Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 30. mai 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Altjóða heilsufelagsskapur- in, World Health Organisa- tion, WHO tók í síni tíð stig til alheims tubbaksfrían dag (World No Tobacco Day). WHO hevur ásett, at 31. mai á hvørjum ári skulu serlig tiltøk verða sett í verk, fyri á ein serligan hátt at gera vart við tær menn- iskjaligu og búskaparligu fylgjurnar av tubbaks- nýtslu. Fyribyrgingarráðið vil, saman við altjóða heilsufel- agsskapinum WHO eggja fólki til at halda heimini og arbeiðsplássini roykfrí í ein dag. Gongur tað fyrst væl ein dag, hví so ikki fleiri dagar. Ætlaði tiltøk í ár eru: • Legg-av pakkar: Meira enn 800 vórðu keyptir sein- asta ár – ein góð ábending um, hvussu álvarsliga nógv fólk hugsa um at leggja av. Klipp ein seðil út, sum verður í bløðunum í vikuni frá 21. mai, og nýt hann til at keypa ein pakka fyri 25 kr. á apotekum kring land- ið. Hetta er ein týdningar- mikil sparing á kostnaðin- um á nikotin tyggigummi, sum er viðlagt. Við í pakk- anum eru eisini upplýsing- ar um, hvussu tað letur seg gera at leggja av at roykja við góðum úrsliti. (Apoteksverkið og Klaksvíkar Býráð stuðla, saman við Fyribyrgingar- ráðnum hesum tiltaki). • Barna teknikapping: Fyribyrgingarráðið letur 3 vinningar á 500 kr. til vinn- arar, sum tekna eitt upp- runaligt ikki-roykja merki. Luttakararnir verða býttir í tríggjar aldursbólkar – upp til 7 ár, 7-10 ár og 10- 14 ár. • Eitt roykfrítt heim átak: Eitt ókeypis borðskelti verður latið við hvørjum keypi á apotekum vikuna frá 28. mai. Fólk kunnu nýta tey at gera heim teirra roykfrítt 31. mai. Roykfrí heim verja heilsuna hjá øllum, serliga okkara børn- um. Hygg eftir sannroynd- um um óvirkna royking á baksíðuni á skeltinum. (Klaksvíkar Býráð stuðlar hesum tiltaki saman við Fyribyrgingarráðnum) Fyribyrgingarráðið hevur fyrireikað eina røð av greinum í sambandi við til- tøk, sum verða Altjóða Tubbaksfría Dagin – 31. mai. Tey verða at síggja tær næstu tvær vikurnar og fevna um eitt úrval av tubb- aks umrøðuevnum. Fyribyrgingarráðið - spurningar og svar um tubbak – »Hví tað loysir seg at gevast.« Eg havi roykt í 20 ár. Er ikki longu ov seint? Nei, tey góðu tíðindini eru, at tað er ongantíð ov seint at gevast. Tú skerjir vandan fyri sjúkum, íð standast av tubbaki næstan alt fyri eitt, tú heldur uppat at roykja. Sjálvandi er betri, skjót- ari tú gevst. Eftir: 20 minuttum – tekur nøgdin av tubbakseitri at minka, og blóðtrýstið, hjartaslátturin og pulsurin verða aftur, sum tey eiga at vera. Hetta ger, at vandin fyri hjartaslagi minkar. 12 tímum: nøgdin av kolsúrevni í blóðinum minkar, og nøgdin av súr- evni økist. einum mánaði: fert tú at duga betur at meta um, hvussu okkurt angar og smakkar. Lungnapípurnar verða smidligari, so tað verður lættari hjá tær at draga andan djúpt. Kropp- urin hevur stríðst við at endurbøta nervalagið. Tú fert kanska at varnast, at tú orkar meira. tveimum til trimum mánaðum: fært tú kanska 30% av lungnavirki aftur. Tú fert at orka meira og føla, at tú fært gjørt fleiri kropsvenjingar. seks til nýggju mánað- um: útlitini til, at tú fært lungnasjúku, eru