mánadagur 7. januar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Løgtingsvalið 19. januar 2008
So hendi tað. Prísurin fyri
olju fór mikudagin upp um
100 dollarar fyri tunnuna.
Tað er tí sera umráðandi
sum skjótast at savna allar
kreftir – fiskivinnuna á
sjógvi og landi, byggivinn
una, oljuvinnuna,
Umhvørvisstovuna, Jarð
feingið, Fiskirannsóknar
stovuna, politikarar,
myndugleikar – ja øll, sum
hava vitan og serfrøði á
økinum. At taka nøkur
seriøs “her og nú tøk” fyri
gera okkara búskap til ein
lágorkubúskap.
Okkara vinna er sera
oljutung, og fiskivinnan
hoknar longu undir høgu
oljuprísunum. Hóast
oljuprísurin er farin eitt
kvink niðuraftur, so eru
eingi útlit fyri, at oljan í
framtíðini gerst bíligari –
tvørturímóti.
Útlendskar stórfyritøkur,
eisini fiskakeyparar, eru
longu byrjaðar at spyrja
eftir skjalprógvi um, at
fiskurin er veiddur og
framleiddur við so lágari
og reinari orku, sum til ber,
og hvussu nógv CO2 er
latið út í sambandi við
vøruna (Sí grein á
tjodveldi.fo/bjort: “Hvat
náa vit uppá 2 minuttir?”).
Skapa vinn-vinn støðu
Búskapurin og umhvørvið
er sostatt tvey sera
tungtvigandi argument fyri
at satsa í stórum uppá
reinari og bíligari orku,
umframt orkusparandi
tøkni og tiltøk. Við at taka
hetta í álvara kunnu vit
skapa eina vinnvinn støðu
á báðum økjum, í staðin
fyri at bæði vinna og
umhvørvi køvast í høgum
oljuprísum og dálking.
Stórsta hóttanin móti
framburði í Føroyum í
løtuni.er mangul uppá
fólksligt tilfeingi. Tá vit
ikki hava fólkavøkstur í
eini tíð við hægsta
búskaparliga hákonjunkturi
nakrantíð, og í eini tíð har
føroysku kvinnurnar føða
flest børn í miðal í Evropa,
so er okkurt heilt galið .
Eg ivist ikki í, at
høvuðsorsøkirnar til
fólksligu stagnatíónina eru
tvinnar: vit raðfesta
útbúgving og serliga
gransking og lágt, og vit
hava raðfest støðuna hjá
einligum uppihaldarum ov
lágt. Báðar hesar
orsøkirnar raka bæði
kynini, men serliga
kvinnurnar, sum m.a. er
orsøkin til at okkum
mangla 2000 kvinnur í
Føroyum.
Gamaní eru vit ein
útjaðari í Evropa og eisini í
Norðurlondum. Men tað
eru tað ikki bara vit sum
eru. Onnur útjaðaraøki t.d
Tromsø og Akureyri sóu
hóttanina við
fólkafráflyting í góðarir tíð
og gjørdu nakað við tað
við hepnari hond. Akureyri
er í dag eitt eftirtraktað
niversitetsumhvørvi á
altjóða støði og Tromsø tað
sama. Hesi bæði økini eiga
at verða dømi um, at ongin
orsøk er at góðtaka
stagnatión í fólkatalinum.
Hetta verður nakað av tí,
sum Tjóðveldi vil arbeiða
við, koma vit í samgongu!
Millum annað tí er tað, at
vit fara at leingja barns-
burðarfarloyvið upp til
eitt ár við einari
pápakvotu uppá tríggjar
mánaðir, sum millum
annað er við til at tryggja
javnstøðu fyri kvinnur á
arbeiðsmarknaðinum og
fyri pápar í rættindum
teirra saman við
børnunum
Tað er gott fyri eitt
framkomið samfelagið, at
nógv børn verða fødd. Í
Føroyum føðir hvør kvinna
í miðal umleið 2,5 børn.
Hetta talið kalla vit
burðartíttleika.
Fyri at fólkatalið kann
vera í javnvág er neyðugt
við einum burðartíttleika,
sum er oman fyri tvey børn
fyri hvørja kvinnu.
Men tað eru bara heilt fá
long í vesturheiminum, ið
uppfylla hesar treytir. Í
Danmark er talið undir 2,0
og í til dømis í Norðuritalia
er talið bara 1,0. Vit
hoyrdu eisini fyri kortum,
hvussu myndugleikarnir í
einum landsparti í
Russlandi royndu at geva
fólki frí fyri at gera børn
og enntá virðisløn, um tað
eydnaðist. Alt hetta fyri at
halda burðartíttleikanum
uppi og harvið tryggja
framtíðina í landinum.
Lági burðartíttleikin
hevur fingið nógv lond at
ræðast eina eldrabylgju. At
tað verða fleiri gomul fólk
enn ung, og at nógvur
peningur skal brúkast til
sjúkrarøkt, pensjónir og
ellisheim, meðan fá fólk
eru til at gjalda skatt.
Soleiðis hongur samfelagið
jú saman. Vit skulu hava
eina góða eldrarøkt, men
tað ber bert til, um vit hava
nóg nógvar ungar skatta
borgarar at gjalda fyri
hetta.
