mánadagur 7. januar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2008
31
tíðindi
Løgtingsvalið 19. januar 2008
12
Alt síðan álitið frá komm
unubólkinum varð handað
í 1997/98, hevur verið
tosað nógv um at styrkja
kommunurnar, leggja
uppgávur út og at arbeiða
fyri einum greiðari
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur. Nú 10 ár
seinni mugu vit konstatera,
at hetta álvarsmál í stóran
mun ikki er komið longur
enn til prát.
Ógreiða býtið millum
land og kommunur er og
hevur verið ein forðan fyri
menning á ymiskum
økjum. Fyri at taka eitt
dømi av teimum mest
týðandi úr rúgvuni, kann
verða víst á eldraøkið, sum
landið enn formliga eigur
ábyrgd av, men ger sum
minst við, og har komm
unur – eisini orsakað av ov
lítlum initiativi frá landi
num – so lýðandi hava
førkað seg inn á økið. Skal
eitt slíkt vælferðarøki
kunna prioriterast ordiliga
og verða fevnd av nøkrum
heldarætlanum fyri menn
ing, so má eitt greiðari
ábyrgdarbýti til. Ongin
miðvís menning av hesum
øki verður, so leingi talan
bara er um hissini hálvar
loysnir framdar av sperd
um og ónøgdum komm
unalum myndugleikum í
mun til ógreiðar heimildir.
Hetta má broytast. Við
útgangsstøði í lógini um
sjálvbodnar kommunu
samanleggingar og komm
unal samstørv í sambandi
við lógarbundnar uppgávur
skal ítøkilig ætlan gerast
fyri, hvussu uppgávu og
ábyrgdarbýtið millum land
og kommunur skal greiðast.
Kommunurnar hava leingi
vilja havt fleiri uppgávur at
umsita og hava í ein ávísan
mun longu fyrireika seg til
hetta – m.a. innan nevnda
eldraøkið – og bíða í
veruleikanum bert eftir
landsmynduleikanum.
Tá nú arbeiðið við at
gera felags rokniskapar
skipan er komið undir land,
er gott høvi hjá landi og
kommunum sum skjótast
at fara undir at gera eina
avtalu um, hvussu
eldarøkið, fólkaskúlin og
møguliga aðrar uppgávur,
skulu flytast frá landinum
til kommunurnar at umsita.
Avtalan um útlegging skal
innihalda eina greiða
tíðarætlan fyri, hvussu
uppgávurnar skulu flytast
undir kommunalt máls
ræði, hvussu pengar skulu
flyta við frá landinum og
hvussu lóggávan skal
skipast á ymisku økjunum.
Umsitingarliga hava
okkara mangan ov smáu
kommunur verið ov illa
fyri til at taka sær av týð
andi vælferðaruppgávum.
Við lógini um sjálvbodnar
kommunusamanleggingar
og kommunal samstørv er
stig tikið til at broyta hesi
viðurskifti. Kommunurnar
skulu, antin við bindandi
samstarvi ella við saman
legging, skipa umsitingina
soleiðis, at uppgávurnar
verða røktar á fullgóðan
hátt.
Við greiðari ábyrgdar
býti í sambandi við
útlegging av uppgávum
sleppa kommunurnar í
størri mun at umsita sínar
egnu borgarar, og
uppgávurnar verða loystar
tættari borgaranum, og fer
hetta at geva eina betur
tænastu, sum er betri
tillagað tørvinum hjá tí
einstaka. Hartil fer
kommunala arbeiðið og
kommunupolitikkur at fáa
størri týdning, og vit fáa
eitt nærdemokrati við
veruligum innihaldi og
týðandi myndugleika
uppgávum. Umframt hetta
er sannlíkt, at broytingin
fer at hava við sær, at fleiri
førleikakrevjandi størv
verða stovnað í kommunal
um høpi, og at okkara unga
og vælútbúna fólk hevur
okkurt at flyta aftur til úti í
økjunum.
