Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2008 29 tíðindi Løgtingsvalið 19. januar 2008 12 At hoyra forkvinnuna í Sjú krarøktarfrøðingafelagnum Vár í Gong í útvarpinum um støðuna hjá sjúkra­ røktarfrøðingunum á Landssjúkrahúsinum, var sum at hoyra mínar egnu tankar í orðum um mín fakbólk námsfrøðingarnar og aðrar líknandi bólkar. Felags fyri bólkarnar er, at teir stórt sæð eru mannaðir við kvinnum, og sum eru byrjaðar í sínari tíð sum eitt ‘kall’, ein tænasta, sum tá var ólønt hjálpararbeiði. Seinni er tað so góðkent sum lønt arbeiði, tó á lágum lønarstøði í mun til ábyrgdina. Nú er tíðin komin til at seta fokus á umsorganar­ og røktar­ arbeiði, at hækkað virði á teimum starvsfólka­ bólkunum. Fyri at taka mín fakbólk: Hugsa tær. Funnið er fram til, at tvey tey fyrstu árini av lívinum hjá einum barnið eru tey virðismiklastu. Tá leggur tú lunnar undir menningina fyri restina av lívinum (vøggustovan), Síðani skulu børnini gerast sjálvstøðug (lata seg í og úr, eta/matgera, mennast kropsliga úti og inni, klára seg í ferðsluni, sosialiser­ ast, o.s.fr.), so tey eru klár til skúlan (barnagarðurin). Í dagsins samfelag, har flestu foreldur eru úti­ arbeiðandi, eru krøvini rættiliga høg til stovnarnar, tí næstan øll børnini eru á dagstovni í dag og fleiri av teimum teir flestu tímarnar á degnum. Hetta hevur við sær, at uppgávurnar hjá námsfrøðinginum eru rættiliga fjølbroyttar og ábyrgdarfullar. Tað er jú ikki títt egna barn tú hevur, men børn hjá øðrum. Hetta krevur eina vitan um barnið sum heild, bæði kropsliga og sinnisliga ­ og royndir. Ein uppgáva, sum í størri mun er løgd út á stovn­ arnar, er eygleiðing, við tí fyri eyga at síggja tíðliga, um barninum tørvar serhjálp. Uppgávurnar hjá náms­ frøðinginum eru ikki vinnuligar, t.v.s. tú kanst ikki gera arbeiði upp í pengum, men staðfestast má, at hetta er ein invester­ ing í framtíðina, tí børnini eru framtíðin. Tí eigur námsfrøðiútbúgvingin eins og útbúgvingin til sjúkra­ røktarfrøðing og lærara, at hækkast á universitetsstig og lønin hækkast hareftir! Tí eitt er vist, virðismetir tú starvsfólkini, sum tey hava uppiborið, vil tað eisini vísa seg aftur í arbeiðsgleði og nøgdsemi, sum so aftur kemur børn­ unum (og foreldrunum) og framtíðini til góðar! Barnið – íløga í framtíðina Miðflokkurin Charlotta á Váli olsen Val Fríggjakvøldið tann 5 januar hoyrdi eg í Rás 2, at klippikortskipanin er farin at virka. Fyrsti bilførarin fekk klipp, tá hann yvirhál­ aði við eina rundkoyring í Havn, har tað ikki er loyvt at yvirhála. Hetta brot á ferðslulógina kost­ aði hesum bilførara eitt klipp, ið verður skrivað í kr iminalregistaraskipanina og goymt har í heili 3 ár. Nú kann løgreglan til eina og hvørja tíð finna fram persónar, ið hava framt eitt lógarbrot í ferðsluni. Heilt erligt tit, er hetta tað vit vilja hava, at løgreglumenn liggja undir hvørjum steini og lúra eftir bilførarum, fyri ikki at koyra 3 billongdir aftanfyri næsta bil. Vit hava fingið eina so stramma og stirvna ferðslulóg, at hon gerst ein hóttan móti okkum øllum. Við hesi ferðslulógini, eru vit farin frá "náðini" og okkara egnu samvitsku­ døming og inn undir lógina og eirindaleysu døming hennara. Jú fleiri lógarbrotsmøguleikar eru í eini lóg, jú størri er møguleikin fyri órættvísari døming. Sum frá líður, koma fleiri fólk, ið beinleiðis hava koyrikortið sum livibreyð, og fleiri fólk, ið hava tørv á at koyra langa leið til og frá arbeiði, at falla fyri klippimarki­ num og missa koyrikortið og tískil eisini starvið.Ikki tí tey hava gjørt nøkur álvarslig brot á ferðslulóg­ ina, men tí at politikkarar í hesum valskeiðnum valdu enn einaferð at kopiera eina útlendska skipan, ið nýtir alla sína orku í at halda eyga við teimum mongu, ið ikki hava eina ætlan um at skaða onnur í ferðsluni, heldur enn teim­ um fáu, ið beinleiðis leggja líka í um onnur verða skadd ella missa lívið. Besta vernd og fyri­ byrgjan er at geva tí ábyrgd, ið skal vísa ábyrgd. Eg