mikudagur 30. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 30. mai 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Svarti Per varð
sunnudagin fluttur úr
Fuglafirði og vestur í
Vágar. Men tað eru
ikki bara ÍF og FS
Vágar, sum hava tapt
stórt. Eftir 10–0 tap
ímóti B36 tók HB,
sum í 1971 og 1972
bukaði ÍF av, besta
liðið úr landskapp-
ingini í 1945
FÓTBÓLTSMET
Jóannes Hansen
B36 setti met sunnudagin.
Teir vunnu 15–0 á FS
Vágar, og harvið lyftu teir
seg enn eina ferð í hesum
kappingarárinum upp um
grannarnar í HB. Hesar
seinastu
vikurnar
hava
verið góðar hjá B36, meðan
tað hevur skorist heilt illa
hjá HB. B36 skal spæla
finalu á Tórsvølli á ólav-
søku, meðan HB fall í
hálvfinaluni. Sunnudagin
lyfti B36 seg upp um HB á
støðutalvuni, og sunnu-
dagin tók B36 metið frá
HB, sum frammanundan
hevði vunnið størsta sigurin
nakrantíð í landskapping-
ini.
Stórsigrarnir í
nýggjari tíð
15–0 sigurin hjá B36 er
tann størsti nakrantíð í
landskappingini. Í steypa-
kappingini er tað onkuntíð
komið fyri, at sigrarnir
hava verið størri, men tað
telur ikki við í hesum
førinum, tí tá hevur talan
verið um uppgerðir ímillum
lið, sum ikki hava verið í
somu deild í landskapp-
ingini.
Tað er komið fyri fleiri
ferðir tey seinastu árini, at
talan hevur verið um sigrar
við tíggju málum, og hvørja
ferð hava sumbingar lagt
rygg til. Tvær ferðir ímóti
B36 og eina ferð ímóti GÍ.
Í fjør vann B36 í 4.
umfarinum 11–1 á Sumba í
Gundadali, og í 1998 var
munurin tann sami. Ta
ferðina vann B36 í 12.
umfarinum 10–0 á Kross-
inum.
GÍ eigur eisini ein tíggju
mála sigur at vísa á. Tað var
í 1998, tá sumbingar í
Sarpigerði løgdu rygg til
10–0 tap.
Frá 1976 og fram til 1987
vóru átta lið í bestu deild-
ini. Hesi árini var eingin
sigur so stórur, sum teir, ið
eru nevndir omanfyri.
HB hevði takið á ÍF
Inntil síðsta sunnudag var
størsti sigurin nakrantíð í
landskappingardysti vunn-
in 1. august í 1971. Hetta
árið høvdu fuglfirðingar
dittað sær at bjóða hinum
liðunum í 1. deild av.
HB var sera væl fyri. Teir
høvdu vant nógv í summ-
arsteðginum, meðan fugl-
firðingar als ikki vóru í
venjing, tá teir tríggjar
dagar eftir ólavsøku komu á
eyrvøllin í Gundadali, sum
nógva regnið hevði broytt
til hyljar og runudýki.
Úrslitið var 14–2. ÍF kom
á odda, og Sam Jacobsen
skoraði bæði málini hjá ÍF.
Tveir núverandi løgtings-
menn vóru á ÍF liðnum hjá
ÍF. Teir vóru Signar Han-
sen, sum nú eitur á Brúnni,
og so Jógvan á Lakjuni.
HB hevði gott tak á fugl-
firðingum um hetta mund-
ið. Ikki minst á vøllinum í
Fuglafirði, sum tá var nógv
minni, enn hann er nú. Tá
HB fyrireikaði seg til
dystin í Fuglafirði í 1972,
merktu teir vøllin í Gunda-
dali, soleiðis at merkta økið
hevði somu stødd sum
vøllurin í Fuglafirði. Teir
spentu tvein fyri at fáa røttu
vallarbreiddina,
og
tað
loysti seg. HB vann 13–1,
og Jákup Frants Larsen,
sum nú er kommunu-
skrivari í Fuglafirði, skor-
aði
einasta
málið
hjá
heimaliðnum.
