Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2008 Sambandsflokkurin fer komandi fýra árini at leggja dent­ in á tey bleytu virð­ ini, búskapin og umhvørvi. Og so er flokkurin einasti, sum er fyri ríkisfelagsskap­ inum VAL 08 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sambandsflokkurin hevði tíðindafund í morgun, har tey løgdu fram valskrá sína til løgtingsvalið 19. januar. Og skráin var einføld sum so. Fýra høvuðspunkt, har møguleikarnir í altjóða­ gerðini var eitt, búskapar­ stýring eitt annað, bleytu virðini og umhvørvið hini bæði. Men flokkurin gjørdi eis­ ini nógv burtur úr, at sam­ bandið er einasti flokkur, sum framvegis gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum. Flokkurin sigur í valskrá síni um at gagnnýta møgu­ leikarnar í altjóðagerðini, at dyrnar út í heim til útbúgv­ ingarstovnar og útlendska arbeiðsmarknaðin eru víð­ opnar. Samstundis skal vinn­ an hava neyðuga arbeiðsmegi og betri marknaðaratgongd fyri at tryggja búskapar­ vøksturin. Ríkisfelagsskap­ urin letur dyr upp, men lima­ skapur í ES er ein møguleiki, sum skal kannast, so vit kunnu taka støðu til ES­ spurningin. Og víðari sigur flokkurin, at ríkisfelagsskapurin er eitt gott amboð til luttøku í al­ tjóðagerðini og menning av føroyska samfelagnum, til dømis á útbúgvingarøk­ inum. Og júst útbúgvingarøkið leggur flokkurin stóran dent á. Møguleikarnir skulu mennast og fjølbroytast. Tað er ein fyrimunur, um okkara ungu taka ymsar útbúgvingar í ymsum lond­ um. Sjónarringurin víðkast og førleikarnir gerast fjøl­ broyttir, sum flokkurin tekur til. Búskaparstýring Sambandsflokkurin hevur sum kunnuggt havt fíggjar­ málaráðharran í farna val­ skeiði, og gjørt varð nógv burtur úr, at landskassin er fullur og búskapurin í blóma. Tað eru góðar tíðir, og tað er nú, at goymslurnar skulu fyllast, so samfelagið betur kann standa ímóti, tá tíðirnar aftur versna. Tað er tí umráðandi, at førdur verð­ ur ein konjukturútjavnandi búskaparpolitikkur soleiðis, at sveiggini í búskapinum verða tálmað við íløgum á fíggjarlógini. Samstundis verður stað­ fest, at framleiðsluvirði pr. íbúgva sambært búskaparfrá­ greiðing og visjónsætlan er væl lægri í Føroyum saman­ borið við grannalondini. Triðjalandsforðingin minkar um okkara útflutningsvirði, og tí skal arbeiðast fyri at fáa hesa burtur, eins og arbeiðs­ styrkin skal økjast fyri at vaksa um búskapin. Ført varð eisini fram, at kommunurnar eru so at siga skuldarfríar, eins og lands­ kassin fyri fyrstu ferð í langt áramál einki skyldar. So útgangsstøðið at byggja víðari á er gott, sum fíggjar­ málaráðharrin málbar seg. Hann segði esini, at treyt­ in fyri hægri vælferð er ein góð búskaparstýring. Bleytu virðini styrkjast Loysunarorðið hjá øllum politisku flokkunum til hetta løgtingsvalið tykist vera bleytu virðini. Og soleiðis er eisini hjá Sam­ bandsflokkinum. Flokkurin leggur stóran dent á júst hetta, og í val­ skránni verður nomið við heilsuverkið og útbúgvingar. Trivnaður, livikor og útbúgving skulu raðfestast hægri enn asfalt og betong. Tí skulu ung og lesandi hava munandi betri umstøður. Skúlar skulu dagførast og útbúgvingarstigið skal hækk­ ast. Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri. Eldraøkið og tey veiku í sam­ felagnum skulu eisini rað­ festast hægri, sigur flokkurin í valskrá síni. Pensjónirnar skulu hækk­ ast so tær í minsta lagi liggja ájavnt við tær bestu í londunum uttan um okkum, og heilsuverkið skal effekt­ iviserast. Bíðitíðirnar skulu fáast niður so eingin sjúk­ lingi skal bíða meiri enn í mesta lagi tveir mánaðir eftir viðgerð. Innan skúlaøkið skal hægri fiskivinnuútbúgving setast á stovn, eins og Vinnu­ háskúlin skal gerast til ein altjóða hægri lærustovn við sjóvinnútbúgvingum. Sálarliga sjúk skulu hava betri umstøður og psykiatri­ lógin skal setast í gildi sum skjótast. Umhvørvið Seinasta økið, sum flokkur­ in hevur valt at leggja dent á til hetta løgtingsvalið, er umhvørvið. Arbeiðast skal fyri at staðfesta Kyoto­sáttmálan, og CO2 útlátið skal minkast munandi. Í tí sambandi skulu krøv setast til serliga nýggj skip, sum koma í flotan, eins og dentur skal leggjast á útgerð og reiðskap, sum skip­ ini royna við. Alt hevur týdn­ ing fyri oljunýtsluna, sum eigur at fáast niður so nógv sum gjørligt. Bjørn Kalsø helt ikki, at tíðin er hin rætta at leggja stórar og gtungar byrðar á fiskiflotan, men upp á sikt eigur eisini tann gamli flot­ in at verða álagdur at spara um oljunýtsluna. Somuleiðis leggur flokk­ urin upp til at veita stuðul til húski, sum vilja skifta oljufýrið út við hitapumpur, men júst hvussu hetta skal gerast, hevur flokkurin ikki nakað endaligt boð upp á. Somuleiðis stuðlar flokk­ urin upp undir at ein hav­ granskingarstovnur skal set­ ast á stovn í Føroyum. Slík­ ur stovnur er náttúrligur í einum landi, sum liggur har Føroyar liggja í Norðurat­ lantshavi, og livir av fiskivinnu, sigur flokkurin í valskrá síni. Einasti garantur fyri ríkisfelagsskapi Heili 19 valevni vóru møtt til tíðindafundin, sum Sambandsflokkurin sipaði fyri í Sjónleikarhúsinum í morgun Mynd: Jens Kristian Vang 12 Veiðitjóvur bað um hjálp Í gjár komu eitt norskt sjóverjuskip til Vadsø við trolaranum Nemanskiy. Trolarin varð tikin herfyri, tí hann er ein av teimum sokallaðu sjórænaratrolarunum, sum halda seg hava rætt til at fiska uttan um allar ásetingar. Í seinastuni hevur trolarin ligið í Kirkenes, men nýggjársnátt rýmdi hann. Fríggjadagin mátti hann tó biðja um hjálp, og nú liggur hann aftur í norskari havn. Umborð fann norska løgreglan millum annað følsk russisk skrásetingarskjøl. Bláa Lónið væl umtókt Bláa Lónið, sum nógvir føroyingar hava vitjað, hevur ongantíð havt so mong vitjandi sum í fjør. Vísir skrivar, at næstan 408.000 fólk vóru í Bláa Lóninum í 2007, og tað er met. Tveir triðingar av gestunum vóru útlendingar, og teir vóru sjey prosent fleiri í fjør enn árið fyri. Í fjør varð ein matstova bygd við Bláa Lónið, og hon hevur verið sera væl vitjað, og í heyst vórðu ymiskar broytingar gjørdar fyri at geva gestunum tær bestu umstøðurnar.