mánadagur 7. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2008
Skaðiligar vørur
og evni hava fría
atgongd til føroyska
marknaðin.
Manglandi
kemikaliurlóggáva
ger eftirlitisarbeiðið
ógjørligt og tilmæli
um at seta altjóða
eftirlitisskipanir
í gildi í Føroyum
verður ikki fylgt
UMHVØRVI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Etur tú tvøst, spik og feitan
sjófugl, so er vandi fyri at
tú eisini fær kyksilvur, PCB
og onnur kemikaliur í teg.
Hesin boðskapur, ið hevur
verið førdur fram í áravís,
hevur fest seg hjá flest øll
um føroyingum. Ein boð
skapur, ið er sjónligur, og
sum fólk kunnu fyrihalda
seg til.
Men ikki allir boðskapir
eru líka sjónligir. Eisini van
ligar gerandisvørur kunnu
innihalda heilsu og um
hvørvisskaðilig kemikaliur.
Felagsnevnarin
fyri
tey
mest skaðiligu er, at long
tíð gongur til tey hvørva
aftur úr náttúruni og tí ofta
eisini hópast upp í livandi
verum, eisini menniskjum.
Kemikaliur verða ofta
brúkt í vørum tí tey hava
ein eginleika, sum er góður
fyri vøruna. Flest kemikaliur
eru óskaðilig. Men tað finst
ein røð av kemikalium, sum
kann skaða heilsu og um
hvørvi, sigur Maria Gunn
leivsdóttir Hansen, lívfrøð
ingur á Umhvørvisstovuni.
Óteljandi dømi
Sum dømi nevnir Maria
Gunnleivsdóttir Hansen, at
ávísar vørur, ofta reingerð
ar ella reinsievni, innihalda
kemikaliur, sum tálma ella
drepa vøkstur. Eitt nú ill
gras, algir, soppar ella
bakteriur.
Eisini
finst
bakteriutálmandi evni tric
losan í nøkrum sløgum av
tannkremi, sum fæst til
keyps í dag. Sokallaðu bro
meraðu flammutálmarar, t.
d. PBDE, sum verður brúkt
fyri at forða fyri at eldur
tekur seg upp í elektronikki,
t.d. teldum, útvarpi og
sjónvarpi. Annað dømi eru
ftalat’ini, sum hava tann
eginleika at gera PVC plast
bleytt, og hava tí verið brúkt
í t.d. plastleikum. Annað
dømi er TBT, tributyltin,
sum tálmar gróðri, og hevur
verið vanlig í botnmáling
til bátar. PFOS verður brúkt
til at impregnera klæðir, t.d.
regnklæðir. Um tú eigur
regnklæðir,
sum
kunnu
»anda«, kanst tú rokna við,
at tey eru impregnerað við
PFOS. PFOS er enn eitt
dømi um kemikaliur, sum
tekur langa tíð um at verða
niðurbrotið og eru funnið í
livandi verum. Í Norra
hevur PFOS verið ávíst í
menniskjablóði, og har varð
avleiðingin, at forboð nú er
sett móti at brúka PFOS í
klæðum. Forboðið kom í
gildi 1. juli í fjør. Eisini í
Føroyum er PFOS funnið í
menniskjablóði. Men her
eru ongar reglur á økinum,
so til ber ikki at seta slíkt
forboð í gildi.
Samanumtikið er listin
yvir skaðilig árin av um
h v ø r v i s f r e m m a n d u m
kemikalium langur.
Kemikaliur kunnu til
dømis vera krabbameins
elvandi, elva til ólag á
hormonskipanina, t.d. evni
at nørast, elva til at immun
skipanin viknar og til skaðar
á DNA arvastrongin. Kemi
kaliur kunnu vera skaðilig
fyri fostur, sum yvirhøvur
eru serliga viðkvom fyri
umhvørvisfremmandum
evnum, sigur Maria Gunn
leivsdóttir Hansen.
Hon vísir á, at ein av
niðurstøðunum á altjóða
ráðstevnu í Norðurlanda
húsinum í mai 2007 um
týdningin av umhvørvinum
í móðurlívi fyri heilsuna
seinni í lívinum, var at fólk,
sum í fosturlívi verða útsett
fyri kemiskum dálkingar
evnum, kunnu seinni í
lívinum hava vánaligt mót
støðuføri móti sjúkum. Og
eisini terra børn kunnu arva
tað vánaliga mótstøðuførið.
Manglandi reglur
Í Føroyum er onki eftirlit
og ongar reglur um fram
leiðslu,
innflutning
og
nýtslu av kemikalium. Vør
ur og kemikaliur, sum onn
ur lond ikki ynskja at inn
flyta ella brúka, kunnu tí
lættliga enda í Føroyum.
Vørur, sum í øðrum
londum verða afturkallaðar,
tí tær innihalda óynskt kemi
kaliur, kunnu vit í Føroyum
lítið og einki gera við, stað
festir Maria Gunnleivsdóttir
Hansen, og heldur fram:
Heldur enn at sita
hendur í favn og vóna at
kemikaliulóggávur í øðrum
londum eisini verjir okkum
her á landi, eigur Løgtingið
at samtykkja lógir so vit á
ein virðiliga hátt kunnu
verða við til at minka um
framleiðslu og nýtslu av
tilfari og vørum sum inni
halda skaðilig kemikaliur.
Eftir hennara tykki eigur
løgtingið at taka undir við
altjóða
lóggávu
innan
kemikaliuøki og implemen
terað reglurnar í føroyska
kemikaliurlóg. Tað kann
gerast við at samtykkja
Stockholm sáttmálan, sum
er ein altjóða avtala undir
ST, ið ásetir reglur fyri inn
og útflutning av 12 ymisk
um, vandamiklum kemikali
um.