Stórsigrarnir í
gamlari tíð
Tað kann væl vera, at
okkurt er farið burtur ímill-
um hjá okkum, tá vit hava
leitað uppaftur longri aftur
í tíðina. Men vit hava
funnið tveir dystir, har FM
vinnararnir frá í fjør, VB,
hava lagt rygg til rættulig
stórtap. 9. juli í 1950 var
tað einki stuttligt at vera
vágbingur
á
Tvøroyri.
Henda dagin vann TB á
Sevmýri 13–1 ímóti VB.
Og 23. mai í 1953 var
aftur heilt galið hjá VB. Tá
taptu teir 13–0 í lands-
kappingardysti í Klaksvík.
John Reid Bjartalíð roynir í
50 ára minningarritinum
hjá KÍ at bera í bøtuflaka
fyri vágbingar. Um orsøk-
ina
til
størsta
sigurin
nakrantíð hjá KÍ í einum
landskappingardysti sigur
hann, at VBarnir vóru illa
fyri henda dagin. Teir
høvdu havt sera langa tíð
um norðurferðina, og har-
afturat var liðið veikt
mannað.
Fyrstu árini eftir at tað í
1942 var varið undir lands-
kappingina í fótbólti, var
kappingin skipað í bólkum.
Í 50 ára minningarritinum
hjá HB verður nevnt, at TB
í 1942 vann 14–0 á
Sevmýri ímóti HB. Hetta
var ikki í landskappingini,
men HB legði tíðliga í
tíðini rygg til stórtap.
Jógvan Arge sigur í 50 ára
minningarritinum at fyrsta
lið kollapsaði í 1945. Tað
árið taptu teir 10–0 ímóti
B36 og Herluf Mikkelsen,
sm var kvikur og hevði
sjáldsama góðan teknikk,
skoraði átta mál. Aftaná
tapti HB 8–0 í Klaksvík og
9–0 í Gundadali ímóti KÍ,
og so var einki annað at
gera, enn at taka fyrsta lið
úr landskappingini, hevur
Jógvan Arge lisið í gerða-
bókini.
Lakjumeninir og
Fuglafjørður
Nú mugu vit koma aftur til
yvirskriftina til hesa grein-
ina. Vit skulu ikki lata salt í
sárið hjá vágamonnum,
men eftir 15–0 ósigurin
sunnudagin, er tað ein
veruleiki, at teir hava
ivasama metið í varð-
veitslu.
Fuglfirðingar hava havt
størsta tapið hangandi á sær
síðani 1971. Tað gongst
einki hjá ÍF í næstbestu
deildini, men í Fuglafirði
kunnu tey senda avkom-
inum hjá góðum fuglfirð-
ingum eina vinarliga heils-
an.
Magni á Lakjuni skoraði
sunnudagin fýra mál ímóti
FS Vágar, og Heðin á
Lakjuni var toppskjútti við
fimm málum. Magni er
sonur Harry á Lakjuni, og
Heðin er sonur Victor á
Lakjuni. Teir eru fuglfirð-
ingar, synir hjá Jákupi Oluf
á Lakjuni, sála. Lakju-
menninir hava altíð verið
óførir í fótbólti, og nú vóru
tveir av teimum við til at
lyfta okið, sum hevur hing-
ið á ÍF í 30 ár, burtur av
felagnum,
sum
flestu
Lakjumenninir hava lært at
spælt fótbólt í.
Heðin á Lakjuni er upp-
vaksin í Klaksvík og hevur
spælt við KÍ, men pápi
hansara, Victor á Lakjuni,
spældi eitt sindur við ÍF
fyri meiri enn tredivu árum
síðani.
Pápi Magna á Lakjuni
hevur ikki spælt nakað
serligt, tí Harry hevur altíð
verið skipsmaður. Men tað
er ikki undarligt, at Magni
er ein góður fótbólts-
spælari. Umframt genini á
Lakju síðuni, so skal tað
ikki gloymast, at Meinhardt
Dalbúð er mammubeiggi
hansara. Meinhardt var
toppskjútti, tá ÍF í 1979
vann FM, og síðst í áttati
árunum spældi hann við
B36, sum sunnudagin – m.
a. við góðum stuðli frá
fuglfirðingum – syrgdi fyri,
at Svarti Per varð fluttur úr
Fuglafirði og vestur í
Vágar.