minni, tí kyknurnar, sum klæða lunguni, nú aftur verða so, sum tær skulu vera og gera sítt til, at lunguni hjá tær eru rein og heilsugóð. einum ári: vandin fyri, at tú fært hjartasjúku, er skor- in niður í helvt. Tú hevur eisini skert vandan fyri striki, lungnasjúku og fleiri sløgum av krabbameini, teirra millum lungna-, hálsa- (lívmóðurhálsa-), bløðru- og nýrakrabba og krabba í brisi, barkakýli og vælindi. fimm árum: vandin fyri, at tú fært lungnakrabba er umleið helvtina av vandan- um hjá honum, íð roykir ein pakka um dagin. tíggju árum: vandin fyri, at tú fært lungnakrabba, er næstan líka lítil sum hjá einum, ið ikki roykir. Frísk- ar kyknur eru komnar ístað- in fyri tær kyknur, íð koma áðrenn krabbameinskykn- urnar koma. (Tikið úr ‘Tá ið síðsta sig- arettin er roykt’, Amerik- anska tubbaksráðið 1995, 1996) Gevst tú at roykja, minkar tú eisini vandan fyri, at tey, sum eru uttan um teg og anda roykin frá tær niður í seg, verða sjúk. Legg-av pakkar verða aftur seldir á apotekunum um landið 29. - 31. mai fyri 25 kr. Hygg eftir seðilinum, sum verður í bløðunum vikuna áðrenn, klipp hann út og nýt hann til at keypa pakkan, sum inniheldur nikotin tyggigummi. Fyribyrgingarráðið – spurningar og svar um tubbak: »At gevast«. Hví er tað so ringt at gevast at roykja? Eitrið, sum er í tubbaki, er ikki minni turvelvandi enn heroin og kokain. Tá ið tú roykir tubbak, kveikjast mótstøðustøð í nervalagn- um í heilanum. Tá ið mót- tøku-støðini ikki fáa nóg mikið av tubbakseitri, verð- ur tú illa fyri. Kroppinum tørvar tubbakseitur bara til at føla seg vanligan. Er vanligt, at tú merkir, at tú roynir at gevast? Ja nógv ymisk merki hoyra vanliga til, tá ið tú roynir at gevast. Ikki øll føla tað sama, nøkrum fellir tað merkilliga lætt. Hjá øðrum stendur ikki so væl til í nakrar dagar. Hvørji felagseyðkenni eru, og hvat fái eg gjørt, so eg megni tað? Verður tú erkvisin – far ein gongutúr, far undir heitt brúsubað, anda djúpan, jagla tyggigummi við tubb- akseitri í. Verður tú eitt sindur í ørðviti – førka teg eitt sindur spakuligari, skift støðu spakiligari. Fært tú ilt í høvdið – anda djúpan, fá tær eina aspirin. Møðist tú – síggj til, at tú fært ein góðan svøvn, fá tær ein eykablund, royn og slepp tær undan trýsti, jagla tyggigummi við tubbaks- eitri í. Kemur svøvnloysi á teg – fá tær einki kaffievni eftir klokkan 18.00, anda djúp- an. Fert tú at hosta – drekk nógv vatn, fá tær hosta- bomm ella kandissukur. Fært tú ikki savnað tank- arnar – royn at lætta um ar- beiðsbyrðuna í nakrar dag- ar, slepp tær undan trýsti. Broytist sodningin – drekk nógv vatn, et frukt og grønmeti saman við mat- inum, tú etur. Følir tú svongd – drekk nógv vatn, hav munnbitar hjá tær, sum ikki eru fullir av kalorium og feitti. Leingist tær eftir tubbaki – halt ímóti neyðini; neyðin fjarar burtur. Hvussu leingi merkir tú, at tú nýliga ert givin? Merkini eru bara fyri fyrst. Fyrstu tveir dagarnir eru vanliga teir ringastu. Tað er tíðin, tað tekur at skola tað mesta av tubbaks- eitrinum burtur úr kropp- inum. Tær næstu tvær vik- urnar siga roykjarar seg føla minni og minni. Hvussu ‘dragi’ eg andan djúpan? Set teg niður