Í Føroyum verða vit
spard fyri stórvegis
trupulleikum á hesum øki,
um vit syrgja fyri, at
barnafamiljurnar hava tað
gott. Vit skulu syrgja fyri,
at ung í Føroyum tora at
eiga børn og at hesi venda
aftur til Føroya at búgva
eftir lokna útbúgving. Tá
skapa vit eitt sunt sam
felag. Einar sunnar
Føroyar fyri øll.
www.john.fo
Vit kenna trupuleikan, før
oyska samfelagi manglar
kvinnur, arbeiðsmegi og at
útbúgvin fólk koma heim
aftur at gagna føroyska
samfelagnum. Spurning
urin er so hvussu vit loysa
henda trupuleikan og um
tað eru politikarar, ið
verðuliga vilja leggja orku
í at venda hesi skeivu
gongd.
Tað skulu fleiri ymiskar
broytingar til fyri at venda
gongdini. Ein avgerðandi
táttur er ein miðvísur
javnstøðupolitikkur, ið
umfatar alt samfelagi frá
“toppi til botn”.
Miðvísan
javnstøðupolitikk
Javnstøða millum kyn skal
innan 2015 verða ein sjálv
sagdur tættur í føroyska
samfelagnum. Hetta
krevur, at ovasti politiski
myndugleikin slóðar fyri at
fremja javnstøðu.
Tí hevur Javnaðarflokk
urin samtykt, at vit vilja
krevja at ásetingin um
javnstøðu eisini skal vera
galdandi tá ið komandi
landstýri verður skipað.
Hetta kann gerast við at
flokkarnir, ið skipa sam
gongu, skulu skjóta ein
persón av hvørjum kyni til
hvønn landsstýrissess, og
verður tað uppgáva løg
mans at tryggja javnstøðu,
tá ið landsstýri endaliga
verður skipað.
Tað almenna
Vit vilja arbeiða fyri einum
samlaðum javnstøðupoli
tikki har Javnstøðulógin
frá 1994 skal endurskoðast.
Øll lógaruppskot ið verða
løgd fram skulu greina
ávirkanina á javnstøðu. Ein
amboðskassi skal gerast ið
inniheldur javnstøðutiltøk
og kommununar skulu
eisini við í arbeiði.
Tað almenna skal í sín
um vali av nevndum og
ráðum ganga á odda í at
halda kynjaásetingar
Privati arbeiðs-
marknaðurin
Privatar fyritøkur og
nevndir skulu eggjast at
fremja javnstøðu
Arbeiðsmarknaðarlóg
skal gerast, sum tekur
fyrilit fyri og eggjar
javnstøðu
Ein samtáttanarætlan
gerast fyri arbeiðsmarknað
in í samráði við partarnar á
arbeiðsmarknaðinum
Familjupolitikkur
Foreldramyndugleiki skal
vera felags og hædd skal
takast fyri, at tað er barnið,
sum hevur rætt til bæði
foreldrini
Skipanin um barns
burðarfarloyvi skal
broytast, so at bæði
foreldur við lóg eru
tryggjað barnsburðar
farloyvi
Útbúgving og gransking
Kannast skal, hví so
nógvar ungar kvinnur flyta
av landinum ella hví so
nógvar kvinnur ikki vilja
flyta aftur til Føroyar eftir
at hava verið uttanlands í
útbúgvingar ella
arbeiðsørindum. Hetta
arbeiði skal gerast í
samráð við
javnstøðunevndina og
KSF
Kynja hagtøl skulu
gerast.Granskingarráðið
skal fíggjað eina phd
verkætlan um lønir í
Føroyum. Undirvísingar
tilfar á øllum stigum skal
taka hædd fyri javnstøðu
Fjølmiðlar skulu í sínum
dagliga arbeiði leggja dent
á at fremja javnstøðu
Javnstøða er meir enn at
fáa somu løn fyri sama
arbeiði ella at eins nógvir
menn og kvinnur eru
umboðað í løgtingi,
landsstýri og aðrastaðni
við. Javnstøða snýr seg
m.a. um at fáa møguleikar
t.d. til eina yrkisleið, at
nema sær eina útbúgving, í
politiska lívinum, í
almenna rúminum, í
frítíðini og í privata
lívinum.
Javnaðarflokkurin vil
tryggja, at javnstøða verður
framd í verki.
Kann tað passað? Óvirkin
venjingarhylur á skúlanum
á Trøðni í 3 ár??? Í 3 ár ??
Var eingin politikari sum
stríddist fyri søk teirra, ið
tørva venjingar í slíkum
hyli?? Hava politikarar
mist hjartað og samhuga
við teim, ið hava serligan
tørv??
Peningur manglar so ikki
– í hesum tíðum, tá fjøll og
tunlar verða sprongdir sum
ongantíð fyrr!!
Nei, her má vend koma
í!! Hjartalag og tað
menniskjaliga má vera við
í avgerðum, ið tiknar
verða!
Eg bjóði meg fram aftur
og vil stríðast fyri
rættindum teirra, ið hava
serligan tørv!
Tað fór mær kalt niður eftir rygginum
Miðflokkurin, listi H.
Tordur J.
NiclaseN
Val
Tjóðveldi
aNNiTa á
Fríðriksmørk
Val
Tjóðveldi
BJørT
samuelseN
Val
Løgtingslimur,
Javnaðarflokkurin
JohN
JohaNNesseN
Val
Tí koma fólk ikki
heimaftur
Vinn-vinn ella køv-køv
Børn byggja land
Einar Føroyar uttan braindrain
Javnaðarflokkurin
eyðguNN
samuelseN
Val
12
Nr. 4 - 7. januar 2008