mánadagur 7. januar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Nr. 4 - 7. januar 2008
Verkfallið hjá Fiski
mannafelagnum
endaði leygar
kvøldið. Men tað
kundi akkurát tað
sama blivið drúgt,
tí tað leikaði hart
á. Spurningurin er,
hvat vit høvdu fingið
burturúr einum
longri verkfalli,
sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum
Semja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg eri væl nøgdur við, at
vit fingu ein enda á verk-
fallinum leygarkvøldið.
Tað staðfestir Jan Høj-
gaard, formaður í Fiski-
mannafelagnum.
Sostatt varð verkfallið
ikki so drúgt, sum nógv
høvdu fryktað fyri.
Men tað kundi tað akkurát
tað sama blivið, tí tað leik-
aði hart á, sigur formaðurin
í Fiskimannafelagnum.
Hann sigur, at tað er ein
spurningur,
hvat
Fiski-
mannafelagið hevði fingið
burturúr einum longri verk-
falli.
- Spurningurin er, um
tað, vit høvdu fingið burtur
úr at longt verkfallið, hevði
vigað upp ímóti teimum
avleiðingum, tað hevði havt
fyri samfelagið, tí tað kundi
saktans enda við, at fleiri
skip og virki fóru á heysin
og tað hevði verið ein van-
lukka fyri alt samfelagið.
Fara aldrin at betala
Tað, sum serliga skilti part-
arnar, var tann umstrídda
oljusemjan, sum varð gjørd
í seinastu samráðing. Har
stendur, at fer oljan upp um
2,90 krónur fyri liturin,
skulu partarnir tosa saman
um oljuútreiðslurnar. Tað,
sum liggur í hesum er, at
fiskimenninir skulu betala
ein part av oljuni.
Men hetta noktaði Fiski-
mannafelagið blankt og tað
er var ein høvuðsatvoldin
til verkfallið.
Í nýggja sáttmálanum eru
fiskimenninir slopnir undan
at betala ein part av oljuni.
Ella eru teir nú tað?
Í nýggja sáttmálanum
stendur, at partarnir skulu
taka spurningin um útreiðsl-
urnar til oljuna upp av
nýggjum longu í ár.
Men formaðurin í Fiski-
mannafelagnum staðfestir,
at tað verður ikki fyri at við-
gera, hvussu nógv fiski-
menn kunnu betala av olj-
uni.
- Tað fer ongantíð at
koma upp á tal, at fiskimenn
fara at betala ein part av
oljuni, tí vit fara aldrin at
betala fyri at sleppa til ar-
beiðis, staðfestir Jan Høj-
gaard.
- Tað einasta, sum partar-
nir tískil skulu tosa um, er
at fáa reiðararnar heilt at
sleppa kravinum um at fiski-
menn skulu betala ein part
av oljuni.
Soleiðis
skilir
Fiski-
mannafelagið hesa áseting-
ina í nýggja sáttmálanum,
sigur Jan Højgaard.
Meiri um hetta er á síðu
11.
Tað kemur aldrin upp á tal,
at fiskimenn fara at betala ein
part av oljuútreiðslunum hjá
skipunum. Soleiðis skal nýggi
sáttmálin ikki skiljast, leggur
Jan Højgaard, formaður
í Fiskimannafelagnum, dent á
Tað leikaði hart á
Møguleiki skal vera at
hava barsilsfarloyvi upp
til eitt ár, so foreldrini
hava møguleika at vera
hjá barninum tað fyrsta
árið
Foreldur ið júst hava lokið
útbúgving skulu hava rætt
til stuðul frá barsilskipanini.
Heilsustýrið tilmælir at
barnið fær bróstamjólk
minst í eitt hálvt ár sum
einasta føðslukelda,
og WHO tilmælir, at barn-
ið bert fær bróstamjólk í
hálvt ár, síðan vanligan
mat tilsvarandi barni og
bróstamjólk í tvey ár.
Hetta tí at bróstamjólk er
heilsugóð føði fyri
barni, og verjir barni fyri
fleiri sjúkum, bæði í
pinkubarnatíðini og seinni
í lívinum.
Barnsburðarfarloyvi skal
gerast meira rúmsátt, og
møguleiki skal vera at
leingja tað upp til eitt ár.
