mánadagur 7. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2008
Higartil hevur
Fiskimannafelagið
noktað blankt at
tosa um at fiskimenn
skulu betala ein part
av oljuútreiðslunum
hjá skipunum,
men tað hevur
Fiskimannafelagið
nú bundið seg til at
gera eftir semjuni,
sum varð gjørd
leygarkvøldið,
sigur formaðurin í
Reiðarafelagnum
Semja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eru ómetaliga glaðir
fyri, at skipini aftur sleppa
at fiska. Men báðir partar
hava tapt, tí tað er ongantíð
nakar, sum vinnur í einum
verkfalli.
Tað
staðfestir
Viberg
Sørensen, formaður í Reið-
arafelagnum, nú verkfallið
hjá
Fiskimannafelagnum
endaði leygarkvøldið.
Kortini heldur hann, at
báðir partar komu nøkun-
lunda heilskapaður burturúr
verkfallinum og tær eyka-
útreiðslur, sum eru lagdar á
reiðararnar í nýggja sátt-
málanum, hava ikki nógv
upp á seg í heildarmyndini,
heldur hann.
- Tað er yvirkomiligt,
sigur formaðurin í Reiðara-
felagnum.
Hann fegnast serliga um,
at verkfallið endaði nú, tí
hann fryktaði fyri, at tað fór
at vara í fleiri vikur afturat
og tað hevði verið ein van-
lukka fyri alt samfelagið.
- Fingu vit ikki enda á
verkfallinum nú, hevði tað
helst vart út í februar
mánað, heldur hann.
Skulu tosa um oljuna
Tað, sum serliga skilti
partarnar, var tann um-
strídda oljusemjan, sum
varð gjørd í seinastu sam-
ráðing. Har stendur, at fer
oljan upp um 2,90 krónur
fyri liturin, skulu partarnir
tosa saman um oljuútreiðsl-
urnar. Tað, sum liggur í
hesum er, at fiskimenninir
skulu betala ein part av
oljuni.
Men hetta noktaði Fiski-
mannafelagið blankt og tað
er var ein høvuðsatvoldin
til verkfallið.
- Fiskimannafelagið hev-
ur higartil noktað blankt at
tosa um oljuna, men í
nýggja sáttmálanum stendur
beinleiðis, at partarnir
skulu taka spurningin um
útreiðslurnar til oljuna upp
av nýggjum longu í ár.
- Sostatt hevur Fiski-
mannafelagið
beinleiðis
givið tilsøgn um, at vit
skulu tosa um oljuna og tað
er
eitt
frambrot,
sigur
Viberg Sørensen.
- Nú hava vit eina avtalu
um, hvat vit skulu gera við
tær øktu oljuútreiðslurnar
og tað eru vit væl nøgdir
við, tí tað hevur Fiskimanna-
felagið ikki viljað hoyrt
talan um higartil, leggur
hann afturat.
Endavenda
sáttmálanum
Samstundis fegnast hann
um, at partarnir eru samdir
um at gjøgnumganga allan
sáttmálan.
- Vit ætla at rudda borðið,
tí sáttmálin er gamal og
ótíðarhóskandi og tí er enda-
málið hjá Reiðarafelagnum
at gera ein spildurnýggjan
sáttmála og í tí sambandin-
um skulu vit eisini tosa um
oljuna, eins og vit skulu
umrøða øll onnur viður-
skifti, sum hava við rakstur-
in hjá skipunum at gera,
sigur formaðurin í Reiðara-
felagnum.
Hann ivast ikki í, at tað
ber til at gera ein nýggjan
sáttmála, sum eru til frama
fyri báðar partar.
- Skipanin er stirvin og
nógvar tillagingar kunnu
gerast í sáttmálanum, sum
koma báðum pørtum til
góðar.
Tað kann gerast við
rationaliseringum, eitt nú í
manningartali.
- Eitt dømi er, at bæði við
flakatrolarum og nótaskip-
um kunnu væl færri mans
vera við, enn tað eru nú,
sigur formaðurin Reiðara-
felagnum.
- Nú vóna vit, at báðir
partar fara undir hetta
arbeiðið við opnum sinni
fyri at fáa nakað gott burtur
úr og fyri at lata upp fyri
nøkrum møguleikum, sum
ikki bera til nú.
Meiri um hetta er á síðu
27.
Í semjuni, sum leygar
kvøldið gjørdi enda
á verkfallinum hjá
Fiskimannafelagnum,
er eftirlønin hækkað
og túralongdin stytt
Semja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað vóru ikki stórar broyt-
ingar, sum vórðu gjørdar í
nýggja sáttmálanum ímill-
um Reiðarafelagið og Fiski-
mannafelagið og leygar-
kvøldið gjørdi enda á verk-
fallinum.
Fiskimannafelagið fór í
verkfall 19. desember, men
fríggjadagin vórðu samráð-
ingar tiknar upp aftur saman
við semingsmonnunum og
leygarkvøldið samdist part-
arnir um ein nýggjan sátt-
mála.
Nýggi sáttmálin er bara
galdandi í eitt ár og hann
fer úr gildi aftur tann 1.
desember.
