Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 4 - 7. januar 2008 tíðindi FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tollaksemssukvøld var ein serlig løta á flogvøllinum í Vágum, tí tá stóðu fyri fyrstu ferð sjey flogfør hjá Atlantsflog á vøllinum í senn. Ætlanin var, at mynd skuldi takast av teimum øllum jólaaftan, men veður­ gudarnir vildu tað so, at eitt av flogførunum mátti avstað­ aftur tollaksmessukvøld – og í myrkrinum bar ikki til at taka myndir. Men jólaaftan vóru hini seks flogførini og tær tríggj­ ar tyrlurnar avmyndaðar. ­ Einvegis ferðafólka­ streymurin til Føroya gjørdi, at øll hasi flogførini koma at standa í Vágum í senn. SAS minkar nógv um floferðsluna millum jól og nýggjár, og tí blivi tey stand­ andi her, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Magni Arge sigur, at hetta serliga høvi gjørdi, at tey boðsendur myndamanni at taka myndir av flotanum. Seks Atlantsflogfør í Vágum Tað var eitt serligt høvi at taka mynd av øllum flogførunum, sum ætlandi skuldu standa á flogvøllinum í senn jólaaftan. Men veðurgudarnir vildu tað so, at eitt flogfar mátti avstaðaftur tollaksmessukvøld. Tí vóru ”einans” seks av flogførunum avmyndað saman við teimum trimum tyrlunum Mynd: Finnur Johannesen Sum tann fyrsti flokkurin almanna­ kunnger Sjálv­stýris­ flokkurin, hv­ussu nógv­ar pengar hann nýtir í v­alstríðnum. Flokkurin v­il hav­a allar flokkar og øll v­alev­ni alment at upp­ lýsa, hv­ussu nógv­ar pengar tey nýta, og hv­ørjir møguligir stuðlar eru VALSTRÍÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er eftir at Heðin D. Poulsen, valevni hjá Sjálv­ stýrisflokkinum hevur við­ gjørt málið um stuðul til flokkar og valevni, at Sjálv­ stýrisflokkurin hevur tikið málið upp. Kári P. Højgaard, formað­ ur í flokkinum sigur, at tað er fyri at tryggja gjøgnum­ skygni og virða tey demo­ kratisku aðalmálini, at flokkurin hevur avgjørt at upplýsa stuðulin til flokkin og útreiðslurnar av valstríð­ num. ­ Tá ongar reglur vóru galdandi fyri valevnini, tá hesi komu á listan, ber illa til at seta teimum eyka krøv nú. Tó verður mælt valevn­ unum til at gera roknskap og upplýsa fíggjarligar stuðlar, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur víðari, at tað er eingin loyna, at fígging skal til, um ein vil føra eitt sjónligt valstríð. ­ Hetta er ein gongd, ið er ring at venda. Sjálvstýris­ flokkurin vil í øllum førum tryggja veljarum gjøgnum­ skygni, og hevur tí tikið hetta stig, sigur Kári P. Høj­ gaard. Sjálvstýrisflokkurin fer til næsta val at seta sum øllum valevnum krav um, at tey skulu upplýsa fíggjarliga stuðlar sínar til persónliga valstríðið. Í komandi val­ skeiði ætlar flokkurin at leggja fram uppskot í løg­ tinginum, ið ásetir slík krøv. Fyribils yvirlit fyri játtan/ stuðul til Sjálvstýrisflokkin, útreiðslur til fólkatingvalið 2007 og løgtingsvalið 2008. (áleið tøl): ­ Fólkatingsvalið kostaði Sjálvstýrisflokkinum 60 tús. ­ Sjálvstýrisflokkurin fær ongan stuðul úr Danmark í samband við fólkatings­ valið. ­ Unga Sjálvstýri fær ongan stuðul frá F U R. ­ Á fíggjarlógini 75 tús til floksskrivara, skrivstovu­ hald. ­ Sjálvstýrisflokkurin fær 20 tús/mánaðan av játtanini á fíggjarlógini til politiska upplýsing. ­ Væntandi nýtir flokkurin 350 túsund krónur til val­ stríðið hetta løgtingsvalið. ­ Valevnini fáa 2500 krónur hvørt at ráða yvir til bann­ arar, persónliga lýsing við flokslogo ella valgreinar í bløðunum. Sjálvstýrisflokkurin 350.000 til valstríð Sjálvstýrisflokkurin hevur sum einasti politiski flokkur almannakunngjørt, hvussu nógvur peningur verður brúktur til valstríðið Savnsmynd