mikudagur 30. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Nr. 101 • mikudagur • 30. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
- Tú kanst sammeta
tað við, um fótbólts-
leikarar skuldu rullað
grasvøllin út undan
hvørjari venjing,
sigur landsliðsvenj-
arin í fimleiki millum
annað um umstøð-
urnar, sum fimleik-
urin hevur í Føroyum
FIMLEIKUR
Jákup Mørk
Ein av ítróttagreinunum,
sum fer at umboða Føroyar
á Oyggjalikunum komandi,
er fimleikurin. Fimleikur
var ikki partur av seinastu
Oyggjaleikum,
men
á
serstakari kapping eftir
hesar
gjørdu
føroysku
íðkararnir bart, og komu
heim við hópi av heiðurs-
merkjum.
At meta eftir fyrireiking-
unum til hesar Oyggjaleik-
irnar, ætlar fimleikasam-
bandið ikki, at talan skal
verða um lakari úrslit hesa-
ferð. Sum venjari er settur
navnframi danin, Henrik
Berthelsen,
sum
eisini
starvast sum deildarleiðari
hjá Dansk Idrætsgymna-
stik. Um vikuskifti var
Henrik í Føroyum, har hann
hevði fleiri venjingar við
landsliðnum, og tá vit
sunnukvøldið prátaðu við
hann, tóktist hann at vera
heilt væl nøgdur um fyri-
reikingarnar higartil.
Nógv venjing
Hann greiðir frá, at lands-
liðið higartil hevur havt
fýra savningar, har vant
verður fríggja- til sunnu-
dag. Áðrenn farið verður í
holt við sjálvar oyggjaleik-
irnar, verður talan um enn
eina savning, umframt at
liðið eisini fer á eina
vikulanga venjingarlegu.
- Mítt fremsta uppgáva er
at
fyrireika
íðkararnar,
soleiðis at tey eru á aldu-
kambinum, tá farið verður
til Oyggjaleikirnar.
Tá vit spyrja, um fjar-
støðan millum hann og
íðkararnar ikki ger, at tað er
torført at fremja veruligar
venjingar, sigur Henrik, at
tað heldur hann ikki.
- Meðan eg eri í Føroy-
um, verður vant sera hart,
men venjingin steðgar ikki,
tá eg farið niður. Hvør
einstakur íðkari fær neyvar
skráir at ganga eftir, har tað
framgongur, hvussu ofta
teir skulu gera ymsu rørsl-
urnar um dagin. Hetta ger,
at vit eisini hava høvi at
royna ymiskt nýtt, tá eg eri
í Føroyum.
Ringar umstøður
Tað eru tó ikki bara rósur,
sum danski landsliðsvenj-
arin hevur at bera Føroyum.
Ein stórur trupulleiki hevur
í nógv ár verið, at fim-
leikurin í føroyum als ikki
hevur neyðugu umstøður-
nar til venjingarnar.
- Eg má siga, at umstøð-
urnar til fimleikin í Før-
oyum ikki á nakran hátt
kunnu metast sum opti-
malar. Tað er einki stað, har
ymsu
amboðini
kunnu
standa frammi alla tíðina,
og hetta ger, at tað er
óneyðuga tungt at fara í
gongd við venjingar og
annað. Tú kanst sammeta
tað við, um fótbóltsleikarar
skuldu rullað grasvøllin út
undan hvørjari venjing. Tað
vildi jú verið fullkomuliga
óhugsandi, men tað er í
veruleikanum støðan hjá
fimleikinum.
- Aðrastaðni hava tey
ítróttamiðstøðir, har øll
amboðini eru tøk hjá fim-
leikarunum, og skal støðið
veruliga hækkast her, er
eisini neyðugt, at hetta
verður gjørt.
- Eg veit sjálvsagt av, at
hetta eisini er ein fíggjar-
ligur
spurningur,
men
hinvegin er einki at ivast í,
at hetta eisini vildi givið
nógv aftur til samfelagið.
Nýta hugflogið
Heilt hjálparsleysir eru
føroyskir fimleikarar tó á
ongan hátt, og besta dømi
um hetta var eisini at síggja
í Høllini í Runavík um
vikuskiftið.
Tá fimleikarar venja lop
og annað uttanlands, er
vanligt hjá teimum at hava
eina sonevnda lopgrøv.
Hetta er ein grøv, sum
verður fylt við bleytum
tilfari so sum skúmgummi,
soleiðis at skaði ikki
stendst av, um lopið mis-
eydnast, og íðkarin fer
sendandi eftir høvdinum.
Ístaðin fyri at gera eina
grøv niður í gólvið í Ítrótt-
arhøllini, hava tey í Runa-
vík bygt eina upp úr
gólvinum. Hendan er sett
saman av fiskakassum og
plattum, meðan fyllan er
fingin til vega við at savna
saman
madrassir,
sum
kortini
skuldu
tveitast
burtur.
Samstundis
er
breytin móti grøvini lyrft
upp, og tí kundu íðkararnir
royna at gera ymiskt, sum
tey ongan tíð høvdu torað,
um vandi var fyri at lenda á
gólvinum.
Henrik dylir ikki fyri, at
hann er fegin um hetta
hugskotið, men samstundis
heldur hann ikki, at hetta er
nøkur varandi loysn.
- Hetta er so avgjørt tað
frægasta, sum vit kunnu
gera í løtuni. At nýta
hugflogið er sjálvandi gott,
men nøkur varandi loysn er
tað neyvan. Nú er alt hetta
jú somkið nýtt, og sjálvur
haldi eg eisini, at tað er
stuttligt at síggja, hvussu
nógv arbeiði verður lagt í
hetta, men longu mánadag-
in er alt tikið burtur aftur.
Tað er, sum áður sagt, av
alstórum týdningi, at slík
útgerð er tøk alla tíðina, um
ætlanin er at fáa fimleik-
arar, sum kunnul gera seg
galdandi uttan fyri Føroyar.
Eg ivist ikki í, at evnini eru
til staðar. Sjálvur komi eg
úr Nakskov, sum er á stødd
við Havnina, og haðani eru
fleiri fimleikarar, sum hava
verið við til bæði HM og
EM, men somikið langt
koma vit ongantíð, um
umstøðurnar ikki eru til
tess, sigur Henrik.
Gera sítt besta
At enda spurdu vit Henrik,
um føroyingar kunnu vænta
sær eins góð úrslit á hesum
Oyggjaleikunum, sum tá
landsliðið seinast royndi
seg, men hesum vildi hann
helst ikki svara.
- Eg kenni alt ov lítið til
støðið hjá hinum londun-
um, og um okkurt teirra t.d.
hevur fingið góðar venj-
ingarumstøður
seinastu
tvey árini, kann heilt nógv
eisini vera broytt.
- Eg vil tó siga somikið
sum tað, at mín vón er, at
føroysku íðkararnir veru-
liga liva upp til tað, sum eg
veit tey duga. Gera tey tað,
so kann eg ikki krevja
meira, sigur fryntligi danin
at enda.
Karmarnir eru avgerandi
Sjálvur komi eg úr Nakskov, sum er á stødd við Havnina, og
haðani eru fleiri fimleikarar, sum hava verið við til bæði HM
og EM
Mynd: Álvur Haraldsen
Við skúmgrøvini fáa
fimleikararnir møguleika at
royna lop, sum tey ongan tíð
høvdu torað, um vandi var fyri
at lenda við gólvinum fyrst á
hørðum gólvi
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 101 - 30. mai 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Vakur ovalur
dúkur
Uppskriftin
hesa vikuna
C
M
Y
K
16