Lakjumenn lyftu okið burturav
fuglfirðingum
ÍF liðið, sum síðani 1971
hevur havt ivasama metið at
hava lagt rygg til størsta
tapið nakrantíð. Nú er okið
tikið av teimum og flutt
vestur í Vágar. Samstndis er
heiðurin at hava vunnið
størsta sigurin nakrantíð
fluttur úr HB og til B36
Heðin á Lakjuni, sum er sonur fuglfirðingin Victor á Lakjuni,
skoraði sunnudagin fimm mál fyri B36 og hjálpti harvið væl
til at taka keðiliga metið frá ÍF
Magni á Lakjuni, sum er sonur fuglfirðingin Harry á Lakjuni,
skoraði sunnudagin fýra mál fyri B36 og hjálpti harvið væl til
at taka keðiliga metið frá ÍF
19
18
Nr. 101 - 30. mai 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Todi verður
tøkur
Talan er allar
helst ikki um
nakran álvars-
ligan vøddaskaða
hjá føroyska
álopsessinum
DANMARK
Jákup Mørk
Alt bendir á, at Todi
Jónsson verður klárur
at spæla, tá FCK um
knappar tvær vikur
skal spæla týdningar-
mesta dystin á árinum.
Mánadagin
varð
Todi
kannaður
av
læknanum hjá FCK,
Frank Odgaard, og
boðini tykjast ikki at
vera so ræðandi, sum
tað av fyrstan tíð var
líkt til. Frank Odgaard
sigur, at í løtuni fær
hann ikki staðfest við
vissu, hvat slag av
skaða, talan er um,
men at tað eftir øllum
at døma er ein sokallað
forstrekking.
Talan
verður tí væntandi um
ein steðg upp á einar
10 dagar, og skuldi
Todi
sostatt
verið
100% til reiðar at
spæla hin 10. juni.
Aftur í ár fer Tórs-
havnar Súkklufelag at
skipa fyri barna-
súkkling
SÚKKLING
tíðindaskriv
Tórshavnar Súkklufelag fer
aftur í ár at venja børn at
súkkla, hetta eru børn og
ung frá 3. flokki og til 14
ára aldur . Í ár venjur hesin
bólkur tvær ferðir, ímóti
einari í fjørð, hetta fyri at
íðkararnir skulu fáa sum
mest burturúr. Sum í fjørð,
verður byrjað uttanfyri
bygningin hjá Føroya Tele
uppi á Hálsi.
Venjingartíðirnar
eru
mánadag og mikudag kl
18.00- 19.00 , tó í dag kl
16.00.
Ætlanin er, at skipa fyri
barna og ungdómssúkkling
á øllum FM-róðrarstevn-
unum í summar, so ungu
súkklararnir sleppa at royna
tað teir venja í kapping.
Hetta eru Grand Prix
kappingar, og verða børnini
bólkað soleiðis:
Bólkur 1 : 6,7 og 8 ár.
Bólkur 2 : 9,10 og 11 ár.
Bólkur 3 : 12,13 og 14 ár.
Hesir bólkar verða so
aftur býttur sundur í gentur
og dreingir. og fáa íðkar-
arnir stig eftir hvussu ging-
ist hevur. Vinnararnir verða
kosnir á Ólavsøku, og fáa
heiðurstekin tá, meðan teir
á hinum stevnunum fáa
skreytbløð.
Sum í fjørð, skulu allir
súkklarar vera í hjálmi,
bæði tá teir venja og tá teir
kappsúkkla.
Fyrsta kappingin børn og
ung kunnu bjóða seg fram
til, verður Balslev Runt.
Henda kapping skuldi verið
síðsta heyst, men bleiv
útsett, tí Balslev´s Timibur-
handil bygdi uppí. Nú er so
liðugt, og verður kappingin
tá verkfallið er av. Lýst
verður í bløðunum.Øll børn
í aldrinum 7-14 ár kunnu
vera við, og súkkla tey í
aldursbýttum riðlum.