Les meir á
www.jacobvestergaard.
blogspot.com
Kommunurnar størri ábyrgd
Fólkaflokkurin
Jacob
Vestergaard
Val
Eitt viðkomandi evni, sum
javnan er frammi, er um
átrúnaður og politikkur
skulu ganga hond í hond
ella um átrúnaður ikki
hoyrir heima í politikki.
Hetta hevur stóran
týdning fyri Miðflokkin, tí
kristindómur er virðis
grundarlagið undir politikk
inum hjá flokkinum. Tað
má vera eitt jaligt tilknýti
millum politikk og átrúnað
og somuleiðis millum
demokrati og átrúnað.
Hervið er ikki sagt, at vit
ynskja at blanda okkara
gudstrúgv, og tað at liva í
hesum heimi. Í tí politiska
arbeiðinum, er átrúnaður
til staðar, men tað er ikki
her gudstrúgvin verður
skapt, tað verður hon í
kirkjusamfeløgum og
samkomum kring landið
og hjá tí einstaka menn
iskjanum. Tí hevur tað
týdning at vit ikki gera
átrúna til politikk og
politikk til átrúna.
Politikkur snýr seg um at
skipa eitt samfelag á ein
skynsaman hátt, meðan
átrúnaður er sambandið
millum eitt Gud og
menniskjuna.
Tá ið talan er um demo
krati, so merkir hetta fólka
stýri ella fólkaræði. Her
hava vit øll frælsi at velja
hana ella hann, sum vit
meina vil arbeiða fyri teim
um virðum ið viðkomandi
kann standa inn fyri.
Tín atkvøða vil hjálpa,
soleiðis at hesi virðir verða
varðveitt í landi okkara.
Hetta er ikki ein sjálv
fylgja, men nakað sum vit
miðvíst mugu arbeiða fyri.
Øll valumboð hjá
Miðflokkinum taka undir
við hesum. Tí er tín
atkvøða fyri Miðflokkinum
trygd fyri, at hesi virði
verða varðveitt til gagns
fyri fólk og land okkara
Føroyar.
Set X við Miðflokkin
Átrúnaður/Demokrati/Politikkur
Miðflokkurin
Jaspur
Langgaard
Val
Nú valið nærkast hoyra
vit nógvar meiningar um
Sandoyar tunnilin, bæði
við og ímót, sjálvandi
skullu vit hava tunnilin
og tað so skjótt sum
gjørligt, Gamlarætt er nú
15 ár hon kom 10 ár ov
seint, eisini kom Teistin
10 ár ov seint so lat
okkum ikki eisini bara
seta okkum uppafturá at
bíða men halda fast um
at byrjast skal í 2009.
Fyri okkum sum her
búgva er tað ikki bara tað
at vit ikki tíma at sita í
kø til Teistan og at vit
bara vilja til Havnar, men
at vit vilja bjóða okkara
vinnulívi betri karmar at
virka undir, tí sum nú er
hava vit ongan møgu
leika at kappast við
restina av landinum. Men
ein av størstu orsøkunum
til at fáa tunnilin sum
skjótast er at fáa ungdóm
in at trívast, vit kunnu øll
verða samd um at Sand
oyggin er eitt paradís hjá
børnum at at veksa upp í,
men tá fólkaskúlin er
liðugur eru ongi tilboð í
oynni, við tunnilinum
kunnu okkara ungu fáa
útbúgving og verða
búgvandi heima og eftir
lokna útbúgving setast í
búgv í oynni og arbeiða
á meginøkinum.
Sandoyggja fólk hava
ongantíð sett spurnar
tekin við hvat allir
vegir tunnlar og brýr
um alt landi kostar
okkum, tí er tað sera
hugstoytt at hoyra hvat
vit nú skullu kosta øllum
ørðum.
Tað hava verði fleiri
meiningar um hvar
tunnilin skal koma upp,
men lat okkum her í
oynni ikki blíva ósamd
um tað, lat serfrøðing
arnar klára tað, lat
okkum bara fáa tunnilin í
oynna.
