Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2008 19 tíðindi Eg eri: Fyrikomandi, sjálvstøðug/ur, kreativ/ur, røkin og teldukøn/ur. Dagliga: Fari eg at taka ímóti kundum, fáa ymiskar kreativar uppgávur og vera við í framleiðsluni. Send okkum umsókn í seinasta lagi 14. januar. DEKO&PRINT Hoydalsvegur 8 100 Tórshavn Grønlendingar fáa sína hvítubók at lesa, og kunnandi fundir verða kring landið, áðrenn fólkaatkvøða um sjálvstýri verður í heyst Grønland Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað fall politisku andstøðuni og grønlendsku fjølmiðlun­ um fyri bróstið, tá Hans Enoksen, landsstýrisfor­ maður, í nýggjársrøðu síni boðaði frá, at grønlendingar skulu á fólkaatkvøðu um sjálvstýri í heyst. Dagin hevði landsstýrið sett til tann 25. novembur, men fleiri vístu á, at tað ber ikki til at áseta dagin, tí í fyrra lagi er sjálvstýris­ nevndin ikki liðug við sítt arbeiði, og í øðrum lagi er grønlendska fólkið als ikki kunnað nóg mikið, til at tað kann taka støðu til ein so týðandi spurning. Men ongum nýtist at stúra, sigur Hans Enoksen nú. Í einum tíðindaskrivi um vikuskiftið sigur hann, at landsstýrið hevur lagt eina fullfíggjaða ætlan um, hvussu farast skal fram. Tá sjálvstýrisnevndin er liðug við sítt arbeiði, verða álitið hjá nevndini og lógin um grønlendskt sjálvstýri send hvørjum húsarhaldi til kunningar. Herumframt ætl­ ar landsstýrið at skipa fyri kunnandi fundum aftan á kommunuvalið, sum verður tann 8. apríl. Hans Enoksen sigur, at ætlanin er at hava slíkar kunnandi fundir í øllum býum, og at bygdirnar verða tiknar við, so frægt tíðin og aðrar umstøður loyva tí. Sjálvstýri í juni 2009 Grønlendska­danska sjálv­ stýrisnevndin hevur lagt upp til, at grønlendingar fáa sjálvstýri tann 21. juni í 2009. Hans Enoksen sigur, at skal hetta lata seg gera, er neyðugt at hava fólkaat­ kvøðuna um sjálvstýri síðst í hesum árinum. Fólkatingið skal viðgera og góðtaka sjálva sjálvstýrislógina, áðr­ enn hon kann fáa gildi næsta summar, og hon kann ikki viðgerast í Keypmanna­ havn, fyrr enn hon er góð­ kend á fólkaatkvøðu í Grøn­ landi, sigur landsstýrisfor­ maðurin. Hóast sjálvstýrisnevndin ikki er liðug við sítt arbeiði, hava fleiri kunnandi fundir longu verið ymsastaðni í Grønlandi, og ætlanin er at skipa fyri fleiri fundum av hesum slagnum, sigur Hans Enoksen. Grønlendingar verða kunnaðir um sjálvstýrið Hans Enoksen, landsstýrisformaður: - Ongum nýtist at stúra, tí grønlendingar verða væl kunnaðir um sjálvstýri