1/8 triathlon
Sum ein liður í venjingini
til Oyggjaleikirnar skipaði
Føroya Triathlon Felag í
vikuskiftinum fyri tveim-
um kappingum. Einara 1/8
triathlon kapping leygar-
dagin, og einari tíðarsúkkl-
ing sunnudagin.
Í triathlon svumu, súkkl-
aðu og runnu íðkararnir
ávíkavist 750 metrar, 20
kilometrar og 5 kilometrar.
Svomið var í Svimjihøllini,
súkklað var út Havnini, inn
í Kaldbaksbotn og aftur til
Skógrøkt Landsins, higani
runnið var fram við strond,
til Sparikassan og aftur til
Skógrøkt Landsins.
Tíðirnar vóru hesar:
1. Gunnar Dahl Olsen.
1.14.51.
2. Beinir Rasmussen.
1.16.05.
3. Evald Rasmussen.
1.21.59.
4. Hallur Stakssund.
1.24.24.
5. Kári Simonsen.
1.24.45.
Tíðarsúkklingin sunnu-
dagin var úr Kaldbak til
Havnar, og síðani niðan á
Kleynisvarða.
Tíðirnar vóru hesar:
1. Gunnar Dahl Olsen.
36.09
2. Sverri Mohr Edvinson.
38.21
3. Kári Brattaberg.
40.02
4. Beinir Rasmussen.
42.14
5. Christian Guttesen
42.53
6. Eli Christiansen.
44.00
7. Kári Simonsen.
44.55
8. Evald Rasmussen
Givin)
Báðar
dagarnar
var
vindur og regn, so tíðirnar
kunnu ikki sammetast við
tíðir aðrir tri-íðkarar hava,
so FTF bíðar nú eftir
góðveðri, tá skipað verður
fyri einum _ triathlon
venjingarkapping. Til hesa,
sum til allar aðrar kapp-
ingar felagið skipar fyri,
eru øll ið hava hug at royna
hvør dugur er í teimum
vælkomin.
KAPPRÓÐUR
Tríggjar manningar
úr Klaksvík vunnu á
bygdarstevnuni á
Strondum, og tað
birtir vónir fyri
góðum úrslitum hjá
vertunum fyri
norðoyarstevnuni
Ársins fyrsti kappróður var
sunnudagin. Talan var ikki
um FM kappróður, men um
bygdarstevnuróður
á
Strondum. Tað vil siga, at
tað skal ikki leggjast meiri í
úrslitini av hesum róðrin-
um, enn at talan var um
vinardyst ella venjingar-
róður, áðrenn tað á norð-
oyarstevnu
í
Klaksvík
annan leygardag verður
álvari.
Men undanfarin ár hevur
tað víst seg, at róðurin uttar-
laga á vestursíðuni á Skála-
fjørðinum plagar at vera góð
ábending um, hvussu væl
manningarnar
eru
fyri,
áðrenn tað verður álvari.
Og skulu vit nýta róðurin
í góðum líkindum á Skála-
fjørðinum sum grundarlag,
so kann ikki annað sigast,
enn at tað tykist vera álvari
í hjá klaksvíkingum. Síðani
síðsta róðrarár hevur róð-
rarfelagið har norðuri fing-
ið tríggjar nýggjar bátar.
Manningarnar hava lagt
nógv fyri í venjingini, og
tað tykist vera grundarlag
fyri, at klaksvíkingar hava
orsøkir til meiri enn at
vóna, at tað fer at hilnast
væl í heimasjógvi á norð-
oyarstevnu.
Nú eru fleiri ár síðani, at
nakar bátur úr Klaksvík
vann ein kappróður, og tað
er sjálvandi væl longri síð-
ani, at tríggjar manningar
úr Klaksvík vunnu sama
róðrardag. Men soleiðis var
tað sunnudagin.
