Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2008 Solospæl eyðkennir vælstríðið. Politisku flokkarnir eru ikki førir fyri at formulera innihalds­ ríkan politikk, og valevnir hava at kalla frítt spæl til at føra persónligt valstríð. Einstøku profilarnir standa tí sterkari enn flokkarnir. Hetta fer at blíva meira sjónligt, nú Føroyar eru eitt valdømi. ­ Flokkarnir hava hvørki fíggjarligar og umsitingarligar ressursir til at stýra valstríðnum og at koyra síni valevnir fram. Tí verða tey einstøku valevnini í veruleikanum trýst til at fara í sjálvdrátt í valstríðnum, sigur Jógvan Mørkøre, sam­ felagsfrøðingur VAL 08 Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Flokkarnir hava mist tamar­ hald­ið á sínum egnu valevn­ um. Tað er so at siga frítt spæl hjá hvørjum einstøkum at profilera seg sjálvan, og vald­sbýtið millum valevnir og flokkarnar er nú vent á høvd­ið: Meðan flokkarnir skapa karmarnar rund­anum valstríðið, mynd­a ávísir per­ sónar innihald­ið. Jógvan Mørkøre, sam­ felagsfrøðingur, vísir á, at hetta hevur verið ein greiður tend­ensur seinastu árini, og at rekrutteringin av valevn­ um fer at broytast markant. Vantandi ressursir ­ Flokkarnir hava hvørki fíggjarligar og umsitingar­ ligar ressursir til at stýra val­ stríðnum og at koyra síni valevnir fram. Tí verða tey einstøku valevnini í veru­ leikanum trýst til at fara í sjálvd­rátt í valstríðnum, sig­ ur Jógvan Mørkøre. Hann rør framund­ir, at flokkarnir ikki eru nóg sterkir til at fara út og siga nágreiniliga, hvørjum teir stand­a fyri og síðani at koy­ ra valevnir í stilling, sum vilja fremja hesi mál. Hetta uppgávubýtið er skeiklað, soleiðis at valevnini í størri mun stýra flokkinum held­ur enn hinvegin. ­ Flokkarnir hava ikki umstøður til at stuðla ávís­ um valevnum, soleiðis at samansetingin í løgtinginum ikki er tengd­ ov nógv at pen­ ingaligu styrkini hjá tí ein­ staka valevninum. Vand­in er, at pengar fara at hava ein størri leiklut í komand­i tíðum, held­ur Jógvan Mørk­ øre. Jóannes Hansen, samfe­ lagsfrøðingur og rektari á Læraraskúlanum, segði í útvarpssend­ingini Metro, at tað gerst alt meira sjónligt, at valevnir bert arbeiða fyri seg sjálvi. Valtilfarið, sum kemur innum d­yrnar, er oft­ ast frá einstøkum valevnum, meðan flokkarnir fella í bakgrund­ina. ­ Ein avleiðing Føroyum sum einum vald­ømi er, at tey einstøku valevnini eru pískað til at gera vart við seg í almenna rúminum fyri ikki at hvørva í mongd­ini. Fyrr var valstríðið ikki stýrt í sama mun í fjølmiðlunum, og mátin at reka er broytt­ ur. Veik floksumsiting ­ Føroysku flokkarnir hava hvørki fíggjarligar ella umsitingarligar resursir til at føra veruligan politikk, tí at floksapparatini heilt ein­ falt eru for veik, sigur Jógv­ an Mørkøre. Við at hyggja eftir umsit­ ingunum hjá flokkunum fæst sjón fyri søgn. Umsit­ ingin er ofta mannað við púra tilvild­arliga settum fól­ ki, sum als ikki hava nakra relevanta útbúgving ella før­ leikar til at stand­a fyri floks­ politiskum virksemi. ­ Flokkarnir í Føroyum eru ikki førir til at formulera konkretan politikk og at seta framtíðarætlanir út í kortið, tí tað flokspolitiska hevur verið við und­irlutan í nógv ár. Tá ein flokkur so kemur til vald­ið, er hann mangan ikki førur fyri at føra sínar ætlanir út í lívið, sigur Jógvan Mørkøre. ­ Valuppleggini eru oftast bara einfald­ar yvirskriftir og lítið konkret innihald­ er at hóma. Í øðrum lond­um hava flokkar ofta eina sera væl útgreinaða valskrá, sum í smálutum ger greitt, hvussu hesin flokkurin ætlar at nýta vald­ið. Har manglar kjøt á lyftunum, av tí at flokkarnir einki apparat hava aftanfyri seg, sigur Jógvan Mørkøre um floks­ framløgurnar higartil. Valfeløgini mist valdið Ein avleiðing av broytingini í valskipanini, er at rekrutt­ eringin av valevnum gerst heilt øðrvísi, og uppstillingin gerst meira tilvild­arlig. ­ Vald­ið er tikið frá teim­ um lokalu valfeløgunum, og tí er teirra orsøk at eksi­ stera horvin. Hetta sæst væl aftur í tí stríði, sum hevur tikið seg upp millum sen­ tralumst ­ Flokkarnir hava eina týd­ningarmikla uppgávu at rekruttera fólk. Teir skulu skúla fólk til komand­i upp­ gávur í politisku skipanini, men hesa uppgávu megna teir ikki. Vit síggja ofta nýggj land­sstýrisfólk, sum als ongan kunnleika til økið, og tí eru givin upp til skutils hjá almennu umsit­ ingini. Jógvan Mørkøre held­ur, at ein loysn kund­i verið at styrkt flokkarnar við at hæk­ ka almennu játtanina til politisku flokkarnar, soleið­ is at flokkarnir gerast førir fyri at reka veruligan inni­ hald­sríkan politikk og at áta­ ka sær tær uppgávur, sum flokkar vanliga hava. DONG funnið olju Danska oljufelagið DONG hevur funnið meiri olju og gass í Norðsjónum. Tað er ikki greitt, hvussu stórt fund­ið er, men tíðind­ini vilja vera við, at talan kann vera um eitt stórt fund­. DONG hevur funnið oljuna og gassið har suðuri í Norðsjónum, og felagið eigur 40 prosent av rættind­unum har. Boripallurin Mærsk Guard­ian, sum kom niður á oljuna og gassið, skal nú bora eitt hol afturat fyri at fáa staðfest, hvussu stórt fund­ið er. Kapping í Siumut Tað verður stríð um formanssessin í grønlend­ska flokkinum Siumut hesaferð. Flokkurin skal velja formann í næsta mánað, og higartil hava trý valevni bjóðað seg fram. Leygard­agin kunngjørd­i Hans Enoksen, at hann ætlar sær at hald­a fram sum formaður, og at hann sostatt stillar uppaftur. Dagin fyri boðaði Vittus Mikaelsen, borgarstjóri í Tassiilaq, frá, at hann stillar upp, og fyrr hevur Aleqa Hammond­, land­sstýrislimur, givið somu boð . Flokkarnir spælt fallitt 12 Floksapparatini hava ikki kapasitet til at føra veruligan politikk. Tað er tí ofta upp til einstøku valevnini at profilera seg sum best Mynd: Jens Kristian Vang