Eftir nýggja sáttmálanum
skulu
reiðararnir
rinda
fimm krónur meiri um
dagin í eftirlønargjaldi til
hvønn fiskimann.
Sostatt verður gjaldið hjá
reiðarunum til eftirløn 35
krónur um dagin. Framm-
anundan hava fiskimennin-
ir sjálvir rindað 22 krónur. Í
framtíðini skulu teir eisini
rinda 35 krónur soleiðis at
gjaldið til eftirløn hereftir
verður 35+35 krónur um
dagin, ella 70 krónur til-
samans.
Spurningurin um eftirløn-
ir var eitt av høvuðsmál-
unum hjá Fiskimannafel-
agnum.
Túralongdin hjá teimum
á langfaraveiðu verður stytt
úr trimum og niður í tveir
og ein hálvan mánað.
Tað hevur ongantíð staðið
í sáttmálanum, hvør skal
rinda fyri ferðingina, tá ið
manning verður skift í
útlendskari havn. Nú er
staðfest í sáttmálanum, at
tað skulu reiðararnir gera,
men hetta hava reiðararnir
yvirhøvur goldið framman-
undan.
Betala ikki olju-
fyri fyrst
Tað, sum serliga skilti part-
arnar, var tann umstrídda
oljusemjan, sum varð gjørd
í seinastu samráðing.
Har stendur, at fer oljan
upp um 2,90 krónur fyri
liturin, skulu partarnir tosa
saman um oljuútreiðslurn-
ar.
Tað, sum liggur í hesum
er, at fiskimenninir skulu
betala ein part av oljuni.
Men hóast oljan nú kostar
fýra krónur fyri kilo, hevur
Fiskimannafelagið noktað
blankt at tosa um at fiski-
menn skulu betala og tað
var ein høvuðsatvoldin til
verkfallið.
Í nýggja sáttmálanum eru
fiskimenninir slopnir und-
an at betala ein part av
oljuni.
Í hvussu so er í fyrstu
atløgu, tí í nýggja sáttmálan-
um stendur, at partarnir
skulu taka spurningin um
útreiðslurnar til oljuna upp
av nýggjum longu í ár.
Í sáttmálanum stendur
eisini, at partarnir í ár skal
allur sáttmálin endurskoð-
ast og nútímansgerast og
har verður spurningurin um
oljuútreiðslurnar ein partur
av viðgerðini. Miðjað verð-
ur somuleiðis eftir, at endur-
skoðanin av sáttmálanum
fer fram saman við hinum
báðum manningarfeløgun-
um, Føroya Skipara- og
Navigatørfelag og Maskin-
meistarafelag Føroya.
Í hesum sambandi er ætl-
anin at manningarfeløgini
og Reiðarafelagið seta ein
arbeiðsbólk við umboðum
úr øllum feløgunum at
orðað eitt uppskot til nýggj-
an sáttmála, sum ætlandi
skal fáa gildi 1. januar
2009.
Og hetta arbeiðið skal
ganga skjótt, tí longu fyri
15. februar skulu partarnir
velja síni umboð í bólkin
og fyri 1. apríl skal bólkurin
leggja arbeiðssetning og
tíðarætlan fyri arbeiðið at
gera nýggjan sáttmála fyri
feløgini til góðkenningar.
Í sáttmálanum stendur
eisini, at verður siglingar-
tíðin útsett skal manningin
hava boð um hetta skjótast
gjørligt.
Meiri um hetta er á síðu
27.
Glaðir hóast allir partar tapa
Nú vil
Fiskimannafelagið
tosað um
oljuútreiðslurnar
til skipini og
tað er eitt
frambrot, sigur
formaðurin í
Reiðarafelagnum
Reiðarar gjalda fimm krónur meiri um dagin
Beskytteren sleipaður
á Havnina
Stutt fyri døgurða í dag bleiv verjuskipið »Beskytteren
« sleipað inn um molan í Havn av tveimum bátum hjá
Tórshavnar Skipasmiðju. Tað veit Vikublad.fo at siga.
Vikublaðið skilir, at »Beskytteren « hevði ein
róðursskaða og tað var orsøkin til, at verjuskipið varð
sleipað inn. Annar av bátunum hjá Skipasmiðjuni
hevði ein enda, sum var settur fastur afturi í reyvuni á
»Beskytteren «, meðan hin báturin setti á gronina hjá
Beskytteren, sum sostatt kom bakkandi inn um molan.
Fleiri á heysin í Danmark
2.386 ferðir mátti ein donsk fyritøka ásanna, at henni var
ikki lív lagað. Hetta er ein hækking í mun til árið fyri.
Tað skrivar Business-Line í morgun. Talið á húsagangum
í donskum fyritøkum vaks við sløkum 20% í mun til
2006. Tilsamans vóru 396 fleri húsagangir í 2007 enn
2006. Tað er serliga í økinum kring danska høvuðsstaðin,
at niðurtúrurin gjørdi enda á fleiri fyritøkum. Í Danmark
sum heild fóru 2.386 fyritøkur á húsagang í fjør. Eisini í
Norðurjútlandi hava húsagangirnir gjørt um seg og vóru
24% fleiri í 2007 í mun til 2006.