mánadagur 7. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Løgtingsvalið 19. januar 2008
12
"L´année 1968, je la salue
avec sérénite" hetta var
fráboðanin frá gamla
generalinum Charles de
Gaulle, táið hann fór á
skíggjan og heilsaði fólki
sínum gamlaárskvøld í
1967. "Eg bjóði árinum
1968 vælkomnum við rógv
í sálini." ljóðaði úr vøkru
og pompøsu forsetaborgini,
haðani hann hevði stjórnað
Fraklandi síðani 1958. Og
hann legði afturat:
"Ímillum so mong onnur
lond sum skelva í sínum
grundvølli, av ófriði, fer
okkara land at ganga
undan við tryggum
viðurskiftum og góðum
skili, okkara aðalmál er at
røkka friðinum kring allan
heimin. Vit eiga ongar
fíggindar." Fáar mánaðir
seinri gingu himmal og hav
saman í eitt. Ungómar og
arbeiðarar settu republikk
ina upp eftir øðrum enda
og uppreisturin breiddi seg
frá Sorbonne og Seine
áarbakkunum út og kring
allan heimin. Autoriteru
leinkjunar vóru blivnar ov
tungar fyri yngra partin av
fólkinum, tær vórðu álaðar
sundur, og aftur einaferð
hevði ein fólkabólkur tikið
ábyrgdina av frælsinum og
brúkt seg sjálvan sum
amboð og katalysator til
eina menning. Áttati ára
gamli generalurin og
forsetin, við tvítýddu
nøsini, var ov seinur á
sjóvarfallinum. Eitt gott ár
eftir hetta legði hann illa
trevsaður frá sær. Illar
tungur vildu seinri vera
við, at hann dyrgdi eftir
friðarvirðisløn Nobels
hetta gamlaárskvøldið, og
tí royndi hann at látast at
vera í eini javnvágsstøðu.
Júst fjøruti ár seinri situr
ein danskur
kolonibestýrari úti í
Tinganesi, í drottninga
attitudu, og roynir at billa
sínum fólki inn, at her
gongur alt upp á stás. Vit
eru um at drukna í
vælferð, eftir at hann
hevur stjórnað Føroyum í
4 ár. Við nýggjum
politiskum kolonikosmet
ikki eru vit, umvegis
danskan uttanríkispolitikk,
forsåvidt angår Færøerne,
vorðin partur av altjóða
gerðini, er postulátið uttan
av helluni. Vit lata menn
ingarhjálp. Vit vilja hetta,
og vit vilja hatta. Ditten og
datten. Ynskja at gerast
limir í EFTA, altjóða
skótasamtakinum, ES
granskingini, Olympiska
felagsskapinum, IWC,
Norðurlandaráðnum,
NAFO o.s.fr. Ongin skal
ivast í, at maðurin, sum
situr í duragapinum úti í
Skansapakkhúsinum, er
garanturin fyri, at stats
leysa tjóðin hann er oddviti
fyri, skal røkka øllum
møguligum og ómøgulig
um málum. Tað ber til at
fyrigeva naivitetinum hjá
80ára gamla krígsveteran
inum De Gaulle, sum
kanska var álopin av
seniliteti, og tí ikki nóg
árvakin um støðuna og
spenningarnar í samfelag
num, men Jóannes
Eidesgaard er í somikið
góðum árum, at her røkkur
sama undanførslan ikki.
Hetta snýr seg um javn
støðu, spenningar og javn
vágir. Um at hava tak á
sinuskurvum lívsins,
apropos streymtalvan hjá
Fischeri, sum Visjón 2015
gardan hevði gloymt, ella
onki visti um, táið hon við
løgmanni á odda skuldi
taka norðara hermótið á
spakasta streymi, og alt tað
sum krúpa kundi var
útrógvið norðuri í Klaks
vík. Herliðið, sum skuldi
flyta donsku koloniina frá
filétfabrik til idéfabrik
fekk tó eina lektión í
streymviðurskiftum, frá
Alexander hjá Trúgva, í
einum egningarskúri á
Stongunum, kanska tað
einasta sum kom burturúr
tí átakinum, sum nú er
endað sum ein ballón í
valskrá Javnaðarfloksins.
Menning er tað sama
sum at taka niður skeivar
strukturar, bygnaðir. Alt
eftir hvussu hesi fyribrigdi
verða handfarin mennast
samfeløg, eisini tað føroy
ska. Og her liggur ein
øgilig orka niðurbundin í
menniskjaleinkjum, sum
politiska skipanin saman
við fólkinum hevur skyldu
til at loysa úr sínum høft
um. Í stríðnum fyri einum
optimalum vælferðarstati,
verður neyðugt at viga
ójavnvágirnar upp sum
skjótast. Flokkur, ið hevur
republikkina sum aðalmál,
hevur størstu ábyrgdina av
at greiða mál sum hesi. Tað
liggur ein latent synergi og
bíðar eftir skikkaðum og
málrættaðum fólki í
landsins evstu sessum.
