Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Tá ið oljuvinnan gerst verulig vinnugrein í Føroyum, skulu vit hava so nógv virksemi sum møguligt her á landi. Vit hava sera nógvar góðar vinnufyritøkur, sum hava ment seg sera nógv síðstu árini og skulu vit gera alt fyri, at oljuvirksemið verður ein góð inntøka til okkara samfelag. Vit eiga at halda fast um føroyskan kajkant fyri at vísa á, at vit veruliga ynskja at ein framtíðar oljuvinna skal virka úr Føroyum. Vit skulu áhald­ andi gera átøk sum gera føroyska landgrunnin áhugaverdan. Eisini eiga vit at taka støðu til møguligar oljuinntøkur. Í eini komandi samgongu eru tað átrokandi mál og øki sum skulu hava hægstu raðfesting. Ein Gallup­ kanning fyri jól vísti, at vit føroyingar ynskja eitt samfelag, har dentur verður lagdur á at menna hesi trý øki. Heilsuverkið Fólkaskúlin Útbúgving, gransking og umhvørvið Kanningin vísti klárt, at vit búgva í einum samfelagi, har vit vilja kenna okkum trygg, um vit gerast sjúk. Vit vilja hava ein fólka­ skúla, sum mennir og stimbrar børn okkara bæði fakliga og sosialt. Vit vilja búleikast í ein­ um oyggjasamfelagi har møguleiki er fyri eftirút­ búgving, víðari útbúgv­ ing og gransking. Og vit eru komin hartil, har vit duga at síggja stóra týdningin av at handfara umhvørvið við stórstu virðing. Alt hetta kann bert ger­ ast veruleiki, um vit frá politiskari síðu tora at satsa stórt og skilagott. Eg lovi tykkum einki óveruligt valyftið, men eg lovi at brúka nógva orku uppá at fáa hesi mál og onnur við á dagsskrá í framtíðar føroyskum politikki. valevni Fólkaflokksins á Lista A, sjálvandi! RodmunduR nielsen Val Javnaðarflokkurin nita næs Val Loyaliteturin mótvegis borgarligu hugsjónini liggur á einum sera lítlum stað í hugmyndagoymsluni hjá Johan Dahl. Hetta framgongur, um ein lesur grein, sum Johan skrivar í Sosialinum. Johan Dahl billar fólki inn, at um tey ikki velja Sambandsflokkin, sum er garantur fyri, at fíggjarligi stuðulin úr Danmark heldur fram, so verður hungur og hall í Føroyum. Ein væl kend ræðumynd, sum eg trúi var á veg í søguna. Í hvussu so er hjá einum, sum gav seg út fyri at vera borgarligan. Eg haldi, at Johan Dahl prógvar, hvussu studnings­ tráanin kann forbrongla búskaparligt vit og skil. Borgarliga hugsjónin hevur beint ta móttsattu fatanina av blokkinum. Blokkurin er beinleiðis ein forðing fyri menning­ ini av føroyska búskap­ inum, og er hetta størsta hóttanin ímóti vælferðar samfelagnum. Tað skuldi ikki verið neyðugt hjá mær at minnt Johan Dahl á, at tá før­ oyski búskapurin í 80­ unum rapaði, var studn­ ingurin úr Danmark størst­ ur. Og at vælferðarsam­ felagið Føroyar ongantíð hevur verið meira hótt enn júst tá. Blokkurin skal minkast við skili. Fólkaflokkurin vil eina búskaparsemju, sum minkar árliga studn­ ingin úr Danmark soleiðis, at hann er burtur í 2015. Hetta er eitt týdningar­ mikið signal til fíggjar­ heimin og til allar partar í samfelagnum soleiðis, at Føroyski búskapurin fær neyðugu tíðina at tillaga seg, vaksa og geva vælferðini tryggasta grundarlagið, ið til er. Johan Dahl skal vita, at smá lond (minni enn 1 mill fólk): ikki eru fátækari enn onnur størri lond, at tey vaksa minst líka nógv, at tey hava størri íløguhug, eru á hægri teknologiskum støði, hava betri útbúgvingartilboð, hægri heilsustøði og eru væl skipaði. 6 av 10 heimsins ríkastu londunum eru lond við minni enn 1 mill innbúgvum, 9 av teim 20 ríkastu lond­ unum eru smá lond (Ísland er nr 10 og Føroyar nr 20) 72 av heimsins 222 londum eru smá lond fólkatalið veksur mest í smáum londum, hesi hava stórsta búskaparvøksturin og klára seg væl. Kelda (UNCTAD 2004) Herman Oskarsson fyrilestur í Útnorður­ ráðnum 2007 Vit hava ongi vunnin rættindi í ríkisfelagsskap­ inum, sum tryggja vælferð­ ina, soleiðis sum Johan Dahl vil vera við ­ tað eru góð dømi um tað. Vit koma altíð at gjalda fullan prís fyri tær veit­ ingar, vit fáa úr Danmark, og tað eiga vit eisini at gera. Alt annað er óverdugt. Kom nú Johan Dahl. Bjóða framtíðini av. Ongantíð hava spádóm­ ar sambandsfloksins um hungur og hall gingið út. Tvørturímóti hava før­ oyingar í strembanini eftir at bera seg sjálvar búskap­ arliga økt um virðingina fyri landi og tí fólki sum her býr. Kom nú Johan Dahl Fólkaflokkurin Poul michelsen Val Tær sokallaðu Pisa­undan­ kanningarnar av fólkaskúla­ næmingum í Føroyum hava