Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 4 - 7. januar 2008 tíðindi Theodor E. D. Olsen er ikki meiri enn vígdur og innsettur sum prestur í Kvívík, fyrrenn fyrstu uppgávurnar liggja fyri framm­ an. Hóast hann bert verður í starvi í tríggjar mánaðir í Norðstreymoyar prestagjaldi, verður talan um eina strævna tíð Prestur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Kvívík: - Tað var ein sera hjartalig móttøka sum eg fekk í kirkjuni. Hetta var ein minniligur dagur, sigur nýggi Kvívíks-prestur. Lagt varð upp til eina serstaka gudstænastu í Kví- vík sunnudagin, tá Theodor varð innsettur sum prestur. Hetta var nevniliga fyrstu ferð at ein prestur verður innsettur í hesi kirkjuni. Hann skal virka sum av- loysari fyri Marjun Bæk í tríggjar mánaðir í Norð- streymoyar prestagjaldi, og verður sóknarprestur hjá kirkjufólkinum í tí presta- gjaldinum sum hevur flestar kirkjur. - Tað var sera gleðiligt at síggja, at fólk og prestar vóru komin allastaðni frá til vígsluna, eisini úr Tjørnu- vík og Haldórsvík, sigur Theodor. Fund við prestarnar Í morgun byrjar so gerandis- dagurin, og prestur fer at fyrireika seg til tær mongu uppgávurnar sum standa fyri framman. Hóast hann bert skal virka sum avloysari í Norð- streymoyar prestagjaldi í tríggjar mánaðir, verður hann ikki arbeiðsleysur við tað fyrsta. Umframt tær føstu guds- tænasturnar í sóknini, verða nógvar føstugudstænastur á skránni tær sjey vikurnar í føstuni fram móti páskum, eins og aðrar skyldur. Sunnudagur í føstuinn- gangi er longu 3. februar, og longu nú er greitt, at Theodor skal í øllum førum prædika við eina føstuguds- tænastu í Eysturoynni. Fyrsta uppgávan til eina vanliga gudstænastan verð- ur komandi sunnudag. Enn er ikki greitt, hvar henda gudstænastan skal verða, men tað verður avgjørt í morgin ella mikudagin. - Eg fari á fund við hinar prestarnar í økinum fyrsta dagin, og tá fara vit at gera eitt yvirlit yvir, hvussu vit skipa gudstænasturnar í økinum, sigur Theodor. Hinar prestarnir í økinum eru Inga Poulsen Dam í Vestmanna og Mogens T. Skrúðgongan við biskupi, dómprósti og høvuðspersóninum, Theodor Olsen á veg í kirkjuna Kvívíkar kirkja var fullsett til fyrstu vígsluna og innsetingina av presti Jógvan Fríðriksson vígdi og innsetti sín fyrsta prest Nærum allir teir føroysku Nýggi prestur