Táið arbeiðarin, í
nýkapitalistiska
ídnaðarsamfelagnum fór at
fylkjast um síni áhugamál í
fakfeløgum, fór at spíra.
Verulig gongd kom ikki á,
fyrrenn intellegensurin hjá
arbeiðarabørnunum varð
loystur úr armóðini og hesi
fingu at kalla somu møgu
leikar fyri at vinna sær
nám á útbúgvingarstovnum
og lærdum háskúlum, sum
yvirklassaungdómurin, ið
hevði ligið í lívd av sínum
priviligeraða upphavi. Í
okkara føri eisini táið
Kongaligi Einahandilin var
ruddaður burtur, táið
húskallarnir fóru undir at
manna nýkomna fiskif
lotan, táið valaliðið hjá
republikanaranum og fiski
mannafelagsformanninum
Erlendi Paturssyni stríddist
fyri rættvísum korum, táið
monopolini vóru laðaði
niður, táið auktiónin á
Toftum fór undir sítt
virksemi o.s.fr. Hesi átøk
og allar skynsamar
broytingar, sum íhaldið
sjálvandi bardist ímóti, eru
veruliga orsøkin til alla
menning í vælferðini.
Vit hava loyst mangar
trupulleikar. Men tað
hanga framvegis lepar við.
Mest sjónlig eru tvey fyri
brigdi, ið skulu loysast í
árunum, sum nú koma.
Væl frágingin koma tey at
hava ein kolossalan týdn
ing fyri menningina í
hesum landinum. Eisini á
leiðini frá statsleysari tjóð
til republikk.
Javnstøða millum kynini
í øllum samfelagsins tætt
um er hitt fyrra. Javnstøðu
nevndin hevur gjørt eitt
valaarbeiði, hóast eina
uppskotið, helst sett fram
uppá kvamsvís ella sum
ein provokatión, og sum
eg sjálvur var í takholti
við, saman við fleiri øðrum
kallum, allir meira og
minni í sinnismuni lupu í
blindum á bláman, men
staðfestast skal, at við
veruligum javnstøðu
politikki, laðast vágirnar á
beint aftur. Frá araldstíð er
føroyingurin helst óvanliga
íhaldin. Heilt fram til
okkara dagar hava vit havt
eina machomentan við
latínamerikanskum
dimensiónum. Hygg bara
eftir orðunum, sum brúkt
hava verið, um menn, sum
ikki rættiliga hava fótað
sær, og uppaftur verri,
hava ligið undir eini
sterkari konu: Bløka, hosa,
kloddi, spott, eitt onki,
vøttur, óvætti, skepilsi,
tvøga, ónytta, svíkur,
vaðskítur, dirðil, frell,
burturkast, gorlakkur, hím,
lortendi, lorthundur,
vendilókur, lítilmenni,
manstandur, ómenni,
smámenni, skøndil, kreyp,
krop, ómagi, ódugnadýr,
ræðuskítur, ódugnakropp
ur, neytakona, tøðhólkur,
vesaladýr og deiggjhøna.
Líkamikið, táið kvinnurnar
komu út á arbeiðsmarkn
aðin, og javni kom ímillum
lønarlagið hjá kalli og
kvinnu tók samfelagið
aftur veruliga dik á seg í
menning í vælferð. Hetta
hendi, samstundis sum
undirstøðukervið hjá
primervinnuni tódnaði, frá
frælsu høvunum til til
feingið innanvert 200
fjórðinga fiskimarkið.
Hetta hendir ímeðan
útbúgvingarstøðið hækkar
dag frá degi, og tað sum
tey flestu hildu var ein
andsøgn, at vælferðin
veksur, ímeðan tilfeingið
minkar, er besta prógvið
um, at vøksturin liggur í
knokkunum og lógvunum
hjá okkum sjálvum. Eisini
í hesi kjalarslóðini liggur
bráðfeingis kravið um, at
ein veruligur lærdur
háskúli verður skipaður í
Føroyum. Í sløk 62 ár
hevur ein fólkavilji, um ein
føroyskan stat, bíðað eftir
monnunum á Føroya
Løgtingi. Higartil hevur
tað ikki gingið um fliðuna.
Kanska biða vit eisini í
hesum spurninginum eftir
kvinnunum, soleiðis at
fólkarættarligi spurning
urin kann verða loystur
einaferð med alla, soleiðis
at vit fáa brúkt samlaðu
orkuna í landinum til at
byggja land, heldur enn at
snikka og snáka donsku
ognirnar í Norðurhøvum.
