentanin er lyft upp aftur á eitt hægri støði. Hon er skipað. Dansifeløgini leggja karm- arnar, fyri at brúka samfel- agsfrøðilig hugtøk. So stendur hvørjum frítt at dansa og kvøða eftir egnum ynski. Nú fer hesin menta- arvur ongan veg. Tit hava tryggjað hann. Kvæðini hava vunnið innaftur um skúlagátt. Vit síggja blóm- andi dansifeløg, sum við at brúka kvæðini varðveita tey og harvið okkara størsta mentanararv. Jú fleiri tey eru, sum á ungum árum fáa høvi til at uppliva at læra at kvøða og dansa, jú fjøl- mentari verður tann ringur, sum stendur saman um dansin og ber hann inn í framtíðina. Og vit síggja hábærslig fólk í hundraðtali í føroysk- um búna, sum á ein serstak- an hátt undirstrikar, at her er álvara aftanfyri. Dansur- in er aftur viðurkendur sum nakað serstakt føroyskt, nakað hábærsligt og virði- ligt. Tey, sum fyri stórthundr- að árum síðani knarraðu um føroyska dansin, sum átalaðu, at valla ein út av hundrað tordi at bera før- oyska búnan í manna- múgvu – tey høvdu verið errin at staðið her í dag. Og tey høvdu sæð, at sjálvt minstu ímyndingar og git- ingar teirra um eina doyggjandi mentan full- komiliga eru gjørdar til skammar. Og tað vil eg veita tykkum dansifeløgum eina stóra tøkk fyri. Føroyski dansurin er mentur í øllum samanhang- um. Vit kunnu ikki ímynda okkum stevnurnar uttan dansin, Ólavsøkan vildi verið fátøk uttan – og tað er tykkum dansifeløgum fyri at takka, at tit ótroyttiliga – hóast kapping av øllum handa slagi – hava ment føroyska dansin. At hetta arbeiðið hevur borið ávøkst, síggja vit í dag, nú ungfólk aftur, kvinnur og menn í hóptali, duga at skipa og kvøða kvæði og vísur á tamb. Og tað síggja vit í dag við at hyggja út yvir hesa hábærsligu og stásiligu samkomu. Persónliga kann eg siga, at ongantíð havi eg uppliv- að nakað so sermerkt før- oyskt sum hetta, aldri havi eg sæð nakað so tignarligt sum hetta, og tí kann eg bara taka undir við Hamm- ershaimb, sum gleddist um kurteisligu heilsanir føroy- inga sínámillum, og sum dømi nevndi gomlu heilsanina: »Góðir vegir liggi fyri tær. Gud gevi tær blíðan byr og sjógv!« Kvæðamentanin aftur vunnið sær heiðurspláss Heðin Mortensen, formaður í Menta- málanevndini setti stevnuna Frá landsdansistevnuni í Havn herfyri Myndir Jens K. Vang. C M Y K 11 10