sum valevnið hjá Miðflokkinum takið ikki undir við hesari ørvitsskipan, og vil virka fyri, at ikki hampafólk gerast lógbró­ tatar, missa arbeiðið og í síðsta enda gerast almannaklientar. Eg farið tí at gerða alt fyri, at vit ikki blíva við at kopiera lógir, men gerða okkara egnu lógir, sum vit kunna liva við her á landi. Set tí krossin við lista H Ferslulógin gerst ein hóttan móti okkum Valevni Miðfloksins Vinjard johansen Val Vit kunnu hava búskaparligt frælsi í 2015, um vit føra ein skynsaman búskaparpolitikk og vísa fíggjarliga ábyrgd. Neyðugt er, eftir komandi val, at gera eina búskaparsemju, sum tryggjar okkum búskaparligt sjálvbjargni. Tá vit hava nátt einum búskaparligum frælsi, eiga vit við eini fólkaatkvøðu at taka støðu til fullan suverenitet til Føroya Fólk. Eitt valdømi, hurlivasi, sjálvsøkni og lokalpolitikkur sum ongantíð fyrr hava eyðkent politiska landslagið hesa seinastu tíðina. Fyri veljaran má tað kennast sera ørkymlandi og torført at finna greiðu á, hvat valevni og flokkar ætla, tí innanhýsis í øllum flokkum fært tú allar møguligar útmeldingar, og trupult er at finna útav, hvussu leingi summi valevni standa á sama lista. Í hesum meldrinum av materialismu og sjálvsøkni hava vit mist eitt tað týdningarmesta politiska málið úr eygsjón, og tað er okkara ríkisrættarliga støða. Vit eiga at seta okkum tað høga mál, at vit, sum búgva her í Føroyum, skulu klára okkum sjálvi. Tað skal ikki verða neyðugt, at vit fáa pengar sendandi úr Danmark, og tí eiga vit at føra ein búskapar­ og fíggjarpolitikk, sum gevur okkum búskaparligt frælsi í 2015. Tí er tað alneyðugt, at komandi samgongusamráðingar fevna um eina búskaparsemju, sum tryggjar okkum, at vit í 2015 klára okkum sjálvi búskaparliga. Tað hevði verið ein stolt løta fyri allar føroyingar. At prógva fyri okkum sjálvum og fyri øllum heiminum, at vit klára okkum sjálvi. Tá kunnu vit eisini fara til eina fólkaatkvøðu um okkara suverenitet. Fult sjálvræði til Føroyska fólkið valevni Fólkafloksins jákup Mikkelsen Val Nú uppundir val verður nógv tosa um vælferð – vælferðarsamfelag. Hvat leggja ávísu flokk­ arnir í vælferðarsamfelag, tað eru teir fægstu, sum hava sett orð á hvat vælferð merkir. Sambært orðabókini merkir vælferðarsamfelag: samfelag har ið myndug­ leikarnir ábyrgjast sosiala trygd og vælferð hjá borgarum. Og vælferð: trygg og góð viðurskifti – víðari stendur orðatakið: "Vandi er í hvørjari vælferð." Tá fólkaflokkurin sigur seg vilja virka fyri einum vælferðarsamfelag, skal hetta fremjast gjøgnum vøkstur – fólkavøkstur skapar búskaparvøkstur. Seinastu árini hava vit havt eitt støðugt fólkatal, nú er komið fram at fólkatalið kann ikki vaksa meira, tí vit í Føroyum hava undirskot av kvinnum. Granskarar siga, at tað vísir seg, at kvinnur hava verri við at flyta bústað enn menn, eisini tá talan er um at flyta heimaftur. Verður hugt at tølunum hjá Hagstovuni fyri arbeiðsmarknaðin í árunum 1990­2006. Sæst ein tíðulig gongd, har tað kemur fram, at eingin vøkstur er millum kvinnur í aldrinum 20 til 40 ár, tað eru kvinnurnar í hesum aldri, sum er ein høvuðs­ fortreyt, skulu vit hava fólkavøkstur og harvið búskaparvøkstur í Føroyum. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit í Føroyum kunnu útbúgva okkara unga fólk heima, soleiðis at tey ungu ikki noyðast av landinum at vinna sær útbúgving. Vælferð Fólkaflokkurin www.joanisnielsen.fo jóanis nielsen - Xa Val Eg eri einasta valevni í Vágum, sum havi ein samdan tingbólk aftan fyri meg, tá tað kemur til at útbyggja Vága Floghavn. Allir aðrir flokkar hava bæði ting­ og landstýðriðfólk, sum arbeiða hart ímóti at Vága Floghavn veður útbygd. So góði veljari í Vágum, um tit vilja vera heilt sikkur í, at flogvøllurin skal vera har sum hevur eina regluliga flúgving 96% av tíðini. Ja so er bara ein møguleiki, og tað er Kristoffur Gaardlykke á C. Gott val Javnaðarflokkurin kristoffur Gaardlykke Val Ongar svakar milliarda íløgur komandi 4 árini