Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 4 - 7. januar 2008 Stutt Sagt Koyrdur úr Iran Iransku myndugleikarnir góvu um vikuskiftið ein­ um týskum diplomati boð um at fara av landinum sum skjótast, og í gjár vátt­ aði uttanríkisráðið í Berl­ in, at maðurin var farin úr Iran. Iranska stjórnin sig­ ur, at diplomaturin hevði fingist við virksemi, sum ikki var sambariligt við hansara arbeiði, og at hann tí mátti fara úr Iran. Týskar keldur halda, at av­ gerðin hjá iransku stjórn­ ini kann hava samband við, at ein iranskur diplo­ matur bleiv vístur úr Týsk­ landi seinasta summar. Sarkozy giftast Franska blaðið Journal du Dimanche visti í gjár at siga, at Nicolas Sarkozy, forseti, og unnusta hans­ ara, italska songkvinnan Carla Bruni, skulu giftast tann 8. ella tann 9. februar. Sambært blaðnum hevur Sarkozy givið unnustuni ein trúlovingarring við einum diamanti, og aftur­ fyri skal hon hava givið honum eitt ur frá tí kenda sveisiska urmakaranum Patek Philippe. Nicolas Sarkozy og Carla Bruni hittust fyrstu ferð í nov­ embur í fjør. Forsetin hev­ ur verið giftur tvær ferðir fyrr, og nógvir fransmenn halda lítið um, at hann ætl­ ar at gifta seg aftur. Tað er í hvussu er ein orsøk til, at forsetin hevur mist und­ irtøku ímillum veljararnar í seinastuni, skrivar NTB. Styðja Suleiman Okkurt bendir á, at tað endiliga fer at bera til at velja nýggjan forseta í Lib­ anon, sum hevur ligið í for­ setaloysi síðani tann 23. novembur. Libanska tjóð­ artingið hevur umrøtt fleiri uppskot, men heilar 11 ferðir er avgerðin útsett. Nú er líkt til, at meiriluti kann fásst fyri herovastan­ um Michel Suleiman. Á fundi í Kairo um vikuskift­ ið samdust teir arabisku uttanríkisráðharrarnir um at styðja Michel Suleiman sum forsetaevni. Avgerðin fell tann 12. januar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Orðaskiftið um, at eg ikki rindi skatt av mínari pensjón, nívir, og nú flyta vit aftur til Noregs (Gro Harlem Brundtland) útlond Eftir fáum døgum hevur Barrack Obama fingið Hillary Clinton aftur og lagt hana langt aftur um seg í New Hampshire, har val verður í morgin Í mánaðir hava eygleiðarar verið á einum máli um, at Hillary Clinton fór at vinna uppstillingarvalið í New Hampshire, men nú val­ dagurin er komin, er vent í holuni. Hillary hevur mist stevið og fótafestið og er dottin niður um avbjóðaran Barrack Obama. Uppatillingarvalið í New Hampshire verður í morgin, og nú eru allar meininga­ kanningar samdar um, at Barrack Obama fer at vinna ein greiðan sigur hjá demo­ kratunum. Ein kanning hjá CNN í gjárkvøldið segði, at Obama fær 39 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum og Hillary Clinton 29 prosent. Í einari kanning hjá blaðnum USA Today er munurin uppaftur størri. Her fær Obama 41 prosent og Hillary Clinton 28 prosent. Hjá republikanarunum liggur John McCain á odda í New Hampshire. Kanning­ arnar siga, at hann fær umleið 32 prosent av teim­ um republikonsku atkvøð­ unum, og at Mitt Romney fær 26 prosent. Mike Hucka­ bee, sum vann í Iowa í síðstu viku, fær væntandi umleið 14 prosent í New Hampshire. Spennandi Valevnini gjørdu ta seinastu royndina í New Hampshire í einum stórum orðaskifti í býnum Manchester leygar­ kvøldið. Tað var týðiligt, at Hillary Clinton var farin í álopsstøðu, og at tað var Barrack Obama, sum stóð fyri skotum hennara. Mill­ um annað legði hon hann undir at hava broytt hugsan á fleiri økjum so sum spurn­ inginum um sjúkra­ trygging. ­ Í veruleikanum kann Obama kjakast við seg sjálv­ an um tey ymsu málini, segði Hillary Clinton. Bar­ rack Obama svaraði, at hon visti betur, og at hon royndi at snara tí, sum hann hevði sagt. Hjá republikanarunum var tað serliga Mitt Romney, sum var álopssinnaður. Hann tapti í Iowa, og eyg­ leiðarar siga, at tapir hann eisini í morgin, hevur hann lítlan møguleika at halda fram. Harafturímóti kann John McCain, senatorur í Ari­ zona, styrkja sína støðu munandi, um hann vinnur í New Hampshire, soleiðis sum kanningarnar benda á. Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudolph Giuli­ ani, var við í orðaskiftinum í Manchester, men hann spældi aðru fiól. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at uppstillingar­ valini í ár verða kanska so spennandi sum ongantíð fyrr. Tey 15.000 fólkini í Eldoret har vesturi í Kenya vóru fegin um vikuskiftið, tí nú fingu tey endiliga okkurt at eta Hóast tey høvdu bíðað leingi eftir matinum, stóðu fólk sinnilig og bíðaðu eftir at fáa tað, sum fall í teirra lut. Teir ungu menninir bóru matvørurnar av lastbilunum, og fólk hjá World Food Program býttu matin út. Tey 15.000 fólkini í Eldoret eru av Kisii­ættar­ fólkinum, og síðani nýggjársdag hava tey fjalt seg í einum skúla og nøkr­ um øðrum bygningum, tí tey noyddust at flýggja und­ an álopsmonnum úr einum øðrum ættarbólki. Álops­ menninir settu eld á hús teirra og rændu alt, sum teir fingu hendur á. Talsmenn hjá World Food Program siga, at í landspart­ inum Rift Valley har vesturi í Kenya eru umleið 100.000 fólk flýdd frá húsi og heimi undan álopsmonnum úr øðr­ um ættarbólkum. Reyði Krossur sigur, at umleið 250.000 kenyanar eru flótta­ fólk í egnum landi, og at umleið 500.000 fólk hava tørv á neyðhjálp. Endiliga kom maturin 250.000 kenyanar eru flóttafólk í egnum landi, og 500.000 hava tørv á neyðhjálp Nú stríðist hon fyri sínum politiska lívi Hillary Clinton hevur mist undirtøkuna í New Hampshire og tepir tí helst eisini í morgin Barrack Obama hevur verið aftan fyri Hillary Clinton, men nú er hann frammanfyri