Onnur valevni í oynni
koma nú fram við at tey
eru trygd fyri at tunnilin
kemur, men vit mugu
minnast til at tað var
landstýrismaðurin hjá
Fólkaflokkinum sum
legði uppskoti um
tunnilin fram á Løgtingi
Løgtingsliminir hjá
Fólkaflokkinum akvøddu
allir fyri uppskotinum,
og Fólkaflokkurin stend
ur við at tunnilin skal
gerast sum avtala, so um
tú vil hava trygd fyri at
tunnilin kemur til ásettu
tíð er bara eitt at gera, og
tað er at velja
Fólkaflokkin.
Vel Fólkaflokkin tann
19 jan. Tín veruliga
trygd fyri framburði í
Sandoynni
Við Fólkaflokkinum á
odda kemur tunnilin
sum avtalað
valevni hjá Fólkaflokkinum
pouL
KLementsen
Val
Tað er mín sannføring, at í
øllum spurningum og
avgerðum eigur føroyska
tjóðin at hava fullan
avgerðarrætt og ábyrgd.
Sum valið nærkast, so
verður dúgliga spurt og
gitt, hvat ymsu flokkarnir
standa fyri.
1. Loysing/ fullveldi
Sum støðan er ídag, so eru
Føroyar í ríkisfelagsskapi
við Danmark og
Grønlandi. Men mín
sannføring er, at vit eiga at
arbeiða framm móti, at
verða leys av øllum øðrum
londum og standa á egnum
beinum – á øllum økjum.
Føroyar eiga at loysa frá
Danmark – ongatíð ov
skjótt. Men tað merkir tó
ikki, at vit føroyingar ikki
skulu hava samarbeiði við
Danmark og Grønland.
Sjálvandi skulu vit tað
men tó á jøvnum føti. At
vit eisini í framtíðini koma
at hava nógv samband við
Danmark tað er heilt
náttúrligt, tá vit hugsa um
hvussu nógvir føroyingar
eru í Danmark. Eg trúgvi
uppá, at tað ber til, at vit
sum sjálvstøðug tjóð í
framtíðini koma at hava
eitt fyrimyndarligt
samarbeiði/samhandil við
Danmark. Hví ikki? Bæði
Noreg og Ísland t.d. hava
verið í ríkisfelagsskapi við
Danmark og hava ídag eitt
fínt samarbeiði við
Danmark.
2. Vinnan betri karmar
At vinnan má hava betri
karmar at arbeiða undir er
eyðvitað. Komandi
Løgting og Landstýri eigur
at leggja stóra orku í at
betra møguleikarnar hjá
vinnuni – bæði á sjógvi og
landi – at klára seg betur,
eisini tá vit hugsa um
okkara kappingarføri.
3. Nýggjar vinnur
Høvuðsvinna okkara er
fiskivinnan og fer hon
uttan iva, at verða tað
leingi afturat. Gongst
fiskivinnuni væl – ja, so
gongst eisini Føroyum væl.
Men. Vit eiga og mugu
hyggja eftir øðrum
alternativum nýggjum
vinnumøguleikum fyri at
hava fleiri bein at standa á,
so sveiggini ikki eru so
ógvuslig og sjónsk, sum
tey eru ídag. Gongst tað
væl í einari vinnu – so
kann hon hjálpa uppá eina
aðra, har tað kanska ikki
gongur so væl.
Eitt komandi landsstýri
eigur at seta alla orku í at
kanna og seta á stovn
nýggjar vinnur ella vinnu
møguleikar – landi og fólki
til gagns.
Tað burdi ikki verið
ógjørligt, gjøgnum næsta
valskeið at fingið nýggjar
vinnur upp at standa.
Føroyska tjóðin og framtíðin
Valevni Miðfloksins
Set x við H
Fríðtór
debes
Val