Hetta er hin javnstøðan,
ið skal fáast at vega rætt í
komandi valskeiði. Føroyar
eru ikki eitt fólkaræði. Tað
sást best undir heimsins
mest lemjandi búskapar
kreppu, ið skolaði oman
yvir oyggjarnar fyrst í 90
unum, táið føroyskir
politikarar ásýniliga vóru
meira ábyrgdaðir mótvegis
sentralmaktini í Keyp
mannahavn, heldur enn
fólkinum sum hevði valt
teir, við tí ætlan, trúgv og
vón, at teir vóru evsta vald
føroyinga. Onki er tó so
ringt, at tað ikki er gott fyri
okkurt. Tá opnaði seg eitt
søguligt gap, sum snaraði
lokið á ostaklokkuni
handan skallabeinunum
somikið, at nú er somikið
stutt eftir á mál, at vit
megna tað komandi 4 árini,
um bara hin minsti vilji er
til tað. Tað snýr seg um
nakað so einfalt, sum at
skipa eina javnvág, ikki
bara ímillum føroyska og
danska statin, men millum
okkum og allar heimsins
sjálvstøðugu tjóðir. Tað
krevur nakað av offurvilja,
í fyrstani eisini í materiuni,
men møguleikarnir, ið tá
daga undan í havsbrúnni,
og sum als ikki eru
tilgongiligir undir verandi
viðurskfitum, liggja
víðopnir fyri fótum okkara.
Fetini gerast lættari sum
frálíður. Málini, sum
Eidesgaard ikki fær loyst
fyri uttanríkismálaráðnum
í ríkismetropolinum, liggja
tá sum mál ímillum okkum
og EFTAsamgonguna, har
ein EBSsáttmáli er møgu
leikin, okkum og Norður
lond, okkum og IOC o.s.v.
Hetta er meginspurn
ingurin á valinum 19.
Januar 2008. Loysing ella
samband. Frælsi ella
ófrælsi. Menning ella
stagnatión. Sum reforma
torurin Alexander Dubchek
segði í eini røðu í Bøhmen
16. mai í 68: "Okkara
ætlan stendur á tí fatan, at
menniskja og mannaættin
ikki bara eru før fyri at
rannsaka heimin, men
eisini eru før fyri at broyta
hann. Seinri hetta sama
árið segði hann um
politisku støðuna í
Tjekkoslovakia: "Fólkið
var ónøgt við landsins
leiðarar, og táið vit ikki
kundu skifta fólkið út,
vóru vit noyddir til at
skifta leiðararnar út
ístaðin."
www.dimma.fo/Bloggan/
torbjorn.jacobsen
Javnstøða er frælsisamboðið
Tjóðveldisflokkurin
Tórbjørn
jacobsen
Val
Longu í móðurlívi hava
føroysk børn ikki eins
góðar umstøður og sum
børn í hinum Norðan
londunum, sum øll hava
eina barnsburðarfar
loyvistíð, sum er longur
enn okkara 24 vikur.
Eitt av mínum hjarta
málum er at fáa okkara
barnsburðarfarloyvi longt
til 1 ár!
Verði eg vald 19.januar,
fari eg at taka hesi viðu
skifti í stórsta álvara og
fari at arbeiða fyri
heildarloysnum, tá tað um
framtíðar føroyskan
familju og arbeiðispolitik
ræður.
Tí, jú betri kor ein
føroyingur fær frá
barnsbeini av, jú betri
verður hann/hon førur fyri
at virka og mennast sum
vaksin samfelagsborgari.
Jú, betri kor barna
familjan fær, jú størri er
møguleikin fyri, at
føroyska metbarnatalið
verður verandi eins høgt.
Jú, fleiri børn verða fødd
í dag, jú fleiri arbeiðsførar
føroyingar fáa vit, at taka
sær av okkara gomlu og
annars at lyfta felags
byrðar.
Og soleiðis kundi eg
hildið áfram.
Týdingarmestu grund
gevingina kenna vit øll:
Øll børn burdu havt
rættin at veri heima hjá sær
sjálvum tað fyrsta liviárið.
Í dagsins samfelagi
skulu tvær inntøkur til fyri
at fáa vanliga húsarhaldið
at mæla runt. Tí hava
foreldur ikki ráð at ganga
heima við ongari inntøku,
vegna forlongt barns
burðarfarloyvi uttan løn og
rættindi.
Hetta kann í framtíðini
føra við sær, at føroyska
framtíðarfamiljan ikki telur
3 4 børn, men 1 2 børn.
Tað hevur okkara oyggja
samfelag ikki ráð til!
Vel eina javnaðarkvinnu
av bygd, sum hugsar
øðrvísini og sum vil
stríðast fyri øllum
samfelagsmálum, fólki og
landi at gagni.
Okkara barnsburðarfarloyvi á norðurlendskt støði
Javnaðarflokkurin
niTa
næs
Val
Nr. 4 - 7. januar 2008