ella legg teg og royn at hvíla. Fá hugin at klárna. Fyll lungini spaku- liga, meðan tú telur upp í 5, halt andanum, meðan tú telur upp í 3 til 5. Blás so spakuliga luftina út, meðan tú telur upp í 5. Ger hetta 5 ferðir umaftur. At draga andan djúpan fyllir blóðið við súrevni og hevur tað við sær, at blóðtrýstið lækkar. Roykjarar kunnu læra seg hetta sum partur av fyri- reikingunum til at gevast. Tað er gott at duga hjá øll- um, sum royna at sleppa undan trýsti. Óvirkin royking og roykipolitikkur Hvat er so óvirkin royking, og hvussu vandamikið er tað at anda eina tynta mongd av royki á arbeiðs- plássinum allan dagin? Á web-síðuni hjá WHO er ein rúgva av upplýsingum um spurningin ‘Passive smoke’. Óvirkin royking er ein fløkjaslig blanding av meira enn 4000 kemiskum evnum, – partiklum og gassi. Íroknað eru ertingar- evni og reglubundið eitur, sum t.d. brint cyankalium, svávuldioxid, kolevni, ammoniak og formaldehyd. Tað inniheldur krabbafram- kallandi evni og vandamikil tungmetallir. Ikki-roykjarar, sum anda royk, líða av nógvum av teimum somu sjúkum sum roykjarar, hjartasjúkum, lunga- og nasa krabba, bronkitis og astma. Børn eru serliga viðkvom fyri skaða, íð stendst av hesum hættisligu evnunum, tí at kroppur teirra er enn í vøkstri og teirra andaferð er nógv skjótari enn hjá teim- um vaksnu. Altjóða vísindalig yvirlit vísa á, at brúktur (passiv) roykur er triðja høvuðsor- søkin til deyða, sum kann verða steðgaður (aftaná royking og drekking). Føroya Landsstýri hevur tey seinnu árini arbeitt við einum nýggjum roykipolit- ikki, sum varð settur í gildi 13. apríl í ár. Teir fráboð- aðu, at endamálið er at seta upp fyriskipanir á arbeiðs- plássinum, soleiðis at øll starvsfólk kunnu fremja sítt arbeiði í einum roykfríum umhvørvi. »Henda reglu- gerð var úrslitið av nógvum orðaskiftum og eini lang- røknari hoyring av starvs- fólka-umboðum frá teim- um ymisku deildunum«, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti. Ein onnur stór broyting var avgerðin hjá Strand- faraskipum Landsins at gera ferjurnar roykfríar. Stjórin, Reidar Nónfjall, sigur »vit hava tosað um eina broyting í meira enn 10 ár, síðani tey fyrstu viðmæli til roykipolitikkin komu fram seinast í 80- unum. At gera bussarnar roykfríar var fyrsta stigið«. Umframt heilsutrupul- leikar, var royking ikki góð fyri okkara ímynd av eini reinari, nýmótans flutn- ingsskipan. Tað er dýrt at umvæla skaðar av sigarett- um á borðum og stólum o.s.fr. Ferðafólkinum dám- ar roykipolitikkin, og vit hava fingið ógvuliga góða fráboðan. Vit hava nýliga tikið stig til at gera Farstøðina og Fraktstøðina roykfría eisini. Tað er umráðandi at verja heilsuna hjá okkara starvs- fólki og ferðafólki. (árliga 600.000 bussferðafólk og 850.000 ferjuferðafólk) Børn og óvirkin royking Fyribyrgingarráðið, í sam- starvi við Klaksvíkar Býráð seta í gongd eina verkætlan um roykfrí heim sum teirra partur av ætlanunum fyri tiltøkum Altjóða Tubbaks- fría Dagin. Tá ið tú keypir á einum av apotekunum 28.