Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2008 13 viðmerkingar Eg sat, sum so mong onnnur, framman fyri sjónvarpsskíggjanum og lýddi á tann fyrsta almenna politiska fundin. Fjølmiðlarnir hava ígjøgnum eina tíð bjóðað almenninginum til hendan fundin. Fólkið í salinum skuldi fáa høvið at seta spurningar til til teir politisku formennirnar. Vit, sum eru uppvaksin her í Havn og sum plaga at vera til almennar politiskar fundir, vita, at tað eru ávísir persónar, sum plaga at taka orðið til innlegg og til spurningar. Vit vita, at Hans Birgir Hansen (Biggi) er ein teirra, tað sum varð gjørt ímóti honum hetta kvøldið var niðurgerandi og hartil skammiligt. Væl veit eg, at Biggi kann vera langdrigin, men tað vóru fjølmiðla­ fólkini, sum hildu mikrofonini, so tey stýrdu øllum. Hatta, sum varð gjørt, var happing av ringasta slag, ein skammilig hending fyri opnum sjónvarpskíggja ímóti einum borgara. RøktaRstaRvsfólkið á medisinsku deildini á klaksvíkaR sjúkRahúsi Tað má sigast at vera sera jaligt, at vit nú í Føroyum hava fingið eina kanning har sjúklingar siga sína hugsan um sjúkrahúsverk­ ið, eina góðskumeting frá móttakarunum av okkara tænastu. Henda kanning ger, at vit hava møguleika fyri at betra um dygdina á tænastuni, vit veita sjúk­ lingunum, tí sjúklingurin er tann einasti sum upplivir sjúklingagongdina í síni heild. Kanningin sigur nakað um, hvussu sjúklingurin upplivir dygdina av teim­ um tiltøkum, hann hevur verið partur av, meðan hann hevur verið inn­ lagdur. Kanningin sigur einki um kompleksitet, røktartyngd, normering ella annað ið ikki riggar innanveggja. Úrslitið av kanningini má metast sum jaligt, tá ið øll sjúkrahúsini í øllum spurningunum, uttan í tveimum, í prosent­ um liggja plaserað oman fyri 50 %. Hetta er tó ikki nóg gott, tá ið okkara støði ikki er á hædd við kann­ ingar, sum samanlíkna verður við. Kanningin gevur okkum sostatt nakað at arbeiða fram ímóti, og tí áttu vit at sett okkum sum mál at nátt teimum 100 % í 2015. Vit eru sera glað fyri at vera ein partur av hesum góða úrsliti, men tykist tað fyri okkum røktarstarvs­ fólk á medisinsku deildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum um tað, millum annað í fjølmiðlunum, verður roynt at draga annað ónøgd­ semi, sum ikki hoyrir kanningini til, uppí hesa, og finna ymiskar neiligar niðurstøður, hví úrsliti av kanningini nú er, sum tað er. Fyrst nakrar upplýsningar Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru bæði akuttar og plan­ lagdar innleggingar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk songjardeild, og ein kirurgisk songjardeild, har føðideild eisini er. Sjúklingarnir koma úr øllum Føroyum, og verða givnar nógvar kompli­ seraðar viðgerðir og hava vit eisini fleiri innleggingar sum eru sera kompleksar. Klaksvíkar Sjúkrahús sendir sjúklingar til ser­ læknar, og til kanningar á millum annað, Landssjúkra­ húsið og uttanlanda, og halda vit okkum gera eitt gott forarbeiði, miðandi ímóti at innleggingarnar á serdeildunum gerast so stuttar, sum til ber. Meiri kunning um sjúkrahúsið og funktiónirnar fáast á okkara heimasíðu www.ks.fo. So til kanningina 64,6 % av sjúklingunum, sum hava verið innlagdir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hava svara spurnarblað­ num, meðan 57,8 % av sjúklingunum, sum vóru innlagdir á Landssjúkra­ húsinum, svaraðu, og 56,7 % av sjúklingunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúklingarnir sum hava svara spurnarbløðunum vóru innlagdir í tíðarskeið­ inum hálvan september til hálvan desember 2006, og fingu teir spurnarblaðið í mai mánaði 2007. Niðanfyri lýsa vit nakrar av spurningunum, sum vóru í spurnarblaðnum, sum hava við okkum røktarstarvsfólk at gera, soleiðis at Føroya fólk kann fáa eitt lítið innlit í kanningina. Tey, ið ynskja at lesa alla kanningina, kunnu síggja hana á www.ahr.fo. Viðvíkjandi spurningi­ num um, hvussu deildin var kunnað um støðu sjúklingsins, tá ið hann bleiv innlagdur, vóru tað 43,4 %, sum góvu hægsta karakter til Klaksvíkar Sjúkrahús, ímóti 28,6 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 25,1 % á Landssjúkra­ húsinum. Viðvíkjandi spurningi­ num um, hvussu sjúk­ lingurin upplivdi at røktarstarvfólki lurtaði eftir tørvi sjúklingsins, vóru tað 78,0 %, sum góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 66,0 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 63,2 % á Landssjúkra­ húsinum. Viðvíkjandi spurningi­ num um, í hvønn