Hetta ger so eisini, at
barnið hevur møguleika at
vera heima ta fyrsta árið og
er meira mótstøðuført fyri
sjúkum tá tað so kemur í
vøggustovu millum onnur
børn .
Arbeiðsmarknaðurin skal
eisini gerast meira
rúmsáttur. Mamman, ið má
aftur til arbeiðist, skal hava
møguleika at fara at geva
bróst í arbeiðstíðini.
Fyri foreldur sum fáa
barn, sum hevur ein
serligan tørv av einhvørji
orsøk, tað kann vera brek
ella sjúka, skal verða rúmd
fyri at leingja farloyvi hjá
báðum foreldum.
Barsilskipanin
skal víðkast
Sambandsflokkurin
Rósa
samuelsen
Val
Í stevnuskránni hjá Sjálv-
stýrisflokkinum stendur at
útbúgvingar- og gransking-
arætlanir, ið kunnu menna
og skapa eitt fjølbroyttari
vinnulív eiga at raðfestast
høgt á landsins fíggjarlóg.
Vegna landafrøðiligu
avbyrgingina hava vit í
Føroyum góðar møguleikar
at granska á eitt nú
medisinska økinum og tora
vit at taka av hesi avbjóð-
ing, so kunnu vit lættliga
byggja ein altjóða gransk-
ingarmiðdepil – við
føroyskari og útlendskari
fígging og vitan. Eini
vitan, ið hevur altjóða
marknaðin tøkan í somu
løtu, sum úrslitini liggja á
telduni.
Onnur granskingarøki
liggja eisini og bíða eftir
okkum. Føroysk vind-,
aldu-, vatn- og ljósorka eru
eisini øki, ið kunnu
mennast á umhvørvis-
vinarliga økinum. Ein
greið náttúruvernd er ein
sjálvsagdur partur av
hesum – tá ber til at fáa
mennandi samspæl millum
náttúru og orku.
Vit eiga at stuðla gransk-
ing og finna úrslit í einari
føroyskari granskingar-
park. Hesum torir Sjálv-
stýrisflokkurin at arbeiða
fyri.
Granska tína hugsan –
vel Sjálvstýrisflokkin!
Granskingarøki ein avbjóðing eisini
innan medisinska økið. Vit eiga at tora
Valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
KRistina toftegaaRd
laRsen
Val
Okkara sjúkrasystrar og
fólkaskúlalærarar eru
undirløntir. Lønirnar til
hesar starvsbólkar eiga
at hækkast, so lønar
viðurskiftini í Ríkinum er
tann sami
Vit hoyra um Sjúkra-
húsverk og Fólkaskúla.
Bæði støðini verða starvs-
fólk niðurgjørd so tað má
níva tungt. Illa ber til hjá
fleiri at svara aftur. Bæði
støðini verður nógv og gott
arbeiði gjørt.
Men onki kemur fram
um, at bæði fólkaskúla-
lærarar og sjúkrasystrar als
ikki fáa tað løn tey hava
uppiborið. Lærarar og
sjúkrasystrar fáa hægri løn
í Danmark enn í Føroyum.
Útbúgvingarnar eru á sama
støði. Arbeiðið er tað
sama, men lønin lægri í
Føroyum. Er tað tí at
mjølkin og breyðið kostar
minni. Nei, lønin er bara
lægri – fyri sama arbeiði.
Eg haldi, at lønirnar til
hesar starvsbólkar eigur at
hækkast munandi, so
lønarviðurskiftini í
Ríkinum er tann sami.
Um tað ikki verður gjørt
nú, so er tað ein hóttan
ímóti bæði Sjúkrahúsverki
og Skúlaverki. Vit síggja
ídag, at fleiri fólk innan
bæði økini leita sær arbeiði
annað stað. Og dýrir
vikarar mugu keypast
ístaðin.
Hækkið lønina – tí tey
hava uppiborið at fáa minst
somu løn sum teirra
starvsfelagar.
X viðMarjus Dam,
Sambandsflokkurin
Hækkið lønirnar hjá heilsustarvsfólkum
og fólkaskúlalærarum
Sambandsflokkurin
maRjus
dam
Val
12