-31. mai, fært tú eitt ókeypis borðskelti, sum tú kanst nýta at gera heim títt royk- frítt 31. mai. Roykfrí heim verja heilsuna hjá øllum, men serliga hjá børnunum. Smá børn eru serliga viðkvom fyri óvirknum (passivum) royki, tí: Tey anda meira luft lutfals- liga til kroppsvektina (og upptaka á sama stigi meira tubbaksroyk) og tey eru verri før fyri at gremja seg (antin tí tey eru ov ung, ella tí teirra klaga verður skúgv- að til viks). Teirra órinskip- an er minni verjandi, og tey eru verri før fyri at flyta seg burtur frá ávirkanini. Óvirkin roykur er høvuðsorsøkin til nógvar barnasjúkur. Kortini vísa kanningar, at upp til 85% av vaksnum, sum roykja og liva saman við einum barni, ikki tryggja sær, at barnið ikki verður útsett fyri royki frá teirra sigarettum. Óvirk- in royking er kend fyri at elva til millumoyrabruna, astma, bronkitis, hosti og lungnaskaða hjá børnum. Granskarar hava ikki fyrr enn nýliga viðurkent álvar- an av skaðanum, sum børn- ini hava fingið av tubbaks- royki. Nógv foreldur og ansingarfólk eru ikki enn vitandi um tær nógvu sjúk- urnar, royking førir við sær. Summi av teimum halda, at lata tey vindeyga upp ella roykja í einum øðrum rúmi, so er vandin burtur. Hygg eftir fleiri upplýs- ingum um óvirkna royking á baksíðuni á borðskeltin- um. Altjóða tubbaksfríur dagur 15 14 Nr. 101 - 30. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Øll vita, at royking er vandamikil, ikki bert fyri roykjaran sjálvan, men eisini fyri fólk, sum eru hjástødd, har roykt verður. Men hvussu vandamikið er tað? Ein tann besta og kend- asta kanningin av vand- anum við royking, er ein sokallað "prospektiv ko- horte kanning", sum bleiv sett í verk í Onglandi fyrst í fimtiárunum. 34.000 enskir læknar, blivu spurdir um teirra roykivanar o.a., og bólkurin varð síðani fylgdur gjøgnum árini. 40 ár seinni (1991) var so ein uppgerð gjørd yvir, hvussu hevði gingist roykjara- bólkinum samanborið við ikki-roykjararnar. Bólkar- nir vóru eins viðvíkjandi øðrum vandaeyðkennum. Konklusiónin hjá granskar- unum var skelkandi: 8% av roykjarunum náddu 85 ára aldrinum samanborið við 33% av ikki-roykjarunum. 50% av roykjarunum náddu 70 ára aldrinum samanborið við 80% av ikki-roykjarunum. Teirra samandráttur av kanningini er soljóðandi: "Tað sær nú út til, at umleið helmingurin av øllum vana- roykjarum fyrr ella seinni verða dripin av teirra vana." Við ørðum orðum: "platt ella krónu" við lívinum sum innsatsi. Eftirhondini, sum talið av kanningum økist, gerst alt meira klárt, at fólk ikki bara doyggja í hópatali av tí men, at so at siga øll gerast sjúk. Serliga sjónlig er lungnasjúkan kroniskt bronkittis, "roykjaralung- ur", við hosta og trongd. Í vesturheiminum eru heilsuserfrøðingar nú á einum máli um, at royk- ingin er nógv tann størsti heilsutrupulleikin. Hon krevur fleiri mannalív og ger fleiri til invalidar enn vanlukkur (inkl. ferðslu- vanlukkur) , sjálvmorð og onnur evnismisnýtsla (so sum alkoholisma og nar- komani) tilsamans. Nú skuldi ein trúð, at tá so illani er statt, so fór samfelagið umgangandi at taka avleiðingarnar og gera okkurt munagott at forða fyri, at hendan gongdin heldur á. Men allastaðni í vesturheiminum hevur tað víst seg at vera eitt tógvið stríð. Hvussu ber tað til? Her eru fleiri samvirkandi orsøkir: 1) Tubakkið er komið inn í samfelagið og gjørdist ein partur av atburðarlagnum hjá einum stórum parti av fólkinum, áðrenn man visti, hvussu vandamikið tað er. Í byrjanini var tað hildið at vera gagnligt og "smart" at roykja. Ein trojansku hestur. Her hava vit eitt dømi um, at mentan er ikki altíð til gagns og ikki altið verd at varðveita. 