mánadagur 7. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 4 - 7. januar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað var við sorg í sinni at frætta,
at mín góði vinur Meinhard ikki
longur er okkara millum.
Meinhard hevur verið sjómaður
heila sítt lív, og tað var eisini frá
teirri tíðini, vit báðir kendust
best, tá Meinhard var fiskimaður
í Thyborøn. Hesi seinastu árini
hevur Meinhard livað hampuliga
væl, var úti hvønn dag og gekk
sær ein langan túr út á posthúsið
og prátaði við fólk, sum hann
møtti ella gekk sær ein túr yvir
um Sandin, men at deyðin skuldi
koma so brádliga og júst nú,
vardi meg ikki.
Meinhard var eitt friðarelskandi
menniskja, sum ikki gjørdi halt
ari hønu mein, góðsligur og
hjartagóður av lyndi sum øll
familjan.
Meinhard var ógiftur, men sig
ast kann um børnini hjá systkjun
um hjá Meinhardi, og tey, ið var
aðu av Meinhardi, at tey vóru øll
líka góð við Meinhard og hann
við tey.
Meinhard hevði ta stóru gleði
at halda 65 ára føðingardag í
Jomsborg fyri ætt og vinum og
hví júst har, jú tí Meinhardi
dámdi væl at kvøða. Tað var
eisini eitt óføra gott gildi, har
nógv fólk var komið saman fyri
at heiðra Meinhard, so tað sást,
at Meinhard hevði nógvar vinir.
Meinhard var fiskimaður alt
sítt lív, og tað segðist um hann, at
hann var av raskastu sjómonnum.
Tá ið hann legðist á land, arbeiddi
hann í mong ár á flakavirkinum,
har hann var álitismaður og rask
ur sum fáur. Hann hevði stóran
alsk til seyð og hevði gleði av
hesum í mong ár. Hann var seyða
maður í Longudølum og hevði
óført hegni til hetta.
Meinhard fylgdi væl við og
gekk upp í samfelagsviðurskifti
við stórum áhuga og var burturav
Vágbingur við stóra V,sum mann
sigur.
Meinhard var eitt ár eldri enn
eg, so vit kendust longu frá okk
ara skúladøgum, tá ið vit gingu í
skúlanum á Oyralagi, men best
kendust Meinhard og eg frá Thy
borøn. Eg var lærari í Thyborøn í
1962 – 63, og tá var Meinhard í
fleiri ár fastur maður við “Vágs
eið”, ein 50 tonsari, sum brøður
nir Jóan Petur og Sólberg Thor
steinsson úr Vági høvdu latið
bygt og drivu snurruvodd við út
frá Thyborøn. Brøðurnir báðir
høvdu danska konu.Jóan Petur
var giftur við Kristinu úr Thybo
røn, og tey búðu har. Sólberg var
giftur og búði í Esberg. “Vágseið”
var tá eitt av rokskipunum í Thy
borøn, og við har var Meinhard.
Tað var fast hjá Meinhard, tá ið
túrur var liðugur at halda leiðina
niðan til mín. Har húsaðust vit
so, til teir fóru avstað aftur næsta
túr. Hugnaligt var at koma heim
úr skúla, tá íð Meinhard var inni,
hann gjørdi altíð góðan døgurða
mat, flust epli í grýtuni, á pannuni
stoktar reyðsprøkur ella frika
dellir, sum hann sjálvur hevði
gjørt. Har gekk hann í køkinum
og gjørdi mat við hvítum fyrri
klæði fyri, tí reinligur og noss
ligur var Meinhard sum fáur.
Í Thyborøn vitjaðu vit báðir
ofta Jóan Petur og Kristinu ella
Mariu og Hanus. Hvørki Hanus
Smith ella Jóan Petur eru ímillum
okkum meira. Kristina bjóðaði
okkum ofta til tey fínastu væl
smakkandi knetti við tálg í, sum
hon sjálv hevði gjørt, sjálvt um
hon var donsk. Hanus var losfor
maður í Thyborøn, hann bar til
dagligt føroyska húgvu. Hanus
var ættaður úr Skúgvi. Tað var
sum til kvøldsetu at sita og líða
á, tá ið Hanus fortaldi, tá íð lend
ast skuldi við árabáti í Skúgvi,
og brim var. Jú, Meinhard og eg
høvdu manga hugnaliga løtu sam
an. Í Thyborøn høvdu vit góðar
dagar. Vit høvdu sjálvandi radio,
men hoyrdu bert føroyingin av
og á, og radio mátti standa eitt
ávíst stað a gólvinum, fyri at vit
kundu hoyra Útvarpið. Eg minn
ist serliga eitt kvøldið, val hevði
verið í Føroyum, at vit báðir lógu
á búkinum skerflatir háls um háls
á gólvinum við høvdinum tætt
inn at lurtitólinum fyri at hoyra
eitt sindur av tí, íð sagt bleiv.
Eg hevði bil, so vit koyrdu
mangan biltúrin og ofta inn til
læraraskúlan, har Marna var, og
altíð høvdu vit dunkar við eftir
vatni, tí vatnið í Thyborøn var so
salt, at tað kundi hvørki drekkast
ella nýtast til mat.
Nú er Meinhard farin, men
gott er at hava góð minni um ein
góðan vin.
Í stovuni hjá mær hongur ein
vakur grindaknívur, flott innlagd
ur, sum eg fekk í 65 ára føðingar
dagsgávu frá Meinhardi. Har
verður hann hangandi, og hvørja
ferð eg síggi hann, vil hann
minna meg á mín góða vin Mein
hard Báralíð.
Góðu tit øll, sum mist hava,
má Harrin troysta tykkum í stóru
sorg tykkara.
Minni um Meinhard vil altíð
liva okkara millum. Hvíl í friði
góði vinur. Ærað veri minni um
Meinhard Bárálíð.
Jákup Olsen
Meinhard Bárálíð til minnis
f. 21.6.37 - d. 20.12.07
Hesir heilsuhjálpararnir fingu prógv tann 19. desember
2007, og tær eru fyrstu heilsuhjálpararnir eftir tí nýggju
útbúgvingini.
Aftast f.v.: Annfríð S. Høgnesen, Sørvágur, Dagny
Hansen, Hósvík, Annika Vilhelm Kunoy og Ingrid Nielsen,
Argir.
Fremst f.v.: Súsanna Høgnesen, Húsar, Ruth Eyvinds
son, Hvalba, Sigrid Petersen, Sandavágur, Metha Dahl,
Klaksvík, Gunhild Jacobsen, Kambsdalur, Ella Norðoy,
Klaksvík, og Malena Petersen, Viðareiði.
Heilsuhjálparar
fingið prógv