Í 2001 samtykti løgtingið
sonevndu POPprotokoll
ina, ið eisini skal regulera
vandamikil, kemisk evni.
Men enn er protokollin ikki
sett í gildi.
Harumframt eigur løg
tingið at kanna møguleik
arnar fyri at seta í gildi ES
k e m i k a l i u l ó g g á v u n a
REACH, sum er ein felags
skráseting og regulering av
nýggjum og verandi kemisk
um evnum. Endamálið er at
verja menniskju og um
hvørvi móti vandamiklum
kemikalium. Skipanin kom
í gildi í øllum ESlondum
1. juni í fjør, og EFTA ar
beiðir við at seta somu skip
an í gildi.
Í juni í fjør heitti Um
hvørvisstovan á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni á
Innlendismálaráðið
og
Vinnumálaráðið um at seta
REACH í gildi í Føroyum.
Í brævi, dagfest 6. juni,
skrivar
Umhvørvisstovan
m.a. soleiðis:
»Í Føroyum eru ongar
reglur um framleiðslu, inn
flutning
og
nýtslu
av
kemikalium, einki eftirlit
og heldur einki yvirlit yvir
støðuna. Vørur og kemikali
ur, sum onnur lond hvørki
ynskja at innflyta ella
brúka, kunnu tí lættliga
enda í Føroyum. Nýggja
EU fyriskipanin REACH er
tí eitt upplagt høvi at fáa
hóskandi reglur á kemika
liuøkinum í Føroyum og
nógv talar fyri at gera eina
føroyska
kemikaliulóg
grundað á REACH sum
skjótast.
Heilsufrøðiliga
starvsstovan vil við hesum
mæla til at REACH eisini
verður sett í gildið í Før
oyum.
Men REACH er framveg
is ikki sett í gildi í Før
oyum.
Føroyar –
ruskpláss fyri
kemikaliur
Um REACH, nýggju ES kemikaliulóggávuna
Endamálið við Reach er at verja menniskju og umhvørvi,
at økja kappingarevni og nýhugsan hjá virkjum, umframt
at skipa felags reglur í øllum ES limalondum. REACH
(Registration, Evaluation, Authorisation and Chemicals)
inniber m.a. eina eina felags skráseting og reguler-
ing av nýggjum og verandi kemiskum evnum. Eitt nýtt
kemikaliuagentur í Helsinki skal í 2018 hava skrásett
útvið 30.000 kemisk evni. Eisini skal lóggávan tryggja,
at brúkarar, innflytarar og framleiðarar ikki kunnu brúka
vandamestu evnini fyrr enn hesi eru góðkend. Er til dømis
talan um evni, sum eru krabbameinselvandi, eitrandi,
hormonórógvandi, nøringarskaðilig, seint niðurbrótilig
og evni, sum upphópast í livandi verum. Eisini skal fram-
leiðari ella innflytari prógva, at evni brúkt í framleiðslu
ikki eru skaðilig fyri heilsu og umhvørvi. 1. juni 2007 var
REACH sett í gildi í øllum londum kring okkum. Eisini
Norra og Ísland eru gjøgnum teirra EFTA-limaskap í ferð
við at seta REACH í gildi.
FAKTA
Sosialurin og Rás2 seta
fokus á náttúru og um
hvørvismál. Í blaðnum
í morgin umrøða vit
onnur
viðurskifti
á
økinum, og mikukvøldi
klokkan 1930 verða
náttúru og umhvørv
ismál evni á politiskum
Trapputingi í Miðlahús
inum. Trapputingið, ið
verður
skipað
í
samstarvi
við
Lív
frøðingafelagið, verður
sent beinleiðis á Rás2.
Í Føroyum er onki eftirlit og ongar reglur um framleiðslu, innflutning og nýtslu av kemikalium.
Vørur og kemikaliur, sum onnur lond ikki ynskja at innflyta ella brúka, kunnu tí lættliga enda í
Føroyum
Banna knív í býnum
Í seinastuni eru fleiri fólk stungin við knívi í
Danmark, og nú um vikuskiftið kostaði tað einum
19 ára gomlum manni lívið tætt við Strøget í
Keypmannahyavn. Tað hevur fingið Danska
Fólkaflokkin og Sosialidemokratarnar at skjóta
upp at banna fólki at hava knív uppi á sær um
náttina. Men Lene Espersen, løgmálaráðharri,
tekur ikki undir við einum forboði. Hon vil
heldur hava fleiri løgreglumenn út á gøtuna. Eftir galdandi reglum er tað loyvt at hava
felliknív uppi á sær, men blaðið má ikki vera longri enn sjey centimetrar, og tað skal
ikki bera til at læsa blaðið, tá knívurin er opin.
Eik Banki yvirtekur Íløguspælið
Sum flestu kunnugt yvirtók Eik Banki virksemið hjá Kaupthing Banka
beint áðrenn nýggjár. Við yvirtøkuni fylgdu tær skyldur, sum Kaupthing
hevði frammanundan í Føroyum. Hetta merkir, at tað er Eik Banki sum
hevur ábyrgdina av Íløguspælinum fram til endan. Spælið endar
fríggjadagin 11. januar, so tá skuldi verið greitt, hvørjir tríggir teir bestu
spælararnir eru. Vinningarnir verða handaðir við móttøku í
Miðlahúsinum væntandi fyrst í næstu viku, men nærri verður kunngjørt
um hetta í Sosialinum seinni í vikuni. Fyrsti vinningur er kr. 50.000,
annar vinningur kr. 25.000, og triði vinningur kr. 10.000.