Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 4 - 7. januar 2008 ÍLØGUSPÆLIÐ Hilmar Simonsen Íløguspælið nærkast endanum, tað eru bert 4 dagar eftir at spæla í. Fremsti spælarin, sum hevur dulnavnið ”navijoe”, hevur í skrivandi løtu fingið eitt avkast upp á 268 prosent. ”Navijoe” legði seg á odda tíðliga í spælinum og hevur áhaldandi økt um leiðsluna. Hann er meiri enn 200 prosent frammanfyri nummar tvey, ”Stavnur”, sum hevur 61,5 prosent. So har er lítil og eingin ivi um, at ”navijoe” vinnur spælið sannførandi. Meiri spenningur er um ávikavist annað og triðja plássið. Sum sagt er ”Stavnur” nummar tvey við 61,5 prosent, nummar trý er ”TNT” við 57,74 prosent, og nummar fýra ”Raggyboy” við 57,2 prosentum. Sostatt eru allar súður ikki syftar um annan og triðja vinning. Fyrsti vinningur er kr. 50.000, annar vinningur kr. 25.000, og triði vinningur kr. 10.000, sum allir verða útgoldnir í reiðum peningi. Hetta fer fram í Miðlahúsinum fyrst í næstu viku, men nærri verður at frætta um hetta seinni í vikuni. Stórur munur á partabrøvum Tey sum hava fylgt við støðuni seinastu tíðina hava sikkurt bitið merki í, at ”navijoe” hevur megnað at fingið hampuliga væl í avkasti, hóast partabrævakursirnir sum heild eru dalaðir nógv. Eftir øllum at døma hevur ”navijoe” dugað væl at umsett partabrævaogn til reiðan pening, tá kursirnir eru gingnir niður, og so keypt aftur, tá kursirnir eru gingnir upp. Í heila tikið hava teir fremstu spælararnir verið virknir í at keypa og selja, men hava dugað væl at framt handlar til rættar tíðir. Hyggja vit eftir støðuni í hinum endanum, so hava í skrivandi løtu tríggir teir aftastu spælararnir allar sínar pengar bundnar í íløgum. Men har hava vindarnir ikki blást rætta vegin, tí hava hesir mist ávikavist 82,88 prosent, 76,33 prosent og 74,61 prosent av upprunaligu milliónini. Hetta avspeglar tann veruleika á keypskálunum, at stórur munur er á góðum og vánaligum parta- brøvum. Sum flestu kunnugt yvirtók Eik virksemið hjá Kaupthing Banka beint áðrenn nýggjár. Við yvir- tøkuni fylgdu tær skyldur, sum Kaupthing hevði frammanundan í Føroyum. Hetta merkir, at tað er Eik Banki sum hevur ábyrgdina av Íløguspælinum fram til endan. Íløguspælið endar fríggjadagin 11. januar, so tá skuldi verið greitt, hvørjir tríggir teir bestu spælararnir eru. Vinningarnir verða handaðir við móttøku í Miðlahúsinum væntandi fyrst í næstu viku, men nærri verður kunngjørt um hetta í Sosialinum seinni í vikuni. Fyrsti vinningur er kr. 50.000, annar vinningur kr. 25.000, og triði vinningur kr. 10.000. Lítil og eingin ivi er um, at ”navijoe” vinnur Íløguspælið og harvið 50.000 krónur, men tað ríður um snarið um serliga triðja vinning. Í skrivandi løtu er ”Stavnur” hampuliga tryggur á øðrum plássið, meðan ”TNT” og ”Raggyboy” togast stavn um stavn um triðja plássið. Kvøld fyri tvey á Gourmet til vikuvinnaran í Íløguspælinum Besti spælarin í viku 1: rumpatrol Avkastið hjá vinnaranum hesa vikuna: kr. 322.693,61 (+36,15%) Vinnarin fær beinleiðis boð. Hjartaliga tillukku Eik 4,000 3,500 3,000 2,500 2,000 1,500 29/12 30/12 02/01 03/01 04/01 05/01 06/01 07/01 31/12 01/01 Gongdin hjá topp 3 (vika 52-01) Stavnur navijoe TNT www.eik.fo Íløguspælið á ilogur.com - 15. vika Ríður um snarið um triðja plássið Eik yvirtekur Íløguspælið sansir.fo Topp 10 (7. jan. 2007 kl. 8.48) Leikari Reiður peningur Partabrævaogn Ogn Avkast navijoe 2.078.743,31 kr. 1.602.000,00 kr. 3.680.743,31 kr. +268,07 % Stavnur 1.614.959,07 kr. 0,00 kr. 1.614.959,07 kr. +61,50 % TNT 3.747,20 kr. 1.585.456,00 kr. 1.589.203,20 kr. +58,92 % Raggyboy 1.572.049,27 kr. 0,00 kr. 1.572.049,27 kr. +57,20 % hps 1.181.501,00 kr. 359.243,42 kr. 1.540.744,42 kr. +54,07 % Mazda323 38,71 kr. 1.518.340,00 kr. 1.518.378,71 kr. +51,84 % winnie 3.271,07 kr. 1.512.654,00 kr. 1.515.925,07 kr. +51,59 % Drotningin 1.314.720,72 kr. 161.138,69 kr. 1.475.859,41 kr. +47,59 % PD2171 1.275.009,00 kr. 190.140,00 kr. 1.465.149,00 kr. +46,51 % hanna21 234,07 kr. 1.454.440,00 kr. 1.454.674,07 kr. +45,47 % 10 tey vánaligastu partabrøvini í 2007 vóru: 1. Curalogic (-69,49 prosent), 2. Søndagsavisen (-67,61), 3. Europinvestment (-64,16), 4. Pharmexa (-62,46), 5. Danionix (-58,92), 6. Bodilsen Holding (-58,02), 7. Rovsing (-56,62), 8. ALK-Abello (-55,35), 9. TopoTarget (-52,42), og 10. GN Store Nord (-52,09). Ein uppgerð hjá www.epn.dk yvir partabrøv á OMX fyri árið í fjør vísir, at 10 tey bestu partabrøvini vóru: 1. Atlantic Petroleum (+220,08%), 2. D/S Norden (+135,01), 3. Vestas Wind Systems (+115,11), 4. OMX (+98,62), 5. Spæncom (A: +96,93, B: +99,72), 6. Mols-Linien (+94,91), 7. Tower Group (+67,18), 8. Maconomy (+66,33), 9. Århus Elite (+47,71), og 10. ChemoMetec (+47,24).