mánadagur 7. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 4 - 7. januar 2008
Tað skilst á siglandi
monnum, at virðingin
fyri Skipaeftirlitinum
er munandi minni í
dag, enn tá ið eftirlitið
var á donskum
hondum. Eftirlitið
sæst at kalla ikki
umborð á føroyskum
skipum longur, og
hetta er nú farið
at órógva føroysk
sjófólk
Skipaeftirlit
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Tað eru fiskimenn, sum
ikki
eru
tryggir
við
umstøðurnar
umborð
á
skipum longur, og tað eru
eisini teir, sum treyðugt
vilja avstað við summum
skipum.
Tað sigur fiskimaður,
sum hevur vent sær til
Sosialin.
Hann vísir á, at síðan
Skipaeftirlitið varð yvirtikið
á føroyskar hendur, hevur
lítið og einki verið at sæð
til nakað eftirlit.
- Tá ið Statens Skibstilsyn
hevði ábyrgdina av eftir-
litinum, vóru fólk javnan
umborð á føroyskum skipum,
og tá kundi tú eisini fáa
ófráboðaða vitjan. Slíkt er
farið í søguna við yvirtøkuni.
Fiskimaðurin sigur, at
vantandi eftirlitið er vorðið
umrøðuevni umborð á fleiri
skipum, og tað eru menn,
sum aftra seg við at fara
umborð á summi skip.
- Vit eru ikki tryggir við
umstøðurnar, og vantandi
eftirlitið fremur avgjørt ikki
hugin hjá skipaeigarum og
yvirmonnum í sama mun
sum áður at hava øll viðurskifti
dagførd, sigur hann.
Vátta tað sama
Sosialurin
hevur
eisini
spurt aðrar fiskimenn og
menn, sum sigla fyri eitt nú
Strandfaraskip
Landsins.
Teir siga tað sama, sum
fiskimaðurin, sum vendi
sær til okkara.
- Krøvini til alla sigling
eru økt, men samstundis
síggja vit einki til okkara
Skipaeftirlit. Í sínari tíð
fingu vit javnan vitjan av
umboðum
fyri
Statens
Skibstilsyn, og tað var ikki
so sjáldan, at tey komu
ófráboðað.
Skipari sigur, at tað skapti
eina størri virðing og eitt
størri ansni fyri trygdini, at
tú kundi fáa vitjan av
eftirlitsfólki.
- Tú gekk alla tíðina og
hugdi at, um nú alt var í
lagi, tí tú visti ongantíð,
nær
teir
kundu
koma.
Knappliga ein dagin kundi
eftirlitsmaður
standa
á
dekkinum og siga, at hann
fór líka at ganga runt og
hyggja
at
skipi
og
trygdarútgerð. Eg haldi, at
hetta hevði eina ógvuliga
góða ávirkan á trygdar-
viðurskiftini umborð.
Klassin í staðin
Skiparin sigur, at nú er tað
klassin, sum av og á kemur
umborð á skipini at kanna
viðurskiftini fyri Skipa-
eftirlitið.
- Men sum eg havi skilt,
ger klassin hetta arbeiði
eftir bílegging frá Skipa-
eftirlitinum,
og
klassin
hevur ikki skyldu til at møta
upp uttan fráboðan.
Hann vísir á, at tað serliga
er Norsk Veritas, sum av og
á kemur á vitjan, men sum
skilst, hevði tað størri
ávirkan á hugburðin hjá
monnum, tá ið Statens
Skibstilsyn stóð fyri hesum
eftirliti.
- Tað er eingin ivi um, at
eftirlitið við føroyska skip-
aflotanum var nógv meira
sjónskt
fyri
yvirtøkuna,
sigur skiparin, sum Sosial-
urin hevur tosað við.
Ein maskinmaður, sum
vit eisini hava tosað við,
váttar tað, sum fiskimenn
og skipari siga um hesi
viðurskifti.
Hvar er eftirlitið?
- Eftirlitið við føroyska skipaflotanum var nógv meira sjónligt fyri yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum, siga føroysk sjófólk
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit fara at gera eina
nøgdsemiskanning
millum ymisku
bólkarnar, sum vit
hava við at gera.
Hetta hevur einki
við ”søgurnar” at
gera, sum ganga,
men vit vilja hava
fakta á borðið,
sigur Vilhjálmur
Gregoriussen, stjóri á
Skipaeftirlitinum
Skipaeftirlit
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjóri á Skipaeftirlitinum
seinastu árini hevur verið
Óli Hans Hammer Olsen og
maðurin, sum er komin í
hansara stað, er Vilhjálmur
Gregoriussen.