2) Fólk kunnu ikki lata vera við at roykja. Royking er ein evnismisnýtlsa, og nikotin er eins tørvelvandi, sum heroin og kokain. Munurin á royking og rús- evnismisnýtslu er bert, at roykingin gevur ikki nakran darvandi rús. WHO hevur nú bólkað royking sum eina sjúku, sum er við í altjóða sjúkuyvirlitinum í samað diagnosubólki, sum onnur evnismisnýtsla. 3) Nógv fólk eru ímóti restriktiónum og forboðum. Tað er ein sera vanlig uppfatan, at samfelagið kann koma roykingini til lívs við upplýsing um vandan og serliga hegnigari upplæring av børnum og ungum. Tað hevur tó tíverri víst seg, at roykingin hevur verið økjandi gjøgnum árini hóast upplýsing, líka inntil lóggáva og reglar gjørdist strangari. Hetta hongur aftur sam- anvið at vanaroykjarin er so bundin av sínari royking, at han roykir, har tað ikki er erklerað forboðið. Onkur hevur sagt tað soleiðis: "Der hvor et askebæger står fremme, der ryger jeg." Soleiðis, sum gongdin hevur verið, sæst tíðiliga, at restriktiónir og forboð eru júst tey tiltøkini, sum gera mun og, sum verða respekteraði. Vit kunnu taka sum dømi bussar, flogfør, strandfararskip, avgreiðsluhølir á almenn- um stovnum, biografar o.s.fr. 4) Tað verður av nógvum hildið at vera ein borgara- rættur, ella kanska ein mannarættur at roykja. Nógv fólk, sum hava ábyrgd og ávirkan á sam- felagsviðurskifti, eru sjálvi roykjarar og tí ikki serliga íðin at berjast ímóti roykingingini. Hetta er eisini galdandi fyri fjøl- miðlafólk. Samfelagið er so upptik- ið av bardaganum móti t.d. salmonella, neytaøði, ferðsluvanlukkum, rús- drekkamisnýtlsu, dioxin, ferðsluvanlukkum, , sól- kremi og litevnunum í teimum reyðu pylsunum, at fá geva sær stundir at nevna tann stórsta dreparan av øllum. 5) Tubbaksídnaðurin er peningasterkur og ger sjálvandi alt hann kann, fyri at tryggja sær framhald- andi inntøku. Tað eru uttan iva fleiri forðingar, sum ikki eru nevndar í hesum 5 punkt- unum. Tær eru bert nevndar her fyri at geva dømir um or- søkir til, at hetta vanda- málið hevur vaksið seg so stórt, sum tað nú er. Nú eru tað uttan iva nógv, sum spyrja: hvussu við okkum her í Føroyum. Roykja føroyingar illa? Minkar roykingingin ella hvat? Til tann fyrra spurningin er at siga, at vit vita ikki við vissu enn hvussu nógvir roykjarir eru. Spurnarkann- ingar, sum Hjartafelagið hevur gjørt árliga í nøkur ár, benda á, at tað er umleið á samað støði, sum í hinum Norðurlondunum. Ein annar máti at finna útav, hvussu nógv verður roykt og hvussu gongdin við roykingini er, er at gera upp innflutningin av tubbaksvørum til landið og rokna nýtlsuna pr. íbúgva 15 ár og eldri. Av hesum uppgerðum sæst tíverri, at stríðið móti tubbaki í Føroyum hevur higartil verið ein bardagi móti yvir- maktini. Seinastu árini sæst ein økjandi nýtlsa. Vit eru enn við undirlutan í bardaganum móti royking C M Y K 14