mikudagur 30. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 101 - 30. mai 2001
Nr. 101 - 30. mai 2001
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Í hesum døgum gevur
Bókadeild Føroya
Lærarafelags út fimm
bøkur til børn og
ung, tríggjar týddar
og tvær uppruna-
føroyskar
BÓKAÚTGÁVUR
Turið Kjølbro
Í farnu viku gav Bókadeild
Føroya Lærarafelags út
fýra barna- og ungdóms-
bøkur umframt eina máli-
bók. Talan er um smá-
barnabókina Fittar søgur til
tey smæstu eftir Mathew
Price og Atsuko Morozumi,
barnabókina Flosi fer í
føðingardag eftir Marionnu
Debes Dahl, barna- og
ungdómsbókina Dárar og
deydur eftir Ulf Stark,
umframt Tórður Illugason
eftir
Torill
Thorstad
Hauger.
Somuleiðis
er
málibókin Stuttleika tær
eftir Aase Bømler Olsen
komin.
Smábarnabókin er eitt
savn av løttum, stuttligum
og hendingaríkum søgum
at liva seg inn í ella bara at
lesa upp fyri teim smæstu.
Eyðna Magnussen týddi úr
enskum. Barnabókin er
upprunaføroysk og Guðrið
Poulsen hevur myndprýtt.
Søgan er um lítla Flosa og
mammuna, sum fara í
føðingardag.
Har
hittir
Flosi ein hund, sum hann
gerst góður við, og hóast
Flosi bara ætlaði alt væl,
mundi verið galin endi, tá
ið Flosi finnur upp á at
geva hundinum at eta.
Dárar og deydur er ein
hin fyrsta og kendasta bók-
in hjá svenska barna- og
ungdómsbókahøvundinum
Ulf Stark. Hann hevur
fingið nógvar virðislønir
fyri bøkur sínar, og fleiri
teirra eru gjørdar til film,
m.a. Dárar og deydur.
Henda bókin snýr seg um at
býta vanligu leiklutirnar og
um samleika. Hugin Eide
týddi bókina úr svenskum.
Tórður
Illugason
er
hendingarík og spennandi
søga úr víkingatíð. Bókin
snýr seg um Tórð, sum er
sonur
høvdingin
í
Illugadali. Bókin um Tórð
Illugason er fimta og
seinasta bókin í røðini av
víkingabókunum hjá Torill
Thorstad Hauger. Símun av
Skarði hevur týtt hesa eins
og hinar úr norskum.
Stuttleika tær eftir Aase
Bømler Olsen er gjørd til at
lita og kann nýtast sum ein
vanlig málibók. Men hjá
foreldrum ber til at fáa
nógvar góðar stundir saman
við barninum og bókini.
Eitt nú ber til at finna upp á
søgur ella tosa um mynd-
irnar og kanska geva eina
hjálpnandi hond at lita ta
mynd, sum barnið hevur
hug at lita.
Fittar søgur til børnini
– Elstu børnini í
dagrøktarskipanini
skulu raðfestast fyrst,
áðrenn vit byggja ein
barnagarð, sigur
Gunn Joensen,
bygdaráðsforkvinna í
Vestmanna
DAGSTOVNAR
Turið Kjølbro
Í hesum árinum fáa tey
elstu børnini undir skúla-
aldur pláss í útibarna-
garðinum, ið verður bygdur
á Miðalsbrekku í Vest-
manna. Vestmanna komm-
unu fer nú undir at byggja
eini hús í einari hædd, sum
verða gjørd til endamálið.
Umframt pláss til børnini í
útibarnagarðinum, verður
spælistova gjørd til tey
nógvu
børnini
í
dag-
røktarskipanini í bygdini.
Felagskøkur verður eisini
eins og hvør bólkur av
børnum fær eitt vátrúm og
wc. Ein eykastova verður
gjørd til starvsfólkini á
stovninum soleiðis at hesi
kunnu fara til viks við
einum ella fleiri børnum.
- Tað vísir seg, at tey
elstu børnini í dagrøktini
støðast illa síðsta árið
áðrenn tey fara í skúla.
Útibarnagarðurin
verður
fyrst og fremst til tey. Sam-
stundis mugu vit hava eina
skipan, ein frítíðarskúla, til
børnini í 1. og 2. flokki,
sum kann taka ímóti teim-
um eftir skúlatíð. Hesi fara
í dag í dagrøkt, men tá ið
tey ikki støðast har í dag,
eru vit noydd at gera eina
skipan sum loftar teimum.
Henda skipanin verður
helst klár í komandi ári,
sigur
Gunn
Joensen,
bygdaráðsforkvinna
í
Vestmanna.
Hvussu tíðarætlanin fyri
byggingina av útibarna-
garðinum sær út, veit
bygdaráðsforkvinnan ikki í
løtuni. Arbeiðið er júst
boðið út, men hon roknar
og vónar, at børnini sleppa
inn í stovnin í hesum
árinum. Kommunan hevur
sett slakar tvær mió. krónur
av til endamálið í fíggj-
arætlanini í ár, og tað skal
vera nóg mikið, verður
sagt.
