mánadagur 7. januar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2008
15
nøvn
Í dag, mánadagin 7. januar,
fyllir Margretha Hansen á
Roykheyggi í Saltnesi 90
ár. Føðingardagin heldur
hon í sambýlinum Vestur
skin á Toftum, har øll eru
hjartaliga væl komin frá
klokkan 18 í kvøld.
Greta er ættað úr Leirvík.
Foreldrini vóru Josefina og
Elias Eliassen. Barnaheimið
var á Toftanesi. Søgurnar
og lagnurnar hjá mongum,
sum settu búgv í Føroyum
fyri hundrað árum síðani
ella so, vóru ofta eyðkendar
av sjúku og deyða, sum
stóðust av sovornum, sum
nú á døgum als ikki nýtist
at vera orsøk til deyða.
Familjan hjá Gretu var
einki undantak í so máta.
Pápin doyði av lungnabruna,
tá ið Greta var lítil smágenta.
Josefina sat eftir við fimm
børnum, og okkurt eldri
fólkið var eisini í húsinum.
Sjálvandi var tað stríggið,
men tey komu undan.
Kristian Karl var elstur
av børnunum. Hann búsett
ist í Runavík, men hann
doyði longu sum 33 ára
gamal av blindtarmsbruna.
Jógvan Eli yvirtók barna
heimið á Toftanesi. Hansina
og Lina giftust við útróðrar
monnum í Leirvík – ávika
víst Ingvardi Joensen og
Peturi á Regni. Umframt
Gretu er Lina framvegis á
lívi. Hpn býr á Ellisheimin
um í Runavík.
Greta giftist í 1951 við
Eliesari Hansen á Royk
heyggi. Sum navnið sigur,
so var hann av Roykheyggi.
Tá ið Eliesar var átta ára
gamalur, misti hann pápan,
sum doyði av lungnabruna.
Hann fór tá til Leirvíkar,
har hann var hjá einari most
ur, inntil hann var 16 ára
gamal. Tá fór hann út aftur
á Roykheyggj, og tað var
har, hann og Greta bygdu.
Eliesar var skipsmaður
øll síni bestu ár. Hann sigldi
eitt nú við Mjóvanesi, Høga
nesi og Vesturvík, og síðsta
skipið, sum hann var við,
áðrenn hann í 1980 legðist
uppi, var Jógvan Norðri.
Millum skipararnar, sum
Eliesar sigldi við, vóru
beiggin, Dia á Roykheyggi,
og bróðursonurin Petur á
Roykheyggi. Eliesar átti
maskinbátin Roykheyggj,
og í 1959 var hann saman
við trimum øðrum í Hol
steinsborg og róði út. Tá ið
Eliesar gavst á sjónum, var
hann 64 ára gamal. Hann
doyði 12. apríl í 1995, og tá
hevði hann í fleiri enn
tíggju ár sitið á Ellisheimin
um í Runavík.
Greta og Eliesar fingu
tvær døtrar. Helena býr í
Havn, og Eyðhild og maður
hennara, Ronnie Lindholm,
búgva dygst innanfyri Royk
heygg. Greta eigur fimm
ommubørn og trý lang
ommubørn.
Sum hjá flestu øðrum
fiskimannakonum var lut
urin hjá Gretu at vera heima
hjá børnunum. Eftir at flaka
virkið Nykur var komið á
Toftum, fóru fleiri av til
komnu konunum á plássin
um at arbeiða í fiski. Í mai í
1976 fór Greta at arbeiða á
Nyki, og har var hon inntil í
1991. Henni dámdi sera
væl at arbeiða á Nyki.
Hóast hon í dag fyllir 90
ár, so er Greta framvegis
byrg. Hon hevur gott skil,
og hon fylgir væl við. Alla
sína tíð vóru Greta og Elies
ar trúføst í salinum á Toft
um. Greta er framvegis
regluliga í salinum. Eftir
eitt langt lív gleðist hon í
vónini um, at tað besta er
fyri framman hjá øllum
teimum, sum hava sett sítt
álit á Harran Jesus.
Vit ynskja Gretu hjarta
liga tillukku og heilsa henni
og hennara á stóra degnum
í dag.
J
Greta Hansen 90 ár
Dagurin
8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum
doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan
biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgi
menni. Týskt navn, samansett av æra og harður.
Ikki hevði eg droymt um,
at eg skuldi skriva minn
ingarorð um beiggja mín
Pól.
Gekk og stákaðist uttan
fyri suðuri í Vági, tá Sig
mund ringdi til mín og
spurdi um eg hevði frætt
úr Leirvík. Hoyrdi á mál
inum at her var ikki rætt,
(hugsaði um mammu bein
anvegin). So fullu orðini:
“pápi er deyður”! tá
steðgaði alt upp.
Ja, tað var ótrúligt,
leggja seg at sova um
kvøldið eftir dagsins strev
og uttan nakran bardaga
ella nakað ikki at vakna
aftur.
Havi havt góðar stundir
at hugsað um alt hetta nú
eg havi verið burtur um
jólini og tað kundi verið
nógv at trivi í.
Vit hava sum brøður
havt nógv saman, bæði
burtur og heima. Tað er
og verður ein stórur sakn
ur, nú hann ikki kemur
inn á gólvið meira, ja tað
gretti ikki, tá eg kom aftur
at húsum um tað var av
skipið ella úr suðri, so var
hann tann fyrsti at støkka
inn á gólvið.
Hann var ógvuliga góð
ur við sítt og síni, altíð
klárur at hjálpa har hann
kundi og geva. Havi
manga hýsina fingið frá
honum, síðani eg sjálvur
gavst at fiska.
Nú tað bar til at hava
samband við Sigmund
yvir i netið, har vit kunnu
samskift bæði við orðum
og myndum, heilt norð á
80 stig, tá kom Pól ofta
yvir á gólvið, at vita um eg
ikki kundi ringja upp til
hann. Hettar fyri at frætta
og fortelja honum nýggj
heitir, ja tosaði hann um et
keypa sær eina teldu, men
tað verður ikki nú.
Eisini dámdi honum
væl at prýða til jólar, (ja
onkur helt í so nógv) men
hesi jólini var myrkt inni í
Líð, nei ikki var tað betri.
Jú tað er saknur í nú ein
stund er fráliðin og tað er
sodna eitt sindur. Stórstur
er saknurin hjá tær Erikka
og børn og abbabørnini,
sum hann var so ógvuliga
góður við.
Saknur er at koma aftur
í Líðina, og hann ikki
støkkur inn á gólvið meir.
Friður verður yvir minn
inum um beiggja mín Pól
ì Líð.
Chr. Oluf
Minningarorð
um beiggja mín
Pól í Líð
Her er ein mynd frá
realskúlaframsýningini í
Kommunuskúlanum, sum
Jórun Dánjalsdóttir skipaði
fyri í summar. Myndin er
tikin framman fyri gomlu
fimleikahøllina og er av
einum realskúlaflokki
skúlaárið 1950/51.
Aftasta rað f.v.: John
Nolsøe, Kirstin Bech,
Gunnvá Jacobsen, Jógvan
við Ánna, lærari, Marius
Thomasen og Poul Olsen
Miðraðið f.v.: Marjun
Weihe, Tórhild Petersen,
Alma Brend, Jonna Jensen
og Jógvan A. Joensen
Fremsta rað (niðast á
myndini) f.v.: Kirstin
Rein, Regin Thomsen og
Unn Niclasen
Myndaeigari:
Marita Arge Magnussen
Realskúlaflokkur
Lesið
Sosialin