verið við til at sett dags­ skránna í øllum orðaskifti um fólkaskúlan síðsta árið. Sjálvandi er gott, at vit fáa eitt orðaskifti, tí tørvur hevur verið á tí leingi. Men spurningurin er, um Pisa­ kanningarnar leggja rætta botnin undir slíkt orða­ skifti. Kanningarnar báðar, ið hava verið, hava ikki júst sett føroyska fólkaskúlan í gott ljós. Í øllum førum ljóðast tað, sum at tey flestu fingið tað burturúr, at Føroyar eru dumpaðar, at næmingarnir eru sibbar, at lærararnir ikki duga síni ting og so framvegis. Ikki júst uppbyggjandi vendingar! Fólkaskúlin er ein av grundstuðlunum undir okkara samfelag, og sjálvandi eiga vit at leggja alstóran dent á at hava ein góðan skúla, so okkara børn kunnu fáa gott í beinið frá fyrsta skúladegi av. Men tað tykist eitt sindur rangvørgt, at tvær kanningar sum hesar skulu venda øllum á høvdið. Føroyingum dámar væl kappingar, og sjálvandi hevði verið hugaligt at ligið ovarlaga. Men Pisa kann neyvan vera svarið upp á allar spurningar, og nú eru eisini viðurkendir granskarar komnir fram við atfinningum at hesum kanningum, ið neyvan betra nakran skúla, men bert eru til politiskt brúk. Eg haldi tað vera um­ ráðandi, at vit í Føroyum hyggja at føroyska skúla­ num við føroyskum eygum. Runt landið verður støðugt gjørt nakað fyri at betra um karmarnar hjá skúlaverkinum, og nú er tíðin komin til, at vit eisini fara at hyggja at sjálvum innihaldinum, so samsvar fæst. Tað, vit politiskt kunnu gera við henda spurning, er fyrst og fremst at styrkja um útbúgvingina av okkara lærarum. Her hevur ítøkiligt uppskot verið um at gjørt læraraútbúgvingina til eina fimm ára masterút­ búgving. Hesum tekur Javnaðarflokkurin undir við, og er til reiðar at játta neyðuga peningin. Somuleiðis eiga góð eftirútbúgvingartilboð at gevast verandi lærarum, tí eingin ivi er um, at júst lærarayrkið er eitt av teim­ um, ið stendur fyri flestu broytingum og avbjóðing­ um, so hvørt sum okkara samfelag broytist. valevni Javnaðarfloksins www.hedinmortensen.com heðin moRtensen Val Í farna valskeiði er pensjónin saman við Samhaldsfasta hækkað við 17.772 krónum hjá støkum og við 33.816 krónum hjá hjúnum, har bæði eru pensjónistar. Men vit eru enn ikki komin á mál Eins og í øðrum londum, hava vit í Føroyum mong eldri, breðkað og sjúk okkara millum, og vit skylda bæði okkum sjálv­ um og hesum, sum ikki fingu tað so lætt, at vit taka hond um tey. Vit eiga at minnast til, at vit hava eina skyldu mótvegis eldri, breðkaðum og sjúkum, meðan vit, sum hinvegin hava heilsu og evni mugu arbeiða og arbeiða hart. Soleiðis kemur okkara land væl fyri seg. Tað skerst ikki burtur, at bæði land og kommunur seinastu árini hava staði saman um at betra umstøð­ urnar hjá hesum, og tá onkur sigur tað mótsatta, siga teir ósatt. Mong røktarheimspláss og dagtilboð til minnisveik er stovnsett runt landi. Og tíbetur so er komið á mál úti hjá fleiri komunun. Lat meg eisini í hesum viðfangi taka pensjóns­ hækkingarnr, sum vit sanniliga kunnu fegnast um, har so mikið ólíkir flokkar, sum Fólkaflokk­ urin og Javnaðarflokkurin fingu framt. Sterkur Fólkaflokkur – sterk pensjónsskipan Hesi árini vit hava sitið við róðrið, eru lutvísu stóru hækkingarnar í pensjónum samanlagt við samhaldsfasta framdar soleiðis, at pensjónin fyri: støk, er farin úr 7.410 krónum upp í 9.345 krónur um mánaðin hjún har bæði eru pen­ sjónistar úr 11.958 krónur upp í 15.633 um mánaðin Tað vil siga, at útgjaldið er hækkað ávíkavist við: ­ 1.481 krónum um mánaðin ella við 17.772 krónum í valskeiðinum. ­ 2.818 krónum um mánaðin ella við 33.816 krónum í valskeiðinum. Sjálvandi eru vit ikki komin á mál, tí sum eg nevndi, hava eldri, brekað og sjúk brúk fyri, at tey verða tikin hond um, meðan vit, so leingi vit hava evni og heilsu skulu syrgja fyri at arbeiða, so meiri verður eftir til hesi. Lat meg gera vart við, at hetta eru mál eg vil verja og leggja dent á. Fólkaflokkurin hevur leingi ynskt eina uppaftur betri pensjónskipan, okkara partur skal ikki liggja eftir. Ein sterkur Fólkaflokkur virkar fyri eini sterkari pensjónsskipan. Vit hava samfelagsskyldu yvirfyri eldri, breðkaðum og sjúkum Fólkaflokkurin løgtingsmaður og valevni á A-liðnum KjaRtan joensen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Pisa hevur øst alt upp í varg Oljuvinnan: Halda fast um føroyskan kajkant Hetta vilja flest øll 12 Nr. 4 - 7. januar 2008