Í dag eru 63 børn í
dagrøktarskipanini í Vest-
manna, men fyrsta dagin, tá
ið ein dagrøktari kemur
afturat, verða fleiri børn
tikin inn. Nøkur fá standa á
bíðilista. Ynskið hjá for-
eldrum í Vestmanna er, at
ein barnagarður verður
bygdur.
- Kommunan fer undir at
byggja ein barnagarð og vit
arbeiða
fram
ímóti
tí
málinum. Barnagarðurin
verður bara ikki veruleiki
nú, kanska ikki fyrr enn um
nøkur ár. Hinvegin er
møguligt, at vit longu í
komandi fíggjarári fara at
síggja eina byrjan til eina
bygging. Vit hava mett, at
størstu børnini í dagrøkt-
arskipanini skulu raðfestast
fyrst. Fíggjarkarmurin er
framvegis trongur og nógv
liggur á láni, eitt nú betri
vatnviðurskifti og eldra-
røktin, sigur Gunn Joensen.
Vestmenningar
fáa útibarnagarð
TÍÐINDASKRIV
Føroya
Skúlabókagrunnur
Føroya
Skúlabóka-
grunnur hevur givið út
bókina
»Relativitets-
ástøði« eftir Pól Jesper-
sen, studentaskúlalærara
í Hoydølum.
Um aldaskiftið 1900
var granskarum greitt, at
klassisk alisfrøði var
komin til eitt vegamót.
Tvær skakandi kollvelt-
ingar, sum síðan hava
merkt alisfrøðina, vóru á
veg. Tann fyrra var rela-
tivitetsástøðið, og hin
seinna var kvantulæran.
Relativitetsástøðið var
í tveimum. Serliga rela-
tivitetsástøðið sá dag-
sins ljós í 1905 og al-
menna relativitetsástøð-
ið í 1916. Bókin viðger
serliga relativitetsástøð-
ið, men almenna ástøðið
verður tó umrøtt í stutt-
um.
Sambært relativitets-
ástøðinum er t.d. klass-
iska fatanin av tíð og
rúmi ikki røtt. Longd er
ikki bara longd – tað
veldst um, hvørjari skip-
an eygleiðarin er í. Hug-
takið longd er tískil ikki
longur absolutt. Sama er
við tíðarbilum. Tað, sum
ein eygleiðari mátar at
vara ávísa tíð, mátar ein
annar at vara longur ella
styttri – tað veldst alt um
skipanina. Sjálvt tað, at
tvær hendingar henda
samstundis, er relativt.
Tað, sum ein eygleiðari
heldur vera samstundis,
heldur ein annar eyg-
leiðari ikki vera sam-
stundis.
»Relativitetsástøði« er
ætlað sum serevnalesn-
aður í alisfrøði í stu-
dentaskúlunum, har ið
næmingar
á
hástigi
plaga at lesa tvey ástøði-
lig evni. Í mong ár hevur
annað evnið verið rela-
tivitetsástøði Einsteins.
Bókin kann vónandi eis-
ini vera til gagns hjá
fólki annars, sum hava
áhuga fyri hesum evni.
Hestprent hevur prent-
að bókina og Helgi Just-
inussen
bundið
inn.
»Relativitetsástøði« er
72 síður til støddar og
fæst í bókabúðunum fyri
60 krónur.
Relativitetsástøði
Einsteins á føroyskum
- Fíggjarkarmurin er
framvegis trongur í
Vestmanna kommunu og
nógvar uppgávur liggja á
láni, sigur Gunn Joensen,
bygdaráðsforkvinna
– Fyri Føroya Lands-
stýri og tjóðina sum
heild hevur ein vitjan
sum henda við boð-
skapi um veruligan
frið týdning, sum ikki
kann mátast í krón-
um og oyrum og skal
eg tí takka fyri, at tit
komu hendanvegin at
vitja segði Karsten
Hansen, landsstýris-
maður, tá hann helt
røðu fyri Logos 2 og
stóru altjóða mann-
ing tess. Logos 2 kom
á Havnina leygar-
dagin. Vit prenta røðu
hansara.
TRÚBOÐARASKIP
Karsten Hansen
– Eg kenni tað sum ein
framíhjárætt at hava fingið
litið upp í hendur at standa
her í dag umboðandi Før-
oya Landsstýri og bjóða
Altjóða trúboðanarskipin-
um, Logos 2 við skipara og
manning at verða hjartaliga
vælkomnum til Føroyar.
At fáa vitjan av skipi,
mannað við 200 persónum
úr 40 ymiskum londum og
við uppruna úr øllum
heimspørtum er í sær sjálv-
um ein serstøk hending,
sum ikki bara fer aftur við
borðinum men sum seint
verður gloymd.
Tá hugt verður nærri at
hesi hending, verður ein
varugur, at tað ikki snýr seg
um eitt av teimum vanligu
ferðamannaskipum,
sum
vitja Havnina á hvørjum
sumri, við fólki, sum
ynskja at fáa ein farra av
hesum vøkru veðurbardu
oyggjum í Norðuratlants-
havi, samstundis sum tey á
ymiskan hátt ynskja at
njóta lívið umborð á stásil-
iga skipinum.