mun sjúklingurin hevur álit á fakliga førðleikanum hjá starvsfólkunum, vóru tað 75,8 %, sum góvu Klaks­ víkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 61,3 % á Landssjúkrahúsinum, og 52,6 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Viðvíkjandi spurningi­ num um, hvussu røktar­ starvsfólk og læknar samarbeiddu um røkt og viðgerð av sjúklinginum, vóru tað 53,3 %, sum góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 48,9 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 33,9 % á Landssjúkra­ húsinum. Viðvíkjandi spurningi­ num um, hvussu sjúk­ lingurin fyrstu ferð bleiv gjørdur varugur við ein feil, svaraðu 50 % av sjúklingunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at læknin ella starvsfólkini høvdu lagt merki til feilin, og 16,7 % av sjúklingunum høvdu sjálvi lagt merki til feilin. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi hvødu hvørki lækni ella starvsfólk lagt merki til feilin, 0,0 %, meðan sjúklingurin í 100 % av førunum hevði lagt merki til feilin. Á Landssjúkra­ húsinum høvdu læknar ella starvsfólk, í 33,3 % av tilfeldunum lagt merki til feilin, og í 40,7 % av tilfeldunum hevði sjúk­ lingurin sjálvur lagt merki til feilin. Viðvíkjandi spurningi­ num um sjúklingurin kendi seg tryggan ella ótryggan við at fara heim av sjúkra­ húsinum, vóru tað 51,8 % á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum svaraðu, at tey vóru trygg við at fara heim, meðan 50,0 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru trygg við at fara heim og 50,7 % vóru trygg við at fara heim av Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru tað 4,4 %, sum vóru ótrygg við at fara heim. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru tað 10,0 %, sum vóru ótrygg við at fara heim og á Landssjúkrahúsinum vóru tað 14,4 %, sum vóru ótrygg við at fara heim. Hetta eru allir spurning­ ar, sum hava við samskifti at ger. Tað áhugaverda við samskifti er ikki, hvat vit gera ella siga, men tað áhugaverda er hinvegin ”effektin” av tí, sum gjørt ella sagt verður. Tíbetur er tað ikki komið so langt enn, at eitt smíl og vanlig fólkaligheit stendur á fíggjarlógini. Hølisviðurskifti Viðvíkjandi spurninginum um heildarfatanini av lokalunum á sjúkrahúsi­ num, góvu 62,7 % av sjúklingunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi samlaða heildarfatanini hægsta karakter. 26,8 % á Lands­ sjúkrahúsinum, og bert 20,2 % av sjúklingunum sum lógu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, góvu fysisku rammunum hægsta karakter. Júst viðvíkjandi hesum – teimum fysisku karmu­ num, er tað, at vit, hóast blíð sný og jaligt lyndi, ikki fáa gjørt tann stóra munin. Tí vilja vit, nú góðskan skal betrast, heita á landsins polittikara um sum skjótast at gera nakað munagott við tær fysisku rammurnar á Klaksvíkar Sjúkarhúsi. Allar hinar spurningarnar skulu vit nokk gera okkara besta at betra um svarini uppá. At enda vilja vit fegin takka Almanna­ og heilsumálaráðnum fyri hetta nýggja amboð, í góðskumenningini av sjúkrahúsverkinum. Lat okkum tí bretta upp um armar og hyggja frameftir. Jú betur samstarvið verður innanveggja og sjúkra­ húsanna ímillum, betur verður heildar upplivingin hjá sjúklinginum, og skuldi hetta sást aftur í næstu kanning sum verður um tvey ár. Í lesarabrævi í heyst nevndi undirritaði eitt ótespiligt svarskriv, sum Mentamálaráðið sendi mær tann 14. sept. 2007. Svarskrivið byggir á pástandir og ósannindi. Mentamálaráðið brúkti nærum 9 mánaðir um at viðgera kærumálið frá fakfelagnum og orða hetta svarskriv. Løgmaður hevur síðani tikið málið upp. Tað tók ikki løgmanni og hansara umsiting langa tíð at koma til ta niðurstøðu, at Mentamálaráðið hevur borið seg skeivt at. Løgmaður heitti tí longu tann 15. nov. 2007 á Mentamálaráðið um at ógilda skrivið. Tíðliga í desember boðaði Mentamálaráðið frá, at ráðið fór at svara løgmanni innan eina viku, tvs í seinasta lagi tann 12. des. Eg hevði tí væntað at fingið góð tíðindi úr Mentamálaráðnum fyri jól, men haðani er onki svar komið enn. Eg fari tí alment at spyrja landsstýrismannin í mentamálum: Nær fer Mentamálaráðið at fylgja áheitan løgmans og ógilda skrivið frá 14. sept. 2007? Ella ætlar landsstýrismaðurin at ganga ímóti áheitan løgmans? 07.01.2008 thomas j. askham Páll i. joensen Tveir spurningar til mentamálaráðharran Hví ikki lata nøgdsemiskanningina vera tað hon er, ein sjúklinga nøgdsemiskanning? Ein skammilig hending í Læraraskúlahøllini