Viljálmur er útbúgvin
skipsførari og hevur har-
afturat tikið útbúgving sum
siviløkonomur og teldu-
frøðingur. Hann hevur í
mong ár arbeitt innan sjó-
vinnuøkið og hevur eisini
starvast hjá danska Søfarts-
styrelsen.
Í desember 2004 høvdu
vit grein í Sosialinum um,
at tað ikki longur er ókeyis
hjá skipa-og bátaeigarum at
fáa trygdarútgerðina kann-
aða. Hetta gjald er komið,
síðan Skipaeftirlitið varð
yvirtikið á føroyskar hend-
ur. Orsøkin er, at tað nú er
klassin, sum ger hetta
arbeiði fyri Skipaefirlitið.
Í greinini varð víst á, at
tað kann kosta upp í einar
10.000
krónur
at
fáa
trygdarútgerðina umborð á
einum línuskipi kannaða.
At hetta er rætt, váttaði
táverandi stjórin á Skipa-
eftirlitinum,
Óli
Hams
Hammer Olsen.
Tá ið trygdarútgerð um-
borð á føroyskum skipum
verður kannað í dag, er tað
klassin, sum ger hetta ar-
beiði, og fyri henda ómakin
fær reiðaríið eina rokning,
sum kann liggja millum
5.000 og 10.000 krónur.
Eftirlitið
verður
gjørt
sambært løgtingslóg um
trygd á sjónum, sum er frá
2001.
Nøgsemiskanning
Stjórin á Skipaeftirlitinum
Vilhjálmur
Gregoriussen
sigur, at stovnurin nú fer
undir at gera eina nøgd-
semiskanning, men henda
kanning hevur einki við
møguligar søgur um eftirlit
at gera.
- Hetta er ein kanning,
sum vil gjarna vilja gera
fyri at fáa fakta á borðið og
fyri at fáa at vita, um
ymisku bólkarnir eru nøgdir
við eftirlitið.
Stjórin dugir ikki at siga,
um tað kann hava sína
ávirkan á virðingina fyri
trygdini, at Skipaeftirlitið í
størri mun hevur aðrar at
gera hetta arbeiði fyri seg.
- Tað hoyrist so mangt,
men vit kunnu ikki taka
hesi “ryktir” í álvara, fyrr
enn vit hava fakta á borði-
num,
sigur
Vilhjálmur
Gregoriussen, sum gjarna
vil hava at hoyra, hvat
ymisku bólkarnir halda um
eftirlitið og ta tænastu, sum
stovnurin veitir.
Stjórin sigur, at fundir
verða við ymiskar viðskifta-
bólkar í næstum.
Fara at gera eina nøgdsemiskanning
Nýggjur busssáttmáli
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag øðrumegin
og Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hinumegin
skrivaðu 20. december 2007 undir semju um busssáttmálan fyri tíðar-
skeiðið 1. mai 2007 til 1. mai 2010. Tað skrivar Vinnuhúsið á heima-
síðu sínari í morgun. Semjan hevur við sær, at busssáttmálin nú fylgir
høvuðssáttmálunum millum feløgini soleiðis, at tá hesir seinnu verða
dagførdir, verður henda dagføring av sær sjálvum førd yvir á buss-
sáttmálan. Vinnuhúsið skrivar, at umframt eina serliga viðbót, eru
hækkingarnar í løn, eftirløn og starvsaldri tær somu sum tær hækk-
ingar, semja í mai var um fyri høvuðssáttmálarnar.
Napoli druknar í ruski
Gøturnar í suðuritalska býnum Napoli eru um at flóta yvir í
ruski. Einki rusk er heintað í tvær vikur, og íbúgvarnir eru nú í
berum vónloysi byrjaðir at seta deld á stóru ruskdungarnar.
Men hetta førir við sær giftug gassskýggj, sum fólk so anda
niður í seg. Myndugleikarnir hava heitt á børn um ar verða
verandi heima frá skúlanum, tí tað er beinleiðis vandamikið at
ferðast í gøtunum. Grundin tikl hetta der, at lossiplássini í
býnum snøgt sagt eru full, og hetta er ein stórur heildartrupul-
leiki fyri íbúgvarnar. Einastu, sum fegnast um støðuna, eru
rotturnar, skrivar Aftonbladet.se