Kvinnurnar umborð á
nýggja Páll Fanga, og
genturnar umborð á nýggju
Fípuni Føgru vóru sannfør-
andi. Í Klaksvík hava tey
sett stórt álit á, at átta-
mannafarið Nevið Reyða
skal lyfta mannfólkakapp-
róðurin fram hagar, sum
klaksvíkingar ikki hava
verið í eini tredivu ár. Og
tað hilnaðist óvanliga væl
hjá Nevinum Reyða, sum
so at siga vant burturúr
kappingarneytunum. Argja-
báturin var næstfremstur,
og Kvívíkingur endaði á
triðja plássinum.
At Tjaldrið vann í kapp-
ingini
ímillum
fimm-
mannaførini við dreingjum,
er einki nýtt. Strálan vann
kappingina ímillum seks-
mannafør
mannað
við
monnum. Tað hava teir
fleiri ferðir gjørt tey sein-
astu árini.
Uppaftur minni nýtt er í
tí, at Vestmenningur vinnur
í
kappingini
ímillum
tíggjumannaførini. Í hesi
síðstu kappingini vóru bara
tríggir bátar við. Eystur-
oyingur var klárt nummar
tvey, og Skálabáturin, sum
als ikki tók lut í kappingini
í fjør, var aftastur.
Tað eru tvær vikur til
norðoyarstevnuna, og tað
kann nógv broytast til ta
tíð. Tað skal eisini takast
við, at fleiri av bátunum,
sum ofta plaga at vera
frammarlaga, ikki vóru við
á Strondum.
Úrslitini av Strondum
5-mannafør gentur
1 Fípan Fagra
5.09,3
2 Tjaldrið
5.12,05
3 Ørnin
5.22,12
4 Hvassi
5.28,11
5 Havfrúgvin
5.24,11
6 Drekin
5.28,11
7 Blikur
5.30,10
8 Báran
5.46,04
9 Spógvin
5.46,07
6-mannafør kvinnur
1 Páll Fangi
5.03,17
2 Sølmundur
5.07,19
3 Hvessingur
5.16,12
5-mannafør dreingir
1 Tjaldrið
4.50,18
2 Frúgvin
4.56,16
3 Blikur
5.00,01
4 Sílið
5.00,04
5 Fípan Fagra
5.02,11
6 HJavfrúgvin
5.07,13
7 Drekin
5.10,04
8 Báran
5.14,22
9 Erla Kongsdóttir5.19,05
6-mannafør menn
1 Strálan
7.14,08
2 Hvessingur
7.18,15
3 Sølmundur
7.20,04
4 Lómur
7.25,00
5 Riddarin
7.26,13
6 Snopprikkur
7.29,22
7 Gongurólvur
7.32,22
8 Fortúnan
7.41,10
8-mannafør
1 Nevið Reyða
6.38,20
2 Argjabáturin
6.44,01
3 Kvívíkingur
6.48,13
4 Knørrur
6.51,18
5 Ormurin Langi 6.55,09
6 ØRvur
7.01,11
10-mannafør
1 Vestmenningur 6.47,24
2 Eysturoyingur
6.52,24
3 Skálabáturin
6.54,12
Svimja í
Danmark
30 ungfólk úr
Havn fara um
vikuskiftið at
kappast í stórari
danskari svimji-
kapping
SVIMJING
Jákup Mørk
Í morgin, hósdagin,
fara 30 svimjarar frá
Havnar Svimjifelag til
Danmarkar at luttaka í
opnari svimjikapping.
Hetta er ein kapping
hjá felagnum, Swim-
West í Esbjerg, og
verður kappast í ald-
ursbólkunum 11 til 15
ár. Talan er um eina av
heilt stóru kappingun-
um í Europa, og fara í
alt einir 1.900 svimj-
arar at luttaka. Kapp-
ast verður í døgunum,
25. – 27 mei.
Í tíðindaskrivi sigur
svimjisambandið, at
endamálið við ferðini
er at geva ungu svimj-
arunum møguleika at
royna seg í stórum
kappingum.
Nakað
sum felagið sigur vera
sera týdningarmikið
til tess at menna ungu
talentini, sum eru í
felagnum.
Barnasúkkling
Kappróðurin í Klaksvík
er komin afturíaftur
At Vestmenningar vann 10-mannafarsróðurin kemur neyvan óvart á, men annars gjørdu fleiri nýggir bátar um seg
C
M
Y
K
18