Nei, her talan um skip
við 200 persónum, sum
koma frá sera ymiskum
korum, tungumálum, húð-
aliti, londum og ættarbólk-
um, frá ymiskum kirkjum
og samkomun, menn og
kvinnur í ymiskum aldri, tó
mest ung í lívsins fagrasta
blóma, sum í flestu førum
kundu raðfest á heilt annan
hátt.
Hvat hevur so hesin
blandaði hópur av fólki til
felags!
Jú, tey hava lagt tann fyri
okkum onnur vanliga ger-
andisdagin til síðis fyri í
longri ella stytri tíð uttan
løn frá jørðiskum arbeiðs-
gevara.
Hettar fyri at verða við til
at breiða út Evangeliið –
Orð Guds – boðskapin um
friðin, sum ber av øllum.
Myndugleikarnir, vinnu-
lívið og einstaklingar brúka
nógva orku upp á at rað-
festa, hvussu, nær og hvar
íløgur eiga at verða gjørdar.
Neyðugt er alla tíðina at
hava fyri eygað: er tað, sum
vit gera løtuvinningur ella
røkkur tað fram í tíðina?
Hevur ein raðfest skeivt
kann verða talan um at
ábyrgdast fyri hetta. Bíbli-
an greiður okkum gjølla frá
týdninginum hjá eini tjóð
og hjá tí einstaka menniskj-
anum at raðfesta rætt, fyri
at gangast skal væl í land-
inum.
Raðfest tey
æviguvirðini
Felagsskapurin OM og
manningin á Logos 2 hava
raðfest tey ævigu virðini,
tað at boða Evangeliið út
um allan heimin - at hava
stórsta og í seinasta enda
einasta týdning fyri menn-
iskjuni, at tey hava møgu-
leika at hoyra, lesa og taka
ímóti boðskapinum.
Spyrjast kann, hvussu ber
tað til hjá felagsskapinum
OM at hava 2500 fólk
virkandi í fulltíðartænastu í
80 ymiskum londum og
umborð á 2 skipum, uttan
at verða á nakrari fíggjar-
lóg, ella at hava arðar fastar
inntøkur. Tað er at undrast
yvir, at tit hava nátt at hava
vitjan av áleið 6 milliónum
fólkum, bara í samband við
hettar skipið.
Hvussu ber tað til, at so
mong menniskju við so
ymiskum korum kunnu liva
í friði hvør við annan í so
langa tíð umborð á einum
skipi, har tey liva tætt upp
at hvørjum øðrum, tá
heimurin annars venar seg
alsamt í størri og minni
álvarsomum kreppum og
ófriði!
Ómetaligar kreftir blíva
brúktar upp á at tingast um
frið við luttøku av heimsins
stórstu leiðarum, teir undir-
skriva eina avtalu fyri og
aðra eftir og útsend verða
friðarvarveitandi
herlið.
Tað hevur higartil víst seg
ógjørligt hjá menniskjum at
skapa varðandi frið. Hevur
hetta ikki júst samanhang
við tað, sum stendur í Jóh.
14, 27 Frið lati Eg tykkum
eftir, frið Mín gevi Eg tykk-
um; Ikki sum heimurin
gevur, gevi Eg tykkum.
Fyri Føroyska fólkið hev-
ur ein slík vitjan sera stóran
áhuga, fólkið sum heild
hevur stóran áhuga í orði
Guds, mong kenna onkran
av teimum áleið 150 lands-
monnunum, sum hava virk-
að og enn virka hjá OM.
Og so tað serliga at boð-
skapurin gongur út frá ein-
um skipi.
Fyri føroyingar, sum liva
og hava livað av tí, sum
sjógvurin gevur – áður ofta
við við vánaligum skipum
og bátum – hevur tað frá
gamlari tíð av verið sið-
venja umborð á skipi at
halda møti og lesa lestur, og
mangir eru teir føroyingar,
sum kunnu siga frá, at teir
hava fingið frið við Gud
umborð á skipi. Sjálvt um
tíðirnar eru broyttar, og
skipini blivin betur, er tað
enn so á mongum skipum,
at møtir verða hildin ella
lestur lisin.
Fyri Føroya Landsstýri
og tjóðina sum heild hevur
ein vitjan sum henda við
boðskapi um veruligan frið
týdning, sum ikki kann
mátast í krónum og oyrum
og skal eg tí takka fyri, at tit
komu hendanvegin at vitja.
Tað er ikki minni áhuga-
vert, at ein føroyingur er á
brúnni á hesum stásiliga
skipi sum júst hevur lagt til
bryggju. Eisini ein tøkk til
tykkum, sum her heima so
meistarliga hava skipað
fyri. Harrin signi vitjanina
og tað fólk, sum her búleik-
ast. Takk fyri.
Ein vitjan sum ikki kann mátast
í krónum og oyrum
Logos 2 fær heiðurliga móttøku á Nólsoyarfirði.
Mynd Símun Hansen.
Nógvar tjóðir eru savnaðar umborð.
Mynd Jan Müller
Karsten Hansen heldur røðu fyri Logos 2 og manning tess.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
13
12